Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 30. september 2021 - kl. 17:00

Býráðslimir: Tórbjørn Jacobsen, Kaja Joensen, Tóri Højgaard, Pauli Poulsen, Sonni L. Petersen, Terje B. Vestergaard, Jonnhild Reynholdsdóttir, Sæunn Ó. Hansen, Jonhard Danielsen, Petur Hansen og Elin Klein Joensen.

94/21   
Fíggjarætlan fyri 2022

Fíggjarnevndin 27. september 2021
 Allar hinar nevndirnar hava nú havt FÆ 2022 á skrá til september-fundirnar. Talan hevur verið um framløgu av umsitingaruppskotinum, sett í mun til fíggjarkarmin, sum var endaliga samtyktur av BR 2/9-2021. Samlaði raksturin fyri øll øki  er í uppskotinum 10,2 mió meira enn í ár og 5,2 mió omanfyri tað, sum ásett var í karminum. Um hetta tal ikki lækkar, merkir tað, at 5,2 mió verða minni til íløgur. – Umframt samanteljingina frá øllum nevndum, hevur FN eisini ábyrgd av rakstrinum á øki 1 “Kommunal fyrisiting”. Samlaða hækkingin har  er 720 tkr (4,6%), har høvuðsorsøkirnar eru lønarvøkstur á kommunuskrivstovuni, RS 130, m.a. av tí, at verkfrøðingur í farloyvi kemur aftur til arbeiðis. Harafturat eru felags kommunalar útreiðslur, RS 120 hækkaðar nakað, tí tað verður mett neyðugt. Uppskotið verður neyvari gjøgnumgingið saman við umsitingini áðrenn 1. viðgerð á oktober-fundinum.                       

Fíggjarnevndin er samd um, at hildið verður fast við fíggjarkarmin samtyktur á býráðsfundi fyrr í ár.

Býráðið 30. september 2021
Býráðið hevur samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

95/21
Norðsetur søkir vegna Marnar Djurhuus og Katrin Jacobsen um byggiloyvi á matr. 149ah í Kass 14 í Rituvík

Byggi- & býarskipanarnevndin 20. september 2021
BBN tekur undir við tilmælinum frá Tekisku deild

Býráðið 30. september 2021
Býráðið hevur samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

96/21
Beinta K. Hansen søkir um byggiloyvi á matr. nr. 172 í Funningsfirði

Byggi- & býarskipanarnevndin 20. september 2021
BBN tekur undir við tilmælinum frá Teknisku deild

Býráðið 30. september 2021
Býráðið hevur samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 97/21
Umhvørvisstovan sendir til ummælis umsókn um sundurbýti av matr. nr. 252a, í Saltangará

Byggi- & býarskipanarnevndin 20. september 2021
BBN tekur undir við tilmælinum frá Teknisku deild

Býráðið 30. september 2021
Býráðið hevur samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

98/21
Umhvørvisstovan sendir til ummælis umsókn um sundurbýti av matr. nr. 230 til samanleggingar matr. nr. 57b í Elduvík

Byggi- & býarskipanarnevndin 20. september 2021
BBN tekur undir við tilmælinum frá Teknisku deild

Býráðið 30. september 2021
Býráðið hevur samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.


99/21
Uppfylling í Runavík, millum Rókakaj og Æðuskerini

Vinnu- og havnarnevndin 22. september 2021
VHN tekur undir við tilmælinum frá teknisku deild og fíggjarleiðaranum.

Býráðið 30. september 2021
Býráðið hevur samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini.


100/21
Skálafjarðar Sløkkilið - Fíggjarætlan fyri 2022

Fíggjarnevndin 27. september 2021
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá fíggjarleiðaranum og góðkennir fíggjarætlanina fyri 2022 fyri Skálafjarðar sløkkilið.

Býráðið 30. september 2021
Býráðið hevur samtykt at taka undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini.


101/21
Umhvørvisstovan sendir til ummælis, umsókn um sundurbýti av matr. nr. 199 á Glyvrum - Bygningurin hjá Sp/f Krea

Byggi- & býarskipanarnevndin 30. september 2021
BBN tekur undir við tilmælinum frá Teknisku deild

Býráðið 30. september 2021
Býráðið hevur samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.


102/21
Nýggj broyting av býarplani við vatnbrunnar í Saltangará

Byggi- & býarskipanarnevndin 30. september 2021
BBN tekur undir við tilmælinum frá Teknisku deild

Býráðið 30. september 2021
Býráðið hevur samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.


103/21
Víðkan av matr. nr. 146af í Saltangará

Byggi- & býarskipanarnevndin 30. september 2021
BBN tekur undir við tilmælinum frá Teknisku

Býráðið 30. september 2021
Býráðið hevur samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.