Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 24. juni 2021 - kl. 17:00

Býráðslimir: Tórbjørn Jacobsen, Kaja Joensen, Tóri Højgaard, Pauli Poulsen, Sonne L. Petersen, Terje B. Vestergaard, Jonnhild Reynholdsdóttir, Sæunn Ó. Hansen, Jonhard Danielsen, Petur Hansen og Elin Klein Joensen.

Avboð: Jonnhild Reynholdsdóttir og Elin K. Joensen

 

64/21: Marknaumskipan á Skála

Søkt verður um marknaumskipan millum matr. nr. 62l og 62a soleiðis, at ávikavist 234 m2 og 240 m2 verða fluttir millum matriklarnar.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at viðmæla umsóknina

-Býráðið hevur á fundi 24/6-2021 samykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

 

65/21 Umsókn um byggiloyvi tvíhús á Norðurhædd.

Byggiverk søkir um loyvi til bygging av tvíhúsum á matr. nr. 146af í Saltangará.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at viðmæla umsóknini.

-Býráðið hevur á fundi 24/6-2021 samykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

 

66/21 Umsókn um byggiloyvi til sethús á Suðurhædd

Fuglark søkir vegna J.V. Johannesen um byggiloyvi til sethús á matr. nr. 146aa í Saltangará við smávegis undantøkum.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at viðmæla umsóknini.

-Býráðið hevur á fundi 24/6-2021 samykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

 

67/21 Umsókn um byggiloyvi til bilhús.

Søkt verður um byggiloyvi til bilhús á matr. nr. 265c í Saltangará við undantaksloyvi viðv. hædd omanfyri 2,5m móti grannamarki, sum er móti Snaraløksgøtu.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at viðmæla umsóknini.

-Býráðið hevur á fundi 24/6-2021 samykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

 

68/21 Umsókn um keyp av tveimum grundstykkjum á Skála.

Byggiráð søkir um loyvi at keypa tvey grundstykkir í nýggju útstykkingini á Skála at byggja tvíhús á.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at viðmæla umsóknina.

-Býráðið hevur á fundi 24/6-2021 samykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

 

69/21 Umsókn um sundurbýti av tvíhúsum.

Umhvørvisstovan hevur sent kommununi umsókn frá sp/f BE um sundurbýti av tvíhúsum á matr. nr. 146ae í Saltangará til ummælis. Av tí at grundstykki er undir 500m2 (er bert 497m2) er talan um undantak.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at viðmæla umsóknina.

-Býráðið hevur á fundi 24/6-2021 samykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

 

70/21 Park ella viðarlund á Glyvrum

Uppskot til park/viðarlund burturav matr. nr. 101a, 68a og 219a sum liggur vestanfyri Glyvraveg.

Mælt verður til, at kommunan fer undir samráðingar við festarar og Búnaðarstovuna um økið soleiðis, at tað frameftir kann skipast sum fríøki.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka upp samráðingar við festarar og Búnaðarstovuna.

-Býráðið samtykti á fundi 24/6-2021 at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

 

71/21 Jarðarlutur burtur av matr. nr. 35a í Lamba

Ein umsókn er komin uppá jarðarlutin í Lamba, sum býráðið samtykti á fundi 27/5-2021 at lýsa til sølu smb. § 1 í kunngerð nr. 121 frá 22. desember 2000 um Alment útboð av kommunalari fastogn.

-Býráðið samtykti á fundi 24/6-2021 at selja stykkið til Rebekku og Kem Weihe, sum vóru einastu umsøkjarar til stykkið.

 

 

72/21 Hoyring um tillaging av aliøki í Oyndarfirði

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur sent kommununi hoyringsskriv viðvíkjandi umsókn frá Mowi Faroes um loyvi at tillaga verandi aliøki A-52 og fáa eitt nýtt aliøki á alifjørðinum C-8.

Talan er um at minka A-52 øki úr 508.328m2 niður í 378.985 og at útleggja eitt nýtt øki uppá 78.400m2.

-Vinnu- og havnarnevndin og Tøkni- og Umhvørvisnevndin mæla til at viðmæla umsóknini.

-Býráðið samtykti á fundi 24/6-2021 at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og Tøkni- og umhvørvisnevndini.

 

 

73/21 Gamla havnarskrivstovan á Skála

Bygningurin sum havnarskrivstovan á Skála húsaðist í er í ringum standi, og spurningurin er, um húsið skal setast í stand, ella takast niður.

Í 2015 gjørdi Tekniska deild eina støðulýsing av bygninginum og eina leystliga meting av hvat tað vildi kosta at gera bygningin í stand. Mett varð, at neyðugt varð at skifta vindeygu, hurðar, tak, tróður, klædning og høvuðsumvæling innan. Mettur kostnaður av at seta bygningin í stand liggur ímillum 1-1,5 mió. kr.

Mettur kostnaður av at taka bygningin niður, liggur um 100-120t kr.

-Vinnu- og havnarnevndin mælir til at beina málið í Skálanevndina til hoyringar og síðan lagt fyri Vinnu- og havnarnevndina aftur.

-Býráðið samtykti á fundi 24/6-2021 at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini.

 

 

74/21 Áseting í sambandi við nýgerð av kommunalum rørleiðingum.

Í samband við kommunalt arbeiði við rørleiðingum, mælir Tekniska deild til, at tað sum standard framyvir bert verða nýtt polypropylen rør, sum er ein plast týpa, sum ikki hevur so stóra ávirkan á umhvørvi og sum er í trá við umhvørvispolitikkin.

-Tøkni- og umhvørvisnevndin mælir til at taka undir við tilmælnum frá Teknisku deild.

-Býráðið samtykti á fundi 24/6-2021 at taka undir við tilmælinum frá Tøkni- og umhvørvisnevndini.

 

 

75/21 Áseting av veganøvnum í Leitinum

Í samband við áseting av veganøvnum í Leitinum, hevur vegurin suður úr Blikagøtu fingið navnið “Suðurhædd”. Hesin vegurin kemur saman við vegin “Á Norðurhædd”. Spurningurin er, um bæði nøvnini skulu hava fyristingina “Á” ella hvørki av nøvnunum.

Mælt verður til at taka undir við tilmælinum frá Staðarnavnanevndini, at strika fyrisetingina.

-Mentanarnevndin mælir til at strika fyrisetingina Á Norðurhædd og bara kalla vegin fyri “Norðurhædd”, so bæði nøvnini eru uttan fyriseting.

-Býráðið samtykti á fundi 24/6-2021 at taka undir við tilmælinum Mentanarevndini.

 

 

76/2 Umsókn um stuðul til sjónvarpsrøð

Jón Hammer framleiðari fyri filmsverkætlanina TROM søkir um fíggjarligan stuðul til filmsverkætlanina. Ein partur av upptøkunum fer fram í Runavíkar kommunu.

-Mentanarnevndin mælir til at stuðla verkætlanini við 250t kr.

-Fíggjarnevndin tekur undir við Mentanarnevndin.

-Býráðið samtykti á fundi 24/6-2021 at taka undir við tilmælinum Mentanarevndini og fíggjarnevndini.

 

 

77/21 Umsókn um stuðul til træbátin Grinkil

Sjálvsognargrunnurin Grinkil søkir um fíggjarligan stuðul til rakstur av 100 ára gamla træbátinum. Umvælingarnar higartil hava verið fíggjaðar av innskotnunum frá teimum 19 stovnarunum, gávum og sjálvbodnum arbeiði.

-Mentanarnevndin mælir til at játta kr. 70t í stuðli.

-Fíggjarnevndin tekur undir við Mentanarnevndin.

-Býráðið samtykti á fundi 24/6-2021 at taka undir við tilmælinum Mentanarevndini og fíggjarnevndini.

 

 

78/21 Runavíkar kommunuskúli søkir um játtan til royndarverkætlan

Søkt verður um peningaliga játtan til tímar til fyribyrging og viðgerð av sálarkvøli og skúlaaftran. Ætlanin er at seta psykoterapeut, sum eina eitt ára royndarvekætlan 18 tímar um vikuna.

Skúlin hevur søkt Undirvísingarstýrið um tímar til hesa royndarverkætlan, men hevur ikki fingið játtað stuðul.

-Mentanarnevndin mælir til at stuðla verkætlanini sum eina roynd komandi skúlaár, treytað av eini hálvárseftirmeting í januar.

-Býráðið samtykti á fundi 24/6-2021 at taka undir við tilmælinum Mentanarevndini.