Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 28. september 2006

1.
J. nr. L 26c - 05/00037
Eykajáttan í sambandi við umbygging av skervhúsinum á Lambareiði til Ambulansatænastuna.
-Fíggjarnevndin mælir til at býráðið játtar 760.000,00 kr til nýgerð/umvæling av hølum til Ambulansatænastuna.
-Býráðið hevur á fundi 31/08-2006 samtykt at taka undir Fíggjarnevndini.
-Býráðið hevur á fundi 28/09-2006 samtykt eykajáttanina við 2. viðgerð.

2.
J. nr. 132 – 05/00074
Val av umboði í stýringsbólkin fyri bygging av Runavíkar skúla, ístaðin fyri Rodmund Nielsen.
-Mentanarnevndin hevur á fundi 18/09-2006 mælt til at velja Hans Petur Ellingsgaard til nýggjan formann í stýringsbólkinum.
-Býráðið hevur á fundi 28/09-2006 samtykt at taka undir við Mentanarnevndini.

3.
J. nr. 243 - 04/00460
Innandura fótbóltshøll í Skálafirði – skriv frá Fótbóltssambandinum um broyttu viðurskiftini nú onkur kommuna hevur boða frá, at tær ikki verða við í ætlanini í Skálafirði.
-Býráðið hevur á fundi 28/09-2006 samtykt at beina málið í Mentanarnevndini til viðgerðar.

4.
J. nr. 352-05/00240
Umsóknir um barnaansingarpláss.
48 børn eru á bíðilista til barnaansing. Harav eru 38 børn í vøggustovualdri og 18 Børn í barnagarðsaldri.
-Sosiala nevnd hevur á fundi 19/9-2006 viðgjørt málið og ásannar at tørvurin á ansingarplássum er stórur og at tørvur er á fleiri ansingarplássum á eystara armi.
-Býráðið hevur á fundi 28/09-2006 samtykt at beina málið í Sosialu nevnd at koma við tilmæli um loysn til komandi býráðsfund.

5.
J. nr. 130 – 06/00800
Áseting av grundstykkjaprísi
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 21/09-2006 mælt til at hækka grundstykkjaprísirnar við 30% úr kr. 180,00 til 235,00 kr. pr. m2 fyri miðstaðarøkið (Runavík, Saltangará og Glyvrar) og úr 90,00 til 120,00 kr. pr. m2 bygdirnar.
-Býráðið hevur á fundi 28/09-2006 samtykt at taka undir við Fíggjarnevndini.

6.
J. nr. 521 – 06/00787
Bakkafrost søkir í skrivi df. 13/09-06 um principielt byggiloyvi til ein tilbygning í 2 byggistigum, norður úr verandi virkisbygningi hjá Bakkafrost í alt uml. 1.900 m2, sum førir við sær at eina grótfylla uml. 3.000 m2 sum má gerast undir tilbygninginum við tilkoyring við trailara til bygningin.
-Havnarnevndin hevur á fundi 25/09-2006 mælt til ganga umsøknini á møti og mælir til at leggja málið fyri býráðið til principiella avgerð.
-Býráðið hevur á fundi 28/09-2006 samtykt at taka undir við Havnarnevndini.

7.
J. nr. 352 – 06/00536
Uppskot til leigusáttmála millum KFUM-skótarnir og Runavíkar kommunu um leigu av hølum til frítíðaransing.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 21/09-2006 gjøgnumgingið uppskotið til leigusáttmála.
-Býráðið hevur á fundi 28/09-2006 samtykt at taka undir við uppskotinum til leigusáttmála.

8.
J. nr. 050 – 06/00599
Bumbuskýli (krígsminni) við Runavíkar skúla.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Við tí í huga, at nokk eingi krígsminnir eru varðveitt í kommununi, sum kann lýsa hetta tíðarskeið, mælir Tekn. deild til at bumbuskýlið verður varðveitt, antin við at tað verður innarbeitt í skúlaprojektið, ella verður flutt í annað stað.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 23/08-2006 mælt til at varðveita “bumbuskýlið” um hetta ikki stendur í vegin fyri skúlabyggingini og taka málið upp av nýggjum við kostnaðarmeting.
-Mentunarnevndin hevur á fundi 18/09-2006 samtykt at heita á arkitektin um at lýsa málið nærri við uppskoti sum vísir hvussu økið kundi sæð út um skýlið verður standandi.
-Býráðið hevur á fundi 28/09-2006 samtykt at taka “bumbuskýli” niður tí tað stendur í vegin fyri skúlabyggingini.

9.
J. nr. 102 – 06/00662
Fíggjarætlanin hjá Runavíkar kommunu fyri 2007.
-Býráðið hevur á fundi 28/09-2006 havt 1. viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2007.