Eykakonsert við Beinir

Dagfesting:
22. november 2024
Byrjar klokkan:
20:00
Staðseting:
Løkshøll
Endar klokkan:
21:00

Beinir heim at hava konsert

Seinast í 2023 kom fyrsta staklagið "Greener" av heildarútgávuni, sum Beinir er í gongd við, og síðani hevur hann havt fleiri konsertir og framførslur í Danmark, har hann býr og fylgir sínum tónlistadreymum. Men loksins er Beinir klárur at koma heim at hava konsert, og hon verður sjálvandi á heimabeiti; í Løkshøll leygarkvøldið 23. november.

Beinir hevur veruliga fingið vind í tónlistarligu seglini í Danmark har hann m.a. hevur hitað upp fyri navnframar bólkar sum Jonah Blacksmith,Stine Bramsen og Dopha. Í vár hevði hann nakrar heilt serligar konsertir undir heitinum "Unknown Location Tour", har hann bað sínar fjepparar á sosialu miðlunum koma við uppskotum til, hvar hann skuldi hava konsertir. Úrslitið var, at hann m.a. hevði konsertir á Ríkissjúkrahúsinum, í einum motorsúkklufelagi og í privatum heimum. Eftir hesa øðrvísi konsertrøðina hevði hann eina útselda konsert saman við bólki sínum á Hotel Cecil í Keypmannahavn. Seinast vit upplivdu Beinir var í sjónvarpssendingini 'Vild med dans' 27. september og har hann veruliga glógvaði á pallinum við nærveru, spæligleði og framúr góðari rødd. 

Beinir hevur fingið nógv rós í donskum tónlistarligum tíðarritum sum Gaffa og Bands of Tomorrow, og síðstnevnda gav honum 4,5 stjørnur av 5 møguligum fyri konsertina á Uhørt festivalinum við hesum orðunum: "Einsamallur á pallinum við sínum gittara leveraði Beinir eina av bestu konsertunum leygarkvøldið".

Vit gleða okkum at lata Beinir og bólkinum pallin til eina eykakonsert í Løkshøll leygarkvøldið 22. november kl. 20.

Atgongumerki á 225 kr (+ avgjald) á loksholl.fo

Mynd: Vaiva Kriauciunaite

Legg í álmanakka

Onnur tiltøk

09
november
2024
Dropi ert tú - ein sangur um lívið
09
november
2024
Dropi ert tú - ein sangur um lívið
11
november
2024
Filmur: Ljósbrot
12
november
2024
Stroymdur fyrilestur: Fortíðar- og framtíðarinnar náttúra