Býráðsfundur
1.
J. nr. 050 – 06/00560
Heilsufremjandi tiltøk í fólkaskúlanum..
Almanna- og heilsumálaráðið boðar í skrivi df. 17/11-2006 frá, at kunngerðin um stuðul gongur út 31/12-2007 og siga at tey vóna at kommunan heldur fram við skipanini.
-Mentanarnevndin hevur á fundi 12/02-2007 mælt til at skipanin við frukt til skúlanæmingar verður nakað umskipað. Mælt verður býráðnum til at játtað 150.000 kr árliga til frukt.
Við hesi játtan ber til at lata frukt til 1-3. fl dagliga og 4.-10.fl. 2 dagar um vikuna.
Neyðugt verður við eykajáttan, eftirsum einki er avsett á verandi fíggjarætlan.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 15.02.2007 mælt til at veita eina eykajáttan upp á 150.000 kr til fruktskipanina.
-Býráðið hevur á fundi 22/02-2007 samtykt at beina málið aftur í mentanarnevndina til viðgerðar.
2.
J. nr. 521 – 06/00717
P/F Funningslaks søkir í skrivi df. 26/08-06 um byggiloyvi til virkisbygning á havnarlagnum í Funningsfirði.
-Nevndin fyri Funningsfjarðar havn hevur á fundi 29/11-2006 mælt til at at játta umsøknini við teirri treyt, at kanturin vestan fyri bygningin verður upprættaður og bygningurin verður fluttur 15 – 20 m móti norði.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Á Tekn. deild er semja um, at bygningurin skal bert flytast 10m móti norði fyri at tað skal verða rúmligt framman fyri grótkastið á landi.
At rætta kantin upp vestan fyri virkisbygningin verður mett at kosta kr. 75.000,00.
Áðrenn byggiloyvi verður avgreitt, skal umsøkjarin senda inn tvørskurð við tilfarslýsing og stabilitetsútrokning av bygninginum.
TD mælir til at gera grótfylluna frammanfyri bygningin, og mælir eisini til at boða umsøkjaranum frá, at hann skal úvega tvørskurð í mát 1:50 við tilfarslýsing og stabilitetsútrokning av bygninginum.
-Havnarnevndin hevur á fundi 12/02-2007 samtykt at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild og at tilsøgnin er treytað av, at økið verður innihegnað.
-Býráðið hevur á fundi 22/02-2007 samtykt at taka undir við havnarnevndini.
3.
J. nr. 566 – 07/00010
Borgari í Funningsfirði mótmælur í skrivi 11/12-06 gøtu- og veganøvnum í Funningsfirði og mælir til at Gerðisvegur og Fjarðavegur verða nevndir Funningsfjarðavegur og at nøvnini í bygdini verða tey gomlu, sum blivu brúkt fyrr t.d. Argjavegur, Skálaegur o.s.fr.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Tá ið veganøvn skuldu gerast í Funningsfirði og Elduvík, valdi kommunan at heita á 2 álitispersónar um at koma við uppskotum um veganøvn.
Tá ið álitismennirnir høvdu gjørt síni uppskot, bjóðaðu teir sjálvbodnir bygdafólkunum til fund, har teir løgdu uppskotini fram.
Á hesum fundi komu ymiskar broytingaruppskot sum partvís vóru gingin á møti.
Skoytast skal uppí at Matrikulstovan hevur góðkent veganøvnini.
Tekn. deild metir at arbeiðið viðv. veganøvnum í Funningsfirði og Elduvík er viðgjørt uppá besta hátt og rættuliga alment, meira alment enn veganøvnini í gomlu Runavíkar kommunu.
TD mælir frá at gera broytingar í gøtunøvnunum í Funningsfirði og Elduvík
-Mentanarnevndin hevur á fundi 12/02-2007 tikið undir við Tekn. deild.
-Býráðið hevur á fundi 22/02-2007 samtykt at taka undir við mentanarnevndini.
4.
J. nr. 561 – 07/00126
Nýggja brúgv um Løkin.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Býráðið hevur á fundi 27/11-06 samtykt at brúka peningin sum ætlaður var til Tjørn og Brúgv til bert at taka gomlu brúnna burtur og gera gongubrúgv um Løkin í staðin.
Eitt leyst notat umtalar status um mylluhúsi og mylluna.
- Mentanarnevndin heldur at eitt hugskot kundi verið at gjørt eina træbrúgv líknandi henni úti í Grøv á Borðoyavík og at Tekn. deild ger projekt til næsta fund bæði viðv. brúnni og mylluni.
-Býráðið er á fundi 22/02-2007 kunnað um málið.
5.
J. nr. 132 – 07/00124
Mentanartiltøk til skúlabørn
Norðurlandahúsið í samráði við Mentamála-ráðið hevur sent uppskot til trý ára samstarvs-verkætlan millum Norðurlandahúsið, Mentamálaráðið og kommunurnar um mentanartiltøk til skúlabørn – íblásturin er norska “Den kulturelle skolesekken”, sí verkætlanaruppskot. Sambært uppskotinum skulu kommunurnar gjalda í alt kr. 150.000.
-Mentanarnevndin hevur á fundi 12/02-2007 mælt til at kommunan verður partur av ætlanini. Parturin hjá Runavíkar kommunu er umleið 10.000 kr.
-Býráðið hevur á fundi 22/02-2007 samtykt at taka undir við mentanarnevndini.
6.
J. nr. 566 – 07/00127
Gøtunøvn í Skálafirði og Rituvík.
Ummæli frá Býráðsumsitingini:
Í Rituvík er byrjað at selja grundstykkir framvið einum vegi sum í nærmastu framtíð skal gerast, og er tað neyðugt at seta navn á vegin.
Skotið verður upp kalla vegin í útstykkingini í Rituvík : í Kass.
Ein nýggjur vegur er tikin í nýtslu í Skálafirði sum onki navn hevur og verður skitið upp at vegurin skal kallast: Gerðavegur av tí at vegurin gongur gjøgnum fleiri gerði.
-Mentanarnevndin hevur á fundi 12/02-2007 mælt til at taka undir við Tekn. deild.
-Býráðið hevur á fundi 22/02-2007 samtykt at taka undir við mentanarnevndini.
7.
SK-243 - 04/00460
Fótbóltshøll í Skálafirði
-Býráðið er á fundi 22/02-2007 kunnað um málið.
8.
J. nr. 552 – 07/00048
Brunaumsjónarmaðurin ger vart við, at ongin varmi og onki vatn er í húsunum har brandútgerðin í Oyndarfirði stendur inni, og heitur á Býráðið um at leggja varma og vatn inn í húsini.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Brandstøðin hevur fyrr virka sum fýrrúm til bygningin sum Pan Fish eigur í dag og stendur oljufýr, oljutangi við skorsteini í bygninginum. El er innlagt, og kundi tað sæð út sum at el-veitingin er komin frá Pan Fish upprunaliga, men í dag er ein el-málari inni í eini bingju sum Oyndarfjarðar kommuna hevur brúkt til goymslu. Onki vatn er innlagt á Brandstøðina, og tróðrið er ikki isolerað.
TD skjýtir upp at isolerað tróðrið, seta oljufýri til við einum radiatori, leggja vatn inn í brandstøðina.
TD metir at hesar kanningar og umvælingar kosta uml. kr. 50.000,00.
-Tekniska nevnd hevur á fundi 13/02-2007 samtykt at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild.
Mælt verður til at kanna møguleikan fyri at nýta hitapumpu ístaðin fyri oljufyr.
-Býráðið hevur á fundi 22/02-2007 samtykt at taka undir við Teknisku nevnd.
9.
J. nr. 352 – 07/00030
Skriv frá borgarum á Skála um at hava borgarafund um barnagarð.
Ummæli frá Sosialu Deild:
Nakrir borgarar á Skála ynskja borgarafund har skálafólk verða kunnaði og hoyrd um ætlanina við bygging av barnagarði á Skála.
Sosiala deild metir at skálafólk eru kunnaði um býráðsviðtøkuna um bygging av barnagarði á Skála. Viðtøkan var eisini fráboða á heimasíðuni og greinar vóru í bløðunum um ætlanina.
-Býráðið hevur á fundi 22/02-2007 samtykt at hava ein meira breiðan borgarafund um ymisk evni.
10.
J. nr. 512 – 07/00070
RÁS 2 søkir um eitt grundstykki 2- 3.000 m2 sunnanfyri hús teirra.
Ummæli frá Teknisku Deild:
TD mælir til at Býráðið keypur alt A1-øki burtur av matr. nr. 80a frá Búnaðarstovuni, og verður hetta øki til uml. 6.300 m2 og selur grundstykki burturav til Rás 2.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 14/02-2007 mælt til at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild.
-Býráðið hevur á fundi 22/02-2007 samtykt at taka undir við byggi- og býarskipanarnevndini.
11.
J. nr. 502 – 07/00150
Broyting av IV Kapittul 1. gr. 3. stk. í Almennu Byggisamtyktini.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Í samband við at vit hava frámált grundstykkir til samanbygd hús, hava vit rent okkum í trupuleikan av at stykkini ikki hava loki ásetingarnar um minstustødd av grundstykkjum sum í Almennu byggisamtyktini er sett til min. 300 m2
Tekniska Deild mælir til at gera hesar broytingar í byggisamtyktini:
1. gr. § 3. Útstykkingar og stødd á grundstykkjum.
1. Byggivaldið kann seta sum treyt, at útstykking einans verður loyvd, um hon hóskar saman við eina útstykkingarætlan, sum byggivaldið hevur góðkent fyri náttúrliga avmarkað øki.
2. Nýtsla av ognum.
Á ognum til vanlig sethúsaøki má ikki vera nakað slag av virki, sum við royki, deymi, gangi, við útsjónd, sýni ella á annan hátt kann vera teimum til ónáðir, sum uttanum búgva.
3. Grundstykkir til vanlig sethús, ið standa fyri seg, mugu ikki verða útstykkjað smærri enn 500 m², og grundstykkir til tvíhús, raðhús o.t. smærri enn 300 m² fyri hvørji sethús sær.
Ein partur av teirri ásettu minstuvídd kann verða lagdur sum felagslendi og sum bilstøðil.
4. Verandi grundstykkir smærri enn 300 m² kunnu bara í serstøkum førum verða nýtt at byggja sethús á.
Tekn. deild mælir til at lýsa hesa broyting so skjótt sum gjørligt.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 14/02-2007 mælt til at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild.
-Býráðið hevur á fundi 22/02-2007 samtykt at taka undir við byggi- og býarskipanarnevndini.
12.
J. nr. 561 – 07/000093
Kostnaðarmeting av vegkassa til framhald av útstykkingini við Niðara Veg í Søldarfirði
Ummæli frá Teknisku deild:
TD hevur gjørt eina meting sum umfatar : avgraving, spreinging, uppfylling og kloakkir, og mælir til at bjóða arbeiðið út við kloakkunum.
Esini mælir TD til, at taka støðu til um arbeiðið skal bjóðast út í almennari- ella bundnari útbjóðing. Um tað skal verða bundin útbjóðing, hvør skal tá hava møguleikan til at bjóða.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 14/02-2007 mælt til at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild og at bjóða arbeiðið út í innbodnari licitation.
-Býráðið hevur á fundi 22/02-2007 samtykt at taka undir við byggi- og býarskipanarnevndini.
13.
J. nr. 243 – 07/00125
Skriv frá Klæmint Østerø viðv. sparkivølli í Skálafirði.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 14/02-2007 samtykt at svara, at sparkivøllur til Skálafjørð er við á raðfestingarlistanum hjá Byggi- og býarskipanarnevndini fyri sparkivøllir.
-Býráðið hevur á fundi 22/02-2007 samtykt at taka undir við byggi- og býarskipanarnevndini.
14.
J. nr. 130 – 07/00052
Búnaðarstovan hevur við skrivi df. 12/02-2007 sent málið viðv. endurskoðan av prísum uppá lendi til ummælis.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Bygdirnar í Runavíkar kommunu eru í hesum flokkum:
Prísirnir eru hesir fyri 2. flokk :
A B C D
Kr. 71,00 kr. 88,00 kr. 110,00 Eftir meting
Skála flokkur 2
Skálafjørður flokkur 2
Skipanes flokkur 2
Søldarfjørð flokkur 2
Lamba flokkur 2
Glyvrar flokkur 2
Saltangará flokkur 2
Runavík flokkur 2
Prísirnir eru hesir fyri 3. flokk :
A B C D
Kr. 53,00 kr. 66,00 kr. 82,00 Eftir meting
Elduvík flokkur 3
Funningsfjørður flokkur 3
Oyndarfjørður flokkur 3
Rituvík flokkur 3
Æðuvík flokkur 3
Flokkarnir eru hesir:
A: hagi, sum ikki kann dyrkast
B: góður hagi
C: velt lendi
D: gott lendi, sum liggur serliga væl fyri.
Tekn. deild dugur ikki at síggja hvat hvør m2 kostar fyri vetrafriðing, heldur ikki er fjøran tald við.
TD heldur príshækkingina verða sera stóra millum 39% og 125% fyri teir flokkar sum vit eru umfataðir av.
Sjálvandi kemur henda hækkingin at ávirka okkara grundstykkjaprísir, og heldur TD at Býráðið eigur at umhugsa sínar prísir fyri byggibúning alvorliga.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 14/02-2007 mælt til halda fast við gamla takstin fyri gomlu umsóknirnar sum eru sendar Búnaðarstovuni..
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 15.02.07 tikið undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevnd.
Harafturat verður mótmæli sent
Búnaðarstovuni
Vinnumálaráðnum
-Býráðið hevur á fundi 22/02-2007 samtykt at taka undir við byggi- og býarskipanarnevndini og fíggjarnevndini.
15.
J. nr. N 26a – 07/00066
Jarðarkeyp til reinsiverk í Æðuvík.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Í sambandi við ætlanina at byggja reinsiverk í Æðuvík, er neyðugt at útvega grundstykki. Tekn. deild mælir til at kommunan ognar sær ein part av økinum burtur av 26a sum víst við gulum á viðlagda korti.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 14/02-2007 mælt til at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild.
-Býráðið hevur á fundi 22/02-2007 samtykt at taka undir við byggi- og býarskipanarnevndini.
16.
J. nr. 102 – 07/00122
Fíggjarætlanartilgongd í Runavíkar kommunu 2008 – 2009. Uppskot frá fíggjarleiðaranum til arbeiðsætlan hjá umsiting, nevndum og býráði.
-Býráðið hevur á fundi 22/02-2007 samtykt at taka undir við uppskotinum.