Býráðsfundur
Býráðsfundur - 29. januar 2026 - kl. 17:00
Býráðslimir: Tórbjørn Jacobsen, Tóri Højgaard, Sigrun Jónsveinsdóttir, Jógvan Andersen, Arnfinn Langgaard, Petur Hansen, John Andersen, Bogi Hansen, Pauli Poulsen, Terje Beinar Vestergaard og Jóhan Vest
Avboð: Bogi Hansen, Pauli Poulsen
1/26 Valstýrir og valnevnd býráðssetuna frá 1. Januar 2025
Valstýri og kommunal valnevnd skulu veljast av nýggjum aftaná hvørt býráðsval, og sita tey valskeiðið út. Býráðið tók undir við uppskotinum um val av nevndar- og stýrislimum í kommunalu valnevndina og tey 7 valstýrini í kommununi á fundi 27. november 2025. Tá ein valstýrislimur ikki tók við afturvali, var neyðugt at velja nýggjan lim í staðin fyri.
- Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum.
- Býráðið samtykti at taka undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini.
2/26 Umsókn um uppískoytisstykki til matr. nr. 197 í Saltangará
Samkoman Berøa søkir um at keypa eitt uml. 140 m2 stórt uppískoytisstykki til samanlegging við matr. nr. 197 Glyvra bygd.
Umhvørvisstovan boðar frá, at ein partur av uppískoytistykkinum sambært býrarplaninum liggur í øðrum øki, men at tey góðtaka, at kommunan við undantaksloyvi samtykkir, at uppískoytisstykki verður lagt saman við matr. nr. 197.
Tekniska deild mælir til, við undantaksloyvi, at viðmæla frábýti av uml. 140 m2 burturav parti av matr. nr. 219a og parti av matr. nr. 176d, at leggja saman við matr. nr. 197, hjá Berøa í Saltangará.
- Byggi- og býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum
- Býráðið samtykti at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
3/26 Umsókn um byggiloyvi til tvíhús á matr. nr. 189ao, Saltangará
Eigarin av matr. nr. 189ao, Saltangará søkir um byggiloyvi til tvíhús á ognini. Útstykkingarætlanin fyri øki er gjørd í umleið 1978, og loyvir einum sethúsi á hvørjum stykki. Hetta er einasta óbygda stykki í økinum, og onki av bygdu húsunum er tvíhús.
Tað er ikki loyvt at byggja tvíhús í økinum, og tí mælir tekniska deild frá at ganga umsóknini á møti.
- Byggi- og býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum.
- Tóri Højgaard og Terje Beinar Vestergaard settu fram broytingaruppskot um at niðurstøðan er soljóðandi: Býráðið samtykkir at taka undir við tilmælinum frá byggi- og býarskipanarnevndini, við tí viðmerking, nevndin verður biðin um at viðgera spurningum, um reglurnar fyri bygging í Grannatúni skulu broytast.
- Býráðið samtyki einmælt broytingaruppskotið.
4/26 SEV søkir um byggiloyvi til trafostøð í Funningi
SEV hevur sent kommununi umsókn um bygging av trafostøð á Funningsvegnum til streym til fóðurflaka hjá Bakkafrost í Funningsfirði.
Støðin skal standa oman ímóti fjøruni við Nýggjaberg, uml. 950 m frá Funningi.
Transformarastøðin verður gjørd úr betongi og bygd inn í lendi soleiðis, at hon ikki sæst frá vegnum.
Umsóknin er send til friðingarnevndina fyri Eysturoyar sýslu, sum hevur góðkent ætlanina. Yvirfriðingarnevndin hevur staðfest avgerðina hjá friðingarnevndini, sum síðani hevur ligið frammi til hoyringar. Ongin klaga var móttikin, tá kærufreistin fór.
Tekniska deild mælir til at ganga umsóknini um byggiloyvi á møti.
- Byggi- og býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum.
- Býráðið samtykti einmælt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- & býarskipanarnevndini.
5/26 Fimleikalið søkir um fíggjarligan stuðul til kapping í Danmark
Fimleikaliðið Lilja hjá Støkk søkir um stuðul í sambandi við kapping í Danmark í vár.
Genturnar á liðinum eru 11-13 ára gamlar, og á liðinum eru tríggjar úr Runavíkar kommunu.
Tvær umsóknir eru komnar inn frá hesum liði. Fyrra søkir um stuðul vegna tær tríggjar genturnar úr kommununi, meðan seinna umsóknin biður um óásettan stuðul afturfyri fimleikaframsýningar á ellisheiminum og dagtilhaldinum. Umsitingin hevur verið í samband við nevndina í Støkk um, at tvær umsóknir eru komnar inn um sama lið, og heitt á tey um at samskipa stuðulsumsóknir frá felagnum betri.
Siðvenja er at stuðla liðum við 1.000 kr. pr. luttakandi úr kommununi, og mælir trivnaðardeildin til at stuðla eftir hesum leisti.
- Ítróttarnavndin samtykti ikki at játta stuðulin. Víst verður til, at ítróttarstuðulin er ætlaður m.a. hesum endamálum.
- Arnfinn Langgaard setti fram uppskot um at málið skal beinast aftur í nevnd, og at umsitingin skal gera uppskot til reglugerð fyri útlutan av stuðli.
- Býráðið samtykti uppskotið við seks atkvøðum fyri og trimum ímóti.
6/26 Umsókn um stuðul til kappingar í Danmark og Lettlandi
Taekwondofelagið, Hwarang Føroyar, søkir um stuðul í til kappingar uttanlands. Fimm av luttakarunum eru úr Runavíkar kommunu.
Siðvenja er at stuðla liðum við 1.000 kr. pr. luttakandi úr kommununi, og mælir trivnaðardeildin til at stuðla eftir hesum leisti.
- Ítróttarnavndin samtykti ikki at játta stuðulin. Víst verður til, at ítróttarstuðulin er ætlaður m.a. hesum endamálum.
- Arnfinn Langgaard setti fram uppskot um at málið skal beinast aftur í nevnd, og at umsitingin skal gera uppskot til reglugerð fyri útlutan av stuðli.
- Býráðið samtykti uppskotið við seks atkvøðum fyri og trimum ímóti.
7/26 Styrkifelagið Trúheimir søkir stuðul
Styrkilyftifelagið Trúheimir varð stovnað í fjør. Frá at vera fýra stovnandi limir eru nú níggju limir í felagnum, bæði yngri og eldri.
Felagið hevur sínar venjingar í Fysiogym, men ein avbjóðing er, at tey mangla vektplátur tá fleiri venja í senn.
Tí søkja tey um stuðul til keyp av eyka vektplátum fyri at betra um karmarnar til bæði venjing og kapping.
Felagið hevur ikki fingið, ella søkt um ítróttarstuðul frá Runavíkar kommunu, men er kunnað um møguleikarnar og treytirnar fyri hesum.
- Ítróttarnevndin samtykti ikki at játta stuðulin, og at vísa teimum til at søkja árliga ítróttarstuðulin frá kommununi.
- Býráðið samtykti einmælt at taka undir við tilmælinum frá Ítróttarnevndini.
8/26 Hitt á Glyvrum 2026
Fyrireikararnir av Hitt á Glyvrum søkja um kr. 40.000,- til Hitt á Glyvrum í 2026 og um aðrar kr. 40.000,- í 2027, tá tiltakið verður á Skála.
Hitt-tiltakið var fyrstu ferð fyriskipað í 2024 og er ætlað at vera eitt fólksligt og atkomuligt mentanartilboð. Tiltakið er grundað á sjálvbodna arbeiðsorku, har hús í grannaløgum bjóða inn til konsertir.
Fyrireikararnir siga seg ikki vilja leita sær stuðul frá fyritøkum. Hetta er fyri at varðveita tiltakið fólksligt og ókommersielt. Tað merkir so, at einastu inntøkurnar til tiltakið eru frá atgongumerkjasølu umframt stuðulin frá kommununi. Soleiðis sum fíggjarætlanin er sett saman, hevði tiltakið ikki malið runt uttan kommunalan stuðul.
Hóast søkt verður um stuðul til tvey fylgjandi ár, er talan í roynd og veru um tvey ymisk tiltøk við tveimum ymiskum fyrireikarum. Til tiltakið í 2026 er tað sami hópur av fyriskiparum sum í fjør. Í 2027 er tað Trivnaðarfelagið Sæla á Skála, sum skipar fyri.
Runavíkar kommuna hevur stuðlaði Hitt á Glyvrum tey bæði árini tað hevur verið - í 2024 og 2025.
Talan er um eitt tiltak, sum tykist hava fingið luft undir veingirnar á Glyvrum, og sum stigtakararnir nú vilja skal flyta runt í kommununi.
Fíggjarætlanin til bæði tiltøkini er framskriving frá Hitt á Glyvrum 2025. Við at Hitt á Skála 2027 framvegis liggur meira enn eitt ár frammi í tíðini, eru óvissur um kostnaðurin heldur til ta tíð. Haraftrat eru nýggir vertir, staðseting v.m.
Tá ið fyrireikararnir ikki vilja leita sær privata fígging, er ilt at ímynda sær, at tey venda sær til annan enn kommununa, um tað vísir seg at framskrivaðað fíggjarætlanin ikki heldur.
Tað kann tískil tala fyri at útseta avgerðina v.v. 2027 til antin seinni í ár ella fyrst í næsta ár.
Hinvegin er tað ein fyrimunur um fyrireikararnir tíðliga vita, hvussu støðan er við stuðlinum frá kommununi.
Tí kann ein leistur vera, at stuðulin til tiltakið í 2026 verður játtaður, og at tilsøgn verður givin um at umsóknin fyri 2027 verður viðgjørd seinni í ár, tá tiltakið í 2026 er eftirmett og fyrireikingarnar til 2027 eru farnar í gongd, og mælir Trivnaðardeildin til at brúka hendan leistin.
- Mentanarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðardeildini.
- Býráðið samtykti einmælt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.
9/26 Umsókn um stuðul til FMA 2026
Tónleikasamband Føroya søkir um fíggjarligan stuðul í samband við FMA – Faroese Music Awards.
FMA verður hildið í Norðurlandahúsinum 6. mars, og Kringvarp Føroya sendir beinleiðis í sjónvarpinum frá tiltakinum.
Fyriskipararnir skjóta upp tríggjar ymiskar stuðulspakkar:
Gullpakki: kr. 50.000
Silvurpakki: kr. 30.000
Bronsupakki: kr. 10.000-25.000.
Í fjør var tiltakið í Varpinum í Klaksvík. Tá stuðlaði Runavíkar kommuna við silvurpakkanum, kr. 30.000. Haraftrat bjóðaði Runavíkar kommuna seg fram til at hýsa tiltakinum í ár í Løkshøll. Hetta bleiv tó av ongum og Tónleikasamband Føroya gjørdi avtalu við Tórshavnar kommunu um at hýsa tiltakinum næstu 3 árini.
- Ein minniluti í Mentanarnevndini mælir býráðnum til at stuðla við 10.000 kr. Ein minniluti mælir býráðnum til ikki at stuðla tiltakinum.
- Býráðið samtykti við seks atkvøðum fyri og trimum ímóti at atkvøða fyri minnilutauppskotinum um ikki at stuðla tiltakinum.
- Býráðið samtykti við seks atkvøðum fyri og trimum ímóti uppskotið soleiðis broytt.
10/26 Umsókn um mentanarstuðul, Det Ferosche Compagnie
Det Ferosche Compagnie søkir um mentanarstuðul til filmsverkætlanina BIRITA.
Filmurin BIRITA (arbeiðsheiti: A Fool’s Tale) hevur verið í framleiðslu síðani 2022 og er nú farin inn í eftirframleiðslufasuna. Filmurin er í klippifasuni undir leiðslu av Ricardo Acosta, eini Emmy-nomineraðum kanadiskum/latinamerikanskum klippara, sum hevur arbeitt við filmum sum The Silence of Others, Herman’s House og fleiri festival-vinnarum.
Framleiðararnir hava harumframt knýtt Mark Steele (USA) til verkætlanina sum amerikanskan framleiðara. Hann hevur starvast í New York við altjóða filmum og hevur serligan førleika innan festivalstrategi og útbreiðslu í USA. Við honum umborð verður filmurin málrættaður eftir amerikanska marknaðinum og altjóða festivalum.
Tónleikurin til BIRITA er komponeraður av Bill Frisell, ein av mest viðurkendu jazz gitaristunum í USA.
Eftirframleiðslan verður gjørd í samstarvi við Skyline Finishing í New York.
Stuðulin, søkt verður um, fer beinleiðis til at tryggja, at filmurin verður liðugur og klárur til altjóða premieru á Sundance Film Festival 2026.
Verkætlanin hevur onki beinleiðis tilknýti til Runavíkar kommunu, men ynskir umsøkjarin at knýta verkætlanina til kommununa við at hava frumsýning í Løkshøll.
Mentanarsamskiparin hjá Runavíkar kommunu vísir á, at talan eru eina sera ambitiøsa verkætlan við dugnaligum fólki úr Føroyum og at verkætlanin hevur tilknýti til altjóða viðurkend fólk innan filmsframleiðslu og tónleik á høgum professionellum stigi. Mett verður, at tað hevði verið sera áhugavert at fingið eina frumsýning av einari slíkari stórari filmsverkætlan til Løkshøll.
- Mentanarnevndin mælir býráðnum til at játta 100.000 kr. til verkætlanina, treytað av at frumframsýningin av filminum verður í Løkshøll. Stuðulin verður útgoldin tá verkætlanin er liðug.
- Býráðið samtykti við seks atkvøðum fyri og trimum ímóti at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.
11/26 Stuðul til klassiska tónleikaútgávu
Hvørjum angar rúmdin av? Er eitt framhald av tónleikaligum samstarvi, har Kári Jacobsen skrivar løg fyri klaver og solo sopran til yrkingar hjá Urd Johannesen.
Tey søkja um stuðul til upptøkur av fimm nýggjum sangum, skrivaðir í Lieder siðvenjuni. Hetta er ein vælkend grein innan lættari klassiskan tónleik, har løg vera gjørd til solo sang við klaverfylgispæli, so orð og tónar renna saman.
Fýra sangir vóru útgivnir við ávikavist løgum og yrkingum hjá Kára Jacobsen og Urd Johannesen í 2022. Tá var Birita Poulsen sangsolistur. Hesuferð er Hanne Marit Mordal Iversen sangsolistur.
Sangirnir verða upptiknir í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla um miðjan januar.
Verkætlanin kostar kr. 65.000 og fíggingartørvurin er kr. 25.000.
- Ein meiriluti í mentanarnevndini mælir býráðnum til at játta 15.000 kr. í stuðli til verkætlanina. Ein minniluti í mentanarnevndini mælir býráðnum til at játta 10.000 kr. í stuðli til verkætlanina.
- Býráðið samtykti við seks atkvøðum fyri og trimum ímóti at taka undir við tilmælinum frá einum meiriluta í Mentanarnevndini og stuðla við 15.000 kr.