Býráðsfundur
1.
J. nr. 025 – 07/00232
Rodmundur Nielsen, býráðslimur søkir um farloyvi frá býráðsarbeiðinum í tveir mánaðar.
-Býráðið hevur á fundi 29/03-2007 samtykt at játta farloyvi og at næsti maður á listanum tekur sæti í býráðnum ímeðan.
2.
J. nr. 105 – 07/00172
Fíggjarligur stuðul til ítróttarfeløgini í kommununi 2007.
-Tilmæli frá Mentanarnevndin um at býta játtanina ið er avsett á fíggjarætlanini.
Ein treyt fyri útgjaldinum er, at Mentanarnevndin góðkennir roknskapirnar fyri árið frammanundan.
-Býráðið hevur á fundi 29/03-2007 samtykt at taka undir við mentanarnevndini.
3.
J. nr. G 274g – 07/00208
P/F BAKKAFROST HOLDING, Glyvrar søkir 02/03-07 um loyvi at keypa grundstykkið undir bygninginum á matr. nr. 274g og grundstykkið undir nýggja bygninginum sum verður bygdur á matr. nr. 274b, matr. nr. 274a og matr. nr. 68f.
Ummæli frá Teknisku Deild:
P/F BAKKAFROST HOLDING eigur matr. Nr. 81 við ástandandi virkisbygningi.
Matr. nr. 274g er eitt leigugrundstykki.
Av tí at P/F BAKKAFROST HOLDING eigur matr. nr. 81 við ástandandi virkisbygningi, metir TD tað er natúrligt at P/F BAKKAFROST HOLDING fær loyvi at keypa grundstykkið matr. nr. 274g við uppískoytisstykkinum um 40 m2 og grundstykkið undir nýggja bygninginum sum er í gerð, sum eru fastir í bygninginum á matr. nr. 81.
-Havnarnevndin hevur á fundi 19/03-2007 mælt til at halda fast við verandi avtalu um leigu.
-Býráðið hevur á fundi 29/03-2007 samtykt at taka undir við havnarnevndini.
4.
J. nr. 521 – 07/00205
Allan Poulsen, Saltangará søkir í skrivi df. 06/02-07 um neystagrundina matr. nr. 274r við bátahylin á Bakka.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Sum kunnugt, hava fleiri verið áhugaðir og fingið hesa neystagrund í tilsøgn, og hevur TD kanna allar hesar tilsøgnir og eru tær allar farnar úr gildi.
Tað hevur verið nógv tosa um at gera bátahylin á Bakka til eina ”Marinu” soleiðis at stuttleikabátar kunnu koma og njóta friðin og annars tað sum bygdirnar hava at bjóða, og kann ikki sigast annað enn at húsið hjá Bátafelagnum er ein góð byrjan saman við kappróraneystinum hjá NSÍ.
Spurningurin er hvussu rætt er tað at byggja fleiri neyst við Bátahylin.
TD mælir frá at selja hesa neystagrund.
Hinvegin mælir TD til at leggja matr. nr. 274r til øki sum hoyrir til Bátahylin.
-Havnarnevndin hevur á fundi 19/03-2007 mælt frá at ganga umsøknina á møti, grundað á at arbeitt verður við at gera eina heildar-ætlan fyri bátahylin.
-Býráðið hevur á fundi 29/03-2007 samtykt at taka undir við havnarnevndini.
5.
J. nr. 561 – 07/00126
Nýggja brúgv um Løkin.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Býráðið hevur á fundi 27/11-06 samtykt at brúka peningin sum ætlaður var til Tjørn og Brúgv til bert at taka gomlu brúnna burtur og gera gongubrúgv um Løkin í staðin.
Eitt leyst notat umtalar status um mylluhúsið og mylluna.
Tekn. deild hevur ikki haft stundir til at umhugsa ella at gera projekt av brúnni, og mælir tí til at áleggja TD um at gera projekt til fundin í apríl mánaða.
Viðv. mylluhúsinum og mylluni er at siga, at TD ikki hevur gjørt sær nakrar tankar um hetta í seinastuni, og mælir til áleggja TD um at koma við eini niðurstøðu til fundin í apríl mánaða.
- Mentanarnevndin heldur, at eitt hugskot kundi verið at gjørt eina træbrúgv líknandi henni úti í Grøv á Borðoyavík.
Tekn. deild ger projekt til næsta fund bæði viðv. brúnni og mylluni.
-Mentanarnevndin tekur á fundi 19/03-2007 undir við at gera 5 brúgvar smb. uppskoti frá Tekn.
Ein í Runavík, ein á Skála og tríggjar í Elduvík.
-Býráðið hevur á fundi 29/03-2007 samtykt at taka undir við mentanarnevndini.
6.
J. nr. 243 – 07/00234
Støkkhøllin á Glyvrum – sum møguligt ungdómshús.
Á fundi um Støkkhøllina varð niðurstøðan tann, at um húsið verður umvælt, eru karmarnir nøktandi til eitt ungdómshús. Mentanarnevndin heitir á Teknisku deild um at gera kostnaðarmeting av at seta Støkk høllina í nøktandi stand, soleiðis at hon kann góðkennast av avvarandi myndugleikum (BRL, HFS, ARL) til endamálið. Neyðugt verður íhvussu so er at skifta takið.
-Mentanarnevndin samtykti at fáa gjørt kostnaðarmeting av at seta Støkk høllina ístand, soleiðis at alt húsið kann nýtast sum ungdómshús. Kostnaðarmetingin skal vera uppbýtt, soleiðis at tilber at gera arbeiðið í stigum.
Umvælingin skal gerast soleiðis, at bygningurin kann góðkennast av BRL, HFS og ARL til tað endamál sum ætlanin er.
-Býráðið hevur á fundi 29/03-2007 samtykt at taka undir við mentanarnevndini.
7.
J. nr. 540 – 07/00164
Tilboð frá sp/f HTO uppá fýrkantbrunn til vantverkið í Saltangará.
Ummæli frá Teknisku Deild:
TD mælir til at taka av tilboðnum fyri brunn á 45 m3 kr. 175.000,00 u/mvg. (185.938,00 +/-mvg) og at keypið verður goldið av konto “felagsútstykking”. Arbeiðið er partur av útstykkingarætlanini “framhald av Norðurhædd”
-Tekniska nevnd hevur á fundi 20/03-2007 samtykt at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild.
-Býráðið hevur á fundi 29/03-2007 samtykt at taka undir við Teknisku nevnd.
8.
J. nr. 561 – 07/00017
Ein “borgari” hevur við skrivi df. 28/11-2006 vent sær til býráðið um trupuleikar av at ganga um vegirnar í nógvu ferðsluni og hevur eitt uppskot um at hækka gonguteigarnar sum skal virka sum ferðforing.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Tekniska nevnd hevur á fundi 16/01-07 viðtikið at heita á Teknisku deild um at gera uppskot um hvussu trupuleikarnir kunnu loysast, og skjýtir upp eina loysn við cellustýrdum blunkljósi.
TD heldur ikki at ein hækking av gonguteigunum er nøkur góð loysn, tí ferðin verður ikki tikin av bilinum fyrr enn bumpan hevur ávirka bilin og tá er ov seint.
Cellustýrda blunkljósið ljóðar áhugavert, men hangur í el-veitingini og automatikki.
Tó hevur Tekn. deild eitt triðja uppskot sum er tað, at gera ”oyggjar” á gonguteigarnar við sjónskum pílum, og metir hesa loysnina at verða brúkiliga saman við væl upplýstu gonguteigunum.
Oyggjarnar koma at virka ferðtálmandi av tí at pílarnir reisa seg upp úr vegnum.
-Tekniska nevnd hevur á fundi 20/03-2007 tikið undir við uppskotinum, samtykt varð at senda málið til Ferðslunevndina til ummælis.
-Ferðslunevndin hevur á fundi 22/03-2007 mælt til at arbeiða víðari við uppskotinum hjá Tekn. deild, saman við Politinum.
-Býráðið hevur á fundi 29/03-2007 samtykt at taka undir við ferðslunevndini.
9.
J. nr. 521 – 07/00247
Samanbinding av Gulasteinsvegi/Fjøruvegi.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Ìsamband við liðuggerð av Fjøruvegi verður ferðslan løgd oman í niðaru síðu áðrenn grivið verður upp í ovaru ovaru síðu.
Fyri at henda umlegging skal bera til, er neyðugt at gera sambindingina millum Fjøruvegin og Gulasteinsvegin Mælt verður til at seta hetta arbeiði í verk.
-Tekniska nevnd hevur á fundi 20/03-2007 samtykt at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild.
-Býráðið hevur á fundi 29/03-2007 samtykt at taka undir við mentanarnevndini.
10.
J. nr. 331 – 06/00803
Skriv frá eldrafelagnum Kumlá um útbyggingina av Eldrasambýlinum.
Eldrafelagið vísir á
at placeringin omanfyri verandi eldrasambýli er óheppin vegna manglandi útsýni,
at tey ynskja at vita hvørjar ætlanir kommunan hevur við bygninginum og møguleika at gera viðmerkingar,
um møguleiki er fyri broytingum, td. brúk av bygninginum til barnaansing.
Sosiala deild leggur málið fyri nevndina til støðutakan.
-Sosiala nevnd hevur á fundi 20/03-2007 ynskt at taka Eldrafelagið Kumlá við uppá ráð um hvussu Eldrasambýlið á Skála skal útbyggjast. Ein møguleiki kundi verði at flutt bústaðarrúmini niðan í nýggja bygningin og nýta gamla bygningin til onnur endamál til eldri t.d. tilhald.
-Býráðið hevur á fundi 29/03-2007 samtykt at taka undir við Sosialu nevnd.
11.
J. nr. SK 134 – 04/01305
Uppskot til broytan av læknahølunum á Skála
Fyriliggjandi broytingarætlan verður løgt fyri Sosialu Nevnd til umrøðu.
-Sosiala nevnd hevur á fundi 20/03-2007 at arbeiða víðari við ætlanini um at broyta læknahølini.
-Býráðið hevur á fundi 29/03-2007 samtykt at taka undir við Sosialu nevnd.
12.
J. nr. 503 – 07/00248
Útstykking á Norðurhædd – framhald.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Vísandi til støðugt vaksandi lista við umsóknum um grundøkir til sethús, mælir Tekniska deild til at bjóða útstykkingina ”framhald av Norðurhædd” út í innbodnaðari útbjóðing
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 21/03-2007 mælt til at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild.
-Býráðið hevur á fundi 29/03-2007 samtykt at taka undir við byggi- og býarskipanarnevndini.
13.
J. nr. 561 – 07/000093
Tilboð uppá vegkassa til framhald av útstykkingini við Niðara Veg í Søldarfirði
Ummæli frá Teknisku deild:
5 tilboð komu uppá arbeiðið og mælir Tekn. deild at taka av tilboðnum frá Sp/f TJH-Entreprenørar, Skálafjørð
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 21/03-2007 mælt til at taka av tilboði frá Sp/f TJH-Entreprenørar, størt 493.800 kr u/mvg. Mælt var harumframt til at innheita alternativt tilboð sum omanfyri við kantsteinum og rennusteinsbrunnum.
-Býráðið hevur á fundi 29/03-2007 samtykt at taka undir við byggi- og býarskipanarnevndini.
14.
J. nr. G 219h – 07/00243
Sp/f Ognarfelagið Saltangará søkir í skrivi df. 19/03-07 um byggiloyvi til handils- og íbúðarbygning á matr. nr. 219h í Saltangará sambært viðløgdu tekningunum df. 02/03-07.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Ásetingarnar í Almennu Byggisamtyktini fyri A1-øki og ásetingarnar fyri bilstøðlar er viðlagdar í málinum.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 21/03-2007 mælt til at geva eitt prinsippielt byggiloyvi og at taka upp samráðingar um parkeringsviðurskiftini.
-Býráðið hevur á fundi 29/03-2007 samtykt at taka undir við byggi- og býarskipanarnevndini.
15.
J. nr. 331 – 07/00239
Ársroknskapurin hjá Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi fyri 2006.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 22/03-2007 mælt til, at góðkenna roknskapin.
-Býráðið hevur á fundi 29/03-2007 samtykt at taka undir við fíggjarnevndini.
16.
J. nr. T 104 – 07/00303
Søla av húsunum matr. Nr. 104 Tofta bygd, (sum Meinhard Olsen átti) sum skulu takast burtur orsaka av skúlabyggingini. 2 tilboð eru innkomin.
-Býráðið hevur á fundi 29/03-2007 samtykt at taka at tilboðnum frá Egil Weihe uppá kr. 160.000,00.
17.
J. nr. 521 – 07/00242
Byggi Service søkir í skrivi df. 15/03-2007 um at leiga lendi við havnarlagið á Skála og loyvi at byggja ein bygning á økið smb. tekningum dagf. 03/06-2004.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Umsøkjarin er kunnaður um hvørjar ásetingarnar eru galdandi fyri havnalagið.
Umsøkjarin hevur tvey uppskot til hvar hann ynskir at byggja. Viðvíkjandi uppskoti 1, er støðan tann at økið er útleiga til Skála Skipasmiðju, í sáttmálanum er uppsøgnarfreistin sett til 6 mðr.
Viðvíkjandi uppskoti 2 er støðan tann, at grundøkið liggur ov niðarlaga, niðan fyri komandi byggilinju og tí er neyðugt at flyta grundøki longur frá sjóvarmálanum og verður tá neyðugt at kommunan ognar sær neyðuga lendið.
Mælt verður til í 1.umfari at tosa við verandi leigara av øki undir uppskot 1 og um hetta ikki er møguligt, so at ogna sær neyðuga lendi undir uppskot 2.
Mælt verður annars til at geva principiella tilsøgn.
-Havnarnevndin hevur á fundi 29/03-2007 mælt til at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild um at geva principiella tilsøgn.
-Býráðið hevur á fundi 29/03-2007 samtykt at taka undir við havnarnevndini.