Býráðsfundur
1.
J. nr. 255 – 05/00257
Í skrivi df. 22/03-07 boðar FØROYA FORNMINNISSAVN frá at teir hava tikið sína áheitan aftur frá landstýrismanninum um friðing av økinum Yvri á Støð, tí at teir meta lógina frá 1948 at verða ógreiða.
Har aftur í móti siga teir at øki hevur stórt virði at goyma, og er rætt at friða øki, og heita samstundis á kommununa um at gera alt fyri at varveita øki og úthúsini.
Ummæli frá Teknisku Deild:
TD mælir til at broyta býarplanin fyri Elduvík soleiðis at D1-øki Yviri á Støð verður broytt til F1-øki og nýtt D1-øki verður útlagt aðrastaðni.
-Mentanarnevndin hevur á fundi 16/04-2007 mælt til at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild.
-Býráðið hevur á fundi 26/04-2007 samtykt at taka undir við mentanarnevndini.
2.
J. nr. 243 – 07/00298
TN-Bygging hevur í skrivi d.f 26/03-2007 nakrar spurningar í sambandi við bygging av Støkkhøll á ítróttarøkinum í Runavík.
Ummæli frá Teknisku deild:
I sambandi við framløgu av Støkkhøll og Ítróttardepil setti TN Bygging nakrar spurningar til støðutakan.
Spurningar í samband við Støkkhøll:
1.Tekur Runavíkar býráð undir við nýggju broyttu ætlanini hjá Fimleikarfelagnum Støkk.
2.Kann Fimleikarfelagið Støkk rokna við at fáa byggiloyvi til eina fimleikahøll í trá við tær tekningar, sum vóru í framløguni.?
3.Tekur Runavíkar býráð undir við, at ein spælara-tunnil og eitt goymslurúm, til NSÌ fótbóltin, verður gjørt samstundis, sum Støkkhøllin verður bygd, og vil Runavíkar kommuna átaka sær útreiðslurnar í samband við spælaratunnilin og goymslurúmið. ?
Sum heild heldur TD, at prosjektið er gjøgnumhugsað funktionelt, og sær positivt uppá at roynt hevur verið at hugsa um heildina.
Pkt. 1, TD metir ikki, at hesin spurningur kann avgreiðast áðrenn spurningur 2 og 3 eru avkláraðir.
Pkt. 2, TD kundi hugsað sær eitt modell av Støkkhøll, sum vísir, hvussu høllin passar inn í lendið.
Pkt. 3, er m.a. tengd saman við, um NSÌ er spurt eftir, um teir eru áhugaðir í at nýta tunnilin, og um hann er í trá við tær framtíðar ætlanir, sum NSÌ hevur.
Ikki kann heilt ímyndast, hvussu nógv byggjaríið fyllir í umhvørvinum, her verður eina mest hugsað um hæddarmun og frástøðu við Løkin, og parkeringsøki í forhold til Apotek v.m.
TD kundi tí hugsað sær eitt modell av øllum byggjarínum, lýst soleiðis at tað umkring liggjandi er við s.s. Apotek, Landsvegur og løkin.
Parkeringsøkið má lýsast meir viðv. til og frá koyring, somuleiðis belastningur út á landsveg.
Spurningar í samband við Ìtróttardepil við Løkin:
TD metir ikki, at støða kann takast til hesar spurningar fyrr enn omanfyri er avklárað.
-Mentanarnevndin hevur á fundi 16/04-2007 mælt til at geva principiella tilsøgn til at byggja sum umsøkt.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 18/04-2007 mælt til at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild.
-Býráðið hevur á fundi 26/04-2007 samtykt at játta princippielt byggiloyvi støkkhøll og at biðja um modell av heildaruppskotinum av ítróttarøkinum.
3.
J. nr. 132 – 07/00301
Neyðugar broytingar av auluni í Runavíkar skúla í sambandi við ynski frá Mentanarhúsfelagnum um at kunna brúka hølini til fjølbroytt tónleikavirksemi m.a. Symfoni orkestrið.
-Mentanarnevndin hevur á fundi 16/04-2007 mælt til at taka undir við alternativi 3, kostnaður 5,2 mill. kr.
- Býráðið hevur á fundi 26/04-2007 samtykt at beina málið aftur í mentanarnevndina til viðgerðar.
4.
J. nr. 606 – 07/00252
Politiið hevur við skrivi df. 15/3-2007 sent umsókn frá Sp/f Við Hús, sum søkir um matstovu- og skeinkiloyvi í húsunum á Heiðavegi 51 í Saltangará (matr. nr. 200 Glyvra bygd), til ummælis.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 16/04-2007 mælt til at málið verður lagt fyri býráðið til støðutakan.
-Býráðið hevur á fundi 26/04-2007 samtykt at játta umsóknini um matstovu- og skeinkiloyvi.
5.
J. nr. 512 – 07/00198
Umsókn um loyvi at byggja eina matstovu norðanfyri parkeringsøkið við Ítróttarhøllina í Runavík.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 18/04-2007 tikið undir við tilráðingini frá Tekn. deild og mælir til at kunna umsøkjaran um at tað longu eru stórar byggiætlanir í nærøkinum og tí verður mett at tað ikki er pláss fyri meiri bygging har.
Nevndin er annars jaliga sinnað fyri ætlanini og heitir á umsøkjarin um, í samráð við kommununa, at finna annað hóskandi øki.
-Býráðið hevur á fundi 26/04-2007 samtykt at taka undir við byggi- og býarskipanarnevndini.
6.
J. nr. SK 34x – 05/00667
Bygningurin sum P/F Heri Thomsen, á Skála (nú Faroe Ship) er til sølu hjá INNI.
INNI hevur vent sær til kommununa viðvíkjandi grundøkinum undir bygninginum sum er leigugrundstykki.
Spurningurin er um stykkið framhaldandi skal vera leigugrundstykki ella um stykkið kann bjóðast til sølu saman við bygninginum.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 16/04-2007 mælt til at áseta prísin fyri grundstykki til
kr. 300,00 pr. m2 ella í øðrum lagi, at grundstykkið framhaldandi verður leiga fyri galdandi leigutakst.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 18/04-2007 mælt til at geva loyvi til at keypa undirlendi.
-Býráðið hevur á fundi 26/04-2007 samtykt at taka undir við fíggjarnevndini og byggi- og býarskipanarnevndini.
7.
J. nr. 502 – 07/00053
Býarplansbroyting í Søldarfirði, á Glyvrum og í Saltangará
Ummæli frá Teknisku Deild:
Higartil eru ongar klagur ella broytingaruppskot komin til broytingaruppskotið.
Av tí at framløgu- og klagutíðin er úti fyrst í mai mánaða, mælir TD til at viðgera broytingaruppskotið sum um tey eru í lagi, soleiðis at uppskotini kunnu sendast til Innlendismálaráðið beinavegin tá framløgu- og klagutíðin er úti.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 18/04-2007 mælt til at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild.
Býráðið hevur á fundi 26/04-2007 samtykt at taka undir við byggi- og býarskipanarnevndini.
8.
J. nr. 502 – 07/00343
Býarplansbroyting í Horni á Skála.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Á hjáløgdu tekning eru 3 uppskot víst og eru tey:
Uppskoti nr. 1 sum hevur ligið frammi, men ikki góðkent av Innlendismálaráðnum, hevur eitt B-øki sum er uml. 11.750 m2
Uppskoti nr. 2 sum er uppskotið sum Teknisk deild gjørdi til eina møguliga broyting í viðgerðini í Býarskipanarnevndini hjá Innlendismálaráðnum, hevur eitt B-øki sum er uml. 9.300 m2
Uppskoti nr. 3 hevur Teknisk deild gjørt eftir tosinum hjá Hans Jacob Johannesen, Kára Johannesen og Ásbjørn Mikkelsen, og hevur eitt B-øki sum er uml. 10.050 m2
Munurin millum víddirnar á B-økjunum í uppskotunum nr. 2 og nr. 3 er bert 750 m2
Vísandi til omanfyiri standandi, mælir TD til at arbeiða víðari við uppskotinum nr. 2, og halda fast við skákvegin niðan til vegin Hórheiðar og ítróttarhøllina.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 18/04-2007 samtykt at heita á Tekn. deild um at gera nýtt broytingaruppskot.
-Býráðið hevur á fundi 26/04-2007 samtykt at taka undir við byggi- og býarskipanarnevndini.
9.
J. nr. 046 – 07/00246
Setan av leiðara til Barnagarðin á Mýrunum
-Býráðið hevur á fundi 26/04-2007 samtykt at seta Eydnu Norðfoss í starv sum leiðara fyri Barnagarðin á Mýrunum.
10.
J. nr. 512 – 07/00322
Uppskot frá Finni Helmsdal og Bill Justinussen um at útvega menningartarnaðum møguleika at ogna sær bústað. Og í hesum sambandi hugsa teir sær, at kommunurnar har búeindirnar verða bygdar, lata grundstykki fyri tað, tað hevur kostað at gera tey byggibúgvin.
-Býráðið hevur á fundi 26/04-2007 samtykt at taka upp samráðingar við Almanna- og heilsumálaráðið um bústaðarpakkan. Býráðið er jaliga sinnað so menningartarnað fáa so góðar umstøður sum møguligt.