Býráðsfundur
Býráðslimir: Tórbjørn Jacobsen, Kaja Joensen, Tóri Højgaard, Pauli Poulsen, Sonne L. Petersen, Terje B. Vestergaard, Jonnhild Reynholdsdóttir, Sæunn Ó. Hansen, Jonhard Danielsen, Petur Hansen og Elin K. Joensen.
Varalimir: Jastrid Weihe og Reidar F. Joensen
Avboð: Elin Klein Joensen og Jonhard Danielsen
56/21 Ársroknskapur fyri Runavíkar kommunu 2020
-Fíggjarnevndin mælir til at góðkenna ársroknskapin hjá Runavíkar kommunu fyri 2020, sum Sp/f Januar og Sp/f Grannskoðarastovan hava grannskoðað.
-Býráðið hevur á fundi 27/5-2021 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.
57/21 Jarðarkeyp til útstykking í Skálafirði
Tekniska deild hevur gjørt 3 uppskot til víðkan av útstykkingini í Skálafirði, har fáast kunnu upp til 20 nýggj grundstykki tilsamans.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til, at kommunan tekur upp samráðingar um keyp av matr. nr. 10a í Skálafirði og part av matr. nr. 18, suður ímóti matr. nr. 54
-Býráðið hevur á fundi 27/5-2021 samtykt at taka upp samráðingar um keyp av lendi til kommunala útstykking í Skálafirði og at samráðingarúrslitið verður lagt fyri býráðið til støðutakan.
58/21 Val av hegnsýnisnevnd
Fyri hvørt valskeið skal veljast ein hegnsýnisnevnd, tó at tað síðan kommunusamanleggingina hava verið valt 5 nevndir, ein fyri hvørja av samanløgdu kommununum.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at velja eina hegnsýnisnevnd fyri alla kommununa, og at hesir verða valdir fyri valskeiðið 2021-24: Jón Nónklett, Ludvík við Stein og Sverri Justinussen.
-Býráðið hevur á fundi 27/5-2021 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
59/21 Ársroknskapur fyri Kongshavnar havnarstýri
-Fíggjarnevndin mælir til at góðkenna ársroknskapin fyri Kongshavnar havnarstýri fyri fíggjarárið 2020, sum Grannskoðarastovan hevur grannskoðað.
-Býráðið hevur á fundi 27/5-2021 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.