Býráðsfundur
Býráðslimir: Tórbjørn Jacobsen, Tóri Højgaard, Sigrun Jónsveinsdóttir, Jógvan Andersen, Arnfinn Langgaard, Petur Hansen, John Andersen, Bogi Hansen, Pauli Poulsen, Terje Beinar Vestergaard og Jóhan Vest
Varalimur: Kaja Joensen
Avboð: Terje Beinar Vestergaard
27/26 Útreiðsluneutralar eykajáttanir í FÆ 2026
Gjaldstovan boðar frá, at kontoskipanin viðvíkjandi limagjaldi til Kommunufelagið (KF, KAF, BVS og SSP) verður broytt, at stuðulin til Sprotan somuleiðis fær broytta uppseting í roknskaparuppsetingini.
Harafturat hevur Trivnaðarleiðarin í RK skotið upp, at broyta uppsetingina viðv. stuðuli til Heimavirkni, sum higartil hevur verið tikin av RS 552 «Mentanarstuðul»
Skotið upp at gera hesar broytingar:
Limagjaldið til Kommunufelagið verður broytt samsvarandi boðunum frá Gjaldstovuni. Játtanin er óbroytt.
Stuðulin til Sprotan fær nýtt rakstrarstað RS 480 «Stuðul til Sprotan» og játtanin, sum er avsett á RS 410 «Skúlar Felags», verður flutt á RS 480 (113 tkr).
Stuðulin til Heimavirkni verður fluttur á RS 568 «Stuðul til Heimavirkni» og játtan upp á 50 tkr. verður flutt frá RS 120 «Felags kommunalar útreiðslur» sum avgjørt á FÆ-arbeiðsdegi í Klasvík í oktober 2025.
-Fíggjarnevndin hevur einmælt tikið undir við uppskotinum um broytingar í uppsetingini á fíggjarætlanini.
-Býráðið hevur samtykt, við 1. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini.
-Býráðið hevur samtykt, við 2. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini.
28/26 Umsókn um samanlegging av matr. nr. 168b, 168c og 168n í Saltangará
Í august í 2025 varð søkt um loyvi til at samanleggja matr. nr. 168b, 168c og 168n í Saltangará, fyri at fáa møguleika til at byggja uppí verandi bygning á matr. nr. 168b, Heiðavegur 80.
Sambært býarplaninum var matr. nr. 168n, B4-bústaðarøki og matr. nr. 168b og 168c vóru A1-miðstaðarøki. Tí varð umsóknin ikki gingin á møti. Býarplanurin er nú broyttur soleiðis, at øll nevndu trý stykki nú eru A1-miðstaðarøki.
Tekniska deild mælir nú til at viðmæla umsóknini um nevndu samanlegging.
-Byggi- og býarskipanarnevndin tekur einmælt undir við tilmælinum.
-Býráðið hevur einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
29/26 Umsókn um byggiloyvi á matr.nr. 261i, Saltangará
Umsókn er komin frá eigarunum av matr. nr 261i, Undir Tinnukletti 13, Saltangará, um byggiloyvi ímóti grannamarki við undantaksloyvi.
Søkt verður um undantaksloyvi til at byggja ein garð ímóti grannamarki, sum hækkar upp til 2,9 m, soleiðis at ein rás kann gerast fram við markinum upp til stovuhæddina.
Málið er sent grannanum á matr. nr. 261k, Undir Tinnukletti 15, til hoyringar.
Allar aðrar treytir, sum nýtingarstig, hædd og frástøður frá mørkum eru í ordan.
Grannin hevur svarað uppá grannahoyringina, og viðmælir at umsóknin verður gingin á møti.
Tekniska deild mælir til, at umsóknin verður gingin á møti.
-Byggi- og býarskipanarnevndin tekur einmælt undir við tilmælinum.
-Býráðið hevur einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
30/26 Umsókn um samanlegging millum matr.nr. 21e, 27 og 44u á Glyvrum
Umsókn frá Sp/f MK ognir um samanlegging matr. nr. 44u, matr. nr. 27 og uml. 85 m2 av matr. nr. 21e, varð viðgjørd á býráðsfundi hin 27. november 2025.
Umsóknin var viðmælt, og kommunan sendi ummæli til Umhvørvisstovuna (US).
18. februar 2026 fær kommunan eitt skriv frá US, har biðið verður um nýggja viðgerð frá býráðnum av málinum við atliti til frávik.
Orsøkin til hetta var, at parturin av matr. nr. 27e, norðan fyri handilin á Langanesi, sum søkt verður um at leggja saman við matr. nr. 44u og matr. nr. 27, ikki er umfataður av byggisamtyktini. Matr. nr. 27e, er bert eitt svart hol á 86 m2 í býarplaninum.
Hesin feilur er helst hendur, tá ið býarplanurin varð gjørdur fyri umleið 20 árum síðani.
Tekniska deild mælir til at viðmæla umsóknini sum frávik frá býarplaninum.
-Byggi- og býarskipanarnevndin tekur einmælt undir við tilmælinum.
-Býráðið hevur einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
31/26 Umsókn um byggiloyvi til Á handilin, matr. nr. 52b á Glyvrum
Umsókn frá Henning Larsen um byggiloyvi til útbygging av byginginum vegna Á-handlinum, matr. nr. 52b, Glyvravegur 31, Glyvrar.
Byggingin snýr seg um, at leingja bygningin uml. 10 m norðureftir til fløskumóttøku, dur, skrivstovu og kunda- og starvsfólkavesi. Verandi handil verður samstundis broyttur, soleiðis at verandi goymsla verður tikin uppí handilsrúmið. Á Vestursíðini á bygninginum verður bygt eitt trapputorn við lyftu millum handilshædd og kjallara, har goymsla og starvsfólkarúm verða, og trappur frá kjallara til loftsrúm.
Eisini verður vart, yvirdekkað útiøki eystan- og norðanfyri á handilsbygninginum.
Bygningurin er staðsettur í A1 miðstaðarøkið.
Handilsbygningurin liggur á byggilinjuni, 15 m frá vegmiðju á landsvegnum. Varda yvirdekkaða útiøkið eystanfyri liggur tí innanfyri byggilinjuna.
Avtala er gjørd við Landsverk við ávísum treytum at byggja innanfyri landsvegalinjuna.
Somuleiðis er samskifti við Landsverk, Runavíkar kommunu og umsøkjara um skipan av inn- og útkoyringum til økið.
Enn manglar nakað fyri endaligt at geva byggiloyvi. Tekniska deild mælir til, at deildin fær heimild at útskriva byggiloyvi, tá tilfarið er nøktandi í sambandi við byggisamtykt, brunaviðurskifti og samskifti við Landsverk.
-Byggi- og býarskipanarnevndin tekur einmælt undir við tilmælinum.
-Býráðið hevur samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
32/26 Umsókn um samanlegging av matr. nr. 215a og 215b, Sýnarvegur, Skála
Umhvørvisstovan sendir umsókn um samanlegging av matr. nr. 215a og 215b, Skála, ávikavist 816 m2 og 406 m2 til støddar.
Matriklarnir liggja báðir í bústaðarøkið B sambært býarplaninum hjá Runavíkar kommunu.
Báðar ognirnar, matr. nr. 215a og 215b, Skála, eru tinglýstar til Ívf Sýnarvegur 4.
Tekniska deild mælir til at viðmæla umsóknini.
-Byggi- og býarskipanarnevndin tekur einmælt undir við tilmælinum.
-Býráðið hevur einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
33/26 Umhvørvisstovan sendir umsókn um sundurbýti at matr.nr. 252p Saltangará til eigaraíbúðir til ummælis
Umhvørvisstovuni (US) sendir umsókn um sundurbýti av matr. nr. 252p, Leitisvegur 70 í Saltangará.
Á býráðsfundi hin 30. januar 2025 varð samtykt at góðkenna byggiætlan til 6 íbúðir á matr. nr. 252p, Leitisvegur 70 í Saltangará.
Í sambandi við sundurbýti krevur US, at kommunan skal brunagóðkenna bygningin, sum skal sundurbýtast til eigaraíbúðir.
Tvey fólk frá teknisku deild hava verið á staðnum og kannað bygningin.
Bygningurin er gjørdur úr betong. Útveggir, veggir millum íbúðir, hæddarskil og tak er úr betong. Rýmingarleiðir og bjargingarop frá búrúmum er í ordan.
Íbúðirnar vóru ikki lidnar innan. Tí vóru roykvarnarar ikki uppsettir, og gjøgnumføringar til leiðingar millum íbúðirnar var ikki liðugt.
Tekniska deild mælir til at viðmæla sundurbýti av bygningi á matr. nr. 252p, Glyvra bygd, til eigaraíbúðir.
-Byggi- og býarskipanarnevndin tekur einmælt undir við tilmælinum.
-Býráðið hevur einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
34/26 Víðkan av vatngoymslu í Lamba
Tørvurin á vatni til húsarhald og vinnu veksur alsamt. Svimmjihøllin, útstykking í Leitinum, vinnu- og íbúðarbygging á havnarlagnum fram við Rókakei v.m.
Staðfest er, at nógv vatn kemur til reinsiverkið í Lamba, men grundað á manglandi vatngoymslu, rennur nógv vatn burtur, og er hetta serliga ein trupulleiki á sumri og á vetri við frosti.
Møguleiki er at vaksa um goymsluna av vatni við at byggja fleiri tangar.
Í hesum sambandi er kannað hvar skilabest er at byggja út. Metingin er, at sum tað fyrsta eigur ein brunnur at verða gjørdur vestanfyri verandi brunnar í Lamba.
Síðani kunnu verandi brunnar setast í stand, og leiðingarnar í lendinum endurnýggjast og umleggjast, soleiðis at ein brunnur eisini kann gerast millum verandi brunnar og reinsiverkið.
Møguligt er at byrja beinanvegin at gera støðið til brunnin vestanfyri.
Verkætlanartilfar er gjørt fyri lendisarbeiði, og er hetta mett til áleið 1,75 mill. kr.
Tekniska deild mælir til at byrja hesa útbygging, og at bjóða arbeiðið út at gera lendi til vestara brunnin og finna fígging til hetta byggistig í ár, og halda fram við at gera nýggjan brunn komandi ár.
-Byggi- og býarskipanarnevndin tekur einmælt undir við tilmælinum.
-Tøkni- og umhvørvisnevndin tekur einmælt undir við tilmælinum.
-Býráðið hevur einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini og Tøkni- og umhvørvisnevndini.
35/26 Ruddingardagur
Skotið verður upp at leggja ruddingardagin í ár 16. ella 30. mai.
Í Funningi og Elduvík er tað siður at rudda, tá ið seyðurin er farin av bønum um hálvan mai. Hetta fyri at taka lesull.
Í fjør var var roynt at heita fólk í Runavík, Saltangará og Glyvum um at burturbeina skøru í sambandi við ruddingadagin. Hetta er tí at minni rusk enn áður sløðist í teimum bygdunum, og skøran framvegis er í stórum vøkstri.
Royndin at seta týning av skøru og ruddingardag saman bleiv væl móttikið av teimum sum vóru við á ruddingardegnum, og harafturat vakti áheitanin positivan ans á sosialum miðlum.
Tekniska deild mælir til at útbreiða áheitanina um skørutýning á ruddingardegnum til allar bygdirnar. Avskurðurin frá skøru skal brennast og verður tí burturbeindur saman ruskinum.
-Tøkni- og umhvørvisdeildin er samd um at talan skal vera um eina ruddingarviku, har man heitir á skúlar, stovnar, ítróttarfeløg og vinnufyritøkur um at luttaka, og at ruddingarvikan verður í viku 22. Smærru bygdirnar gera sjálvar av, nær skipað verður fyri ruddingardegi.
-Býráðið hevur einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum frá Tøkni- og umhvørvisnevndini.
36/26 Umsókn um Mentanarstuðul, Ljósmøðrafelag Føroya
Ljósmøðrafelag Føroya søkir um mentanarstuðul til bókaútgávu um føroyskar ljósmøður í søgu og samtíð.
Søga teirra finnst ikki í savnaðum verki áður. Søgan um tær kvinnur, ið góvu okkum øllum byrjanina til lívið, er týðandi partur av Føroya søgu.
Bókin kemur út á 20 ára degnum hjá Ljósmøðrafelag Føroya sum sjálvstøðugt felag 1. juni 2025.
-Mentanarnevndin samtykti at játta 25.000 kr í stuðli, sum verður útgoldin, tá bókin er útkomin.
-Býráðið hevur einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.
37/26 Umsókn um stuðul til ráðstevnu í Løkshøll viðv. aktivari deyðshjálp
Vegna Etiska Ráðið, Sjúkrarøktaretiska Ráðið og siðfrøðinevndina hjá felagnum Føroyskir Sálarfrøðingar, søkir Ingun Gaardbo um stuðul til ráðstevnu í Løkshøll um virkna deyðshjálp.
Søkt verður um 9.000 kr.
Hetta er til leigu av Løkshøll (+ kantinuna) umframt kaffi og einnýtisbúnað.
Ráðstevnan er 22. apríl, og liggur tískil í Mentanarvikuni.
Yvirskipaði spurningurin til ráðstevnuna er: Hvørji atlit hava týdning, tá støða skal takast til, um virkin deyðshjálp eigur at gerast ein møguleiki í Føroyum.
Ráðstevnan er ókeypis.
Restin av ráðstevnuni er fíggjað av luttakandi feløgunum.
-Mentanarnevndin samtykti einmælt at játta 5.000 kr í stuðli.
-Býráðið hevur einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.
38/26 Nýggjar meginereglur fyri stuðul til námsferðir
Mentanarnevndin hevur heitt á umsitingina, um at dagføra meginreglurnar fyri stuðul til námsferðir.
Í stuttum er verandi leistur:
1. Stuðulsarbeiði – serliga ætlað flokkum úr fólkaskúlanum, skótum, ítróttarliðum v.m, har hesi gera eitt arbeiði fyri kommununa afturfyri eina stuðulsupphædd.
2. Reinur stuðlur til
• lesandi á miðnámi: kr. 500,- pr lesandi úr kommununi, max 5.000,- pr flokk.
• hægri lesandi: kr. 1.000 pr lesandi úr kommununi, max 5.000,- pr. flokk.
3. Annað
Mælt verður nú til, at stk. 2 verður strikað. Tað merkir, at kommunan ikki longur stuðlar námsferðum uttan nakað afturfyri. Miðnámsnæmingar og hægri lesandi vera tó skoytt uppí stk. 1, og kunnu tey hendan vegin bjóða seg fram til at gera eitt arbeiði fyri kommununa afturfyri stuðul á jøvnum føti við hini nevndu í stk.1.
Trivnaðardeildin mælir til at strika stk. 2.
-Mentanarnevndin samtykti einmælt at strika stk. 2 í meginreglunum fyri námsferðir.
-Býráðið hevur einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.
39/26 Reglugerð fyri útlutan av serstøkum ítróttarstuðli
Í kjalarvørrinum av fleiri umsóknum um stuðul til ferðir hjá ítróttarliðum, hevur Ítróttarnevndin heitt á umsitingina um at gera eina greiða mannagongd og reglugerð fyri slíkum umsóknum.
Skotið verður upp, at tann upphædd á RS-550, sum ikki verður latin sum vanligur ítróttarstuðul, kann latast sum serstakur ítróttarstuðul eftir hesum leisti:
1) Søkjast kann um stuðul til heilt serstøk endamál, sum til dømis:
· Luttøka í altjóða kappingum á høgum stigi: HM, EM, OL, OyL o.l.
· Serstakar og/ella nýskapandi verkætlanir.
2) Serstakur ítróttarstuðul er ætlaður
· ítróttarfeløgum í Runavíkar kommunu
· íðkarum úr Runavíkar kommunu.
3) Stuðul eftir hesum meginreglum kann latast, so leingi fígging er tøk.
4) Søkjast skal í góðari tíð áðrenn kappingin ella verkætlanin byrjar. Tað ber ikki til at søkja fyri kappingar/verkætlanir, sum eru lidnar.
Ítøkiliga merkir hendan reglugerð, at umsóknir um stuðul í samband við ferðir ikki longur verða gingnar á møti á sama hátt sum áður, uttan so, at tað er til serstakt endamál og/ella kappingar á høgum stigi. Regional kappingar v.m. vera ikki mettar sum slíkar.
Við hesum ber til hjá íðkarum úr kommununi, sum t.d. íðka elituítrótt aðrastaðni, at søkja stuðul.
Somuleiðis kann vísast á, at feløgini í kommununi fáa ítróttarstuðul eftir vanliga leistinum til at reka feløgini.
Ítróttarfeløg/lið v.m. kunnu tó framvegis søkja kommununa um stuðulsarbeiði, uttan at tað ávirkar ítróttarstuðulin.
Puljan til Serstaka ítróttarstuðulin fyrisetur, at Ítróttarnevndin ikki lutar alt á RS-550 út sum vanligan ítróttarstuðul, men at ein smærri upphædd verður oyramerkt til serstaka ítróttarstuðulin.
Trivnaðardeildin mælir til at samtykkja reglugerðina fyri Serstakan Ítróttarstuðul.
-Ítróttarnevndin samtykti einmælt at taka undir við tilmælinum.
-Býráðið hevur einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum frá Ítróttarnevndini.