Verkstova í frásøgu

Dagfesting:
21. august 2026
Byrjar klokkan:
12:00
Staðseting:
Løkshøll
Endar klokkan:
18:00

Søgur úr hjartanum

 - verkstova í frásøgu

Fríggjadagin 21. august verður verkstova í frásøgu undir heitinum 'Søgur úr hjartanum' í Oyndarfirði. Tað er virðislønta írska Órla Mc Govern, sum verður verkstovuleiðari.

Um verkstovuna:

Okkara lív er samanvovið av søgum; sonnum og ímyndaðum, veruleikafjarum og erligum, frumsagnarligum og framtíðarligum søgum. Søgur, sum eru partar av okkara allra vavstri, søgur, sum vit fortelja okkum sjálvum og søgur, sum onnur hava 'selt' okkum.

Hesar søgur ávirka okkum sum menniskju, sum útinnandi og skapandi verur. Við einari spælandi tilgongd fara vit at rannsaka ymiskar hættir at vera sonn og sannførandi alt í senn. Gjøgnum improvisasjón lata vit dyrnar upp og skapa nýggjar frásøgur og lívga upp verandi søgur.

Hetta er ein verkstova, har tit sleppa at royna tykkum, og har løturnar bæði verða magiskar og stuttligar.

Einasta krav til luttøkuna er, at tú er 18 ár ella eldri og hevur áhuga fyri frásøgu og skapanargleði. Frálæran fer fram á enskum. Verkstovan er frá kl. 12.00 til 18.00, íroknað nakar steðgir.

GG! Minnist til skrivihefti og penn :)

Kostnaður 350 kr (+20 kr avgjald). Avmarkað pláss.

Um Órla Mc Govern

Órla er virðislønt frásøgufólk, tónleikari, rithøvundur og vegleiðari við heimstaði í Galway í Írlandi. Hon framførir og undirvísir javnan á ymiskum pallum kring heimin bæði inni og úti; alt frá stórum høllum til smá bókasøvn, frá stórum írskum dalum til finskar skógir og hevur framført á fleiri stórum altjóða festivalum. Hennara frásøgn verður lýst sum "máttmikil og full av nærveru og hita". Órla er listarligur leiðari í 'Moth & Butterfly Storytelling' í Galway í Írlandi.

Sum frásøgufólk arbeiðir hon við siðbundnum og nútímans tilfari og vevur tað inn í upprunaverkini. Hon meistrar væl kynstrið at improvisera, og elskar at samantvinna hesar førleikar við sítt frásøguarbeiði. Órla arbeiðir eisini javnan innan sjónleik, film og sjónvarp sum sjónleikari og rithøvundur.

Hennara virðisløntu leikir og stuttfilmar hava verið framleiddir á altjóða pallum. Hon hevur eisini skrivað tvær søgubøkur; ‘Dublin Folk Tales For Children' & ‘Wild Waves & Wishing Wells’ (The History Press).

Til ber at lesa nærri um Órlu og hennara virksemi her:

https://orlamcgovern.com/

Legg í álmanakka

Onnur tiltøk

29
juni
2026
Vika 27 - Perluverkstova
30
juni
2026
Fótbóltsskúlin í Sørvági U7-U13
01
juli
2026
Fótbóltsskúlin á Svangaskarði U6-U13
02
juli
2026
Hebridean Sky