Býráðsfundur
Býráðslimir: Tórbjørn Jacobsen, Tóri Højgaard, Sigrun Jónsveinsdóttir, Jógvan Andersen, Arnfinn Langgaard, Petur Hansen, John Andersen, Bogi Hansen, Pauli Poulsen, Terje Beinar Vestergaard og Jóhan Vest
56/25 Búnarðarstovan sendir umsókn um keyp av uppískoytisstykki av matr.nr. 194a og 195a til matr.nr. 196, Tofta bygd til ummælis
Kommunan hevur fingið til ummælis ætlan um at tilpassa nevna matrikul til góðkenda býarplanin.
-Býráðið hevur samtykt at taka undir við tilráðingini frá Byggi- og býarskipanarnevndini, at tilpassa nevnda matrikul til góðkenda býarplanin.
57/25 Útibarnagarðurin í Æðuvík – keyp av lendi
Kommunan ætlar at dagføra og útbyggja útibarnagarðin í Æðuvík. Ætlanin er at víðka og dagføra bygningin, soleiðis at hann hóskar til dagstovnavirksemi.
Tí er ætlanin at keypa eitt ískoytisstykki á umleið 1.000 m2 til stovnin.
-Býráðið hevur samtykt at taka undir við tilráðingini frá Byggi- og býarskipanarnevndini um at fara undir tilgongdina at keypa eitt ískoytisstykki at leggja afturat útibarnagarðinum í Æðuvík.
58/25 Umsókn um sundurbýti av matr. nr. 452 á Skála til ummælis
Kommunan hevur fingið umsókn frá Umhvørvisstovuni til ummælis um sundurbýti av neystum á Skála. Tekniska deild mælir til at góðkenna hesa ætlan við tí treyt, at brunagóðkenning skal fyriliggja.
-Býráðið hevur samtykt at taka undir við tilráðingini frá Byggi- og býarskipanarnevndini um at góðkenna sundurbýtið.
59/25 Broyting av byggisamtykt fyri D-økir í Runavík, Saltangará, Glyvrar, Søldarfjørð, Skipanes og Skála
Kommunan hevur fingið eitt mótmæli ímóti broytingini í byggisamtyktini, ið snýr seg um mist útsýni.
Hendan broytingin í byggisamtyktini snýr seg ikki um tað øki, ið kært verður um. Tekniska deild mælir til at halda fast við broytingina.
-Býráðið hevur samtykt at taka undir við tilráðingini frá Byggi- og býarskipanarnevndini og Havnanevndini, at halda fast við broytingina í byggisamtyktini.
60/25 SEV søkir um at leiga part av matr. nr. 211b Glyvra bygd til koblingsstøðina hjá SEV
Í 2015 fekk SEV nýtslurætt til ein part av matr.nr. 211b, Glyvra bygd, treytað av at Magn loyvdi hesum. Magn hevði frammanundan leigusáttmála til hetta øki.
Magn hevur síðani ynskt, at øki, har transformarastøðin hjá SEV stendur, verður frábýtt.
Tekniska deild mælir til at frábýta uml. 740 m2 av norðara parti av matr.nr. 211b, Glyvra bygd, at gera nýggjan leigusáttmála við SEV um leigu av hesum øki, og at tillaga sáttmálan við Magn tilsvarandi.
-Býráðið hevur samtykt at taka undir við tilráðingini frá Byggi- og býarskipanarnevndini, og loyva hesi ætlan.
61/25 Tørvslýsing ísv. eyka skúlastovur til Glyvra skúla og mál nr
62/25 Byggja fyribils skúlastovur til Glyvra skúla
Tørvur er á eyka skúlastovum til Glyvra skúla, tí næmingatalið er økt, og tí Løgtingið hevur samtykt, at hægst loyvda næmingatal í hvørjum flokki er lækkað til 22.
Arbeitt verður við at út- og umbygging av Glyvra skúla, og brúk er fyri eyka skúlastovum inntil útbyggingin verður liðug.
Trivnaðardeildin mælir til at byggja fyribils skúlastovur til Glyvra skúla, og staðseta hesar í skúlagarðinum vestureftir og inn móti bókasavninum.
-Býráðið hevur samtykt at fylgja tilráðingini frá Mentanarnevndini og Fíggjarnevndini, og gera øki byggibúgvið.
63/25 Burturkoyrsla
Ætlanin er at seta ein arbeiðsbólk til tess at greina renovatiónsviðurskiftini í kommununi, sum skal leggja fram uppskot um hvussu hesi skulu skipast.
-Býráðið hevur samtykt at fylgja tilráðingini frá Tøkni- og umhvørvisnevndini, at seta nevnda arbeiðsbólk.