Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 04. november 2021 - kl. 17:00

Býráðslimir: Tórbjørn Jacobsen, Kaja Joensen, Tóri Højgaard, Pauli Poulsen, Sonni L. Petersen, Terje B. Vestergaard, Jonnhild Reynholdsdóttir, Sæunn Ó. Hansen, Jonhard Danielsen, Petur Hansen og Elin Klein Joensen.

Varalimir: Reidar F. Joensen
Avboð: Pauli Poulsen

 

109/21: Fíggjarætlanin fyri 2022 - Fíggjarkarmurin

110/21: 1. viðgerð av fíggjarætlanini hjá Runavíkar kommunu fyri 2022

Fíggjarnevndin mælir til at tillaga fíggjarkarmin fyri 2022 til 242 mió. kr. í mun til 236 mió. kr., sum varð samtykt á býráðsfundi 2/9-2021.

Mælt verður til at samtykkja uppskotið til fíggjarætlan fyri 2022, sum javnvigar við 242 mió. kr.

Inntøkur:

Persóns-, partafelagsskattir                    202 mió. kr.

Eftirlønarskattur og og DIS/FAS                40 mió. kr.

Útreiðslur:

Rakstur                                                  174,7 mió. kr.

Íløgur                                                       55,0 mió. kr.

Rentur (rentuútr. 2,5 og rentustuðul 2,5    5,0 mió. kr.

Avlop (avdráttir)                                         7,3 mió. kr.

-Býráðið hevur á fundi 4/11-2021 samtykt at taka undir við uppskotinum til fíggjarætlan fyri 2022 við einum skattaprosenti uppá 21,5% og barnafrádrátti uppá 8.000 kr

 

111/21: Eykajáttan til umbygging av Roðanum (íløga)

Roðin hevur boðað frá, at írestandi parturin hjá Runavíkar kommunu fyri umbygging og svimjihyl er 2,8 mió. kr.

Býtið er roknað eftir nýggja leistinum, har grundarlagið er samlaða fólkatalið í kommununum.

Býtið viðvíkjandi rakstrinum er eftir fólkatalinum 67+ ár

-Fíggjarnevndin mælir til eina eykajáttan til Roðan uppá 2,8 mió. kr.

-Býráðið hevur á fundi 4/11-2021 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

112/21: Útreiðsluneutralar eykajáttanir fyri 2020

Talan er samlað um 14,33 mió. kr. av útreiðsluneutralum flytingum millum hesi rakstrarstøð: Grótflutningur EST 6,5 mió., Gula Smiðja 5,0 mió., Vatnverk í Oyndarfirði 1,0 mió., Høgabólsbryggjan framhald 1,3 mió., Fjøruvegur 0,4 mió. og Fornminni (gl. Skúli á Glyvrum) 130t kr. , sum verður flutt frá óbrúktum játtanum: Umv., Miðbýur, Spillivatn, Vegir & Øki 6,5 mió., Útstykkingar 5,0 mió. Miðbýarætlan 1,0 mió., Rampa 1,3 mió., Spælipláss 0,4 mió. og Glyvra strond 130t kr.

-Fíggjarnevndin mælir til at flyta 14,3 mió. millum konti av omanfyri nevndu játtanum, sum útreiðsluneutralar eykajáttanir.

-Býráðið hevur á fundi 4/11-2021 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

113/21: Eykajáttan til íløgur 2021

Tørvur er á eykajáttan 11,250 mió. kr. til hesi arbeiði, tað sum eftir er av 2021.

Kirkjugarður (Glyvrar) 0,5 mió., Gøta í Skálafirði 0,5 mió., Svimjihøll 0,8 mió., Bakkabryggjan 6,0 mió., Vatn av Skála 1,7 mió., Grót-dosing 1,5 mió. og Gøta Lamba/Glyvrar 250t kr.

-Fíggjarnevndin mælir til at veita eykajáttan áljóðandi 11,250 mió. kr., sum verður fíggjað úr gjaldførinum.

-Býráðið hevur á fundi 4/11-2021 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

114/21: Møgulig útbygging av tangagoymslu hjá Effo í Søldarfirði

Avtala millum EFFO og Runavíkar kommunu um uppfylling við Oljugoymsluna í Søldarfirði, sum er samtykt á býráðsfundi 30/9-2021.

Kostnaður fyri uppfylling, planering, verjugrót og leiðingar er uml. 700.000 kr.

-Fíggjarnevndin mælir til at upphæddin verður tikin við í endauppgerðina fyri grótkeyp og -flutning, sum, sambært gjaldsavtalu við Eysturoyar- & Sandoyartunlar, sum fellur til gjaldingar primo 2023.

-Býráðið hevur á fundi 4/11-2021 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

115/21: Útfylling í Søldarfirði, norðanfyri bátahylin til atløgubryggjuna.

Stórur áhugi er fyri vinnuøkjum í kommununi og á økinum sunnan fyri verandi havnarlag í Søldarfirði er góður møguleiki at fáa víðka vinnuøkið við uml. 3.400 m2

Kostnaður fyri uppfylling, planering, verjugrót og leiðingar er uml. 530.000 kr

-Fíggjarnevndin mælir til, at upphæddin verður tikin við í endauppgerðina fyri grótkeyp og -flutning, sum, sambært gjaldsavtalu við Eysturoyar- & Sandoyartunlar, sum fellur til gjaldingar primo 2023.

-Býráðið hevur á fundi 4/11-2021 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

116/21: Uppfylling í Runavík, millum Rókakajina og Æðuskerini

Í samband við miðbýarætlanina fyri Runavíkar kommunu er ætlan at fylla út framvið Fjøruvegnum við bygningarnar hjá Borg og Mest í Runavík.

Kostnaður fyri uppfylling, planering, verjugrót og leiðingar er uml. 500.000 kr

-Fíggjarnevndin mælir til, at veitt verður ein eykajáttan uppá 50.000 kr til arbeiðið í ár.

-Býráðið hevur á fundi 4/11-2021 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

117/21: Asfaltering á Pierinum í Saltangará

Bryggjuplátan á Pierinum í Saltangará er so illa farin, at ábøtur mugu gerast.

Mettur kostnaður fyri asfaltering v.m. er uml. 180.000 kr.

-Vinnu- og havnarnevndin og fíggjarnevndin mæla til at veita eykajáttan uppá 180.000 kr. til arbeiðið.

-Býráðið hevur á fundi 4/11-2021 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og fíggjarnevndini.

 

118/21: Umsókn um byggiloyvi til útbygging av seyðahúsi í Rituvík

Rodmundur Nielsen søkir um byggiloyvi útbygging av seyðahúsinum við Varðagøtu í Rituvík við 67 m2 afturat teimum 220 m2, sum húsið er í dag.

Av tí at húsið liggur í E2 øki, varð umsóknin send Friðingarnevndini, sum hevur góðkent ætlanina.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at játta umsóknini.

-Býráðið hevur á fundi 4/11-2021 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

119/21 Gamla havnarskrivstovan á Skála

Bygningurin sum havnarskrivstovan á Skála húsaðist í er í ringum standi, og spurningurin er, um húsið skal setast í stand, ella takast niður.

Í 2015 gjørdi Tekniska deild eina støðulýsing av bygninginum og eina leystliga meting av hvat tað vildi kosta at gera bygningin í stand. Mett varð, at neyðugt varð at skifta vindeygu, hurðar, tak, tróður, klædning og høvuðsumvæling innan. Mettur kostnaður av at seta bygningin í stand liggur ímillum 1-1,5 mió. kr.

Mettur kostnaður av at taka bygningin niður, liggur um 100-120t kr.

-Vinnu- og havnarnevndin mælir til at beina málið í Skálanevndina til hoyringar og síðan lagt fyri Vinnu- og havnarnevndina aftur.

-Býráðið samtykti á fundi 24/6-2021 at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini.

-Staðbundna nevndin fyri Skála og Skálafjørð tekur undir við, at havnarskrivstovan verður tikin niður og at tað sum nýtast kann av bygninginum, verður lýst til sølu.

-Vinnu- og havnarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku deild og Skálanevndini um at taka bygningin niður.

-Býráðið hevur á fundi 4/11-2021 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini.

 

120/21: Víðkan av grundstykkinum matr. nr. 146af í Saltangará

Í samband við sundurbýti av grundstykkinum matr. nr. 146af í Saltangará, skal stykkið býtast sundur í tveir matriklar til tvíhús. Fyri at kunna býta stykkið sundur til tvíhús, skal matrikulin ikki verða minni enn 250 m2. Neyðugt er tí at leggja 60 m2 afturat stykkinum soleiðis, at tað kann verða býtt sundur í tveir matriklar.

-Byggi- og býarskipanarnevndi mælir til at frábýta uml. 60 m2 burturav matr. nr. 146a til samanlegging við matr. nr. 246af.

-Býráðið hevur á fundi 4/11-2021 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

121/21: Broyting av býarplani við Mest á Skála

Orsaka av øktum virksemi á MEST á Skála, hevur Tekniska deild gjørt uppskot um víðkan av D22 vinnuøkinum norðan fyri skipasmiðjuna.

Tekniska deild mælir til, at uml. 950 m2 av økinum norðan fyri skipasmiðjuna verður broytt frá B22-bústaðarøki tili D22 vinnuøki.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 4/11-2021 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini 

 

122/21: Umsókn um byggiloyvi til nýggja turrdokk á Skála.

Skipasmiðjan Mest søkir um byggiloyvi til nýggja turrdokk á Skála.

Fyri at umsóknin um byggiloyvi kann verða avgreidd, er neyðugt at broyta byggisamtyktina fyri Skála.

-Byggi- og býarskipanarnevndin og Vinnu- og havnarnevndin eru á fundi 25/10 og 28/10 kunnað um ætlanina.

-Býráðið er á fundi 4/11-2021 kunnað um ætlanina hjá Mest.

 

123/21: Umsókn um loyvi at velta upp úr nýggjum á Glyvrum.

Dan M. Olsen, bóndi søkir um loyvi til at velta upp úr nýggjum omanfyri seyðahúsið á Glyvrum. Talan er um 6,5ha tætt við fjósið og 30ha uppi í haganum.

-Tøkni- & Umhvørvisnevndin mælir til at ganga umsóknini á møti.

-Býráðið hevur á fundi 4/11-2021 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Tøkni- og umhvørvisnevndini.

 

124/21: Reglugerð fyri lýsingar í og á kommunalum bygningum

Ongar greiðar reglur hava verið fyri, hvar lýsast kann og tí eru fleiri fyrispurningar um loyvi at seta lýsingar upp bæði inni í og uttan á kommunalum bygningum.

Uppskot er gjørt til reglugerð um, at ongar fast uppsettar lýsingar verða inni í og uttan á bygningum hjá Runavíkar kommunu, men loyvt er at hava flytbarar lýsingar í samband við dystir o.a.

-Ítróttarnevndin mælir til at taka undir við uppskotinum til reglugerð fyri lýsingum í og á kommunalum bygningum.

-Býráðið hevur á fundi 4/11-2021 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Ítróttarnevndini.

 

125/21: Søla av fipurneti í Funningi.

Í samband við nýggja vatnleiðing í 2007 legði Funnings kommuna fipurnet í sama grevsturin til øll hús í bygdini og Rás Funningur varð sett á stovn. Fipurið hevur higartil bert verið brúkt til sjónvarpsrásirnar. Nú tøkniliga menningin hevur tikið dik á seg, er tørvurin á breiðbandi og ferð vaksin, og hava funningsfólk vent sær til kommununa um, hvussu bygdin kann fáa betri internetsamband.

Samráðingar hava verið við Pf. Net um, hvussu funningsfólk frameftir kundu fáa fyrstafloks breiðband umvegis fipurnetið hjá kommununi.

Fundur hevur verið millum partarnar, sum eru komnir ásamt um, at Net yvirtekur og rindar kommununi 265.000 kr. fyri fipurið.

-Fíggjarnevndin mælir til at taka undir við keypssáttmálanum og at søluupphæddin verður latin Funnings bygdarfelag til arbeiðið at reisa eina standmynd av Grími Kamban í bygdini.

-Býráðið hevur á fundi 4/11-2021 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini

 

2/21: Gøta millum Søldarfjørð – Lamba/Glyvrar

Byggi- og býarskipanarnevndin og Tøkni- og umhvørvisnevndin mæla til, at fari verður undir at fyrireika gøtu/trygga farleið millum Søldarfjørð – Lamba/Glyvrar.

Í samband við fíggjarætlanina fyri 2022 eru 100.000 kr. avsettar við 1. viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2022 til fyrireikin