Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur í Skála skúla - 28. apríl 2021 - kl. 16:00

Býráðslimir: Tórbjørn Jacobsen, Kaja Joensen, Tóri Højgaard, Pauli Poulsen, Sonne L. Petersen, Terje B. Vestergaard, Jonnhild Reynholdsdóttir, Sæunn Ó. Hansen, Jonhard Danielsen, Petur Hansen og Elin K. Joensen.

Varalimur: Reidar F. Joensen

Ikki møtt: Jonhard Danielsen

 

44/21 Keyp av lendi á Skipanesi

Kommunan hevur fingið í boði at keypa matr. nr. 3 Søldarfjarðar bygd, sum liggur omanfyri havnarlagið á Skipanesi.

-Vinnu- og havnarnevndin og fíggjarnevndin mæla til, at kommunan ognar sær  matr. nr. 3 á Skipanesi.

-Býráðið hevur á fundi 28/4-2021 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og fíggjarnevndini.

 

45/21 Vendipláss Úti á Fløtum á Skála

Áheitan frá borgara um at kommunan ger vendistykki við endan av vegnum Úti á Fløtum á Skála, so bilar ikki venda inni á privatum grundstykkjum.

Tekniska deild hevur gjørt uppskot og kostnaðarmeting. Peningur er ikki avsettur á fíggjarætlanini fyri 2021 til hetta arbeiði.

-Byggi- og býarskipanarnevndin og Tøkni- og Umhvørvisnevndin mæla til at kommunan ognar sær uml. 200 m2 av lendi til ætlanina og annars at taka málið upp í samband við fíggjarætlanina fyri 2022.

-Býráðið hevur á fundi 28/4-2021 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

46/21 Renovatiónsviðurskiftini í kommununi

-Tøkni- og Umhvørvisnevndin mælir til, at settur verður ein arbeiðsbólkur at greina renovatiónsviðurskiftini í kommununi og koma við uppskoti um, hvussu hesi skulu skipast framyvir.

-Býráðið hevur á fundi 28/4-2021 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Tøkni- og Umhvørvisnevndini.

 

47/21 Umsókn um stuðul til føroysku barnabløðini

Bókadeild Føroya Lærarafelags heitir á kommununa um at stuðla barnabløðunum Píka 7 og Strok við 100 kr. fyri hvønn næming. Kostnaður fyri Runavíkar kommunu verður 36.700 við verandi næmingatølum.

-Mentanarnevndin mælir til at seta hesa skipan í verk í Runavíkar kommunu, soleiðis, at allir næmingar í  0 - 7 flokk fáa bløðíni ókeypis.

-Býráðið hevur á fundi 28/4-2021 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.

 

48/21 Fjósið í Heimistovu

-Mentanarnevndin mælir til, at ein bólkur verður settur at koma við uppskoti til hvat skal gerast við Fjósið í Heimistovu, sum kommunan ognaði sær fyri nøkrum árum síðan.  

-Býráðið hevur á fundi 28/4-2021 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.

 

49/21 Rituvík 150 ár í 2023

Jólaaftan í 2023 eru 150 ár liðin síðan fyrstu niðursetufólkini settu búgv í Rituvík og er ætlanin at hátíðarhalda hetta í bygdini.

-Mentanarnevndin mælir til at seta ein 3-5 mannabólk við tilknýti til bygdina at manna bólkin, leggja eina skrá og ger uppskot um hvør leikluturin hjá Runavíkar kommunu skal vera.

-Býráðið hevur á fundi 28/4-2021 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.

 

50/21 Uppskot til navn til frítíðartilboðið í kvinnufelagshúsinum

Runavíkar kommuna keypti húsið hjá kvinnufelagnum á Glyvrum, sum nú verður brúkt sum høli hjá frítíðarskúlanum við Stórá til elstu børnini, nú øll ikki rúmaðust í skúlanum í Rituvík.

-Trivnaðarnevndin mælir til, at Kvinnufelagshúsið, sum frítíðartilboðið húsast í, verður uppkallað eftir fyrstu forkvinnuni í Kvinnufelagnum og fær navnið “Frítíðarhúsið Elsa Súsanna”.

-Býráðið hevur á fundi 28/4-2021 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

 

51/21 KT trygdarpolitikkur fyri Runavíkar kommunu

-Fíggjarnevndin mælir til at góðkenna uppskotið til KT trygdarpolitikk og trygdarleiðreglur fyri Runavíkar kommunu.

-Býráðið hevur á fundi 28/4-2021 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

52-53/21 Framtíðarætlan við Løkin og vøllin á Skála

-Ítróttarnevndin mælir til at seta ein arbeiðsbólk, at koma við uppskoti til bygging av nýggjum bygning við ítróttarvallirnar í Runavík og á Skála, sum kann hýsa bæði frítíðarskúla og ítróttarvirksemi í einum og sama bygningi.

-Býráðið hevur á fundi 28/4-2021 samtykt at beina málið aftur í Ítróttarnevndina.