Býráðsfundur
1.
J. nr. 566 / 06/00610
Innkomin skriv um klagur/broytingar av gøtunøvnum á Skála, frá borgarum, sum hava fingið tillutað adressuna Skálavegur.
Tekn. Deild mælir til fylgjandi broytingar:
Skálavegur 219 broytast til Gamlivegur 32
Skálavegur 205 broytast til Gamlivegur 20
Skálavegur 199 til Gamlivegur 16
Skálavegur 215 til Gamlivegur 28
Skálavegur 201 til Gamlivegur 18
Skálavegur 185 til Gamlivegur 8
Skálavegur 227 til Gamlivegur 34
TD mælir til at halda fast við adressuna frá Skálvegi 211, og skjýtir upp at navnið á Barkhellu verður sett á húsini.
-Mentanarnevndin hevur á fundi 21/08-06 tikið undir við teknisku deild. Harafturat verður heitt á Teknisku deild um at kanna eftir, um ikki rættast er at restin av íbúgvunum fram við Gamlavegi eisini fáa adressuna Gamlivegur.
-Býráðið hevur á fundi 31/08-2006 samtykt at taka undir við mentanarnevndini.
2.
J. nr. 561 – 06/00566
Licititatión uppá Fjøruveg, Runavík og 2. viðgerð av eykajáttan til arbeiðið.
Ummæli frá Teknisku Deild:
14/07- 06 vóru tilboðini latin upp uppá liðugerð av parti av Fjøruvegi sum var útboðin í bundanari útbjóðing Bert Sp/f JHR Entreprenørar, Runavík góðu boð sum er áljóðandi kr. 669.500,00 u/mvg
TD mælir til at taka av tilboðnum áljóðandi kr. 669.500,00 u/mvg frá Sp/f JHR Entreprenørar.
-Tekniska nevnd hevur á fundi 22/08-06 mælt til at taka undir við tilráðing frá Tekn. deild.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 18/08-2006 mælt til at veita ein eykajáttan sum verður fíggjað úr gjaldføri kommununar.
-Býráðið hevur á fundi 31/08-2006 samtykt at taka undir við Teknisku nevnd og fíggjarnevndini.
3.
J. nr. 503 – 06/00464
Licitatión uppá útstykking á Skála
Ummæli frá Teknisku Deild:
14/07-06 vóru tilboðini latin upp til framhald av Sunnaru útstykkingini á Skála sum er bjóða út sum innboðin licititatión, og góðu hesir boð:
Sp/f TJH Entreprenørara, Skálafjørður og Sp/f JHR Entreprenørara, Saltangará
TD mælir til at taka av lægsta tilboðnum sum er frá Sp/f TJH Entreprenørara, Skálafjørður áljóðandi kr. 1.064.394,00 u/mvg.
-Tekniska nevnd hevur á fundi 22/08-06 mælt til at taka undir við tilráðing frá Tekn. deild.
-Býráðið hevur á fundi 31/08-2006 samtykt at taka undir við Teknisku nevnd.
4.
J. nr. 571 – 06/00617
Nýtt ruskpláss á Lambareiði
Ummæli frá Teknisku Deild:
Vísandi til avsettu fígging og vánaligu umstøðurnar á ruskplássinum, mælir TD til, sum fyrsta stig, at gerða hesi arbeiði :
1. Planerar og asfalterar nýggja øki á Lambareiði
2. Leggja neyðugar veitingar og frárenningar v.m til øki
3. Seta upp hegn og portur
4. Flyta verandi ruskpláss inn nýggja øki á Lambareiði at virka, meðan írestandi arbeiði við at gera
nýggja ruskplássið verður gjørt liðugt.
Mett verður at øki er so mikið stórt, at til ber at húsast har samstundis sum bygt verður.
Mælt verður til at kommunan sjálv ger arbeiðið.
-Tekniska nevnd hevur á fundi 22/08-06 mælt til at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild.
-Býráðið hevur á fundi 31/08-2006 samtykt at taka undir við Teknisku nevnd.
5.
J. nr. 130 – 06/00361
Ídnaðarøki í Skálafirði.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Á fundi 24/05-06 samtykti Byggi- og býarskipanarnevndin at arbeiða víðari við málinum um ídnaðarøki í Skálafirði.
TD hevur gjørt eitt uppskot har grundstykkið er lagt upp á kotu uml. 5 m, og er grundstykki og atkomuvegurin víst á hjáløgdu tekning df. 16/06-06 við gulum liti. TD mælir til at gera hetta grundstykki.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 23/08-2006 mælt til at frábýta vísta stykki til TJH Entreprenørar.
-Býráðið hevur á fundi 31/08-2006 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini.
6.
J. nr. 352 – 2006/00656
Innbúgv til dagstovnin í Oyndarfirði.
Innkomin eru tvey tilboð uppá innbúgv og útileiku til dagstovnin í Oyndarfirði.
Ummæli frá Sosialu Deild:
Sosiala deild mælir til at taka av tilboðnum frá Blika, tí tað dygd og slag svarar beinleiðis til tað innbúgv sum er umbiðið.
Mælt verður til at játta 50.000 kr. av íløgukontoini til barnaansing.
-Sosiala nevnd hevur á fundi 17/08-06 mælt til at taka av tilboðnum frá Blika og bóka tað av íløgugkontoini til øking av barnanasingini.
-Býráðið hevur á fundi 31/08-2006 samtykt at taka undir við Sosialu nevnd.
7.
J. nr. 352 – 06/00536
Ætlanin hjá KFUM-skótunum at byggja skótahús, har møguleiki er hjá kommununi at leiga ein part til Frítíðaransing.
Ummæli frá Sosialu Deild:
Sosiala nevnd hevur móttikið uppskot til leigusáttmála millum skótarnar og kommununa.
-Sosiala nevnd hevur á fundi 17/08-06 mælt til at arbeiða víðari við uppskotinum út frá fíggjarliga karminum 237.600 kr. Tingast skal um treytirnar í leigusáttmálanum fyri at tryggja, at bygningurin er klárur 1. august 2007, og at kommunan kann halda áfram at leiga bygningin, fyri ein lægri kostnað, tá ið lánið er niðurgoldin.
-Býráðið hevur á fundi 31/08-2006 samtykt at taka undir við Sosialu nevnd.
8.
J. nr. 050 – 06/00599
Bumbuskýli (krígsminni) við Runavíkar skúla.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Við tí í huga, at nokk eingi krígsminnir eru varðveitt í kommununi, sum kann lýsa hetta tíðarskeið, mælir TD til at bumbuskýlið verður varðveitt, antin við at tað verður innarbeitt í skúlaprojektið, ella verður flutt í annað stað.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 23/08-2006 mælt til at varðveita “bumbuskýlið” um hettar ikki stendur í vegin fyri skúlabyggingini og taka málið upp av nýggjum saman við kostnaðarmeting.
-Býráðið hevur á fundi 31/08-2006 samtykt at beina málið í Mentanarnevndina til viðgerðar.
9.
J. nr. 561 – 06/00700
Viðvikjandi landsvegi omanfyri Søldafjørð/Runavik.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 23/08-2006 mælt til at heita á umsitingin um at senda áheitan til Landsmynduleikarnar um at fáa gjørt ætlaða landsvegin omanfyri bygdirnar frá Søldarfirði og út til Runavíkar, soleiðis at hesin kann verða tøkur tá ætlaði undirsjóartunnilin er liðugur.
-Býráðið hevur á fundi 31/08-2006 samtykt at taka undir Byggi- og býarskipanarnevndina.
10.
J. nr. 006 – 06/00583
Hirtshals kommuna sigur vinarbýarstarvið upp grundað á kommunusamanlegging við Hjørring kommunu og sigur at Hjørring kommuna vil viðgera spurningin um hvussu verður við vinarbýarsamstarvi framyvir.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 18/08-2006 mælir til at halda áfram við vinarbýarsambandinum við Hjørring kommunu um tað er møguligt.
-Býráðið hevur á fundi 31/08-2006 samtykt at taka undir Fíggjarnevndini.
11.
J. nr. 111 – 06/00612
Toll- og Skattaráð Føroya biður um álit til umsókn um skattafrælsi frá Samkomuni Kelduni.
-Fíggjarnevndin hevur hevur á fundi 18/08-2006 mælt til at játta umsóknina frá Samkomuni Kelduni.
-Býráðið hevur á fundi 31/08-2006 samtykt at taka undir Fíggjarnevndini.
12.
J. nr. L 26c - 05/00037
Eykajáttan í sambandi við umbygging av skervhúsinum á Lambareiði til Ambulansatænastuna.
-Fíggjarnevndin mælir til at býráði játtar 760.000,00 kr til nýgerð/umvæling av hølum til Ambulansatænastuna.
-Býráðið hevur á fundi 31/08-2006 samtykt at taka undir Fíggjarnevndini.
13
J. nr. 502 – 05/00118
Í samband við at ein partur av C4-økinum á Skála, skal broytast til B-øki, er áheitan komin frá Hans J. Johannesen um møguleikan fyri at flyta skákvegin suður móti Gjógvará soleiðs at nýggja B-øki fær eitt betri skap.
Ummæli frá Teknisku Deild:
TD hevur gjørt eitt uppskot har vegurin er fluttur suður um Dalabø móti Gjógvará.
Vegurin tekur sera fast í lendi, og hava vit roynt við 3 fallum frá st. 770 til st. 1020 og eru fallini hesi:
80 0/00 gevur ein avgrevstur uppá 11 m st. 870, hetta er annars eitt gott fall.
100 0/00 gevur ein avgrevstur uppá 8,50 m st. 870, hetta er annars eitt brúkiligt fall.
120 0/00 gevur ein avgrevstur uppá 6 m st. 870, hetta er ov bratt.
Lendi sunnan fyri skákvegin og suður móti Dalabø er rímuliga gott byggilendi, men lendi vestan fyri Dalabø er vánaligt byggilendi.
TD mælir frá at flyta skákvegin, og mælir til at halda fast við verandi B-økir.
Hinvegin mælir TD til at hyggja nærri at broytingaruppskotinum á C4-økinum við tí fyri eyga at tillaga stykkið betur eftir umsøknini Hans Jacob.
-Byggi- og býarskipanarnevndinihevur á fundi 31/08-2006 mælt til at kanna møguleikarnar fyri at flyta skákvegin suður til gomlu gøtuna.
Eisini mælir nevndin til at broyta ein part av C4-økinum soleiðis, at eitt hóskandi B-øki verður lagt vestan fyri Sambýlið til 4 samanbygd hús.
-Býráðið hevur á fundi 31/8-2006 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini.
14.
J. nr. 130 – 06/00550
Broyting av býarplaninum sunnanfyri Eysturoyar Røktar- og Ellisheim.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 31/08-2006 mælt til at broyta býarplanin sunnanfyri Røktar- og Ellisheimið til B-øk.
-Býráðið hevur á fundi 31/8-2006 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini.