Býráðsfundur
Býráðslimir: Tórbjørn Jacobsen, Tóri Højgaard, Sigrun Jónsveinsdóttir, Jógvan Andersen, Arnfinn Langgaard, Petur Hansen, John Andersen, Bogi Hansen, Pauli Poulsen, Terje Beinar Vestergaard og Jóhan Vest
94/26: Ítróttarhús í Runavík – avsett játtan
Tekniska deild hevur gjørt uppskot til innrættan av niðaruhæddini á ítróttarhúsinum, sunnan fyri fótbóltsvøllin við Løkin. Kostnaðarmeting og tekningar fyriliggja.
-Ítróttarnevndin mælir til at projektera og gera klárt til útboð til næsta nevndarfund at lyfta húsið upp og innrætta og mælir býráðnum til at staðfesta avgerðina.
-Býráðið hevur fundi 24/9-2026 samtykt at taka undir við tilmælinum frá ítróttarnevndini.
95/26: Keyp av geira burturav 252a til Leitisveg
Millum íbúðirnar á Leitisvegi 70 (matr. nr. 252p) og Leitisveg liggur ein 64m2 stórur geiri, sum hoyrir til matr. nr. 252a.
Samráðing hevur verið við eigaran av 252a um at selja kommununi hesar 64 m2 og er hann sinnaður at lata kommununi geiran ímóti, at hann fær somu vídd lagda afturat 252a norðanfyri, burtur av 195, sum kommunan eigur. Hettan kann avgreiðast við marknaumskipan.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við marknaumskipanini millum matr. 252a, 195 og Leitisveg (litra b).
-Býráðið hevur fundi 24/9-2026 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
96/26: Umsókn um sundurbýti til eigaraíbúðir í Lamba
Umhvørvisstovan hevur sent kommununi umsókn um sundurbýti av sethúsum í Lamba til ummælis. Talan er um at býta húsini á matr. nr. 34g sundur í 2 eigaraíbúðir.
Tekniska deild hevur, saman við brandmeistaranum, havt brandsýn og góðkent bygningin.
-Byggi- og býarskipanarnevndin tekur undir við at góðkenna sundurbýtið.
-Býráðið hevur fundi 24/9-2026 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
97/26: Umsókn um keyp av uppískoytisstykki burtur av matr. nr. 101a og 109a Glyvrar.
Búnaðarstovan hevur sent kommununi til ummælis umsókn um uppískoytisstykki burtur av matr. nr. 101a og 109a til samanlegging við 101h Glyvrar.
Grundgeving frá umsøkjara er at rudda upp í matriklum og regulera verandi grundstykki.
Tekningstilfari er nokk so torgreit uppsett, tá tað kann sýnast sum um talan er um keyp og marknaumskipan til bæði matr. nr. 101h og matr.nr 115, Glyvra bygd.
Umsóknin til Búnaðarstovuna og umsóknin um marknumskipan lýsir greitt, at talan er um at víðka um matr.nr. 101h, Glyvra bygd.
Viðv. marknaumskipan millum matr.nr. 101h og 133c, Glyvra bygd, hvar matr. nr. 101h fær 33,7 m2 frá matr.nr 133c, hevur tekniska deild ongar viðmerkingar, tá talan er um marknaumskipan millum tvær privatar ognir.
Viðv. at keypa 108,2 m2 eystureftir og 101,1 m2 suðureftir, tilsamans 209,3 m2 frá matr.nr 101a og 186,9 m2 eystureftir frá matr.nr 109a, mælir tekniska deild frá at ganga umsóknini á møti.
Grundgevingin til at tekniska deild mælir frá at ganga umsóknini um markanumskipan á møti, er grunda á at økið í býarplaninum eftir ætlan skal leggjast út til Alment C-økið til út- og umbygging av Glyvra skúla. Hetta var viðgjørt í j.nr. 25/00495
Somuleiðis er økið søkt verður um, partur av økinum í kappingarskránni í samband við um- og útbygging av Glyvra skúla.
Tilmæli frá Teknisku deild:
Viðv. marknaumskipan millum matr.nr. 101h og 133c, hvar matr. nr. 101h fær 33,7 m2 frá matr.nr 133c, hevur tekniska deild ongar viðmerkingar, tá talan er um marknaumskipan millum tvær privatar ognir
Viðv. at keypa 108,2 m2 eystureftri og 101,1 m2 suðureftir, tilsamans 209,3 m2 frá matr.nr 101a og 186,9 m2 eystureftir frá matr.nr 109a, mælir tekniska deild frá at ganga umsóknini á møti.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur fundi 24/9-2026 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
98/2026: Umsókn um uppískoytisstykki til matr. nr. 21 í Skálafirði
Búnaðarstovan hevur sent kommununi umsókn um keyp av uppískoytisstykki burtur av matr. nr. 18a í Skálafirði til ummælis.
Eigarin av matr. nr. 21 í Skálafirði hevur søkt um at keypa geiran ímillum matr. nr. 21 og matr. nr.14 til samanlegging við matr. nr. 21.
Víddin av geiranum, sum er partur av leigutrøð matr. nr. 18, er tilsamans 100 m2 (4 m breiður og 25 m langur).
Sambært býarplaninum liggur geirin í B23-bústaðarøki.
Í sambandi við útstykkingar, leggur kommunan vanliga nakrar 4 m breiðar geirar millum nøkur av grundstykkjunum, soleiðis at tekniskar leiðingar frá eini framtíðar omanfyri-liggjand útstykking, kunnu leggjast millum stykkini.
Ongar leiðingar liggja í hesum geiranum, men í samband við eina komandi útstykking hevði verið tørvur á einum slíkum geira.
Tekniska deild mælir frá at viðmæla umsóknini.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at viðmæla umsóknini.
-Býráðið hevur fundi 24/9-2026 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
99/26: Verja av mýrilendi í láglendi sunnan fyri Funningsfjørð - Verndarøki
Bakgrund: Sunnanfyri Funningsfjørð við landsvegin er eitt mýrilendi í láglendi, sum enn er lutfalsliga órørt. Hetta er eitt serligt náttúrufyribrigdi við týdningarmiklari vistskipan og lívmargfeldi. Mýrilendi kann fara fyri skeyti, um økið verið drena, sáað, taðað, bygt á ella um onnur tílík inntriv verða verða gjørd.
Grundarlag:
Lógir:
· Løgtingslóg nr. 70 frá 22. mai 2023 um náttúruvernd
· Kunngerð nr. 72 frá 29. mai 2012 um taðing
Fylgiskjøl:
· 26/00628-2: Umbøn um verndarøki
· 26/00628-3: Fuglasløg sunnan fyri Funningsfjørð
· 23/00700-2: Skriv um mýrilendi við Funningsfjarðarvegin
· 23/00954-1: Taðing á mýrulendi á matr. nr. 193, 253, 263a og 192 Funningsfjørð
Mýrilendi hava stóran týdning fyri vistskipanir og lívmargfeldið. Nógv fugla-, djóra- og plantusløg liva bert í mýrilendi, og verða tey drenaði, taðaði ella broytt í aðramáta verður livigrundarlagið hjá teimum burtur.
Í 2023 staðfesti Tjóðsavnið, at mýrilendi sunnanfyri Funningsfjørð er serligt í føroyskum høpi, at tí hetta er eitt av teimum fáu mýrilendunum í láglendi, sum enn lutfalsliga órørd í Føroyum, sí 23/00700-2 Skriv um mýrilendi við funningsfjarðarvegin.
Tjóðsavnið umtalar økið sum eitt :
“Økið er eitt av fáu lutfalsliga órørdu mýrilendunum, sum eru eftir í láglendinum í Føroyum. Mýrilendi, ið er eitt slag av vátlendi, er sum heild eitt hótt náttúruøki og lendisslag í Føroyum, orsaka av at tað liggur á sama hæddarstigi sum bú – og landbúnaðarøkir.”
“Sera nógvir vatn- og vaðfuglar nýta blotan millum landsvegin og Funningsfjarðavegin sum føði- og hvílistað, harímillum sløg sum eru sjáldsom í føroyskum høpi. Vanligt er at síggja gráhegra í økinum, og silkihegri hevur eisini vitjað har.»
Nógv fuglalív er stað á staðnum bæði meira vanlig fugla og sjáldsom fuglasløg sí teldupost frá 2022 frá Silas Olofsson 26/00628-3 Fuglasløg sunnanfyri Funningsfjørð.
Í málnr. 23/00954 var samtykt av Runavíkar býráð, at tekniska deild kundi arbeiða fram í móti at fáa økið bannað fyri taðing sambært kunngerðini um taðing, sí sakframstilling 23/00954-1 Taðing á mýrilendi á matr.nr. 193, 253, 263a og 192, Funningsfjørður.
Tann ásetingin kundi fyribyrgja taðing við náttúrutøðum, men ikki verja móti drening, taðing við kunsttøðum, sáðing ella øðrum virksemi. Tað kom ikki endaliga í mál, men í tí arbeiðnum bleiv Umhvørvisstovan og Tjóðsavnið gjørd varug við økið.
Við lógini um náttúruvernd frá 2023 kap. 4 ber til at søkja Umhvørvisstovuna um at fáa vart og varðveitt øki.
Tekniska deild vil senda eina umbøn til Umhvørvisstovuna um at byrja verndarmál sambært kapittul 4 (§§ 18-31) í løgtingslóg nr. 70 frá 22. mai 2023 um náttúruvernd við tí fyri eyga at meta um og møguliga seta í verk økisvernd fyri mýrilendið við Funningsfjarðavegin, á matr. nr. 193, 235 og 236a, sí skrivið 26/00628-2 Umbøn um verndarøki.
Tilmæli frá Teknisku deild
Mælt verður til at senda umbøn um verju av mýrilendinum við Funningsfjørð til Umhvørvisstovuna.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild
-Tøkni- og umhvørvisnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur fundi 24/9-2026 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini og Tøkni- og umhvørvisnevndini.
100/26: Reyði Krossur – kommunupartnaraskipan
Reyði krossur Føroya hevur á fundi hjá Kommunufelagnum lagt fram eina ætlan um kommunupartnaraskipan, har skotið verður upp, at kommunurnar lata ein árligan stuðul á 10 kr. fyri hvønn íbúgva árini 2026-2028.
Fyri Runavíkar kommunu verður talan um 44.440 kr. um árið. Hendan upphæddin kann broytast eftir egnum ynski.
-Trivnaðarnevndin hevur samtykt at taka undir við at gerast kommunupartnari hjá Reyða Krossi Føroya og beinir málið í fíggjarnevndina.
-Fíggjarnevndin tekur prinsipielt undir við málinum, men vísir á, at peningur ikki er settur av til endamálið í ár og mælir til, at málið verður tikið upp í sambandi við komandi fíggjarætlanarviðgerð.
-Býráðið hevur fundi 24/9-2026 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini og fíggjarnevndini og at málið verður tikið upp í samband við fíggjarætlanararviðgerð.
101/26: Útreiðsluneutral flyting av íløgujáttanum fyri 2026
Eftir gjøgnumgongd av nýtsluni av játtan til verandi íløguverkætlanir, er greitt, at nakrar verkætlanir hava tørv á meira játtan, meðan aðrar síggja út til at fara at hava avlop
Niðanfyri er uppskot um, hvussu hetta kann javnast soleiðis, at tær ymisku verkætlanirnar hava hóskandi játtan til sítt virksemi
RS 611/633 Útr. Neutral eykajáttan 1 mió til RS 633 «Miðbýarætlan» og tikið av RS 611 «Ábøtur og umvælingar»
Útreiðsluneutralar eykajáttanir til 3 íløgur
i. RS 271 Roðin 0,600 mió
ii. RS 651 Vatnverk (Oyndarfjørður) 0,750 mió
iii. RS 755 Orkuhavn í Søldarfirði” 2,500 mió
Tils. 3,850 mió
c. Hesar 3,850 mió. verða tiknar av játtanum á RS 351, X56107, 635, 641, 711 og 755.
-Fíggjarnevndin mælir til at taka undir við eykajáttan smb. Uppskotinum og leggur málið fyri býráðið til endaliga støðutakan.
-Býráðið hevur á fundi 24/9-2026 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.
102/2026: Eykajáttan til svimjihøllina
Játtanarstøði í FÆ 2026 til rakstrarstað RS 590 er ov lágt í mun til tørvin.
Ein framskriving/meting vísir, at tørvur er á eini meirjáttan upp á 2,5 mió til seinastu 4 mánaðirnar av árinum.
Samlaða nettojáttanin verður tá 6,915 mió, sum verður mett at vera árligi rakstrarkostnaðurin av svimjihøllini.
Fíggjarleiðarin mælir til, at fíggjarnevndin játtar rakstrarstaði RS 590 eina eykajáttan upp á 2,5 mió og leggur málið fyri býráðið til støðutakan. Játtanin verður fíggjað úr gjaldførinum.
-Fíggjarnevndin mælir til at taka undir við eykajáttan smb. Uppskotinum og leggur málið fyri býráðið til endaliga støðutakan.
-Býráðið hevur á fundi 24/9-2026 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.
103/26: Setan av fíggjarleiðara fyri Runavíkar kommunu
-Býráðið hevur á fundi 24/9-2026 samtykt at seta Artur Johansen sum fíggjarleiðara fyri Runavíkar kommunu.