Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 30. apríl 2026 - kl. 17:00

Býráðslimir: Tórbjørn Jacobsen, Tóri Højgaard, Sigrun Jónsveinsdóttir, Jógvan Andersen, Arnfinn Langgaard, Petur Hansen, John Andersen, Bogi Hansen, Pauli Poulsen, Terje Beinar Vestergaard og Jóhan Vest

 

41/26 Umsókn um byggiloyvi til tvíhús á matr. nr. 189ao Saltangará

Framhald av máli 3/26, ið var fyri á býráðsfundi 29. januar 2026.

Talan er um tað seinasta stykki í einari størri útstykkingarætlan. Tekniska deild mælir staðiliga frá at loyva bygging eftir øðrum treytum enn í upprunaligu útstykkingarætlanini á seinasta grundstykki í økinum.

-Byggi- og býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum við trimum atkvøðum fyri og einari ímóti.

-Býráðið samtykti at taka undir við tilmælinum frá byggi- og býarskipanarnevndini við níggju atkvøðum fyri og tveimum ímóti.

 

42/26 Roðin – Ársroknskapur og grannskoðaraprotokoll fyri 2025

Fíggjardeildin mælir nevndini til at taka støðu til ársroknskapin hjá Roðanum fyri 2025.

-Fíggjarnevndin mælir býráðnum til at góðkenna roknskapin fyri Roðan fyri 2025.

-Býráðið góðkendi roknskapin fyri Roðan fyri 2025.

 

43/26 Ítróttarstuðul 2026

Trivnaðardeildin skjýtur upp at luta ítróttarstuðulin út eftir sama leisti sum í fjør.

-Ítróttarnevndin tekur einmælt undir ið at luta ítróttarstuðulin út sum skotið er upp.

-Býráðið samtykti at luta ítróttarstuðulin sum skotið er upp.