Býráðsfundur
Býráðslimir: Tórbjørn Jacobsen, Tóri Højgaard, Sigrun Jónsveinsdóttir, Jógvan Andersen, Arnfinn Langgaard, Petur Hansen, John Andersen, Bogi Hansen, Pauli Poulsen, Terje Beinar Vestergaard og Jóhan Vest
Avboð: Terje Beinar Vestergaard og Pauli Poulsen
Varalimur: Jonhard Danielsen
63/26 Ítróttarhøllin á Skála, eykajáttan til ventilatión, ljós og hitaskipan 2. viðgerð
Ítróttarhøllin á Skála er bygd í 1980-82 og bæði ventilatiónsskipan til høllina og hitaskipanin eru frá teirri tíðini.
Umsitingin hevur heitt á PBC um at kanna møguleikarnar fyri at skifta ventilatiónsskipan og hitaskipan til høllina.
Í sambandi við Oyggjaleikir 2027 skal ítróttarhøllin á Skála nýtast til at hýsa tenniskappingum.
Arbeiðið er projekterað og boðið út. Á fíggjarætlanini eru settar av 1,5 mió. kr. til endamálið. Samlaði kostnaðurin er mettur at vera góðar 5,7 mió. kr., og neyðugt er tí við einari samlaðari eykajáttan á 4,2 mió. kr.
Trivnaðardeildin mælir til at taka av lægstu tilboðunum og seta arbeiðið í gongd, og at býráðið játtar 4 mió. kr. i eykajáttan til íløguna.
-Ítróttarnevndin mælir til at taka av lægsta tilboði til el-arbeiðið og at gera fyrireikandi timburarbeiði til HVS-arbeiðið. Nevndin mælir til at útseta HVS-arbeiðið til fyrst í 2027.
-Fíggjarnevndin hevur einmælt samtykt at veita eina samlaða eykajáttan á 4,2 mió. kr. til at fremja samlaðu verkætlanina í ár.
-Býráðið samtykti, við fyrstu viðgerð 28. mai 2026, at taka undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini.
-Býráðið hevur við aðru viðgerð samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.
64/26 Eykajáttanir til íløgur í fíggjarætlanini fyri 2026 – 2. viðgerð
Fíggjardeildin mælir til at játta eina útreiðsluneutrala eykajáttan uppá 7,5 mió. kr. frá eini húsasølu til hesi fýra rakstrarstøðini: Læknamiðstøðina, Svimjihøllina, Skúlan í Elduvík og Lendisarbeiði við Æðusker.
Harumframt at samtykkja eina meirjáttan uppá 7,0 mió. kr. til hesi bæði rakstarstøðini: Skúlaverkætlan á Glyvrum og Orkuhavn í Søldarfirði. Mett verður, at hetta kann fíggjast úr gjaldførinum.
-Býráðið hevur samtykt, við 9 atkvøðum fyri og 2 ímóti, við fyrstu viðgerð 28. mai 2026, at veita nevndu eykajáttanir til íløgur í FÆ 2026.
-Býráðið hevur á fundi 25/6-2026 samtykt, við 2. viðgerð, at veita nevndu eykajáttanir til íløgur í FÆ 2026.
Samtykt við 6 atkvøðum fyri og 3 ímóti.
65/26 Um- og útbygging av Glyvra skúla - Heildarráðgevaraavtala
Runavíkar kommuna bjóðaði í juni 2025 inn til verkætlanarkapping i samband við um- og útbygging av Glyvra skúla og nýggjum musikkskúla.
Kappingin var skipað soleiðis, at 5 luttakarar vóru valdir eftir undangóðkenning. Vinnarin av kappingini gjørdist Henning Larsen Arkitektar
Hareftir var farið í samráðingar við partarnar um Heildarráðgevaraavtalu.
Heildarráðgevaraavtalan umfatar tekniska ráðgeving og stuðul viðvíkjandi prosjektering, at gera klárt til útboð í høvuðsarbeiðstøku og ráðgeving í útinningartíðarskeiðinum eftir ABR 18.
Tilboðsprísurin fyri hetta arbeiðið er 28,5 mió.kr. fyri alla veitingina.
Endamálið við hesi uppgávu er at tryggja, at verkætlanin verður framd til avtalaða tíð, við avtalaðari góðsku og avtalaðum kostnaði.
Veitingin fevnir um:
· Prosjekteringsleiðslu
· Skipanaruppskot
· Prosjektuppskot
· For-/myndugleikaprosjekt
· Útboðsprosjekt
· Útboð og kontrahering
· Útinningarprosjekt
· Eftirlit
· Prosjektuppfylging
· Mangulgjøgnumgongd
· AS-Built tilfar
· 1 árs eftirlit (bert sjálv mangulgjøgnumgongdin og uppfylging av hesi)
Tekniska deild mælir til at taka undir við heildarráðgevingaravtaluni millum Runavíkar kommunu og Henning Larsen NA.
-Byggi- og býarskipanarnevndin tekur einmælt undir við tilmælinum.
-Mentanarnevndin tekur undir við tilmælinum, við teirri treyt at tíðarætlanin fyri bygging verður longd úr trimum árum til fimm ár, og at ynsktu raðirnar av áskoðaraplássum í ítróttarhøllini verða tikin við í ráðgevaraavtaluna.
-Fíggjarnevndin hevur einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum um at góðkenna ráðgevaraavtaluna við teimum tillagingum, sum MN mælir til – at byrja 1. sept. 2026.
-Býráðið hevur á fundi 25/6-2025 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini og fíggjarnevndini.
66/26 Umsókn um byggiloyvi til íbúðarbygning á matr. nr. 146i og 146h, Saltangará
Søkt verður um byggiloyvi til 8 íbúðir á 2 matriklar 146i (645 m²) og 146h (644 m²), í Saltangará. Økið liggur í B5 økið í Byggisamtyktini.
Av tí at umsóknin er til 8 íbúðir í einum verandi sethúsa øki, skal tilfarið, ið er sent veður RK, lýsa nágreiniligt hvat verkætlanin inniber. Hetta fyri at nerva grannarnar sum minst. Tekniska deild hevur viðgjørt umsóknina og staðfestir, at manglar eru í innsenda tilfarinum og ov lítið av kunnandi tekningum.
8 bústaðareindum í einum verandi sethúsa øki, krevja í minsta lagi 12 parkeringspláss (1,5 stk/íbúð), hetta fer millum annað at elva til fleiri bilar og meira ferðslu í økinum.
Tekniska deild mælir til, at geva byggiloyvi til verkætlanina, og heimila umsitingini at útskriva byggiloyvi, tá brunatekningar og statiskar útrokningar eru góðkendar
-Byggi- og býarskipanarnevndin tekur einmælt undir við tilmælinum.
-Býráðið hevur á fundi 25/6-2026 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini við teirri broyting, at paneringshæddin verður lkkað samsvarandi nýggja tilmælinum frá Teknisku deild.
67/26 Umsókn um byggiloyvi til altan og skúr á matr. nr. 544y, Skála
Søkt verður um byggiloyvi til altan og skúr á matr. nr. 544y, Hórheiðar 65A, ímóti grannamarki til matr. nr. 544am, Hórheiðar 65B.
Talan er um eina altan við trappu, sum er gjørd úr stáli, ímóti grannamarki. Tá altanin er gjørd úr stáli, er eingin vandi fyri brunasmittu millum húsini.
Eisini verður søkt um undantaksloyvi til at byggja ein lítlan skúr ímóti grannamarki. Skúrurin er 9,75 m2 til støddar og 2,5 m høgur.
Grannin er hoyrdur um byggiætlanina og hevur svarað, at tey einki hava ímóti byggingini.
-Tekniska deild mælir til at ganga umsóknini á møti.
-Byggi- og býarskipanarnevndin tekur einmælt undir við tilmælinum.
-Býráðið hevur á fundi 25/6-2026 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
68/26 Umsókn um byggiloyvi til íbúðarbygning á matr. nr. 275b, Saltangará
Býráðið samtykti á fundi 28. mai 2026 at geva byggiloyvi til 6 íbúðir á matr. nr. 275 b, og at heimila umsitingini at útskriva byggiloyvi tá ognarviðurskiftini eru komin uppá pláss.
Tekniska deild er síðani vorðin varug við, at tað ikki er samsvar millum Almennu byggisamtyktina hjá Runavíkar kommunu og Bygningskunngerðina BK 17.
Ósamsvar er hvussu ein roknar út hæddarvíddina, sum í byggisamtyktini fyri Runavíkar kommunu verður nevnd nýtingarstig.
Tekniska deild hevur havt samskifti við umsøkjaran og greitt frá støðuni, um at byggimálið verður lagt fyri býráðið aftur til nýggja viðgerð.
Byggingin, sum talan er um, er bjóðað út við atliti at byggja íbúðir. Í heildarmetingin fyri økið passar byggingin væl inn í lendi og er væl av plássi norðanfyri íbúðarbygningin, sum ikki verður brúkt sum byggilendi. Eitt nú tí ein SEV transformarastøð er staðsett á matr. 276c, og matr. 275b er smalt og bratt.
Tekniska deild mælir til at geva byggiloyvi til verkætlanina.
-Byggi- og býarskipanarnevndin tekur einmælt undir við tilmælinum.
-Býráðið hevur á fundi 25/6-2026 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
69/26 Umsókn um byggiloyvi til dupultgaragu og íbúð á matr. nr. 121b, Skála
Søkt verður um frávik til at byggja eina dupultgaragu við íbúð í erva móti markið norðureftir.
Tá bygt verður móti marki, mugu tekja, takskegg og úthang, takrennur, brunnar, leiðingar og líknandi haldast á egnum matrikli innanfyri mark.
Grannin norðanfyri á matr. nr. 42a, Skála hevur fingið ætlanina til hoyringar, og hevur givið loyvi til at bygt verður á mark.
Tekniska deild mælir til at geva frávik, til í mesta lagi hesi mát: LxBxH = 7,0 x 10,0 x 7,7m. Eisini skal alt haldast inni á egnum matrikli, so sum takskegg, takrenna, fallstammur, brunnar og líknandi.
-Byggi- og býarskipanarnevndin tekur einmælt undir við tilmælinum.
-Býráðið hevur á fundi 25/6-2026 samtyt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
70/26 Umsókn um keyp av parti av matrikul 274a til samanlegging við matr. nr. 9b og 9c á Glyvrum
Neystini á matr. nr. 9b og 9c á Langanesi á Glyvrum liggja lutvíst oman í fjøruna. Eigararnir av nevndu neystum søkja um at keypa partin av fjøruni, sum neystini lutvíst standa á.
Neystið á matr. nr. 9b hevur einki tak, men útveggirnir standa uppi. Hetta neystið stendur áleið 3 m niðanfyri markið til fjøruna.
Neystið á matr. nr. 9c er í betri standi, og stendur 0,3 m niðanfyri markið til fjøruna.
Í umsóknini stendur, at Matrikulstovan (Umhvørvisstovan) hevur víst á hvussu neystini standa í mun til markið til fjøruna.
Eigararnir av neystunum eiga eisini matr. nr. 9a omanfyri neystini, sum er ein trøð uppá góðar 18.000 m2.
Eigarar av matr. nr. 9a, 9b og 9c hava áður søkt um marknaumskipan, soleiðis at matr. nr. 9a letur 40 m2 til samanlegging við matr. nr 9c og 30 m2 til samanlegging við 9b.
Av tí at norðara neystið stendur so tætt við fjøruna, og lítið pláss verður millum neyst og fjøru, mælir Tekniska deild frá at selja part av fjøruni.
-Byggi- og býarskipanarnevndin og havnarnevndin taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 25/6-2026 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini og havnarnevndini.
71/26 Umsókn um at broyta tak á matr. nr. 64, Oyndarfjørður
Takið á sethúsunum á matr. nr. 64 á Sýnarbrekku 4 í Oyndarfirði skal skiftast. Í hesum sambandi verður søkt um loyvi til at broyta sniðið frá einum «stjørnutaki» til somu takreising sum á miðjuni heilt út í endan á húsinum.
Hetta viðførur, at húsini sambært innsendum tekningum verða 1,5 m hægri ímóti vegnum.
Sambært býarplaninum eru húsini í økispartinum B52 Elstu býlingarnir.
Húsini standa út á smala vegin, men í ásetingunum fyri elstu býlingarnar eru eingi krøv til byggilinjur.
Sambært ásetingunum fyri Elstu býlingarnar, kann bygningshædd ikki broytast uttan serligt loyvi frá býráðnum.
Grundað á, at húsini eru staðsett í økinum í býarplaninum fyri Elstu býlingar í Oyndafirði, ájavnt smalan veg, og at broyting í takkonstruktiónini ger, at útsíðan móti vegnum verður 1,5 m hægri enn hon er í dag, mælir tekniska deild frá at loyva umsøkjara at broyta taksnið í sambandi við at takið skal skiftast.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur einmælt samtykt ikki at fylgja tilmælinum frá teknisku deild, men at mæla býráðnum til at ganga umsóknini á møti.
-Býráðið hevur á fundi 25/6-2026 einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
72/26 Broyting av býarplani fyri matr. nr. 100a, 100b og 95, Glyvrar – frá F1 øki til bústaðarøki
Í sambandi við umsókn um út- og umbygging av ognini matr. nr. 100a, sum í kommunuplaninum hjá Runavíkar kommunu er F1-øki, har møguligar fornar búsetingar eru.
Umsóknin hevur verið hjá Tjóðsavninum til ummælis.
Tjóðsavnið hevur hugt eftir matr. nr. 100a og 100b og gjørt nakrar kanningar og givið loyvi til at gera broytingar á økinum og broyta býarplanin til bústaðarøki
«Viðvíkjandi fornminni á Glyvrum» stendur í fornminnalistanum, at; Glyvragarður lá inntil 1823 beint oman fyri núverandi vegin, norðan fyri Glyvursgjógv. Tá teir gróvu fyri grund á matr.102, sást viður og grót. Í 1823 varð flutt suður um gjónna og longur niðaná, tí áin leyp. Glyvragarður er nevndur í Jarðarbókini 1584 og í Svabo 1781».
Skráseting av jarðfestum fornminnum er gjørd 10.08.1977 av Símun V. Arge. Heimildar fólk Clæmint Jacobsen (f.1906). Fitisteinsílatabrot er funnið á staðnum (skr.nr.37). Íløt úr fitisteini eru fornfrøðiligir gripir, ið bert koma fyri í víkingatíð og miðøld. Her er soleiðis talan um bústaðarleivdir í lendinum, ið kunnu ganga heilt aftur til landnámstíð. Bústaðarleivdir eru umfataðar av §1 í Løgtingslóg nr. 19 frá 16. september 1948 um friðan av fornminnum og bygningum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020.
Orsøkin til lendi er lagt út sum F1-øki er, at bústaðaleivdirnar er friðaðar og fyri at verja fornminnini í lendinum. Mælt verður sostatt frá at broyta F1-øki á Glyvrum til B bústaðarøki.»
Tað vísr seg, at Glyvragarður lá á matr. nr. 102 (húsini hjá Heininu) millum Glyvragjógv og matr. nr. 100a.
Av tí at tríggjar ognir liggja í sama F1-øki, sum eru umframt matr. nr. 100a og 100b við Glyvraveg er matr. nr. 95 við Vollaveg, metir umsitingin at greiðast er at broyta alt hetta F1-øki til B.
Tekniska deild mælir til, at býarplanurin fyri matr. nr. 100a, 100b og 95 á Glyvrum, tilsamans 1.401 m2, verða broytt frá F1-øki til B6-bústaðarøki og uml. 230 m2 av E1-øki á matr. nr. 101a innangarðs, verður broytt til B6-bústaðir
-Byggi- og býarskipanarnevndin tekur einmælt undir við tilmælinum.
-Býráðið hevur á fundi 25/6-2026 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
Samtykt við 9 atkvøðum fyri og einari ímóti.
73/26 Umsókn um byggiloyvi til orkustøð í Søldarfirði
Landsbyggifelagið hevur, vegna Effo, søkt um byggiloyvi til orkustøð í Søldarfirði.
Nýggja orkustøðin, sum byggiloyvi verður søkt til, er staðsett á nýggju uppfyllingini sunnanfyri pierin í Søldafirði. Staðsetingin er á ómatrikkuleraðum økið sunnanfyri matr. nr. 88c í Søldarfirði.
Nýggja orkustøðin fevnir um tilsamans sjey tangar í trimum tangagørðum við tilhoyrandi pumpuhúsum, ventilhúsi og áfyllingarrampu.
Økið verður skipað soleiðis, at tann størsti tangagarðurin er staðsettur norðast á økinum. Beint sunnanfyri stóra tangagarðin er áfyllingarrampan. Syðst á økinum eru teir báðir minnu tangagarðarnir. Ein almennur geiri, sum eisini er atgongd til atløgubryggjuna, er í millum áfyllingarrampuna og teir minnu tangagarðarnar. Úti á atløgubryggjuni er eitt ventilhús.
-Býráðið hevur á fundi 25/6-2026 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini, Havnanevndini, Vinnunevndini og Tøkni- og umhvørvisnevndini.
Stóri tangagarðurin:
Í stóra tangagarðinum eru tríggir tangar á 5000 m3 til løð í flokki III, sum er gassolja og diesel.
Tangarnir eru úr stáli og hava ein diametur á umleið 20 m og hæddin er 20,5 m.
Tangagarðurin rúmar 5.500 m3, sum svarar til innihaldið í einum tanga + 10%. Samlað gólvvíddin á tangagarðinum er umleið 2620 m2. Garðurin verður 3 m høgur og verður gjørdur sum jarnbetong stuðlamúrur. Tangarnir standa á betongfundamentið.
Lendisgólvið verður út betong. Eitt pumpuhús verður samanbygt við tangagarðin.
Gjøgnumføringar í tangagarðin verða avvatning í lendisgólvinum, rør-gjøgnumføringar frá pumpurúmi til tangagarð og ventilur til at tøma sløkkivatn.
Avvatningin fer umvegis oljuskiljara. Følarar vera á avvatningini og um olja verður staðfest steingin ein motorventilur avvatningina og alarmur fer ígongd.
Runavíkar kommuna hevur fylt øki út, til hesa verkætlanina
Minnu tangagarðarnir:
Syðst á økinum eru teir báðir minnu tangagarðarnir. Hesir eru samanbygdir, soleiðis at teir sýnast sum ein tangagarður. Tangagarðarnir hava tveir tangar hvør á 1250m3 við løði í flokki I og II. Sum er ávikavist bensin og jet-fuel.
Tangagarðarnir rúma 2500 m3 hvør. Hetta svarar til samlaðu rúmdina á tangunum, sum eru í tangagarðunum, sum er 2x1250 m3 = 2500 m3.
Samlaða gólvvíddin á báðum tangagørðunum er umleið 1800 m2 og hæddin á garðinum er 3 m.
Minnu tangagarðarnir verður gjørdir á sama hátt sum stóri tangagarðurin.
Ventilhús:
Eitt ventilhús verður staðsett 10 m frá bryggjukantinum. Ventilhúsið verður út jarnbetong. Undir ventilhúsinum verður ein 2,5 m3 tangi til uppsamling av spiltum brennievni.
Frá ventilhúsinum ganga import rør-leiðingar í lendi til tangagarðarnar.
Brandnicha:
Ein brandnicha úr jarnbetong verður staðsett upp at minna tangagarðinum. Hon verður brúkt til at stýra brandsløkking í báðum tangagørðunum.
Sambært býarplaninum er økið útlagt til D-Ídnaðarøki/vinnuøki, og loyvir hesum virkseminum.
Leigusáttmáli er gjørdur millum Effo og Runavíkar kommunu um økið til orkustøð.
Virksemið hjá Effo í Søldarfirði í Søldarfirði hevur fingið umhvørvisgóðkenning frá Umhvørvisstovuni.
Býráðið hevur samtykt at góðkenna brunaætlanina sum er send Bruna- og arbeiðseftirlitinum til góðkenningar.
Góðkenning er enn ikki afturkomin frá Bruna- og arbeiðseftirlitinum, men roknast kann við at góðkenning fyriliggur, við møguligum viðmerkingum, síðst í viku 25.
Møguligar viðmerkingar frá Brunaumsjónini mega verða tiknir upp og arbeiddir inn í verkætlanina í tann mun tað er neyðugt fyri at Brunaumsjónin saman við tilbúgvingarmyndugleika á staðnum kunna góðkenna verkætlanina
Tekniska deild mælir til at viðmæla byggiloyvi til nýggja orkustøð niðri á Sandi í Søldafirði
Tekniska deild mælir nevndini til, at góðkenna byggiloyvi, til nýggja orkustøð niðri á Sandi í Søldarfirði við tí fyrivarni at møguligar viðmerkingar frá Brunaumsjónini mega verða tiknir upp og arbeiddir inn í verkætlanina í tann mun tað er neyðugt fyri at Brunaumsjónin saman við tilbúgvingarmyndugleika á staðnum kunna góðkenna verkætlanina
-Byggi- og býarskipanarnevndin, havnarnevndin, Vinnunevndin og Tøkni- og umhvørvisnevndin taka undir við tilmælinum
-Býráðið hevur á fundi 25/6-2026 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini, Havnanevndini, Vinnunevndini og Tøkni- og umhvørvisnevndini.
Samtykt við 9 atkvøðum fyri og ongari ímóti.
74/26 Umsókn um broyting av býarplani fyri matr. nr. 507, Skála – frá E1 øki til bústaðarøki
Tekniska deild hevur gjørt uppskot til broyting av býarplaninum fyri ein part av matr. nr. 507, sum er 2.315 m2 til støddar og er sambært býarplaninum fyri Skála í økispartinum E1 lanbúnaður innangarðs.
Eini eldri sethús standa á økinum. Av tí at økið liggur í landbúnaðarøki, ber ikki til at byggja her. Tekniska deild hevur gjørt eitt uppskot um broyting av býarplaninum, fyri uml 1.000 m2 av økinum, frá E1 landbúnaðarøki til B18-bústaðarøki.
Tekniska deild mælir til at broyta býarplanin fyri Skála soleiðis, at uml. 1.000 m2 av matr. nr. 507 verða broyttir frá E1-landbúnaður til B18-bústaðarøki.
-Byggi- og býarskipanarnevndin tekur einmælt undir við tilmælinum
-Býráðið hevur á fundi 25/6-2026 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
75/26 Átak – rottutýning við Løkin
Rottutýning í Runavíkar kommunu er miðvíst og áhaldandi arbeiði. Tað er vælskipað hjá rakstrardeildini og í GIS skipan, har allar fráboðanir og átøk verða skrásett.
Átøkini eru kassar við gift og fellur. Fyri hvørt av hesum er loggur, so til ber at síggja hvussu títt kassin er fyltur og at sammeta hetta við fráboðanir í økinum.
Í summum førum kann vera orsøk til at gera størri átøk, fyri at rottutýningin kann rigga. Tekniska deild metir at økið við Løkin hevur tørv á størri átakið.
Átakið fevnir í høvuðsheitum um:
1. At seta upp skelti har man heitir á fólk um at ikki fóðra dunnunum.
2. At miðla boðskapin jaliga um hví kommunan ger átøk í økinum.
3. Royna at skipa samstarv við grannakommununa um kunning og rottutýning.
4. Royna nýggjar hættir at týna / troyta verandi hættir meir.
Miðla til skúlan um at skipa høsnahaldið soleiðis, at tað ikki gagnar rottum
Umstøðurnar hjá rottum við Løkin eru perfektar:
- Lætt at gera holur í grótfylluni undir Bylgjuni.
- Altíð atgongd til vatn.
- Lætta atgongd til mat í náttúruni, men eisini frá avlopi av fóðri hjá dunnum og hønum, afturat skrelli.
Dømi átak 1: Fyri at minka um atgongdina hjá rottum til mat, er ætlanin at seta upp skelti, har heitt verður á fólk um at ikki geva dunnunum breyð og annað fóður.
Vistfrøðilig atlit
Tað eru aðrir fyrimunir um so er, at fólk gevast at fóðra dunnunum. Hetta fevnir m.a. um at talið av dunnum kemur í javnvág við annan búfugl í økinum, at tað er betur fyri dunnurnar bert at eta úr egnum matkova og hartil stóru ávirkanina á vistfrøði skipanina og margfeldi, tá eitt djóraslag fyllir ónatúrliga nógv.
Tað er vanligt uttanlanda, at boða fólki frá um ikki at fóðra fuglum vegna fuglakrím, rottum og fyri vistfrøðiligu javnvágina.
Atlit til bygningar
Um vit megna at halda talið av rottum niðri í hesum økinum, er minni sannlíkindi fyri at tær “flyta inn” í kommunalar bygningar, so sum skúli, heilsudepil, svimjihøll v.m.
Tekniska deild mælir til, at átøkini vera framd.
-Tøkni- og Umhvørvisnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 25/6-2026 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Tøkni- og umhvørvisnevndini.
Samtykt við 9 atkvøðum fyri og einari ímóti.
76/26 Nýtt lív í føroyskar sagnir
Heiðrikur á Heygum søkir um stuðul til bókaútgávuna Føroyskar sagnir. Ætlanin er at nútímansgera sagnirnar við at umskriva tær til nútímans skriftmál. Haraftrat er ætlanin at mála og tekna aftrat sagnunum og á henda hátt geva teimum nýtt lív.
Støði verður tikið í sagnunum í Færøske folkesagn og æventyr og Færøsk Anthologi.
Ætlanin er, at bókin skal týðast til danskt og enskt, umframt, at bókin skal kunna brúkast í føroyskum undirvísingarhøpi.
Søkt verður um kr. 50.000,-
Fíggjarætlanin er á íalt slakar kr. 420.000,-
Víst verður á, at fleiri av sagnunum arbeitt verður við, eru knýttar at økjum í kommununi s.s. søgnin um Marmennilin í Elduvík, Nykurin á Toftum og søgnin um Guttorm í Múla, sum vitjar bóndan á Strondum. Lagt verður aftrat, at ætlanin er at arbeiða við sagnum úr ymiskum pørtum av landinum, har Eysturoy er partur av heildini
-Mentanarnevndin samtykti at játta 12.500 kr. til verkætlanina
-Býráðið hevur á fundi 25/6-2026 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.
77/26 Broyting av byggisamtykt í sambandi við um- og útbygging av Glyvra skúla og Heimistovufjósinum
Í samband við broyting av byggisamtykt fyri C47 øki og C48 øki á Glyvrum, var málið viðgjørt og samtykt í februar 2026. Efirfylgjandi eru staðfestir feilir í matrikulviðurskiftunum.
Rættingar eru nú gjørdar í matrikulviðurskiftunum.
Tekniska deild mælir til, at broytingin av almennu byggisamtyktini og býarplaninum verða løgd fram av nýggjum.
-Býráðið samtykti á fundi 25/6-2026 at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
78/26 Áfylling av gummigranulati til fótbóltsvallirnar við Løkin, Undir Mýruhjalla og á Glyvrum
Fótbóltsvallirnir við Løkin og Undir Mýruhjalla hava stóran tørv á eyka áfylling av gummigranulati, til tess at liva upp til hægstu kvalitetskrøv og at leingja um livitíðina á vallunum.
Munandi manglar eru í vallunum hjá Runavíkar kommunu. Hetta endurspeglast eisini í frágreiðingunum frá veitaranum um núverandi tørvin á granulati. Vanliga vildi ein árlig á fylling verið umleið 2 til 4 tons, til tess at viðlíkahalda støðið. Í løtuni er tørvur á áfylling av umleið 28-30 tonsum í Runavík og umleið 20 tonsum á Skála.
Leiðarin fyri ítróttardepilin hevur innheinta tvey tilboð til áfylling av gummugranulati til vallirnar hjá kommununi. Biðið er um tilboð frá veitaranum av vallunum, Laiderz, og frá Ide Møblum, ið eisini veitir fótbóltsvallir.
Laiderz hevur lægsta tilboð upp á 585.000 kr. íroknað áfylling og busting av vøllinum.
Hetta er fyri at fylla 28 tons á leikvøllin við Løkin ella at býta áfyllingina millum teir tríggjar vallirnar Við Løkin, Undir Mýruhjalla og á Glyvrum.
Ide Møblar bjóðar at fylla 30 tons á fyri 650.000 kr. umframt kostnað fyri áfylling og busting.
Tørvur er á umleið 50-52 tonsum fyri at koma upp til tilmælta støðið á øllum vallunum. Fremsta tilmælið er tí at biðja um at fáa fylt heilt upp á allar vallirnar beinanvegin.
Mælt verður tí í fyrsta lagi til at játta 1.250.000 kr. til áfylling av gummigranulati á allar vallirnar.
Trivnaðarleiðarin mælir býráðnum til at veita eykajáttan til áfylling av gummigranulati til vallirnar í kommununi
-Ítróttarnevndin og fíggjarnevndin mæla til at veita eina eykajáttan á 1.250.000 kr. til áfylling av gummigranulati á allar vallirnar.
-Býráðið samtykti á fundi 25/6-2026 at taka undir við tilmælinum frá Ítróttarnevndini og fíggjarnevndini.
79/26 Uppskot til avtalu um dagføring av roknskaparskipanini
Møgulig dagføring av roknskaparskipanini hjá kommununi.
Talan er um at fara frá at hava skipanirnar hjá kommununi hýstar á servarum hjá Formula (umframt neyðugar trygdargoymslur) til at leggja skipanirnar í «Cloud», sum ætlað hevur verið í fleiri ár.
Uttan iva er henda broyting eitt neyðug stig, fyri at fylgja við tøkniligu menningini av skipanunum.
Mælt verður til, at fíggjarnevndin tekur støðu til:
· um farast skal í gongd nú og fígging útvegast til hesa útreiðslu í 2026
· ella um betri er at bíða til næsta fíggjarár
· og so fáa neyðugu fíggingina avsetta í FÆ 2027
-Fíggjarnevndin hevur einmælt samtykt at farast skal undir dagføringina í ár og at eykajáttan upp á 420 tkr verður veitt til kostnaðin av hesum
-Býráðið samtykti á fundi 25/6-2026 at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.