Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 28. januar 2021 - kl. 17:00

Býráðslimir:   Tórbjørn Jacobsen, Kaja Joensen, Tóri Højgaard, Pauli Poulsen, Sonne L. Petersen, Terje B. Vestergaard, Jonnhild Reynholdsdóttir, Sæunn Ó. Hansen, Jonhard Danielsen, Petur Hansen og Elin K. Joensen.

 

 

1/21: Umsókn um øki til Ríðifelagið Sleipnir

Ríðifelagið Sleipnir søkir um at fáa loyvi at brúka matr. nr. 93c í Lamba til ríðibreyt.

-Býráðið samtykti á fundi 24/9-2020 at játta umsóknini og at sáttmálin millum partarnar verður lagdur til býráðið til góðkenningar.

-Ítróttarnevndin mælir til at góðkenna uppskotið til leiguavtalu millum Riðingarfelagið Sleipnir og Runavíkar kommunu, galdandi í 10 ár.

-Býráðið samtykti á fundi 28/1-2021 at beina málið í Byggi- og býarskipanar-nevndina til viðgerðar

 

2/21: Umsókn um sundurbýti á Skála

Umhvørvisstovan sendir til ummælis umsókn um sundurbýti av einum uml. 59m2 stórum stykki burturav matr. nr. 110a á Skála til eina neystagrund, til ummælis.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at viðmæla umsóknini.

-Býráðið samtykti á fundi 28/1-2021 at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

3/21 Umsókn um sundurbýti í Oyndarfirði

Umsókn um sundurbýti av einum hoyggjhúsi á matr. nr. 2 í Oyndarfirði til sjálvstøðugan matrikkul.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at viðmæla umsóknini.

-Býráðið samtykti á fundi 28/1-2021 at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

4/21 Umsókn um yvirtøku av leigutrø á Glyvrum

Búnaðarstovan sendir kommununi umsókn um yvirtøku av leigutrø matr. nr. 126a á Glyvrum til ummælis.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir frá at viðmæla umsóknini, tí kommunan hevur ætlanir um at fáa hetta øki til framtíðar útstykking á Glyvrum.

-Býráðið samtykti á fundi 28/1-2021 at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

5/21: Nýggj vegatkoma til Ídnaðarøkinum á Rituvíkshálsi

P/F Stórbilar søkja um loyvi til at gera atkomu frá Rituvíkarvegi til virkisbygning teirra á matr. nr. 47c Nes bygd.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at játta umsóknini.

-Tøkni- & Umhvørvisnevndin mælir til at játta umsóknini.

-Býráðið samtykti á fundi 28/1-2021 at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini og Tøkni- og Umhvørvisnevndini.

 

6/21 Lýsingarskelti á kommunalar bygningar

Dánial Hansen søkir vegna NSÍ um loyvi til at seta lýsingarskelti á kommunalan bygning.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir frá at játta umsóknini.

-Tøkni- & Umhvørvisnevndin mælir frá at játta umsóknini.

-Ítróttarnevndin mælir frá at játta umsóknini.

-Býráðið samtykti á fundi 28/1-2021 at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini, Tøkni- og Umhvørvisnevndini og Ítróttarnevndini.

 

7/21: Umsókn um sundurbýti í Oyndarfirði

Umhvørvisstovan sendir umsókn um samanlegging av matr. nr. 97 og 98 í Oyndarfirði til ummælis.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir frá at játta umsóknini tí byggisamtyktin ikki loyvir samanlegging av grundstykkjum í Elstu býlingunum (B40-B55 øki)

-Býráðið samtykti á fundi 28/1-2021 at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

8/21: Rakstrarætlan fyri Kongshavnar havn

Kongshavnar havnarstýri hevur sent uppskot til rakstrarætlan fyri fíggjarárið 2021

-Fíggjarnevndin mælir til at góðkenna uppskotið til rakstrarætlan fyri 2021.

-Býráðið samtykti á fundi 28/1-2021 at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

9/21: Broyting av Almennu byggisamtyktini

Tekniska deild skjýtir upp at broyta almennu byggisamtyktina í samband við útrokning av nýtingarstigi soleiðis, at bilhús, hjallar og onnur úthús á tilsamans 35 m2 kunnu verða bygd saman við sethúsunum uttan at telja við í nýtingarstiginum.

Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið samtykti á fundi 28/1-2021 at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

10/21: Hoyringsskriv um aliloyvi á Lambavík

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur sent hoyringsskriv viðvíkjandi umsókn frá Bakkafrost Framing um at leingja aliloyvi á C-11 á Lambavík til viðmerkingar.

Tekniska deild hevur ikki viðmerkingar til hoyringsskrivið og tillagingarnar eru ikki í stríð við byggisamtykt og býarplan fyri Lambavík og mælir til at viðmæla umsóknini.

-Vinnu- og havnarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Tøkni- & Umhvørvisnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið samtykti á fundi 28/1-2021 at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og Tøkni- og Umhvørvisnevndini.

 

11/21: Val av gøtunavnanevnd

Reglugerð fyri gøtunøvn varð samtykt av býráðnum í 2018, sum eisini umfatar val av gøtunavnanevnd við 5 fólkum.

-Mentanarnevndin mælir til at velja Ásfinn Sigvardsen, Jens Dalsgaard, Duritu Joensen, Tótu Árnadóttir og Tummas M. Jacobsen í nevndina.

-Býráðið samtykti á fundi 28/1-2021 at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.

 

12/21: Val av valstýrum og valnevnd fyri býráðssetuna 2021-2024

-Fíggjarnevndin hevur gjørt uppskot til val av limum í kommunalu valnevndina og tey 7 valstýrini í kommununi og mælir til, at tikið verður undir við uppskotinum um val av nevndar- og stýrislimum.

-Býráðið samtykti á fundi 28/1-2021 at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

13/21: Kommunalt umboð í staðbundnu nevndina fyri Funning

-Fíggjarnevndin mælir til, umframt borgarstjóran, at velja Elin Klein Joensen sum lim í Staðbundnu nevndina fyri Funning.

-Býráðið samtykti á fundi 28/1-2021 at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

14/21: Endurskoðan av kommunustýrisskipanini hjá Runavíkar kommunu

Í samband við skipan av nevndum fyri valskeiðið 2021-2024, var semja um at skipa eina nýggja nevnd “Ítróttarnevndin” og at leggja Teknisku nevnd og Umhvørvisnevndina saman í eina nevnd “Tøkni-  Umhvørvisnevndin”

Í hesum sambandi er neyðugt at tillaga kommunustýrisskipanina.

-Fíggjarnevndin mælir til at taka undir við uppskotinum um tillaging av kommunustýrisskipanini.

-Býráðið samtykti á fundi 28/1-2021 at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.