Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 27. august 2026 - kl. 17:00

Býráðslimir: Tórbjørn Jacobsen, Tóri Højgaard, Sigrun Jónsveinsdóttir, Jógvan Andersen, Arnfinn Langgaard, Petur Hansen, John Andersen, Bogi Hansen, Pauli Poulsen, Terje Beinar Vestergaard og Jóhan Vest

 

82/26: Umsókn um byggiloyvi til bilhús á Skála

Søkt verður um byggiloyvi til bilhús á matr. nr. 544am á Skála, nærri grannamark enn 2,5 m og nærri markinum eystureftir. Harafturat er bilhúsið hægri enn 2,5 m móti grannamarki.

Í kap IV, 4gr.stk 9 í almennu byggisamtyktini stendur:

9.         Bilskúrar, aðrir skúrar, hjallar og úthús kunnu verða bygd nærri granna- marki, tá ið hesar treytir verða loknar:

a.       Longdin á bygninginum móti grannamarki má ikki vera størri enn 8 m. Vendir bygningurin móti 2 markum, má hin longra síðan í mesta lagi vera 8 m og hin styttra síðan í mesta lagi 4,0 m.

b.        Bygningur má ikki, um hann er nærri enn 2,5 m frá grannamarki, vera hægri enn 2,5 m.

 

Talan er um eitt bilhús, sum er 6,71 m langt og eitt yvidekka útirúm millum bilhúsi og sethúsið uppá 2,15 m, tils. 8,86 m langt og uml. 5 m breitt tvs. uml. 44,25 m2 til støddar. Staðsetingin er 0,5 m frá grannamarki og 1,5 m frá marki eystureftir. Hæddin av bilhúsinum móti grannamarki er 2,72m.

Søkt verður um undantaksloyvi til at byggja longri enn 8 m móti marki til granna og meira enn 4 m móti haga. Eisini verður søkt um at byggja hægri enn 2,5 m móti grannamarki

Víst verður á, at bilhúsið liggur ovarlaga á grundstykkinum og forðar ikki fyri útsýni og lítið og einki fyri sólargangi

Tekniska deild hevur sent grannahoyring til eigarin av matr. nr. 544x, Hórheiðar 67, og grannin hevur boða frá, at tey ongar viðmerkingar hava til ætlaðu byggingina

Nýtingarstigið verður uml. 40%, sum er hægsta mark fyri øki við tvíhúsum

Av tí at byggingin er hægri enn 2,5 og longri enn 8 m móti granna, metir Tekniska deild at hetta samlað er eitt ov stórt frávik og mælir frá at geva byggiloyvi.

-Byggi- og býarskipanarnevndin metir, at talan er um smærri lættar og mælir til at játta umsóknini um frávik.

-Býráðið hevur á fundi 27/8-2026 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

83/26: Umsókn um byggiloyvi til tvíhús í Saltangará

Søkt verður um byggiloyvi til tvíhús á matr. nr. 150n í Saltangará

Ognin matr. nr. 150n er 514 m2 til støddar og liggur, sambært býarplaninum, í B5-bústaðarøki.

Søkt verður um at byggja tvíhúsið í 2 hæddum við samlaðari grundvídd á 130 m2. Hæddin er 6,9 m

Sambært kap IV, 1. gr, stk 3, í almennu byggisamtyktini, skulu grundstykkir til tvíhús, raðhús o.t. ikki verða smærri enn 250 m2 fyri hvørjum sethúsi sær. Sambært byggisamtyktini eru allar treytir loknar fyri bygging av tvíhúsi.

Tekniska deild mælir til at ganga umsóknini á møti.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 27/8-2026 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

84/26: Umsókn byggiloyvi til bilhús í Skálafirði og frávik at byggja móti marki

Umsókn um broyting av byggiloyvi frá 2022 til bygging oman á bilhús ímóti grannamarki á matr. nr. 21 í skálafirði.

Býráðið samtykti á fundi 24. november 2022, við undantaksloyvi, at ganga umsóknini um byggiloyvi á møti, soleiðis at bygt verður í eini hædd á 5,13 m ímóti grannamarki. Sambært almennu byggisamtyktini fyri Runavíkar kommunu er mest loyvd hædd at byggja ímóti grannamarki 2,5 m

Nú søkir eigarin av ognini um undantaksloyvi at broyta byggiloyvi við at venda takinum, soleiðis at skjøldurin vendir ímóti grannamarkinum. Tað gevur eina hædd á 6,76 m móti grannamarki, sum er 4,26 m hægri enn byggisamtyktin loyvir.

Umsøkjarin vísir á, at ein geiri uppá 4,0 m er millum ognirnar á matr. nr. 21 og 14 og  upplýsir hann, at hann hevur sent umsókn til Búnaðarstovuna og Hagastýri ytri partur Skálafjall um at keypa geiran norðanfyri matr. nr. 21, soleiðis at frástøðan kemur at verða meir enn 2,5 m. Hendan umsókn er ikki komin til hoyringar hjá kommununi.

Tekniska deild mælir frá at ganga umsóknini á møti, vegna at bygningshæddin er so høg og talan tí er um eitt størri frávik móti marki.

Kommunan hevur ikki fingið umsókn um keyp av geiranum til hoyringar frá Umhvørvisstovuni enn.

Tekniska deild mælir frá at ganga umsóknini á møti.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 27/8-2026 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

85/26: Umsókn um byggiloyvi til sethús í Grannatúni

Umsókn um byggiloyvi til sethús á matr. nr. 189ao, Grannatún 14, Saltangará

Á eystaru síðu av vegnum Grannatún, eru 3 tún við 4 grundstykkjum rundan um hvørt tún. Á hvørjum stykki er loyvt at byggja eitt sethús umframt eitt úthús

Á eystastu grundøkjunum, á myndini her matr.nr. 189u og matr. nr. 189ao, skulu húsini sambært útstykkingarætlanini byggjast 2 m frá grannamarki eystur og vestur. Í dag er krav, sambært BK17 og almennu byggisamtyktini, um at frástøðan til grannamark er 2,5 m, tí hava vit avtala við umsøkjara, at húsini á matr. nr. 189ao koma at standa 3 m frá grannamarkið, soleiðis at frástøðan millum húsini verður minst 5 m sambært dagsins krøvum

Tekniska deild mælir til at ganga umsóknini á møti.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir til tilmælinum frá Teknisku deild.

 -Býráðið hevur á fundi 27/8-2026 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

86/26: Umsókn um keyp av uppískoytisstykki til neyst á Skipanesi

Búnaðarstovan hevur sent umsókn til ummælis, har søkt verður um keyp av uppískoytisstykki burturav matr. nr. 22a og 116 a, Søldarfjarðar bygd, at leggja afturat matr. nr. 22f

Matr. nr. 22f er eitt neyst, sum er 38 m2 til støddar. Søkt verður um at keypa 4m suðureftir, 4m norðureftir og 4m eystureftir frá neystinum, tilsamans uml. 130 m2

Neystið stendur partvís í fjøruni matr. nr. 116a og partvís á E1-landbúnaðarøki innangarðs matr. nr. 22a

Bæði matr. nr. 22a og 116a, er partur av trøð burturav festinum matr. nr. 117a og 117c

Tað eru fleiri ting sum tala ímóti at viðmæla hesum. Eitt er, at talan ikki er um neystaøki. Søkt verður um so stórt uppískoytisstykkið, at hetta verður nógv størri enn grundstykkir í neystaøkjum og at fjøran verður avbyrgd í hesum partinum.

Tekniska deild mælir frá at ganga umsóknini á møti, vísandi til at talan ikki er um eitt neystaøki og at søkt verður um so stórt uppískoytisstykki, at hetta verður nógv størri enn grundstykkir í neystaøkjum annars eru og at fjøran verður avbyrgd í hesum økinum.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 27/8-2026 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

87/26: Broyting av býarplani fyri matr. nr. 100a, 100b og 95, Glyvrar – frá F1 øki til bústaðarøki

Í sambandi við umsókn um út- og umbygging av ognini matr. nr. 100a, sum í kommunuplaninum hjá Runavíkar kommunu er F1-øki, har møguligar fornar búsetingar eru.

Umsóknin hevur verið hjá Tjóðsavninum til ummælis.

 Tjóðsavnið hevur hugt eftir matr. nr. 100a og 100b og gjørt nakrar kanningar og givið loyvi til at gera broytingar á økinum og broyta býarplanin til bústaðarøki

«Viðvíkjandi fornminni á Glyvrum» stendur í fornminnalistanum, at; Glyvragarður lá inntil 1823 beint oman fyri núverandi vegin, norðan fyri Glyvursgjógv. Tá teir gróvu fyri grund á matr.102, sást viður og grót. Í 1823 varð flutt suður um gjónna og longur niðaná, tí áin leyp. Glyvragarður er nevndur í Jarðarbókini 1584  og í Svabo 1781».  

Skráseting av jarðfestum fornminnum er gjørd 10.08.1977  av Símun V. Arge. Heimildar fólk Clæmint Jacobsen (f.1906). Fitisteinsílatabrot er funnið á staðnum (skr.nr.37). Íløt úr fitisteini eru fornfrøðiligir gripir, ið bert koma fyri í víkingatíð og miðøld. Her er soleiðis talan um bústaðarleivdir í lendinum, ið kunnu ganga heilt aftur til landnámstíð. Bústaðarleivdir eru umfataðar av §1 í Løgtingslóg nr. 19 frá 16. september 1948 um friðan av fornminnum og bygningum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020.

Orsøkin til lendi er lagt út sum F1-øki er, at bústaðaleivdirnar er friðaðar og fyri at verja fornminnini í lendinum. Mælt verður sostatt frá at broyta F1-øki á Glyvrum til B bústaðarøki.»

 Tað vísr seg, at Glyvragarður lá á matr. nr. 102 (húsini hjá Heininu) millum Glyvragjógv og matr. nr. 100a.

 Av tí at tríggjar ognir liggja í sama F1-øki, sum eru umframt matr. nr. 100a og 100b við Glyvraveg er matr. nr. 95 við Vollaveg, metir umsitingin at greiðast er at broyta alt hetta F1-øki til B.

Tekniska deild mælir til, at býarplanurin fyri matr. nr. 100a, 100b og 95 á Glyvrum, tilsamans 1.401 m2, verða broytt frá F1-øki til B6-bústaðarøki og uml. 230 m2 av E1-øki á matr. nr. 101a innangarðs, verður broytt til B6-bústaðir

-Byggi- og býarskipanarnevndin tekur einmælt undir við tilmælinum.

-Býráðið hevur á fundi 25/6-2026 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

Tíverri er ein feilur íkomin í hesum máli:

Í tilmælinum stendur:

Tekniska deild mælir til at býarplanurin fyri matr. nr. 100a, 100b og 95 á Glyvrum, tilsamans 1.401 m2, verða broytt frá F1-øki til B6-bústaðarøki og uml. 230 m2 av E1-øki á matr. nr. 101a innangarðs, verður broytt til B6-bústaðir.

Her stendur «uml. 230 m2 av E1-øki á matr. nr. 101a innangarðs, verður broytt til B6-bústaðir.»

Í staðin skuldi tað staði «uml. 230 m2 av E1-øki á matr. nr. 68a innangarðs, verður broytt til B6-bústaðir.»

-Tekniska deild mælir til, at býarplanurin fyri matr. nr. 100a, 100b og 95 á Glyvrum, tilsamans 1.401 m2, verða broytt frá F1-øki til B6-bústaðarøki og uml. 230 m2 av E1-øki á matr. nr. 68a innangarðs, verður broytt til B6-bústaðir.

-Býráðið hevur á fundi 27/8-2026 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

 

88/26: Umsókn um stuðul til filmsverkætlan

Katrin Joensen-Næs søkir um stuðul til filmin «Elski at hata», sum er endafilmurin hjá henni á Danska Filmskúlanum.

Endamálið við verkætlanini er at staðfesta Katrina sum føroyskan filmskapara í Danmark. Hon ynskir at koma inn í filmsvinnuna við hennara føroyska sjónarmiði.

Filmurin lýsir millum annað ein mentanarsamanbrest, hon sjálv hevur upplivað í Danmark. Fýra danir koma til Føroya við fordómum um eitt primitivt og avbyrgt samfelag, men møta í staðin teimum modernaðu Føroyum, sum listakvinnan kennir og elskar.

Runavíkar kommuna hevur ein sentralan leiklut í filminum, tí síðsti triðingurin av søguni og sjálvt klimaksið fara fram her.

«Elski at hata» er ein komedia, skrivað við bæði føroyskum og donskum áskoðarum í huga.

-Mentanarnevndin mælir til at játta 30.000 kr. í stuðli til verkætlanina, fíggjað av RS 557, treytað av at føroyska frumframførslan verður í Løkshøll

-Býráðið hevur á fundi 27/8-2026 samtykt at taka undir við tilmælinum frá mentanararnevndini.

 

89/26  2. viðgerð av eykajáttan til dagføring av roknskaparskipanini

Dagføring av roknskaparskipanini hjá kommununi.

Talan er um at fara frá at hava skipanirnar hjá kommununi hýstar á servarum hjá Formula (umframt neyðugar trygdargoymslur) til  at leggja skipanirnar í «Cloud», sum ætlað hevur verið í fleiri ár.
Uttan iva er henda broyting eitt neyðug stig, fyri at fylgja við tøkniligu menningini av skipanunum.

Mælt verður til, at fíggjarnevndin tekur støðu til:

·         um farast skal í gongd nú og fígging útvegast til hesa útreiðslu í 2026

·         ella um betri er at bíða til næsta fíggjarár

·         og so fáa neyðugu fíggingina avsetta í FÆ 2027

 -Fíggjarnevndin hevur einmælt samtykt at farast skal undir dagføringina í ár og at eykajáttan upp á 420 tkr verður veitt til kostnaðin av hesum

-Býráðið samtykti á fundi 25/6-2026 at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

-Býráðið hevur á fundi 27/8-2026 samtykt, við 2. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá fíggjararnevndini.

 

90/26  2. viðgerð av eykajáttan til áfylling av gummigranulati til fótbóltsvallirnar við Løkin, Undir Mýruhjalla og á Glyvrum

Fótbóltsvallirnir við Løkin og Undir Mýruhjalla hava stóran tørv á eyka áfylling av gummigranulati, til tess at liva upp til hægstu kvalitetskrøv og at leingja um livitíðina á vallunum.

Munandi manglar eru í vallunum hjá Runavíkar kommunu. Hetta endurspeglast eisini í frágreiðingunum frá veitaranum um núverandi tørvin á granulati. Vanliga vildi ein árlig á fylling verið umleið 2 til 4 tons, til tess at viðlíkahalda støðið. Í løtuni er tørvur á áfylling av umleið 28-30 tonsum í Runavík og umleið 20 tonsum á Skála.

Leiðarin fyri ítróttardepilin hevur innheinta tvey tilboð til áfylling av gummugranulati til vallirnar hjá kommununi. Biðið er um tilboð frá veitaranum av vallunum, Laiderz, og frá Ide Møblum, ið eisini veitir fótbóltsvallir.

Laiderz hevur lægsta tilboð upp á 585.000 kr. íroknað áfylling og busting av vøllinum.

Hetta er fyri at fylla 28 tons á leikvøllin við Løkin ella at býta áfyllingina millum teir tríggjar vallirnar Við Løkin, Undir Mýruhjalla og á Glyvrum.

Ide Møblar bjóðar at fylla 30 tons á fyri 650.000 kr. umframt kostnað fyri áfylling og busting.
Tørvur er á umleið 50-52 tonsum fyri at koma upp til tilmælta støðið á øllum vallunum. Fremsta tilmælið er tí at biðja um at fáa fylt heilt upp á allar vallirnar beinanvegin.

Mælt verður tí í fyrsta lagi til at játta 1.250.000 kr. til áfylling av gummigranulati á allar vallirnar.

Trivnaðarleiðarin mælir býráðnum til at veita eykajáttan til áfylling av gummigranulati til vallirnar í kommununi

-Ítróttarnevndin og fíggjarnevndin mæla til at veita eina eykajáttan á 1.250.000 kr. til áfylling av gummigranulati á allar vallirnar.

-Býráðið samtykti á fundi 25/6-2026 at taka undir við tilmælinum frá Ítróttarnevndini og fíggjarnevndini.

-Býráðið hevur á fundi 27/8-2026 samtykt, við 2. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá ítróttarnevndini og fíggjararnevndini.

 

91/26 Fíggjarkarmurin hjá Runavíkar kommunu fyri 2027

Fíggjarnevndin mælir til at áseta fíggjarkarmin fyri 2027 til 334 mió. kr.

Inntøkur:

Persóns-, partafelags- og DIS/FAS skattir 278 mió. kr.

Eftirlønarskattur                                                           56 mió. kr.

Útreiðslur:

Rakstur                                                                              255 mió. kr.

Íløgur                                                                                   40 mió. kr.

Rentur (rentuútr. 9 og rentustuðul 6)              15 mió. kr.

Avdráttir og kk niðurskriving                                 24 mió. kr

-Býráðið hevur á fundi 27/8-2026 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjararnevndini.