Býráðsfundur
1.
J. nr. 102 – 06/00801
2. viðgerð av eykajáttan til útstykkingar.
-Býráðið hevur á fundi 3/11-2006 samtykt at veita eina eykajáttan uppá 3,5 mió. kr. til útstykkingar og at hækka inntøkurnar fyri sølu av grundstykkjum við 1. mió. kr.
2.
J. nr. 561 - 06/00870
2. viðgerð av eykajáttan til vegin til smærru íbúðirnar í Runavík.
-Tekniska nevnd og Fíggjarnevndin mæla til eykajáttan uppá 1,1 mió. kr. til konto 34025-7030 vegagerð íløgur.
-Býráðið hevur á fundi 3/11-2006 samtykt at taka undir við Teknisku nevnd og fíggjarnevndini.
3.
J. nr. 046 – 06/00850
Uppskot til ein húsavørð afturat til skúlarnar.
Tekn. deild hevur gjørt skema sum lýsir støðuna viðv. húsavørði.
Skema 1 vísir núverandi húsavørðar.
Skema 2 vísir har í eingin húsavørður er.
Skema 3 er eitt uppskot/ynski um broytingar og setan, av einum húsavørði afturat.
Tekn. deild vil enn einaferð mæla til at seta ein húsavørð afturat.
-Mentanarnevndin hevur á fundi 20/11-2006 mælt til, at settur verður ein húsavørður afturat.
Eisini mælir Mentanarnevndin til at Tekn. deild skipar arbeiðið og møguliga umhugsar eina roterandi skipan við húsavørðunum.
4.
J. nr. S 90a – 06/00888
Búnaðarstovan sendir umsókn frá Søldarfjarðar Bygdasavni, um keyp av gamla skúlanum í Søldarfirði, til ummælis.
-Mentanarnevndin kann viðmæla ætlanini, men mælir til at umhugsa, um savnið ikki kann verða partur bygdarsavninum Forna.
5.
J. nr. 202 – 06/00843
Reglugerð fyri kirkjugarðarnar í kommununi.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at seta nýggju reglugerðina í gildi.
6.
J. nr. 512 – 06/00732
Mentanarnevndin hevur á fundi 18/09-09 mælt til at kanna uppskotið frá Elduvíkarnevndini nærri, um at byggja almenna WC við parkeringsplássið sunnan fyri Elduvíkar Kirkju.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at seta wc á matr nr 11a, sí viðløgdu plantekning.
7.
J. nr. 503 – 06/00913
Útstykking á Skála framhald av Fagralíð
-Byggi- og býarskipanarnevndina mælir til at kommunan ognar sær lendi til 4 grundøkir.
8.
J. nr. 352 06/00914
Nýggjur barngarður í Søldarfirði.
-Byggi- og býarskipanarnevndina mælir til at broyta býarplanin soleiðis at C4 øki omanfyri Niðaraveg í Søldafirði verður flutt oman á matr nr 30a, sunnanfyri Essuna.
-Sosiala nevnd tekur undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini um at broyta býarplanin og leggja økið sunnanfyri Essuna út til Barnaansing.
9.
J. nr. 521 – 06/00932
KLA v/ Maju Bourbiaa søkir í skrivi df. 14/11-06 um at leingja leigusáttmálan til ”grillbarrina” á matr. nr. 219a, helst í eini 20 ár.
-Byggi- og býarskipanarnevndina mælir til at leingja leigumálið við 5 árum.
10.
J. nr. 352 – 06/00889
Víðkan av barnaansingini.
Sosiala deild hevur kanna fleiri hølismøguleikar til vøggustovu og mælir til at gera avtalu um leigu av kjallaranum hjá Eldrafelagnum Nón. Neyðugt er við íløgu á hølini, umframt í service, innbúgv, barnavognar og inni– og uttandura leikur. Mett íløga íalt uml. 600.000 kr, sum Sos. deild mælir til verður flutt av íløgukonto fyri 2006 til 2007.
-Sosiala nevnd tekur undir við tilmælinum frá Sosialu deild.
-Fíggjarnevndin góðkennir ikki yvirføring millum ár, men at nýtsla í 2007 verður avsett í 2007.
11.
J. nr. 352-200600944
Eykajáttan til Barnaansingina 2006
-Sosiala nevnd mælir til at taka undir við tilmælinum frá Sosialu deild um eykajáttan á 510.000
-Fíggjarnevndin mælir til eina eykajáttan til barnaansingina á 510.000,00
12.
J. nr. 352 – 06/00878
Uppskot um bygging av tveimum barnaansingarstovnum, einum á Skála og einum í Søldarfirði
-Sosiala nevnd mælir til at gera avtalu um bygging av 1. og 2. byggistigi í Søldarfirði og á Skála har seinna byggistig bert verður innilokað.
-Fíggjarnevndin mælir til at málið verður loyst eftir hesum leisti, men at endalig dokumenterað loysn má fyriliggja til næsta fund.
Mælt verður eisini at gera kostnaðarmeting fyri byggibúgving, atkomuveg, parkeringsøki og asfaltering áðrenn næsta fund.
13.
J. nr. 046 – 06/00850
Møgulig setan av húsavørði til barnaansingarstovnarnar í kommununi.
Ummæli frá Teknisku Deild:
TD vil enn einaferð mæla til at seta ein húsavørð.
Fyri at røkja eina uppgávu, sum strekkir seg frá Æðuvík til Oyndarfjarðar krevst nokk eisini at húsavørðurin hevur bil.
-Sosiala nevnd tekur undir við tilmælinum at seta húsavørð til barnaansingina. Mælt verður til at fíggja 200.000 kr. av viðlíkahaldskontuni, og við eini meirjátta uppá 100.000 kr.
Somuleiðis verður mælt til at gera íløgu í bil fyri 100.000 kr.
-Fíggjarnevndin mælir til at Tekniska deild kannar neyvt hvørjar uppgávur ymsu starvsfólkini, sum hon hevur undir sær, hava og hvussu nógv arbeiðstíð má avsetast til viðlíkahaldið av einstøku bygningunum.
Hetta við atliti til at allar neyðugar arbeiðsuppgávur verða loystar av verandi starvsfólki. Ábyrgdir fyri ymsu uppgávunum verða givnar ávísum persónum.
14.
J. nr. 130 – 06/00806
Áseting av kostnaði fyri grundstykkir á ídnaðarøkinum í Skálafirði.
-Fíggjarnevndin mælir til at prísurin verður ásettur eftir sama leisi sum stykkið var selt eftir í Skálafirði fyrr í ár, t.v.s. at útgrevstur, planering v.m. verður gjørt fyri egna rokning av tí, sum keypir stykkið, eftir treytum, sum verða ásettar av umsitingin hjá Runavíkar kommunu.
15.
J. nr. 512 – 06/00839
Sp/f A Smíð undir stovnan søkir um ídnaðarøki at byggja eina uml. 400 m2 stóra høll á.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Í Byggiætlanini fyri ídnaðarøki á Kráargili frá august 2001 er øki merkt D2-øki, í dag eitur tað D5-øki, stendur at fyri grundstykkir frá 1.300 m2 og uppeftir er nýtingarstigi 0,60, og fyri stykkir sum eru smærri enn 1.300 m2 er nýtingarstigi 0,4.
TD skjýtir upp at býta Øki A, sum víst á síðu 3. í Byggiætlanini, upp í 4 smærri grundstykkir sum víst í dømi 1, og verður nýtingarstigi her 0,4.
-Byggi- & býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilráðingini frá Tekn. Deild og at fáa geiðu á um uppfyllingin er nøktandi.
-Fíggjarnevndin mælir til at prísurin verður ásettur til 250 kr/m2
16.
J. nr. 102 – 06/00939
Eykajáttan til Moldgoymsluna í Rituvík.
-Tekniska nevnd og fíggjarnevndin mæla til eina eykajáttan uppá 285.000 kr fyri 2006.
17.
J. nr. 102 – 06/00943
Eykajáttan til jarðarkeyp konto nr. 31030-0200 neyðug eykajáttan kr. 200.000,00.
-Fíggjarnevndin mælir til eina eykajáttan uppá 200.000 kr fyri 2006.
18.
J. nr. 046 – 06/00812
Setan av starvsfólki til vatnverkið.
19.
J. nr. 102 – 05/00625
Eykajáttanir fyri 2006.
-Fíggjarnevndin mælir til at játta tilsamans 2.013.000 kr fyri 2006 sambært innstillingini hjá roknskapardeildini.
20.
J. nr. 102 – 06/00662
Fíggjarætlanin hjá Runavíkar kommunu fyri 2007.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 23/11-2006 mælt til at samtykkja uppskot til fíggjarætlan fyri 2007 við einum skattaprosenti uppá 22% og einum barnafrádrátti uppá kr. 3.750,00.
21.
Ásetan av fundardøgum fyri býráðið í 2007.