Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 25. november 2021 - kl. 17:00

Býráðslimir: Tórbjørn Jacobsen, Kaja Joensen, Tóri Højgaard, Pauli Poulsen, Sonni L. Petersen, Terje B. Vestergaard, Jonnhild Reynholdsdóttir, Sæunn Ó. Hansen, Jonhard Danielsen, Petur Hansen og Elin Klein Joensen.

 

127/21: Fíggjarætlanin fyri 2022 - Fíggjarkarmurin

128/21:  2. viðgerð av fíggjarætlanini hjá Runavíkar kommunu fyri 2022

Fíggjarnevndin mælir til at tillaga fíggjarkarmin fyri 2022 til 242 mió. kr. í mun til 236 mió. kr., sum varð samtykt á býráðsfundi 2/9-2021.

Mælt verður til at samtykkja uppskotið til fíggjarætlan fyri 2022, sum javnvigar við 242 mió. kr.

Inntøkur:

Persóns-, partafelagsskattir                                   202 mió. kr.

Eftirlønarskattur og og DIS/FAS                               40 mió. kr.

Útreiðslur:

Rakstur                                                                 74,7 mió. kr.

Íløgur                                                                    55,0 mió. kr.

Rentur (rentuútr. 2,5 og rentustuðul 2,5                 5,0 mió. kr.

Avlop           (avdráttir)                                           7,3 mió. kr.

-Býráðið hevur á fundi 4/11-2021, við 1. viðgerð, samtykt at taka undir við uppskotinum til fíggjarætlan fyri 2022 við einum skattaprosenti uppá 21,5% og barnafrádrátti uppá 8.000 kr.

-Býráðið hevur á fundi 25/11-2021, við 2. viðgerð, samtykt at taka undir við uppskotinum til fíggjarætlan fyri 2022 við einum skattaprosenti uppá 21,5% og barnafrádrátti uppá 8.000 kr.

 

129/21: 2. viðgerð av eykajáttan til umbygging av Roðanum (íløga)

Roðin hevur boðað frá, at írestandi parturin hjá Runavíkar kommunu fyri umbygging og svimjihyl er 2,8 mió. kr.

Býtið er roknað eftir nýggja leistinum, har grundarlagið er samlaða fólkatalið í kommununum.

Býtið viðvíkjandi rakstrinum er eftir fólkatalinum 67+ ár

-Fíggjarnevndin mælir til eina eykajáttan til Roðan uppá 2,8 mió. kr.

-Býráðið hevur á fundi 4/11-2021, við 1. viðgerð, samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

-Býráðið hevur á fundi 25/11-2021, við 2. viðgerð, samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

130/21: 2. viðgerð av útreiðsluneutralum eykajáttanum fyri 2020

Talan er samlað um 14,33 mió. kr. av útreiðsluneutralum flytingum millum hesi rakstrarstøð: Grótflutningur EST 6,5 mió., Gula Smiðja 5,0 mió., Vatnverk í Funningsfirði 1,0 mió., Høgabólsbryggjan framhald 1,3 mió., Fjøruvegur 0,4 mió. og Fornminni (gl. Skúli á Glyvrum) 130t kr. , sum verður flutt frá óbrúktum játtanum: Umv., Miðbýur, Spillivatn, Vegir & Øki 6,5 mió., Útstykkingar 5,0 mió. Miðbýarætlan 1,0 mió., Rampa 1,3 mió., Spælipláss 0,4 mió. og Glyvra strond 130t kr.

-Fíggjarnevndin mælir til at flyta 14,3 mió. millum konti av omanfyri nevndu játtanum, sum útreiðsluneutralar eykajáttanir.

-Býráðið hevur á fundi 4/11-2021, við 1. viðgerð, samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

-Býráðið hevur á fundi 25/11-2021, við 2. viðgerð, samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

131/21: 2. viðgerð av eykajáttan til íløgur 2021

Tørvur er á eykajáttan 11,250 mió. kr. til hesi arbeiði, tað sum eftir er av 2021.

Kirkjugarður (Glyvrar) 0,5 mió., Gøta í Skálafirði 0,5 mió., Svimjihøll 0,8 mió., Bakkabryggjan 6,0 mió., Vatn av Skála 1,7 mió., Grót-dosing 1,5 mió. og Gøta Lamba/Glyvrar 250t kr.

-Fíggjarnevndin mælir til at veita eykajáttan áljóðandi 11,250 mió. kr., sum verður fíggjað úr gjaldførinum.

-Býráðið hevur á fundi 4/11-2021, við 1. viðgerð, samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

-Býráðið hevur á fundi 25/11-2021, við 2. viðgerð, samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

132/21: 2. viðgerð av eykajáttan til uppfylling til tangagoymslu í Søldarfirði

Avtala millum EFFO og Runavíkar kommunu um uppfylling við Oljugoymsluna í Søldarfirði, sum er samtykt á býráðsfundi 30/9-2021.

Kostnaður fyri uppfylling, planering, verjugrót og leiðingar er uml. 700.000 kr.

-Fíggjarnevndin mælir til at upphæddin verður tikin við í endauppgerðina fyri grótkeyp og -flutning, sum, sambært gjaldsavtalu við Eysturoyar- & Sandoyartunlar, sum fellur til gjaldingar primo 2023.

-Býráðið hevur á fundi 4/11-2021, við 1. viðgerð, samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

-Býráðið hevur á fundi 25/11-2021, við 2. viðgerð, samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

133/21: 2. viðgerð av eykajáttan til útfylling norðanfyri bátahylin í Søldarfirði.

Stórur áhugi er fyri vinnuøkjum í kommununi og á økinum sunnan fyri verandi havnarlag í Søldarfirði er góður møguleiki at víðka vinnuøkið við uml. 3.400 m2

Kostnaður fyri uppfylling, planering, verjugrót og leiðingar er uml. 530.000 kr

-Fíggjarnevndin mælir til, at upphæddin verður tikin við í endauppgerðina fyri grótkeyp og -flutning, sum, sambært gjaldsavtalu við Eysturoyar- & Sandoyartunlar, sum fellur til gjaldingar primo 2023.

Kostnaður fyri uppfylling, planering, verjugrót og leiðingar er uml. 500.000 kr

-Fíggjarnevndin mælir til, at veitt verður ein eykajáttan uppá 50.000 kr. verður veitt til arbeiðið í 2021.

-Býráðið hevur á fundi 4/11-2021, við 1. viðgerð, samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

-Býráðið hevur á fundi 25/11-2021, við 2. viðgerð, samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

134/21: 2. viðgerð av eykajáttan til uppfylling millum Rókakajina og Æðuskerini í Runavík.

Í samband við miðbýarætlanina fyri Runavíkar kommunu er ætlan at fylla út framvið Fjøruvegnum við bygningarnar hjá Borg og Mest í Runavík.

Kostnaður fyri uppfylling, planering, verjugrót og leiðingar er uml. 500.000 kr

-Fíggjarnevndin mælir til, at veitt verður ein eykajáttan uppá 50.000 kr til arbeiðið í ár.

-Býráðið hevur á fundi 4/11-2021, við 1. viðgerð, samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

-Býráðið hevur á fundi 25/11-2021, við 2. viðgerð, samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

135/21: 2. viðgerð av eykajáttan til asfaltering á Pierinum í Saltangará

Bryggjuplátan á Pierinum í Saltangará er so illa farin, at ábøtur mugu gerast.

Mettur kostnaður fyri asfaltering v.m. er uml. 180.000 kr.

-Vinnu- og havnarnevndin og fíggjarnevndin mæla til at veita eykajáttan uppá 180.000 kr. til arbeiðið.

-Býráðið hevur á fundi 4/11-2021, við 1. viðgerð, samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og fíggjarnevndini.

-Býráðið hevur á fundi 25/11-2021, við 2. viðgerð, samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

136/21: Umsókn um uppískoytisstykki í Oyndarfirði

Búnaðarstovan sendir umsókn um uppískoytisstykki av festinum matr. nr. 7a og 13a til matr. nr. 81 í Oyndarfirði

Søkt verður um, at ávikavist 430 m2 og 200 m2 verða frábýtt festinum og lagt afturat matr. nr. 81, sum er 142 m2 til støddar.

Tekniska deild viðmælir sølu av 200 m2 burturav 7a og 13a, men ikki av ovara stykkinum, sum kemur niðan undir vegin Norðuri í Bø, tí tað kann verða óheppið, um lendi í framtíðini skal brúkast til útstykking.

-Byggi- og býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 25/11-2021 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

137/21 Elbilafelagið

Elbilafelagið heitir á kommununa um at gera umstøður hjá elbilum betri og broyta byggisamtyktina soleiðis, at tað verður eitt krav at seta løðistøðir upp til elbilar í samband við útstykkingar.

-Tøkni- og umhvørvisstøðin tekur ikki undir við, at løðistøðir verða partur av kommunalari útstykking, men mælir til, at hugskotið verður tikið til viðgerðar sum eitt møguligt ískoyti til byggisamtyktina, tá hon verður endurskoðað.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir frá at broyta byggisamtyktina í samband við løðistøðir í kommunalum útstykkingum.

-Býráðið hevur á fundi 25/11-2021 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini

 

138/21 Umsókn um ískoyti til umhvørvisgóðkenning í Oyndarfjørður

Umhvørvisstovan hevur sent kommununi uppskot til ískoyti til umhvørvisgóðkenning í samband við sum umfatar alivirksemi hjá MOWI í Oyndarfirði, til hoyringar.

Aling hevur verið á Oyndarfirði í nógv ár og kanningar seinastu framleiðsluumførini hava víst, at verandi aliøki er ávirkað av alingini og serlig á vestara økinum og innarlaga á eystara økinum, kann tað taka langa tíð áðrenn botnviðurskiftini koma aftur í góða støðu. Umhvørvisstovan metir, at tað kann bøta um dálkingarstøðuna, at flyta aliøki longur út á fjørðin, har tað er harðari streumur.

-Tøkni- og umhvørvisstovan er kunnað um málið og hevur ongar viðmerkingar.

-Vinnu- og havnarnevndin er kunnað ummálið og tekur undir við uppskotinum frá Elin Klein Joensen um, at málið verður lagt fyri staðbyndnu nevndina fyri Oyndarfjørð og ynski um, at borgarafundur verður í bygdini um málið.

-Býráðið hevur á fundi 25/11-2021 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini.

Staðbundna nevndin fyri Oyndarfjørð varð kunnað um málið 22/11-2021 og borgarafundur verður 30/11-2021 um málið. MOWI og Umhvørvisstovan luttaka á borgarafundinum.

 

139/21 Breiðking av Funnigsfjarðarvegnum

Í samband við breiðkan av Funningsfjarðarvegnum, hevur Landsverk gjørt avtalu við Føroya Jarðargrunn um keyp av jørð til vegin. Talan er um tilsamans 4.200 m2, sum er burtur av festunum matr. nr. 236a og 235 Elduvíkar bygd.

Tekniska deild mælir til at viðmæla umsóknini.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 25/11-2021 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

140/21 Sundurbýti av grundstykkjum í Æðuvík

Grundstykkini í kommunalu útstykkingini við Lítlatún í Æðuvík eru nú um at verða liðug og klár at avhenda kommununi og frábýta grundstykkini.

Tekniska deild hevur gjørt uppskot til frábýti av 7 grundstykkjum og mælir til at senda umsókn til Umhvørvisstovuna um frábýti av grundstykkjunum.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 25/11-2021 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini

 

141/21 Broyting av býarplani við Fjøruvegin í Saltangará

Uppskot frá Teknisku deild um at broyta býarplanin fyri Saltangará soleiðis, at D3-havnarøki, sum liggur eystanfyri Fjøruvegin millum OCD og Miðberg bakarí, verður broytt til A1-miðstaðarbygging. Víddin á økinum er uml. 8.500 m2 og fevnir um matr. nr. 165i, 165k, 165h, og partar av 170, 168a, 173 og 176d Glyvra bygd.

Tekniska deild mælir til at góðkenna uppskotið til broyting av býarplaninum við Fjøruvegin í Saltangará.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 25/11-2021 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

142/21 Broyting av býarplani við Fjøruveg og Gulasteinsveg Runavík/Saltangará

Tekniska deild hevur gjørt uppskot til broyting av býarplaninum fyri Runavík/Saltangará soleiðis, at komandi uppfyllingin við Fjøruveg og Gulasteinsveg, verður A1a-miðstaðarøki. Hendan uppfyllingin er partur av miðbýarætlanini.

Tekniska deild mælir til at góðkenna uppskotið til broyting av býarplaninum soleiðis, at uppfylta økið við Fjøruveg og Gulaseinaveg, tilsamans 8.900 m2 til víddar, verður A1a-miðstaðarøki.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 25/11-2021 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

143/21 Broyting av byggisamtyktini – nýtt A1a-mistaðarøki

Í samband við miðbýarætlanina og nýggja innkomuvegin er útfylling av parti av bátahylinum við Gulasteinsveg og Fjøruveg, norðanfyri BORG og MEST, ein byrjan.

Økið tala er um, er uml. 8.900m2 millum Rókakajini, framvið havnarlagnum til bátahylin (við Berglon).

Økini til miðstaðarbygging í Runavík/Saltangará/Glyvrar eru navngivin A1-øki. Í mun til ásetingarnar í A1-økinum er ætlanin at loyva øðrum virksemi á nýggja økinum, A1a miðstaðarøki.

Tekniska deild mælir til at góðkenna broytingina í byggisamtyktini við ásetingunum fyri A1a-miðstaðarøki.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 25/11-2021 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

144/21 Reglugerð um óljóð frá skipum

Uppskot til “Felagskommunala reglugerð um óljóð frá skipum”, sum samráðingarbólkurin, við luttøku av Kommunufelag Føroya, Havnarnetverkinum undir KF, Umhvørvisstovuni og Vinnumálaráðnum, hevur gjørt, verður lagt fyri býráðið til støðutakan.

-Vinnu- og havnarnevndin tekur undir við uppskotinum og mælir býráðnum til at staðfesta reglugerðina.

-Býráðið hevur á fundi 25/11-2021 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

145/21 Ásetan av fundardøgum fyri býráðið 2022

Fíggjarnevndin mælir til at áseta hesar føstu fundardagar fyri býráðið í 2022:

27. januar, 24. februar, 31. mars, 5. mai (í Funningsfirði), 2. juni (í Lamba) 30. juni, 1. september, 29. september, 3. november og 24. november 2022.

 

Mál, ið ynskjast viðgjørd á býráðsfundi, mega verða býráðnum í hendi í seinasta lagi hin 1. í mánaðinum, sum býráðsfundurin er.