Býráðsfundur
1.
J. nr. EL 257b – 06/00824
Sp/f Atlantshav søkir við skrivi df. 02/10-06 um loyvi at byggja ein tilbygning uppí virkis-bygningin á matr. nr. 257b í Funningsfirði.
-Havnanevndin mælir til at ganga umsøknini á møti.
-Samtykt at taka undir við havnarnevndini.
2.
J. nr. 521 – 06/00823
Innkoyringar frá Gulasteinsvegi og havnaøki við høvuðspierin.
-Býráðið kunnað um málið.
3.
J. nr. 046 – 06/00706
Setan av havnarstjóra til Runavíkar Havn.
-Samtykt at seta Sverra Kjærbæk, Glyvrar í starv sum havnarstjóri fyri Runavíkar Havn.
4.
J. nr. 243 - 04/00460
Innandura fótbóltshøll í Skálafirði – skriv frá Fótbóltssambandinum um broyttu viðurskiftini nú onkrar kommunur hava boðað frá, at tær ikki verða við í ætlanini í Skálafirði.
-Formaðurin í mentanarnevndini kunnaði um fundin á Oyrabakka.
5.
J. nr. 132 – 06/00715
Endurnýggjan av sáttmálanum um skúlasamstarv millum Sjóvar kommuna og Runavíkar kommunu
-Formaðurin í Mentanarnevndini kunnaði um fundin við Sjóvar kommunu.
6.
J. nr. 531 – 06/00866
Fríðkan av økinum kring Toftavatn. Áheitan frá Nes kommunu um at kommunurnar í felag seta pening av til endamálið komandi fíggjarár.
-Mentanarnevndin mælir til at avseta kr. 50.000 á fíggjarætlanini fyri 2007 til endamálið.
-Samtykt at taka undir við mentanarnevndini.
7.
J. nr. 561 – 06/00849
Avtalað við Nes kommunu viðvíkjandi vegaførin til økið sunnanfyri Løkin
-Byggi- & býarskipanarnevndin mælir til at góðkenna uppskotið til avtalu ímillum kommunurnar.
-Samtykt at taka undir við byggi- og býarskipanarnevndini.
8.
J. nr. G 222 – 06/00874
Umsókn frá Kára Johannesen um loyvi at byggja uppí bygningin á matr. nr. 222 norður ímóti 219g.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Byggitekniskt er onki til hindurs fyri at loyva tilbygninginum um tilbygningurin lýkur ásettu krøvini í Almennu byggisamtyktini millum annað at:
Brandveggur verður gjørdur á markinum
· At grannin gevur skrivliga grannaváttan um at norðari veggur á tilbygninginum kann koma nærri enn 2,50 m frá marki ella á markið.
-Byggi- & býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við Tekninsku Deild.
-Samtykt at taka undir við byggi- og býarskipanarnevndini at játtað uppíbygging norðureftir smb. støðumynd df. 25/10-2006.
9.
J. nr. 352 – 06/00889
Víðkan av barnaansingini.
-Sosiala nevnd hevur á fundi 26/10-2006 samtykt at raðfesta bygging av ansingarstovnum soleiðis:
Nr. 1. Bygging av ansingarstovni til 30-34 børn í Søldarfirði.
Nr 2. Beint eftir hesa bygging verður bygdur ansingarstovnur til 36-40 børn á Skála.
Báðir stovnarnir (nr. 1 og 2) kunnu útbyggjast við 2. byggistigi.
Nr. 3. Rituvíkar skúli umbyggjast til barnaansing til 60-80 børn
-Samtykt at arbeiða víðari við eini fyribils ansingarloysn til 12-14 vøggustovubørn í Søldafirði.
Eisini varð samtykt at taka undir við raðfestingini hjá sosialu nevnd, og um møguligt at byggja stovnin í Søldarfirði og á Skála samstundis.
10.
J. nr. 352 – 06/00878
Tilboð og uppskot um bygging av barnaansingarstovni/-um.
-Sosiala mælir til at taka upp samráðingar um bygging av tveimum ansingarstovnum (1. byggistig). Einum í Søldarfirði og einum á Skála sum umfata tvær ansingarstovur og felagshøli til 40 børn.
-Samtykt at taka upp samráðingar við áhugaðar byggitakarar um møguliga bygging og gjaldsavtalu av tveimum ansingarstovnum.
Miðast skal ímóti at stovnurin í Søldarfirði er klárur at taka í nýtslu á heysti 2007 og á Skála í august 2008, ella at báðir verða bygdir samstundis og verða klárir at taka í nýtslu vári 2008.
11.
J. nr. 046 – 06/00850
Møgulig setan av húsavørði til barnaansingarstovnarnar í kommununi.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Ongin húsavørður er til stovnarnar og heldur TD hetta ikki verða nøktandi, tí nógv brúk er fyri húsavørði.
-Sosiala nevnd heldur at neyðugt er at skipa viðurskiftini soleiðis, at stovnar og ognir verða viðlíkahildin av húsavørði.
-Samtykt at Tekn. deild ger konkret uppskot til hvussu hús og ognir verða viðlíkahildin.
12.
J. nr. 022 – 06/00223
Eysturoyar Barnaverndartænasta – rakstur 2006.
-Sosiala nevnd mælir til at uppnormerða barnaverndartænastuna við ½ starvið. Semja skal verða millum kommunurnar í samstarvinum um hetta.
-Samtykt at taka undir við Sosialu nevnd.
13.
J. nr. 102 – 06/00801 / 561 - 06/0870
Eykajáttan til útstykkingar og til vegagerð til íbúðir í Runavík.
-Tekniska nevnd og Fíggjarnevndin mæla til eina eykajáttan uppá 2,5 mill. kr. til útstykkingar og 1 mió. til vegagerð.
-Samtykt at taka undir við Teknisku nevnd og Fíggjarnevndini.
14.
J. nr. 141 - 06/00820
Upptøka av láni til skúlabygging í Runavík.
-Samtykt at upptaka 56 mió. kr. í láni til skúlabyggingina.
15.
J. nr. 102 – 06/00662
2. viðgerð av fíggjarætlanin hjá Runavíkar kommunu fyri 2007.
-Samtykt at hava 3. viðgerð av fíggjarætlandini seinni í mánaðinum.