Býráðsfundur
Býráðslimir: Tórbjørn Jacobsen, Tóri Højgaard, Sigrun Jónsveinsdóttir, Jógvan Andersen, Arnfinn Langgaard, Petur Hansen, John Andersen, Bogi Hansen, Pauli Poulsen, Terje Beinar Vestergaard og Jóhan Vest
47/26 Ársroknskapur hjá Runavíkar kommunu fyri 2025
Góðkenning av ársroknskapinum fyri Runavíkar kommunu fyri 2025.
-Býráðið góðkendi ársroknskapin fyri Runavíkar kommunu fyri 2025 við 10 atkvøðum fyri og einari blankari.
48/26 Eykajáttanir til íløgur í fíggjarætlanini fyri 2026
Fíggjardeildin mælir til at játta eina útreiðsluneutrala eykajáttan uppá 7,5 mió. kr. frá eini húsasølu til hesi fýra rakstrarstøðini: Læknamiðstøðina, Svimjihøllina, Skúlan í Elduvík og Lendisarbeiði við Æðusker.
Harumframt at samtykkja eina meirjáttan uppá 7,0 mió. kr. til hesi bæði rakstarstøðini: Skúlaverkætlan á Glyvrum og Orkuhavn í Søldarfirði. Mett verður, at hetta kann fíggjast úr gjaldførinum.
-Fíggjarnevndin hevur samtykt at heita á býráðið um at veita nevndu eykajáttanir.
-Býráðið samtykti við fyrstu viðgerð, við 9 atkvøðum fyri og 2 ímóti, at veita nevndu eykajáttanir til íløgur í FÆ 2026.
49/26 Umsókn til stuðul til verkætlanina: Reyða Kross summarlegan 2026
Søkt verður um fíggjarligan stuðul til summarlegu hjá Reyða Krossi
-Fíggjarnevndin mælir til at játta stuðul á 10.000 kr.
-Býráðið samtykti at taka undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini at játta at stuðla við 10.000 kr.
50/26 Ítróttarhøllin á Skála – ventilatión, ljós og hitaskipan
Ítróttarhøllin á Skála er bygd í 1980-82 og bæði ventilatiónsskipan til høllina og hitaskipanin eru frá teirri tíðini. Nakað seinni eru tvær smærri ventilatiónsskipanir settar upp til bygdasalin og skiftirúmini.
Avbjóðingar hava í fleiri ár verið við ventilatiónsskipanini til ítróttarhøllina. Ventilatiónsverkið er í sera ringum standi, og sera trupult er at skaffa eykalutir til hettar. Verkið hevur verið stýrt manuelt í fleiri ár, tí ikki hevur verið møguligt at fingið hendur á eykalutum. Somuleiðis er ikki møguligt at innregulera luftnøgdina neyvt, við tí úrsliti, at meginparturin av luftnøgdini verður blást inn gjøgnum ristirnar tættast at verkinum.
Hitaskipanin í ítróttarhøllini er javngomul við ventilatiónsskipanina. Avbjóðingar hava ikki verið við at veita hita og heitt vatn, men heittvatnstangin er í sera ringum standi. Hann er illa tardur og er umvældur fleiri ferðir seinastu árini. Vandi er fyri at heittvatnsskipanin verður óvirkin orsaka av hesum, um hol kemur á tangan.
Umsitingin hevur heitt á PBC um at kanna møguleikarnar fyri at skifta ventilatiónsskipan og hitaskipan til høllina.
Í sambandi við Oyggjaleikir 2027 skal ítróttarhøllin á Skála nýtast til at hýsa tenniskappingum. Í hesum sambandi er eitt krav, at fríhæddin upp til loftið er 10 metrar á miðjuni, og at onki er niðurhongt úr loftinum. Verandi niðurhongdu ljós mugu tí skiftast og leggjast upp undir loftið.
Arbeiðið er projekterað og boðið út. Á fíggjarætlanini eru settar av 1,5 mió. kr. til endamálið. Samlaði kostnaðurin er mettur at vera góðar 5,7 mió. kr., og neyðugt er tí við einari samlaðari eykajáttan á 4,2 mió. kr.
Trivnaðardeildin mælir til at taka av lægstu tilboðunum og seta arbeiðið í gongd, og at býráðið játtar 4 mió. kr. i eykajáttan til íløguna.
-Ítróttarnevndin mælir til at taka av lægsta tilboði til el-arbeiðið og at gera fyrireikandi timburarbeiði til HVS-arbeiðið. Nevndin mælir til at útseta HVS-arbeiðið til fyrst í 2027.
-Fíggjarnevndin hevur einmælt samtykt at veita eina samlaða eykajáttan á 4,2 mió. kr. til at fremja samlaðu verkætlanina í ár.
-Býráðið samtykti, við fyrstu viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini.
51/26 ORKA søkir stuðul til liðugtgerð av konsertfilmi
Tónleikabólkurin ORKA søkir um stuðul til at gera lidnan konsertfilm, sum var filmaður í desember 2023. Tá spældi ORKA konsert á loftinum hjá El-Service í Turkihúsinum á Skála.
Endamálið við verkætlanini er at gera fyrsta føroyska konsertfilmin, sum er sergjørdur til biograf, har ORKA framførir í Turkihúsinum á Skála.
Ætlanin er, at filmurin skal vísast úti í heimi í biografum og listasøvnum umframt á films- og tónleikafestivalum.
Verkætlanin hevur fingið stuðul frá kommununi áður.
-Mentanarnevndin mælir býráðnum til at játta stuðul á 10.000 kr.
-Býráðið samtykti at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini, at játta at stuðla við 10.000 kr.
52/26 Umsókn um brunagóðkenning av orkugoymsluni í Søldarfirði
Í drúgva tíð hevur Effo arbeitt við at gera nýggja orkugoymslu í Søldarfirði. Tekniska deild hevur, saman við brunaráðgeva og tilbúgvingini fyri økið, verið inn yvir ætlanina.
Hetta arbeiðið er nú komi so langt, at søkt verður um brunagóðkenning av verkætlanini.
Uppleggið til umsóknina er gjørt út frá donskum ásetingunum.
Verkætlanin líkur allar ásetingar sum eru settar til slíkt virksemi í Danmark, ”Tekniske Forskrifter for Brandfarlige Væsker” (TFBV). Eisini er málsviðgerðin kunnaður um at hetta er innanfyri ásetingarnar í teimum londum, vit annars sammeta okkum við (ES).
Í Føroyum er tó eitt skjal frá 1994, ”Serfyriskipanir fyri eldfiman løg” (SEL), ið regulerar tangar til meira enn 5.000 upplagseindir av løgi í flokki I-1, I-2, II-1, II-2 og III-1.
Hetta skjal (SEL) setur nakrar strangar treytir, sum eru gjørdar til nógv minni verkætlanir.
Hesar ásetingar eru ikki galdandi í okkara grannalondum.
Av tí at verkætlanin ikki rúmast í (SEL), má metast um, hvørji tiltøk eru neyðug og rímilig í mun til eina slíka verkætlan.
Hesin framferðarháttur er vanlig mannagongd í verkætlanum, sum fara longur enn regluverkið er búgvið til.
Mett hevur verið skilabest at brúka partar frá donsku ásetingunum, har (SEL) ikki røkkur.
Tekniska deild saman við býarverkfrøðinginum mæla til at góðkenna brunaætlanina, og at senda hana víðari til Brunaumsjón landsins til endaliga viðgerð.
-Byggi og býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum við fýra atkvøðum fyri og einari ímóti
-Havnanevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku deild
-Vinnunevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku deild
-Tøkni- og umhvørvisnevndin tekur undir til tilmælinum frá Teknisku deild við trimum atkvøðum fyri og einari ímóti
-Býráðið samtykti, við 10 atkvøðum fyri og 1 ímóti, at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini, Havnanevndini, Vinnunevndini og Tøkni- og umhvørvisnevndini.
53/26 Útboð av grundøki til íbúðarbygging á Líknargøtu, matr. nr. 150a
Kommunan eigur øki eystanfyri Líknargøtu, matr. nr. 150a. Hetta var eitt av økjunum sum kommunan vísti á, tá Bústaðir fyri nøkrum árum síðani vitjaðu kommununa fyri at leita eftir økjum til íbúðarbygging.
Nú er ein fyrispurningur komin frá einum arbeiðstakara um keyp av hesum økinum.
Økið er býtt sundur í tvey, við eini gøtu sum gongur ígjøgnum. Norðanfyri gøtuna er økið uml. 410 m², og sunnanfyri er økið uml.1.500 m².
Økið er smalt, frá umleið 12 til 17 metrar, og er áleið 130 metrar langt, harav okkurt um 30 metrar eru norðanfyri gøtuna.
Vegurin Líknargøta er ikki frábýttur økinum. Vegurin, sum má frábýtast áðrenn økið verður boði út til sølu, er umleið 7,5 - 8,0 metrar breiður, og er hetta mett at verða nøktandi.
Tekniska deild hevur arbeitt við at gera útboðstilfar, og mælir til at selja grundøki matr. Nr. 150a á Líknargøtu í almennum útboði.
-Byggi og býrarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum.
-Býráðið samtykti at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
54/26 Umsókn um byggiloyvi til bilhúsi á matr. nr. 146ae, Saltangará
Søkt verður um frávik at byggja bilhús tættari við vegin enn byggisamtyktin loyvir.
Tekniska deild mælir frá at ganga umsóknini á møti, tí hon stríðir ímóti byggisamtyktini fyri Runavíkar kommunu og BK17.
-Byggi- og býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum.
-Býráðið samtykti at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
55/26 Umhvørvisstovan sendir umsókn um marknaumskipan millum matr. nr. 28a og 90u, Søldarfjørður til ummælis
Umhvørvisstovan hevur sent kommununi umsókn um marknaumskipan av 450 m² millum matr. nr. 28a og matr. nr. 90u, Søldarfjørður, til ummælis.
Matr. nr. 90u er partur av einari kommunalari útstykking, og er í kommunuplaninum B14-bústaðarøki, meðan parturin av matr. nr. 28a, sum ætlanin er at keypa til samanlegging við matr. nr. 90u, er sambært býarplaninum eitt D7-vinnuøki.
Tekniska deild mælir frá at viðmæla umsóknini, vísandi til at matr. nr. 90u og parturin av matr. nr. 28a, sum ætlanin er at leggja saman, eru í ymiskum økispartum sambært býarplaninum.
-Byggi- og býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum.
-Býráðið samtykti at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
56/26 Umsókn um byggiloyvi til seks íbúðir á matr. nr. 275b, Hjallavegur, Saltangará
Kommunan hevur fingið umsókn um byggiloyvi til seks íbúðir á matr. nr. 275 b í Saltangará.
Bygningurin er staðsettur soleiðis, at tað er atkomuligt til hann við koyristóli í neðra.
Inngongdirnar til íbúðirnar eru langt frá hvørji aðrari, so tað kennist privat hvør sær.
Hvør íbúð er 90 m² við góðum útsýni. Hvør íbúð hevur alrúm, gongd, vesi/bað við vaskimaskinu og turkitrumlu, og ávikavist 2 ella 3 kømur. Keyparin kann velja, um hann vil hava 2 ella 3 kømur.
Hvør íbúð hevur sítt egna úthús à 5,5 m² og hjall à 3 m². Pláss er eisini sett av til súkklur o.l.
Tekniska deild hevur viðgjørt umsóknina. Ein viðmerking var, at bygningurin kom ov tætt sunnara markinum. Umsøkjarin valdi beinanvegin at flyta bygningin, so at hann er minst 2,5 m frá marki.
Tekniska deild mælir til at viðmæla byggiloyvi, og at heimila umsitingini at útskriva byggiloyvi, so skjótt ognarviðurskiftini eru komin uppá pláss.
-Byggi- og býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum.
-Býráðið samtykti at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
57/26 Marknaumskipan millum matr. nr. 275b og 276c, Glyvra bygd
Í sambandi við liðugtgerð av vegnum í sunnara enda av Hjallavegi og bygging av íbúðum, er neyðugt við eini marknaumskipan.
Matr. nr. 275b verður deildur soleiðis, at 324 m² verða frábýttir og lagdir saman við 276c.
Matr. nr. 275c verður deildur soleiðis, at 364 m² verða frábýttir og lagdir saman við matr. nr. 275b.
Grundøkið til íbúðarbygging, matr. nr. 275b, verður sostatt 1.169 m² til støddar.
Ein partur av matr. nr. 275c, uml. 590 m², verður lagdur afturat vegnum, litra t.
Tekniska deild mælir nevndini til at viðmæla broytingini.
-Byggi- og býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum.
-Býráðið samtykti at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
58/26 Umsókn um broyting av býarplaninum fyri matr. nr. 23 og partin av matr. nr. 22a, til samanlegging við matr. nr. 23, Æðuvík frá E1-landbúnaðarøki til B24-bústaðarøki.
Umsókn um broyting av býarplaninum fyri matr. nr. 23, Æðuvíkarvegur 18, og parti av matr. nr. 22a, frá E1-landbúnaðarøki til B24-bústaðarøki.
Hendan broytingin av býarplaninum í Æðuvík snýr seg um eini eldri sethús, sum stendur á einum lítlum matrikli á eini trøð. Bæði trøðin og grundstykkið, sum húsið stendur á, eru sambært býarplaninum E1-landbúnaðarøki.
Eigarin av húsunum søkir um at fáa broytt býarplanin soleiðis at matr. nr. 23, sum er 125 m² til støddar, verður broytt frá E1-øki til B24 bústaðarøki, og at umleið 375 m² av uttanumøkinum á matr. nr. 22a eisini verður broytt frá E1-øki til B24 bústaðarøki.
Tekniska deild mælir til at býarplanurin bert verður broyttur fyri grundstykki, matr. nr. 23, sum er 125 m² til víddar, ímeðan parturin av matr. nr. 22a, sum søkt verður um at broyta, ikki verður broyttur.
Innkoyringin frá Æðuvíkarvegnum til grundstykkið verður framvegis E1-landbúnaðarøki innangarðs.
-Byggi- og býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum.
-Býráðið samtykti at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
59/26 Marknaumskipan millum matr. nr. 219k og 165i, Glyvra bygd
Í samband við matrikkulering av økinum til áfyllingarstøð hjá Effo, eru kommunan og OCD bygningar samd um at gera eina marknaumskipan millum matr. nr. 165i, ogn hjá OCD bygningar, og komandi matr. nr. 219k, leiguøki til áfyllignarstøð hjá Effo, hetta fyri at rætta markið upp.
Tekniska deild mælir til at tikið verður undir við uppskotinum um marknaumskipan.
-Byggi- og býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum.
-Býráðið samtykti at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
60/26 Umsókn um samanlegging av matr. nr. 146i og 146h, Saltangará
Í sambandi við íbúðarverkætlan við 8 íbúðum á Hjallavegi 51 og 53, søkir byggivirkið KBH Sp/f vegna eigararnar um at leggja grundstykkini matr. nr. 146i og 146h saman.
Grundstykkini matr. nr. 146i og 146h eru ávíkavíst 645 m² og 644 m² til støddar. Talan verður tí um eitt grundstykki á 1.289 m² eftir eina samanlegging.
Í verkætlanini er ein íbúðarbygningur á 335 m² í tveimum hæddum við 8 búeindum á umleið 80 m² og harumframt 12 parkeringspláss.
Tekniska deild mælir til at viðmæla samanleggingina.
-Byggi- og býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum.
-Býráðið samtykti at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
61/26 Umsókn um byggiloyvi til sethús á matr. nr. 275u, Undir Svartkletti 5, Saltangará
Eigararnir av matr. nr. 275u, Undir Svartakletti 5 í Saltangará, hava søkt um byggiloyvi til sethús.
Søkt verður eisini um frávik at byggja bilhús tættari við vegin enn byggisamtyktin loyvir.
Tekniska deild mælir frá at ganga umsóknini á møti, tí hon stríðir ímóti byggisamtyktini fyri Runavíkar kommunu.
-Byggi- og býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum við trimum atkvøðum fyri og einari ímóti.
-Býráðið samtykti, við 10 atkvøðum fyri og einari ímóti, at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
62/26 Ársroknskapur hjá Kongshavnar havn fyri 2024 og 2025
Góðkenning av ársroknskapinum fyri Kongshavnar havn fyri 2024 og 2025.
-Býráðið góðkendi ársroknskapin fyri Kongshavnar havn fyri 2024 og 2025.