Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 22. desember 2025 - kl. 10:30

Býráðslimir: Tórbjørn Jacobsen, Tóri Højgaard, Sigrun Jónsveinsdóttir, Jógvan Andersen, Arnfinn Langgaard, Petur Hansen, John Andersen, Bogi Hansen, Pauli Poulsen, Terje Beinar Vestergaard og Jóhan Vest

Avboð: Jóhan Vest

 

119/25 Vastýrir og valnevnd býráðssetuna frá 1. januar 2025

Valstýri og kommunal valnevnd skulu veljast av nýggjum aftaná hvørt býráðsval, og sita tey valskeiðið út. Býráðið tók undir við uppskotinum um val av nevndar- og stýrislimum í kommunalu valnevndina og tey 7 valstýrini í kommununi á fundi 27. november 2025. Tá ein valstýrislimur ikki tók við afturvali, var neyðugt at velja nýggjan lim í staðin fyri.

-Býráðið samtykti at taka undir við uppskotinum.

 

120/25 Umsókn um sundurbýti til samanlegging – millum matr. nr. 173 og 174, Oyndarfjørður

Umhvørvisstovan hevur sent umsókn um sundurbýti at matr. nr. 173 til samanlegging við matr. nr. 174 í Oyndarfirði.

Matr. Nr. 173, Oyndarfjørður, er sundurdeild í 6 smáar lutir, sum liggja spreiddir í Oyndarfirði. Tann luturin, sum skal leggjast afturat matr. nr. 174, er 377 m2 til støddar, og er størsti luturin av matr. nr. 173.

Sambært býarplaninum eru hesi bæði matr. nr., ætlanin er at leggja saman, B35-bústaðarøki.

Tekniska deild mælir til at viðmæla umsóknini.

-Byggi- & býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum frá teknisku deild.

-Býráðið samtykti at taka undir við tilmælinum frá Byggi- & býarskipanarnevndini.

 

121/25 Broyting av býarplani fyri øki niðanfyri Blikagøtu, matr. nr. 1a og 1b, Tofta bygd

Tekniska deild hevur gjørt uppskot til at broyta býarplanin fyri økið, har bústovnurin við Blikagøtu liggur, frá B1-bústaðarøki til C3-almenn endamál, og samstundis broyta part av F-alment fríøki til C3-øki.

Talan er um uml. 6.000 m2, sum verður broytt til C3-øki, harav uml. 1.400 m2 er F-frítíðarøki og restin er B1-bústaðarøki.

Hendan broytingin gevur møguleika fyri einum grundøki uppá uml. 3.000 m2 sunnanfyri bústovnin.

Hetta sama málið varð samtykt av býráðnum hin 26. januar 2023. Eftir almenna hoyring í 6 vikur, varð broytingin send Umhvørvismálaráðnum til endaliga góðkenning. Hin 03. oktober 2023 fekk kommunan boð frá Umhvørvismálaráðnum, at býarskipan landsins ikki viðmælti at broyta F-frítíðarøki til C3-øki. Kommunan valdi tá ikki at senda viðmerkingar til Umhvørvismálaráðið.

Økið, sum kommuna søkir um at broyta býarplanin fyri, liggur ímillum øki við nógvum brúkarum, sum Almannaverkið varðar av. Sunnanfyri hevur Bústaðir 16 íbúðir, har Almannaverkið ræður yvir helminginum og norðanfyri liggur Sambýlið á Blikagøtu, har 12 borgarar búgva.

Á sambýlinum Rúnarvegur, á Rúnarvegi 3 og 6, búgva 14 borgarar. Frá hesum sambýli er gongufrástøða eftir vegi gøtu umleið 300 m og eftir koyrivegi umleið 400 m til umtalaða øki, har Almannaverkið ynskir at byggja verkhús.

F-frítíðarøki gongur í dag frá Gerðisvegi niðan ímóti Blikagøtu, har parturin millum Gerðisveg og Leitisveg er rímuliga slættur, meðan parturin, sum kommunan ynskir at broyta, er brattur og illa gongdur.

Av tí Blikagøta er mark millum Runavíkar og Nes kommunu, kann F-frítíðarøki ikki halda fram eystureftir í framtíðini sum partur av býarskipanini hjá Runavíkar kommunu.

Tekniska deild mælir til at viðmæla hesa broyting.

-Byggi- & býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum.

-Býráðið samtykti at taka undir við tilmælinum frá Byggi- & býarskipanarnevndini.

 

122/25 Broyting av býarplani – víðkan av D4 øki á Glyvrum

Í sambandi við økta virksemi við havnalagi í Saltangará og Glyvrum, ynskir Runavíkar kommuna at víðka um D4-Vinnuøki til havnarendamál v.m. á Glyvrum.

Ætlanin er at økja um atløgubryggjuna, og gera møguleikar til at víðka um bátahylin á Glyvrum.

Økið sum kommunan ynskir at víðka D4-økið á Glyvrum við, er uml. 31.000 m2

Tekniska deild mælir til at D4-Vinnuøki til havnarendamál v.m. verður víðka við uml. 31.000 m2.

-Byggi- & býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum.

-Býráðið samtykti at taka undir við tilmælinum frá Byggi- & býarskipanarnevndini.

 

123/25 Umsókn um byggiloyvi á matr. nr. 44u, Glyvrar til bygning við 9 íbúðum

Runavíkar kommuna hevur móttikið umsókn um byggiloyvi á matr.nr. 44u, Glyvrar, til bygning við 9 íbúðum, deilt á tríggjar hæddir.

Bygningurin er fyrsta byggistig av tveimum ella trimum, og verða matr. nr 44u og matr. nr 27, løgd saman til eitt matrikkul. Umhvørvisstovan hevur fingið umsókn um samanlegging. Býráðið hevur viðmælt hesa umsókn um samanlegging.

Innkoyring verður frá Glyvravegi.

Økið B6, er í býarplaninum hjá Runavíkar kommunu lagt út til bústaðarbygging.

Økið kann, sambært byggisamtykt, fyri eitt náttúrligt avmarkað økið verða loyvt at byggja íbúðir.

Byggisamtyktin loyvir bygging í 2,5 hæddum. Íbúðarbyggingin er 9,34 m frá gólv til yvirkant á taki. Umsøkjarin hevur søkt um frávik frá hæddarmáti, og metir Tekniska deild, at sum bygningur er staðsettur í lendi, kemur hetta ikki at ávirka útsýni frá grannum omanfyri.

Nevndin má taka støðu til frávik í samband við bygningshædd.

Tað fyriliggja ongar berandi konstruktiónsútrokningar, og mugu hesar fyriliggja, áðrenn byggiloyvi kann útskrivast.

Bygningurin við svalum er staðsettur 5 m frá marki, og tá tað er so stórur hæddarmunur í lendinum, kunnu svalir føra við sær, at manglandi dagsljós er til bústaðareindina á 1. og 2. hædd á teimum sunnaru bústaðareindunum.

Umsøkjarin hevur í tekning rættað hetta til soleiðis, at vindeygu í kømurum á 1. og 2. hædd verða førd niður til gólv.

Sum umsøkjarin í umsókn vísir til, má betonggarður/stuðlamúrur gerast niðan í móti vollanum. Umsøkjarin hevur í umsókn viðmerkt, at hetta skal dimentionerast, og má útrokningargrundarlag fyriliggja, áðrenn endaligt byggiloyvi verður útskrivað.

Brunaráðgevi hevur ikki viðgjørt tilfar. Bygningurin er gjørdur úr betongelementum, so roknast kann við at brunaviðurskifti eru í lagi. Tó má váttan fáast til vega frá brunaráðgeva.

Tekniska deild letur upp til nevndina at taka støðu til hesi viðurskifti.

Viðgerða loyvi til bygging av 9 íbúðareindum á matr. nr. 44u á Glyvrum.

Taka støðu til umsókn um frávik í samband við bygningshædd.

Um nevndin loyvir at byggja íbúðir við frávik, geva Teknisku deild heimild at útskriva byggiloyvi tá:

·       góðkendar konstruktiónsútrokningar fyriliggja

·       útrokningargrundarlag fyriliggur fyri betonggarð/stuðlamúr

·       brunatekningar eru góðkendar frá brunaráðgeva

·       tilfar fyriliggur, at neyðugt dagsljós, sambært BK17, er til tær niðastu sunnastu íbúðirnar

-Byggi- & býarskipanarnevndin tók undir við umsóknini.

-Býráðið samtykti at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarkipanarnevndini.

 

124/25 Umhvørvisstovan sendir umsókn um marknaumskipan – millum matr.  nr. 62 og 74, Lamba

Umhvørvisstovan hevur sent umsókn um frábýti og samanlegging av matr. nr. 62, Lamba, til ummælis.

Søkt verður um at frábýta partin av matr. nr. 62, sum liggur norðanfyri Lambaveg burturav matr. nr. 62 Lambavegur 10, sunnanfyri Lambaveg.

Frábýtti luturin, sum er 40 m2 til víddar, verður síðan lagdur afturat ognini matr. nr. 74, Lambavegur 12 og 14.

Endamálið við hesum er, at umsøkjarin vil ogna sær lendi norðanfyri og eystanfyri frábýtta lutinum til eitt grundstykki, har hann vil byggja sær eitt sethús.

Tekniska deild mælir nevndini til at viðmæla umsóknini.

-Byggi- & býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum.

-Býráðið samtykti at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.