Foreldracafé - um vøddamýking á pinkubørnum
Dagfesting:
08. oktober 2026
Byrjar klokkan:
10:00
Staðseting:
Bókasavnið við løkin
Endar klokkan:
11:00
Hósmorgunin 8. oktober kl. 10 fara vit aftur at hava eina foreldracafé á bókasavninum. Vit fara at fáa praktiska undirvísing í vøddamýking á pinkubørnum frá Gabrielle Hviid, sum er vegleiðari í pinkubarnavøddamýking. Viðmældi aldurin á barninum er 0-2 ár. Vit bjóða ein kaffimunn og frukt afturvið.
Vegna avmarkað pláss, er sera týdningarmikið at melda til á 590779 ella á oyvor@runavik.fo.
Gabrielle kemur at vísa hvussu man skapar røttu tryggu rammurnar og brúkar rætta nertingarháttarlagið til pinkubarnavøddamýking. Tað verður trin-fyri-trin vegleiðing í at mýkja allan kroppin hjá barninum - frá beinum, búki og ørmum til andlit og rygg - umframt serlig tøk sum kunnu hjálpa upp á slím og ringan svøvn sum td. sonuterapi.
GG! Undirvísingin verður á donskum
Vegna avmarkað pláss, er sera týdningarmikið at melda til á 590779 ella á oyvor@runavik.fo.
Legg í álmanakka
Onnur tiltøk
08
september
2026
Filmur: No Rest For The Wicked
09
september
2026
Søguløta á Bókasavninum við Løkin
11
september
2026
Bókasavnið á ferð - í Oyndarfirði
12
september
2026
Søgugonga í Oyndarfirði