Jólafilmur: Stargate
Dagfesting:
16. desember 2025
Byrjar klokkan:
19:00
Staðseting:
Løkshøll
Endar klokkan:
20:30
Jólafilmurin 'Stargate' tekur støði í virðisløntu og metseljandi bókini hjá norsku Ingvild H. Rishøi, og er ein fjálg og rørandi søga, sum tó eisini vísir tær minni góðu síðurnar í gerandisdegnum hjá einari familju.
Ronja býr í einari lítlari íbúð saman við pápanum og eldru systrini Melissu. Jólini eru í nánd og pápin er enn einaferð vorðin arbeiðsleysur. Men alt sær út til at fara at heppnast, tá ið tað eydnast Ronju at fáa pápanum arbeiði at selja jólatrø. Nú er køliskápið aftur fult av mati, og hugagóði pápin angar av granntrøum ístaðin fyri øli. Men so skjótt pápin fær sína fyrstu løn byrja gomlu vanarnir at lokka hann aftur, og serliga er tað lokala ølstovan Stargate. Aftur eru systrarnar noyddar at klára seg sjálvar, men Ronja er eins og pápin ein droymari og brúkar sítt góða hugflog sum bæði skjøldur og flýggjan.
Talan er um ein familjufilm, men filmurin verður fráráddur børnum undir 7 ár.
Kostnaður 90 kr (+ 8kr avgjald)
Legg í álmanakka
Onnur tiltøk
11
desember
2025
Lita tín egna bókasavnsposa
13
desember
2025
BókaklubbaJÓL
14
desember
2025
Familjufilmur: Ferðin norðureftir
16
desember
2025
Jólafilmur: Stargate