KONGALIG VITJAN FYRI BØRN Í LØKSHØLL

Dagfesting:
04. oktober 2026
Byrjar klokkan:
16:00
Staðseting:
Løkshøll
Endar klokkan:
17:00



KONGALIG VITJAN FYRI BØRN Í LØKSHØLL
 
Tað eru teir báðir Dánjal og Búi frá Ævintýraferðini, ið fara at siga frá tí snedigu og syrgiligu søguni um Lear Kong. Framførslan, ið er bygd á ein heimskendan leik hjá Williami Shakespeare, snýr seg um ein gamlan kong, ið eigur tríggjar ómetaliga óargaligar døtur, ið skikka sær óvanliga illa. Ja, tær tríggjar døturnar skikka sær so mikið illani, at Lear Kongur at enda gerst púra ørur í høvdinum og rýmur úr síni kongshøll. Hvat tær gera móti honum? Ja, fyri at finna útav tí, noyðist tú at koma í Løkshøll at hyggja.
 
Við tónlistarligum og leiklistarligum snildni, fara Dánjal og Búi at geva børnunum innlit í tann undrunarverda heimin, sum skaldið William Shakespeare hevur skapt, og sum enn stendur sum ein óvikaligur varði innan heimsins skaldaverk.
 
5 ára aldursmark.
Kostnaður kr. 125



Legg í álmanakka

Onnur tiltøk

28
september
2026
Spitsbergen
29
september
2026
Dupultfeilur
01
oktober
2026
Krabbameinsfelagið bjóðar til kvøldsetu á Bókasavninum við Løkin
02
oktober
2026
SOUTH BORDER - Live in Faroe Islands