Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 05. november 2026 - kl. 17:00

Býráðslimir: Tórbjørn Jacobsen, Tóri Højgaard, Sigrun Jónsveinsdóttir, Jógvan Andersen, Arnfinn Langgaard, Petur Hansen, John Andersen, Bogi Hansen, Pauli Poulsen, Terje Beinar Vestergaard og Jóhan Vest

Avboð: Terje Beinar Vestergaard og Jóhan Vest

104-105/26: Fíggjarkarmur og fíggjarætlan fyri 2027 fyri Runavíkar kommunu

-Fíggjarnevndin mælir til at taka undir við uppskotinum til fíggjarætlan fyri Runavíkar kommunu fyri 2027, sum javnvigar við 340 mill. kr., við einum skattaprosenti uppá 21,5% (óbroytt), barnafrádrátti uppá 11.500 kr.  (hækka við 1.000 kr.) Somuleiðis verður frítíðarkortið Spjaldur 3.000 kr. (óbroytt)fyri børn og ung 0-18 ár.

-Býráðið hevur á fundi 5/11-2026 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

106/26: Íløguætlan fyri Roðan 2026/2027 – parturin hjá Runavíkar kommunu.

Talan er íløgu í endurnýggjan av kalliskipan og lyft til røktarheimið.

-Fíggjarnevndin mælir til at taka undir við íløguætlanini fyri Roðan á kr.  2,230 mió. og at útreiðslan verður tikin við í roknskapin í 2026.

-Býráðið hevur á fundi 5/11-2026 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

107/26: Rakstrarætlan fyri Eldrasamstarvið Roðin 2027 – Parturin hjá Runavíkar kommunu

Rakstrarætlanin hjá Roðanum javnvigar við kr. 115.724.113 har av parturin hjá Runavíkar kommunu er 70,8 mió. kr, svarandi til 61%

-Fíggjarnevndin mælir til at taka undir við uppskotinum til rakstrarætlan fyri Roðan fyri 2027, sum Stýrið fyri Roðan hevur góðkent.

-Býráðið hevur á fundi 5/11-2026 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

108/26: Rakstrarætlan 2027 fyri Demensøkið undir 67 ár – Parturin hjá Runavíkar kommunu.

Rakstrarætlanin fyri samstarvið: Roðin, Nánd, NBH og Veks – fyri demensøkið undir 67 ár javnvigar við kr. 2.448.046, har av parturin hjá Roðanum er 819t kr.

Parturin hjá Runavíkar kommunu er 494t  kr.

-Fíggjarnevndin mælir til at taka undir við uppskotinum til rakstrarætlan fyri demensøkið undir 67 ár 2027, sum Stýrið fyri Roðan hevur góðkent.

-Býráðið hevur á fundi 5/11-2026 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

109/26: Útreiðsluneutralar eykajáttanir fyri 2026 – 1. viðgerð

Uppskot frá fíggjardeildini um útreiðsluneutralar eykajáttanir fyri demensøkið, standmynd og fornminni.

 

A)      Í sambandi við, at demensábyrgd av fólki undir 67 ár er flutt til kommunurnar at umsita, og at kommunurnar í hesum viðfangi sleppa undan fíggjarligari ábyrgd av lærlingaútreiðslum v.m. verður mælt til hesa útreiðsluneutralu eykajáttan:

·         Avsettu 400 tkr á RS 460 «Tekniskir skúlar»

·         Verða fluttar til nýggja rakstrarstaðið RS 272 «Demensábyrgd < 67 ár»

 

B)      Harafturat eiga allar standmyndir at verða bólkaðar saman á RS 623.

·         Avsettingar og bókingar viðvíkjandi «Vónarinnar ljósi» (arb.nr. x56108)

·         Verða fluttar...

·         - av rakstrarstaðið RS 561 «Fornminni»

·         - til RS 623 «Standmyndir».

·         Tá er bókingin á sama staði sum «Símun á Høgabóli», «Marmennilin», «Grímur Kamban» og nýggja standmyndin fyri «Jørgen Frants Jacobsen», sum er í gerð.

 

-Fíggjarnevndin mælir til at at taka undir við tilmælinum frá fíggjardeildini.

-Býráðið hevur á fundi 5/11-2026 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

110/26: Útreiðsluneutral flyting av íløgujáttanum fyri 2026 – 2. viðgerð

Eftir gjøgnumgongd av nýtsluni av játtan til verandi íløguverkætlanir, er greitt, at nakrar verkætlanir hava tørv á meira játtan, meðan aðrar síggja út til at fara at hava avlop

Niðanfyri er uppskot um, hvussu hetta kann javnast soleiðis, at tær ymisku verkætlanirnar hava hóskandi játtan til sítt virksemi

RS 611/633 Útr. Neutral eykajáttan 1 mió til RS 633 «Miðbýarætlan» og tikið av RS 611 «Ábøtur og umvælingar»
Útreiðsluneutralar eykajáttanir til 3 íløgur   
i.      RS 271 Roðin                                 0,600 mió

ii.      RS 651 Vatnverk (Oyndarfjørður)  0,750 mió

iii.      RS 755 Orkuhavn í Søldarfirði”      2,500 mió

Tils.                                                         3,850 mió

c.      Hesar 3,850 mió. verða tiknar av  játtanum á RS 351, X56107, 635, 641, 711 og 755.

-Fíggjarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá fíggjarleiðaranum.

-Býráðið samtykti á fundi 24/9-2026, við 1. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

-Býráðið hevur á fundi 5/11-2026 samtykt, við 2. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

111/2026: Eykajáttan til svimjihøllina -  2. viðgerð

Játtanarstøði í FÆ 2026 til rakstrarstað RS 590 er ov lágt í mun til tørvin.

Ein framskriving/meting vísir, at tørvur er á eini meirjáttan upp á 2,5 mió til seinastu 4 mánaðirnar av árinum.

Samlaða nettojáttanin verður tá 6,915 mió, sum verður mett at vera árligi rakstrarkostnaðurin av svimjihøllini.

Fíggjarleiðarin mælir til, at fíggjarnevndin játtar rakstrarstaði RS 590 eina eykajáttan upp á 2,5 mió og leggur málið fyri býráðið til støðutakan. Játtanin verður fíggjað úr gjaldførinum.

-Fíggjarnevndin mælir til at veita eykajáttan uppá 2,5 mió. kr. til svimjihøllina.

-Býráðið samtykti á fundi 24/9-2026, við 1. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

-Býráðið hevur á fundi 5/11-2026 samtykt, við 2. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

112/26: Eykajáttan til asfaltering á havnarlagnum - 1 viðgerð

Í samband við nýggju rutuna millum Runavík og Skátlað er byrjað er neyðugt at asfalterað part av økinum.

Biðið er um tilboð uppá asfaltering og verður mælt til, at veita eina eykajáttan uppá 1,4 mió. kr.  til at asfaltera alt økið.

-Fíggjarnevndin mælir til at taka undir við at asfaltera alt økið fyri 1,4 mió. kr.

-Býráðið hevur á fundi 5/11-2026 samtykt, at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

113/26: Reglugerð fyri lýsingarskelti

Endamálið við reglugerðini er at fáa nakrar reglur, sum kunnu verða við til at geva kommununi myndugleika til at viðgera lýsingarskelti, lýsingarskíggjar og líknandi livandi lýsingar. Slíkar installatiónir eru ikki fevndar av bygningskunngerðin.

Kunngerðin hevur verið til hoyringar og hevur Tekniska deild viðgjørt viðmerkingarnar og tillagað reglugerðina.

Tekniska deild mælir til at samtykkja uppskotið til reglugerð fyri lýsingarskelti

-Vinnunevndin, Tøkni- og umhvørvisnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndin mæla til at samtykkja reglugerðina um lýsingarskelti.

-Býráðið hevur á fundi 5/11-2026 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnunevndini, Tøkni- og umhvørvisnevndini og Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

114/26: Umsókn um byggiloyvi til raðhús í Kass í Rituvík

Sp/f B.E. søkir um byggiloyvi til 4 raðhús á matr. nr. 149t og 149u í Rituvík. Raðhúsini verða 80 m2 til støddar við høgari reisini.

Grundstykkingini  matr. nr. 149t  og 149u eru tilsamans 1077 m2, sum gevur fýra stykkir á 269,25 m2 fyri hvørt stykki. Sambært byggisamtyktini, skal grundstykki fyri tvíhús og raðhús í minsta lagi verða 250 m2.

Sambært ásetingum í  kap IV, gr.I í, stk.3 í almennu byggsamtyktini fyri Runavíkar kommunu, kann «Í mesta lagi 45% av teirri ásettu víddini til tvíhús, raðhús og o.t. kann verða lagt sum felagslendi og bilstøðlar.

Í almennu byggisamtyktini fyri Runavíkar kommunu kap VII, gr.3, eru ásetingarnar fyri bygging í øllum bygdunum, uttan Runavík, Saltangará og Glyvrar, at tað bert er loyvi at byggja íbúðir sambært serstakari byggisamtykt.

Hetta gevur eitt byggistig uppá 0,3 og eitt nýtslustig uppá 0,46, um alt grundstykkið varð deilt sundur í 4 stykkir á 269,25 m2.

Sambært byggisamtyktini kann nýtslustigið á raðhúsum verða 0,4, tá verður kjallarahæddin ikki tald við. Tá bygt verður í einari hædd + loftshædd, telur loftshæddin víddina av vatnrøttum skurði 1,5 m omanfyri sperrufót.

Tekniska deild mælir til at ganga umsóknini á møti, við undantaksloyvi viðv. nýtingarstigi, at byggja 4 raðhús við hvør sínum privata grundstykki á umleið 170 m2 og leggja restina sum felagsøki.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

- Býráðið hevur á fundi 5/11-2026 samtykt at taka undir við tilmælinum Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

115/26: Umsókn um byggiloyvi til vinnubygning á Rituvíkshálsi

Søkt verður um byggiloyvi til ein 153m2 stóran vinnubygning á matr. nr .47ac á Rituvíkshálsi.

Grundstykkið er 502 m2 til støddar. Hetta gevur eitt byggiprosent uppá 0,3. Mest loyvda byggiprosent er 60%. Hæddin av bygninginum er 4,8 m. Mest loyvda hædd er 8 m.

Treytir um avstand frá grannamarki er 2,5 m.

Søkt verður um frávik at byggja 1,0 m frá grannamarki eystureftir.

Eystan fyri matr. nr. 47ac á Rituvíkshálsi er einki grundstykki og ongar ætlanir um at útstykkja.

Tekniska deild mælir til at ganga umsóknini á møti.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 5/11-2026 samtykt at taka undir við tilmælinum Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

116/26: Umsókn til útbygging av sethúsum í Søldarfirði.

Søkt verður um byggiloyvi til út- og umbygging av sethúsunum á matr.nr.41, Søldarfjarðarvegur 27 í Søldarfirði.Í januar 2026 fekk umsøkjarin byggiloyvi, men nú eru ætlanirnar broyttar og tí verður søkt um broytt byggiloyvi til um- og útbygging av húsunum.

Søkt verður um undantaksloyvi til at byggja partvís 2,5 m frá vegi, meðan ásetingar í kap. VII, 3. grein í Almennu byggisamtyktini  er, at byggilinjan móti almennum vegi er 5 m til vegkant.

Talan er ikki um almennaan veg, men um stykkini matr. nr. 40b og 40d

Á hesum vegnum er lítil ferðsla, tí mælir tekniska deild til at umsóknin verður gingin á møti.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

 

117/26: Umsókn um keyp av uppískoytisstykki á Skála

Eigarin av matr. nr. 544k, Hórheiðar 62, Skála, søkir um at keypa uml. 85 m2 av lendi at leggja afturat teirra grundstykkið.

Stykkið talan er um, er sunnas á niðara vegnum á Hóreiðum og er partur av nýggjastu útstykingini á Hórheiðum, sum var sundurbýtt í matriklar av Umhvørvisstovuni  hin 23.9.2021. Umsøkjarin vísir á, at víddin á teirra grundstykkið er 445 m2 og er tað minsta í  nýggju útstykkingini á Hórheiðum.

Runavíkar kommuna er eigari av økinum, sum søkt verður um at keypa. Økið er sambært býarplaninum B21 bústaðarøki, men er ikki útgrivið.

Tekniska deild mælur nevndini til at takað støðu um umsóknin skal gangast á møti.

-Byggi- og býarskipanarnevndin tekur undir við at selja umsøkjaranum umsøkta stykki.

-Býráðið hevur á fundi 5/11-2026 samtykt at taka undir við tilmælinum Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

118/26: Sundurbýti av matr. nr. 191c í Saltangará.

Umhvørvisstovan hevur sent umsókn til ummælis, har søkt verður um at fáa býtt matr. nr. 191c sundur í tvey grundstykkir.

Matr. nr. 191c liggur í B2-bústaðarøki millum Leitisveg og Hjallaveg og er 1200 m2 til víddar.

Søkt verður um at frábýta uml. 538 m2 burturav matr. nr. 191c, soleiðis, at eitt nýtt grundstykki kemur at verða oman ímóti Leitisvegi og ovara stykki verður 662 m2 til støddar

Tekniska deild mælir til at játta umsóknini.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 5/11-2026 samtykt at taka undir við tilmælinum Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

119/26: Umsókn um at broyta innkoyring til sethús

Sp/f JHR-Entreprenørar søkja um undantaksloyvi vegna eigaran av matr. nr. 261s, Undir Tinnukletti 10, Saltangará, um at broyta innkoyringina til grundstykkið.

Søkt verður um at flyta innkoyringina til grundstykkið í norðara enda fyri at sleppa undan hæddarmuninum sum er á vegnum og harvið kunna útnytta økið millum gongubreyt og hús betri til bilstøðlar og bilhús.

Vegurin Undir Tinnukletti hevur eitt hall frá norðurenda til suðurenda á vegnum. Tað ger, at hæddin frá vegi niður á planering er størri á syðra enda av stykkinum.

Í útstykkingini í Leitinum hevur man valt at leggja flísar á gongubreytinar og ásett innkoyringarnar til stykkini við lægri kantsteinum. Grundreglan fyri staðsetingum av innkoyringum er soleiðis, at gøtuljóssteyrarnir eru í einum enda av stykkinum og innkoyringin í hinum endanum.

Undir Tinnukletti er gøtuljós staðsett norðan fyri spæliplássið, innkoyringin til nr. 8 er á norðara enda, gøtuljós er millum 8 og 10, innkoyring sunnanfyri til nr. 10 og norðanfyri til nr. 12 og gøtuljós millum 12 og 14.

Hetta er fyrsta útstykking har staðsetingin av innkoyringunum er planlagt av kommununi. Í eldri útstykkingum avgerð keyparin sjálvur innkoyringina.

Grundin til at innkoyringarnar eru staðsettar er, at tað regluliga er neyðugt at flyta gøtulyktir tí innkoyringar eru settar ov tætt við gøtulyktina. Ein onnur grund er, at innkoyringar skulu vera gjørdar við lægri kantsteini, tá ið gongubreytin er flísaløgd.

Í umsóknini stendur, at kommunan áður hevur givið undantaksloyvi til at broyta innkoyringina til grundstykkir í Leitinum. Hetta er ikki rætt, vit hava tvørtímoti í fleiri førum nokta at flyta innkoyringar.

Somuleiðis er ein grundgeving, at yvirflatuvatn vil renna móti húsinum. Hetta er ikki rætt tí vegur, gongubreyt og kantsteinar eru sniðgivið soleiðis, at vatn ikki setur móti húsinum.

Umsitingin hevur roynt at hildið fast um ásetingar um staðseting av innkoyringum.

Tekniska deild mælir frá at ganga umsóknini á møti.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at loyva frávíkinum við tí treyt, at umsøkjarin ber kostnaðin av broytingini á egnum og kommunalum øki.

-Býráðið hevur á fundi 5/11-2026 samtykt at taka undir við tilmælinum Byggi- og býarskipanarnevndini.

120/26: Umsøkn um at keypa 204 m2 av 211i at leggja afturat 209a í Saltangará.

Eigararnir av matr.nr. 209a í Saltangará, søkja um at keypa uml. 204 m2 av matr.nr. 211i, sum er kommunal ogn.

Standmyndin «Símin á Høgabóli» stendur á matr.nr. 211i.

Tað sum talar ímóti er:

-       Matr.nr. 209a er 1221 m² til støddar, ið er væl størri enn miðal grundstykkir í Runavíkar kommunu.

-       Við matr.nr. 211i, hevur kommunan, sum nú er, møguleikan fyri at broyta atkomuna til p-plássini omanfyri býráðshúsið soleiðis, at atkoman kann verða førd gjøgum matr.nr. 211i.

-       Um ein partur verður seldur av matr.nr. 211i minkar tað um møguleikan fyri at breiðka um Høgabólsvegin.

 

Tekniska deild mælir frá at ganga umsóknini á møti.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 5/11-2026 samtykt at taka undir við tilmælinum Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

 

121/26: Umsókn um keypa av uppískoytisstykki.

Eigarin av matr. nr. 276g søkir um at keypa uml. 0,5-1,0 m burtur av matr. 276c móti vegnum.

Yvirlitstekning av verkætlanini Hjallavegi suður, íbúðirnar eru eisini vístar á tekningini.

Vegurin smalkar eystanfyri matr. 276g. Framvið vegnum verður kantsteinur lagdur og so er ein skrái niður til matr. 276g

Matr. 276g og 276f eru javnfjarir / í somu linju, og hava gongubreyt framvið. Tað fer at órógva matr. nr. 276c (vegin) at gera eitt innvik í hann.

Matr. nr. 276g er 858 m² til støddar, ið er væl størri enn miðal grundstykkir í Runavíkar kommunu.

Tekniska deild mælir frá at ganga umsóknini á møti.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir, við 3 atkvøðum fyri og 2 ímóti, at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 5/11-2026 samtykt at taka undir við tilmælinum Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

122/26: Umsókn um byggiloyvi til seyða-/hoyggjhús í Funningi.

Eigarin av trøðni matr. nr. 61 í Funningi søkir um at byggja Seyða-/hoyggjhús á matr. nr. 61 í Funningi.

Húsið er uml. 50 m2 við seyðahúsi í neðra og hoyggjhúsi í erva.

Sambært býarplaninum liggur matr. nr. 61, Funningur í  E1-øki landbúnaður innangarðs.

Ásetingarnar í almennu byggisamtyktini fyri Runavíkar kommunu, siga m.a.um bygging:

«Í mesta lagi úthús uppá 20 m2 til landbúnaðarendamál»

Býarplanurin fyri Funning er serligur við, at E1-øki liggur runt um alla bygddina og er millum 200 og 300 m vítt og niðan í 120 m hædd.

Hóast byggiasamtyktin ikki loyvir bygging av húsum størri enn 20 m2, eru fleiri seyðahús/hoyggjhús, sum eru størri enn 20 m2, innangarðs í Funningi. 

Eisini í nýggjari tíð er byggiloyvi givið til seyðahús omanfyri 100 m2 í E1-øki.

Funningur er ikki vetrarfriðað og tað fyriliggja í løtuni ongar ætlanir um vetrarfriðing í Funningi.

Hesi seyðahús eru staðsett  vestanfyri bygdina og ikki til størri ampa í samband við møguliga framtíðarútstykking í Funningi

Um vetrarfriðing verður framd í Funningi, verður tað fram við bygdini og jarðareigarnir skulu sjálvir seta summarhegnið upp millum E2 uttangarðs og E1 innangarðs.

Staðseting av seyðahúsum, sum søkt er um, er staðsett tætt omanfyri gamla býlingin í Funningi.

Tekniska deild mælir frá at geva byggiloyvi til nýtt seyðahús á matr nr. 61 í Funningi grundað á, at økið talan er um, er E1 innangarðsøki.

 

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 5/11-2026 samtykt at taka undir við tilmælinum Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

123/26: Umsókn um marknaumskipan á Glyvrum.

Kommunan hevur fingið umsókn frá Búnaðarstovuni til ummælis viðv. marknaumskipan av matr.nr. 127d Glyvra bygd.

Søkt verður um at flyta eystara mark á matr. nr. 127d, so tað kemur at fylgja garðinum. Økið omanfyri er smb. byggisamtyktini bústaðarøki til framtíðar útstykking.

Fyribils útstykkingarætlan fyri økið í umbúna og metir Tekniska deild ikki, at keyp og søla av uppískoytisstykkjum eigur at verða viðgjørt, fyrr enn endalig útstykkingarætlan er klár.

Tekniska deild metir tí, at spurningurin um at broyta eystara mark á matr. nr. 127d kann takast við, tá útstykkingarætlanin er klár.

Tekniska deild mælir frá at ganga umsóknini á møti, grundað á møguligari nýggjari útstykkingarætlan í økinum.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir býráðnum til at samtykkja, at býráðið ongar viðmerkingar hevur til at flyta umsøkta mark.

-Býráðið hevur á fundi 5/11-2026 samtykt at taka undir við tilmælinum Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

124/26: Nýggj viðgerð av broyting av býarplani á Skála

Tekniska deild hevur gjørt uppskot til broyting av býarplaninum fyri ein part av matr. nr. 507 á Skála.

Matr. 507 er 2.315 m2 til støddar og er sambært bjýarplaninum fyri Skála í økispartinum E1- landbúnaður innangarðs.

Eini eldri sethús standa á økinum, sum ynski er um at byggja út, men tað ber ikki, til tí økið liggur í landbúnaðarøki.

Á býráðsfundi 25/6-2026 varð málið samtykt og lá frammi til eftirlit smb. áseting í løgtingslóg nr. 13 frá 21. Mai 1954, seinast broytt við løgtingslóg nr. 82 frá 2. mai 2025.

Einki mótmæli ella viðmerking kom inn og varð málið sent Heilsu- og orkumálaráðnum til endaliga góðkenning, sum avgjørdi, at málið skal viðgerast av nýggjum, grundað á niðanfyri standandi:

1.      Í býráðssamtyktini verður sum grundgeving fyri broytingini víst á, at eigarinir ynskja at byggja verandi sethús út fyri at fáa betri pláss. Tað er tó ikki greitt lýst hvørjir býarskipanarlig atlit liggja til grund fyri  at broyta part av E1-lanbúnaðrøkinum til B18-bústaðarøki, og hví broytingin verður mett at vera hóskandi í mun til býarskipanina fyri Skála sum heild.

 

2.      Harumframt eru kortskjølini ikki nøktandi. Á innsendu kortskjølunum er ikki nóg greitt víst,hvør partur av matr. nr. 507, sum broytingin fevnir um. Markið fyri teir uml. 1.000 m2, sum ætlanin er at broyt úr E1-landbúnaðarøki til B18-bússtaðarøki, skal vera greitt og eintýðugt avmerkt á kortinum, soleiðis at tað uttan iva sæst, hvørja ítøkiliga økisavmerking broytingin fevnir um.

 

Tekniska deild mælir til at broyta býarplanin fyri Skála soleiðis, at uml. 1.000 m2 av matr. nr. 507 verða broyttar frá E1-landbúnaðarøki til B18-bústaðarøki.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 5/11-2026 samtykt at taka undir við tilmælinum Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

125/26: Umsókn um frávik at byggja altan nærri marki

Søkt verður um frávik at byggja altan á matr. nr. 275v 1,3 m frá marki móti granna.

Altanin, ið er við í byggiloyvinum, er 2 m frá marki sunnara marki. Um altanin verður 1,3 m í staðin fyri 0,5 m verða tað einans 3,7 m millum sethúsini.

Tekniska deild mælir frá at geva frávik.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 5/11-2026 samtykt at taka undir við tilmælinum Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

126/26: Umsókn um keyp av geira í Saltangará

Eigararnir av matr. nr. 146h og 146i, sum ætla at byggja 8 íbúðir á samanlagda grundstykkinum, søkja um at keypa geiran millum 146i og 146u at brúka sum part av felags fríøki til íbúðirnar.

Økið liggur í B5-bústaðarøki.

Tað sum talar ímóti at selja geiran er:

-       At sethúsið á 146u er staðsett 1,5m frá markinum og trappa og garður er staðsett í mark.

-       Nýtslustigið av ætlaða íbúðarbygninginum er 44,9% og byggistigið er 26%. Tvs at nóg mikið av plássi er á egnum matrikli.

Tekniska deild mælir frá at selja geiran.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 5/11-2026 samtykt at taka undir við tilmælinum Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

127/26: Broyting av býarplaninum fyri grótbrotið í Skálafirði

Runavíkar kommuna nýtur grótbrotið í Skálafirði, sum sambært býarplaninum, liggur í E2-landbúnaðarøki uttangarðs, til vinnuligt virksemi.

Kommunan arbeiðir nú við at skipa virksemið í grótbrotinum við at gera hetta til eitt D-vinnuøki. Í hesum sambandi hevur tekniska deild gjørt eitt uppskot til broyting av býarplaninum fyri grótbrotið sunnan fyri Skálafjørð við einum nýggjum økisparti D50.

Grótbrotið, sum er uml. 34.000 m2 til støddar, verður broytt frá E2 landbúnaður uttangarðs til D50 øki til Ídnaðar- og Vinnuvirkir, Framleislu- og goymsluvirkir, Kapitul 5 virkir.

Grótbrotið er umfatað av ognunum matr. nr 63 og matr. nr. 548 og partar av matr. nr. 62c (uml. 3.800 m2) og matr. nr. 64b (uml. 12.500 m2)

Kommunan er eigari av øllum økinum.

Tekniska deild mælir til, at býarplanurin verður broyttur sunnan fyri bygdina í Skálafirði soleiðis, at uml. 34.000 m2 verður broyttir frá E2-landbúnaður uttangarðs til D50-vinnuøki.

-Vinnunevndin, Tøkni- og umhvørvisnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndin mæla til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 5/11-2026 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnunevndini, Tøkni- og umhvørvisnevndini og Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

128/26: Nýggjur økispartur í Almennu byggisamtyktini – D50-øki

Í samb. við broyting av býarplaninum fyri grótbrotið í Skálafirði, er eisini neyðugt at gera broyting í Almennu byggisamtyktini fyri Runavíkar kommunu við nýggjum D-øki.

Av tí at eingin D-økispartur í Almennu byggisamtyktini fyri Runavíkar kommunu hevur somu ásetingar sum hetta, verður ein nýggjur økispartur gjørdur, sum eitur D50 til ídnaðar- og vinnuvirkir, framleiðslu- og goymsluvirkir,  kapittul 5 virkir og tænastuvirksemi, ið hevur samband við hesi.

Tekniska deild mælir til, at byggisamtyktin verður broytt við nýggjum D50 økisparti til ídnaðar- og vinnuvirkir, framleiðslu- og goymsluvirkir, kapittul 5 virkir og tænastuvirksemi, ið hevur samband við hesi.

-Vinnunevndin, Tøkni- og umhvørvisnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndin mæla til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 5/11-2026 samtykt at taka undir við tilmælinum Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

129/26: Umsókn um uppískoytisstykki til neystagrundstykki í Rituvík

Eigarin av neystagrundstykkinum matr. nr. 239, sum er 22 m2 til víddar, søkir um at keypa 18 m2 burtur av matr. nr. 203, at leggja afturat stykkinum. Stykkið liggur í D33-neystaøki.

Við umsóknini um keyp av uppískoytislendi til matr. nr. 239, eru tekningar av einum neysti, sum hevur eina grundvídd uppá 32 m². Vídd, hædd og takhall lúka ásetingarnar fyri neyst í byggisamtyktini. Neystið hevur eitt loft, sum kann innrættast.

Í byggisamtyktini fyri D33 stendur:

Bygging kann bert fara fram eftir útstykkingarætlan, sum fevnir um alt økið.

Viðmerkjast skal, at einki neyst er á matr. nr. 203, men leivdir frá neysti er á økinum og er talan um at byggja nýtt neyst.

Neystastykkið matr. nr. 239 í Rituvík er matrikullerað og tað eru framman undan 15 neyst í økinum. Drekkivatnsleiðing er løgd inn til neystaøkið, so møguleiki er at binda í skipaða vatnleiðing, men eingin vegatkoma ella spillivatnsskipan er í økinum.

Tekniska deild leggur málið fyri nevnd um býráðið vil selja 18 m² burturav matr. nr. 203 at leggja afturat neystagrundstykki matr. nr. 239 í Rituvík, sum í býarplaninum er útlagt sum D33- neystaøki.

-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur, við 3 atkvøðum fyri og 2 ímóti, tikið undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 5/11-2026 samtykt at játta umsóknini.

 

130/26: Innkomin tilboð uppá bústaðarbygging á Líknargøtu.

Trý uppskot komu inn til bygging á íbúðum á Líknargøtu, sum kommunan hevur lýst leyst at søkja.

Tekniska deild hevur gjørgnumgingið uppskotini og mælir til at arbeiða víðari við uppskotinum frá Andreas Troest o.fl. við nøkrum smærri tillagingum.

Umsóknin er gjøgnumhugsað og byggi- og uttanumøkið er skynsamt skipað. Somuleiðis er fígging tøk og uppskot til tíðarætlan fyriliggur.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 5/11-2026 samtykt at taka undir við tilmælinum Byggi- og býarskipanarnevndini.