Filmur: WILDWOOD
WILDWOOD er ein stórfingin ævintýrfilmur um kærleika, vinalag og stóru galdramegina, sum kemur til sjóndar, um vit tora at hyggja longri enn til ta verðina, vit sjálvi kenna og eru partar av.
Tá ið lítlibeiggi Prue verður burturfluttur av nøkrum krákum fer tann viljasterka tannáringasysturin undir eina villa bjarginarferð. Sporini føra hana inn í ein gandaðan og óframkomandi skóg, sum liggur fjaldur beint uttanfyri Portland í statinum Oregon. Saman við tí heldur klombruta men álítandi flokksfelaganum, Curtis stígur hon inn í ein heim við djórum sum tosa og bandittum og valdsríkum verum, sum eru drivin av sorg og framsøkni. Tey bæði vinfólkini standa skjótt mitt í einari orrustu, sum hóttir viðbreknu javnvágina í skógnum. Prue verður noydd at finna fram bæði dirvi og trúgv uppá egnan mátt, sum hon ikki visti, at hon hevði, og má eisini seta alt í váða fyri at bjarga lítlabeiggjanum og tryggja framtíðina í Wildwood.
Filmurin hevur fingið einastandandi góða móttøku allastaðnis kring heimin. Samanlagt hevur filmurin fingið 9 út av 10 møguligum stjørnum frá alskins miðlum og áskoðararnir hava givið filminum samfullar 10 stjørnur.
Aldursmarkið er 11 ár.
Kostnaður 90 kr.