Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 25. februar 2021 - kl. 17:00

Býráðslimir: Tórbjørn Jacobsen, Kaja Joensen, Tóri Højgaard, Pauli Poulsen, Sonne L. Petersen, Terje B. Vestergaard, Jonnhild Reynholdsdóttir, Sæunn Ó. Hansen, Jonhard Danielsen, Petur Hansen og Elin K. Joensen.

 

 

17/21 Marknaumskipan í samband við Dansistovuna í Funningi.

Í samband við at kommunan yvirtekur ognina matr. nr. 20 í Funningi við tí endamáli seta Dansistovuna í stand og gera ein lítlan útbygning til nátthús, er neyðugt við marknaumskipan við grannarnar.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til, at kommunan keypir tilsamans uml. 150 m2 av jørð frá frannunum til samanlegging við matr. nr. 20.

-Býráðið samtykti á fundi 25/2-2021 at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

18/21 Innkoyring til grundstykki í Saltangará

M. Berg søkir um at fáa innkoyring til grundstykki matr. nr. 252r Glyvra bygd, sum liggur uml. 20m frá Leitisvegi. Kommunan eigur geiran frá vegnum til grundstykkið.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til, at umsøkjarin fær loyvi til at keypa geiran millum grundstykkið og vegin og sjálvur ger vegatkomu til stykkið.

-Býráðið samtykti á fundi 25/2-2021 at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

19/21 Umsókn um uppískoytisstykki á Glyvrum

Búnaðarstovan hevur sent umsókn um keyp av uppískoytisstykki til matr. nr. 85 Glyvrar til ummælis.

Matr. nr. 85 á Glyvrum er í býarplaninum útlagt sum vinnuøki, men sethúsini hava staðið har frammanundan. Stykkið sum søkt verður um at leggja afturat matr. nr. 85 liggur í landbúnaðarøki.

Í býarplaninum er ein vegur ætlaður at ganga ígjøgnum hetta økið.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir frá at játta umsóknina vísandi til, at ætlanin hjá umsøkjaranum er í stríð við byggisamtyktina.

-Býráðið samtykti á fundi 25/2-2021 at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

20/21 Grundstykki á Ídnaðarøkinum Yviri á Hálsi

AP Entreprenørar søkja um at leggja matr. nr. 47l og 47m saman í ein matrikkul.

Smb. býarplaninum fyri økið er onki sum forðar fyri, at at stykkini verða løgd saman í ein matrikkul.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at viðmæla umsóknini.

-Býráðið samtykti á fundi 25/2-2021 at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

21/21 Breiðkan av Æðuvíkarvegi

Í samband við arbeiðið av framhaldi av útstykkingini við Lítlatún í Æðuvík er ætlanin at nýta ein part av avlopsgrótinum til breiðkan av parti av Æðuvíkarvegi frá Skøtánni til íbindingina við Stóratún. Í hesum sambandi er neyðugt at keypa ein geira framvið vegnum til breiðkanina.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til, at kommunan søkir Búnaðarstovuna um keyp av geiranum matr. nr. 7e til vegbreiðkingina.

-Býráðið samtykti á fundi 25/2-2021 at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

22/21 Býarplansbroyting í Lamba

Ríðingarfelagið Sleipnir søkir um loyvi at gera ríðibana á matr. nr. 90c í Lamba, sum kommunan eigur. Matr. nr. 90c er 9.473 m2 til støddar og liggur sambært býarplaninum í A2-miðstaðarøki.

-Mentanarnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndin mæla til at játta umsóknini.

-Býráðið samtykti á fundi 28/1-2021 at beina málið aftur í Byggi- og býarskipanarnevndina til viðgerðar í mun til ásetingarnar í byggisamtyktini og at ásetingin fyri økið verður broytt soleiðis, at umsøkta virksemi kann verða loyvt.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til, at ásetingingin fyri matr. nr. 90c verður broytt frá A2-øki til C13 øki.

-Býráðið samtykti á fundi 25/2-2021 at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

3/21 Broyting í áseting í byggiloyvum.

Tekniska deild hevur gjørt uppskot at broyta ásetingini í byggiloyvinum og mælir til at hesa broyting:

Áðrenn byrjað verður at byggja, skal boðast frá til byggieftirlitið hjá Runavíkar kommunu. Staðseting av bygging og planeringshædd skal eftirkannast áðrenn byrjað verður at byggja.
Kommunan veitir vatninnføring inn um mark av grundstykki við stoppikrana.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild, tó skal teksturin í samband við vatninnføring broytast til: “kommunan veitir vatninnføring inn um mark á grundstykkinum”

-Býráðið samtykti á fundi 25/2-2021 at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

24/21 Umsókn um at fáa bungur á vegin Oman á Sand.

Borgarar í Søldarfirði heita á kommununa um at seta bungur á vegin Oman á Sand fyri at tálma ferðsluni.

-Tøkni- og Umhvørvisnevndin mælir til at seta ferðsluteljara á vegastrekkið.

-Býráðið samtykti á fundi 25/2-2021 at taka undir við tilmælinum frá Tøkni- og Umhvørvisnevndini.

 

25/21 Earth hour 27. mars 2021 kl. 20.30 til 21.30
-Tøkni- og Umhvørvisnevndin mælir til, at Runavíkar kommunu er við í Earth Hour tiltakinum og sløkkir í gøtuljósini og kommunalar bygningar leygarkvøldi 27 mars.

Kostnaðurin av at sløkkja gøtuljósini liggur um 10.000 kr.

-Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá Umhvørvisnevndini.

-Býráðið samtykti á fundi 25/2-2021 at taka undir við tilmælinum frá Tøkni- og Umhvørvisnevndini.

 

26/21 Umsókn um fíggjarligan stuðul

Útvarpsrásin Radio.fo søkir um fíggjarligan stuðul til sendigar úr Runavíkar kommunu.

Í sløk 3 ár hevði kommunan avtalu við R7 at senda ein tíma um vikuna, tá býráðið samtykti at gevast við sendingunum.

-Mentanarnevndin mælir frá at ganga umsóknini á møti.

-Býráðið samtykti á fundi 25/2-2021 at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.

 

27/21: Endurskoðan av kommunustýrisskipanini hjá Runavíkar kommunu (2. viðgerð)

Í samband við skipan av nevndum fyri valskeiðið 2021-2024, var semja um at skipa eina nýggja nevnd “Ítróttarnevndin” og at leggja Teknisku nevnd og Umhvørvisnevndina saman í eina nevnd “Tøkni-  og Umhvørvisnevndin”

Í hesum sambandi er neyðugt at tillaga kommunustýrisskipanina.

-Fíggjarnevndin mælir til at taka undir við uppskotinum um tillaging av kommunustýrisskipanini.

-Býráðið samtykti á fundi 28/1-2021 at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

-Býráðið samtykti á fundi 25/2-2021, við 2. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

28/21: Endurskoðan av fundarskipanini fyri Runavíkar býráð

-Býráðið samtykti á fundi 25/2-2021 at taka undir við uppskotinum til fundarskipan fyri Runavíkar býráð.