Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 27. november 2025 - kl. 17:00

Býráðslimir: Tórbjørn Jacobsen, Tóri Højgaard, Sigrun Jónsveinsdóttir, Jógvan Andersen, Arnfinn Langgaard, Petur Hansen, John Andersen, Bogi Hansen, Pauli Poulsen, Terje Beinar Vestergaard og Jóhan Vest

104/25 Fíggjarætlan 2026

- Fíggjarnevndin mælir til at taka undir við uppskotinum til fíggjarætlan fyri Runavíkar kommunu fyri 2026, sum javnvigar við 311,9 mill. kr., við einum skattaprosenti uppá 21,5% (óbroytt), barnafrádrátti uppá 10.500 kr.  (óbroytt). Somuleiðis verður frítíðarkortið Spjaldur 3.000 kr. fyri børn og ung 0-18 ár (óbroytt).

- Býráðið samtykti á fundi 30. oktober 2025, við fyrstu viðgerð, at taka undir við uppskotinum til fíggjarætlan fyri Runavíkar kommunu fyri 2026.

- Býráðið samtykti, við aðru viðgerð, at taka undir við uppskotinum til fíggjarætlan fyri Runavíkar kommunu fyri 2026.

 

105/25 Svimjihøllin í Runavík -  rakstarargrundarlag

Nýggja svimjihøllin í Runavík letur eftir ætlan upp um stutta tíð. Við hesum máli verður lagt fram eitt uppskot til rakstrargrundarlag fyri svimjihøllina.

Rakstrargrundarlagið er eitt uppskot til grundarlag, har støða verður tikin til nýtslu, prísir, upplatingartíðir og hartil hoyrandi starvsfólkahóp (normering).

Við rakstrargrundarlagnum verður støðið lagt undir raksturin av svimjihøllini.

Trivnaðarleiðarin mælir til at samtykkja uppskotna rakstrargrundarlagið fyri Svimjihøllina í Runavík, har undir upplatingartíðir, prísir, starvsfólkanormering og reglugerðir.

- Ítróttarnevndin vil hava útrokningar fyri hvat tað kostar at hava longri opið fyrrapartar mánadag, mikudag, fríggjadag umframt leygardag ella sunnudag. Eisini vil Ítróttarnevndin fáa útrokningar fyri hvat ein avsláttrarskipan til borgarar í Runavíkar kommunu fer at kosta. Ítróttarnevndin tekur annars undir við starvsfólkanormeringini, sum upplatingartíðingar liggja í rakstraruppskotinum, og tekur somuleiðis einmælt undir við reglugerðunum.

- Fíggjarnevndin hevur einmælt samtykt at taka undir við uppskotinum frá  trivnaðar- og mentanardeildini við teimum broytingum, sum Ítróttarnevndin mælir til.

Eisini tekur Fíggjarnevndin undir við at veita eykajáttan upp á 440 tkr til rakstur av svimjihøllin tað, sum eftir er av fíggjarárinum 2025, sambært uppgerð frá leiðaranum á Ítróttardeplinum, sum er latin inn eftir at Ítróttarnevndini hevur haft fund.

- Býráðið hevur samtykt at taka undir við tilmælinum frá Ítróttarnevndini og Fíggjarnevndini við teimum broytingum, sum Ítróttarnevndin mælir til. Eisini tekur Býráðið, við fyrstu viðgerð, undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini, at veita eina eykajáttan upp á 440 tkr til rakstur av svimjihøllin tað, sum eftir er av fíggjarárinum 2025.

- Býráðið samtykti, við aðru viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá  Fíggjarnevndini, at veita eina eykajáttan upp á 440 tkr til rakstur av svimjihøllin tað, sum eftir er av fíggjarárinum 2025.

 

106/25 Útreiðsluneutral eykajáttan til dýping framvið bryggjuna á Høgabóli til útfyllingina

Í samband við útfyllingina undir Høgabóli, var fylt grót á sjógv eftir eini tekning, av ætlaðari framtíðar útbygging av bryggjuni. Hetta hevur víst seg at geva ávísar avbjóðingar at gagnnýta verandi bryggju heilt út. Millum annað tá stóru ferðamannaskipini eru við bryggjuna, er ein ótti at um komi verður ov langt norð, kann skipið taka í botn.

Hetta ger, at skip liggja longur suðri enn gott er, og ger tað torført at fáa avgreitt fraktskipini samstundis sum ferðamannaskipini liggja inni. Tilfarið, sum er í vegin, er leyst grót og kann takast upp við eini av stóru gravimaskinunum, sum vanliga eru brúktar til bryggjuarbeiði.

Smb. FÆ 2025 eru avsettar 1.000.000 kr. til bátabrúgvar á Glyvrum. Hetta arbeiði er ikki sett í gongd enn. Ein møguleiki er tí at gera eina útreiðsluneutrala eykajáttan, og flyta peningin til at betra um atløguumstøðurnar undir Høgabóli.

- Havnanevndini mælir til at játta hesa útreiðsluneutralu eykajáttan.

- Vinnunevndin mælir til at játta hesa útreiðsluneutralu eykajáttan.

- Fíggjarnevndin vísir á, at vegna meirnýtslu eru tríggjar eykajáttanir til ábyrgdarøki hjá Havnanevndini: Fjøruvegurin (100 tkr), «Rampan» (600 tkr) og Norðaradokk á Skála (100 tkr) – tils. 850 tkr.

Fíggjarnevndin mælir tí til, at 150 tkr verða játtaðar til at taka grótið upp, sum víst á í uppskotinum, og at møguligur meirkostnaður verður fíggjaður av havnarakstrinum.

- Býráðið samtykti, við fyrstu viðgerð, at taka undir við Fíggjarnevndini at játta 150 tkr, og at møguligur meirkostnaður verður fíggjaður av havnarakstrinum.

- Býráðið samtykti, við aðru viðgerð, at taka undir við Fíggjarnevndini at játta 150 tkr, og at møguligur meirkostnaður verður fíggjaður av havnarakstrinum.

  

107/25 Eykajáttanir til íløgur í FÆ 2025

Kommunan hevur fleiri stórar og nakrar smærri íløguverkætlanir, sum hava tørv á eykajáttan upp á tils. 43,750 mió.

- Fíggjarnevndini hevur samtykt at taka undir við eykajáttanini.

- Býráðið samtykti, við fyrstu viðgerð, eykajáttanina uppá tilsamans 43,750 mió.

- Býráðið samtykti, við aðru viðgerð, eykajáttanina uppá tilsamans 43,750 mió.

 

108/25 Vastýrir og valnevnd býráðssetuna frá 1. Januar 2025

Valstýri og kommunal valnevnd skulu veljast av nýggjum aftaná hvørt býráðsval, og sita tey valskeiðið út. Fíggjarnevndin mælir til at tikið verður undir við uppskotinum um val av nevndar- og stýrislimum í kommunalu valnevndina og tey 7 valstýrini í kommununi.             

-Býráðið samtykti at taka undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini við 10 atkvøðum fyri og einari blankari. 

 

109/25 Keyp av geira til leiðingar av matr. nr. 139f, Glyvra bygd

Hetta málið um keyp av einum 2 metur breiðum geira frá Leitisvegi til Hjallaveg varð viðgjørt á seinasta fundi.

Av misgávum var tað skeivt matrikulnummar, sum mælt var til at keypa burturav.

Geirin skal verða burturav matr. nr. 139f og ikki matr. nr. 139d, sum stóð í tilmælinum til fyrra fundin.

Tekniska deild mælir til, at Runavíkar kommuna keypir ein umleið 2 metur breiðan geira, tilsamans uml. 45 m2, frá matr. nr. 139f, Leitisvegur 23 í Saltangará.

-Byggi- & býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum.

-Býráðið samtykti at taka undir við tilmælinum frá Byggi- & býarskipanarnevndini.

 

110/25 Umsókn um endurnýggjan av byggiloyvi til bilhús á matr. nr. 176b á Líknargøtu 1 í Saltangará

Eigarin av matr. nr. 176b, á Líknargøtu 1 í Saltangará, søkir um byggiloyvi til bilhús ímóti grannamarki á matr. nr. 176i á Líknargøtu 3.

Longdin av bilhúsinum er 6,55 m og hæddin er 2,5 m. Hetta er í samsvar við ásetingar í kap IV, gr. 4, stk. 8, 9a og 9b í almennu byggisamtyktini fyri Runavíkar kommunu.

Tekniska deild mælir til at ganga umsóknini á møti.

-Byggi- & býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum. Bogi Hansen luttók ikki í viðgerðini av málinum.

-Býráðið samtykti at taka undir við tilmælinum frá Byggi- & býarskipanarnevndini. Bogi Hansen luttók ikki í viðgerðini av málinum.

 

111/25 Fyrispurningur um at broyta friðað øki til bústaðarøki fyri matr. nr. 100a og 100b, Glyvra bygd

Eigarin av matr. nr. 100a og 100b, Glyvravegur 26 og 28, søkir um at fáa byggisamtyktina broytta frá F1-øki til B-bústaðarøki.

Umsóknin hevur verði hjá Fornminnissavninum til hoyringar. Glyvursgarður lá norðan fyri Glyvragjógv beint oman fyri Glyvraveg intil 1823, tá áin leyp og garðurin tá var fluttur suður um gjónna og longur niðan í lendið.

Tá ið grivið var út fyri grund á matr. nr. 102, varð viður og grót frá fornum bygningi funnið.

Skráseting av jarðfestum fornminnum bleiv gjørd av Símun V. Arge í 1977.

Fornminnissavnið mælir frá at broyta F1 øki til B-bústaðarøki

Vísandi til tilmæli hjá Fornminnissavninum, mælir tekniska deild til ikki at ganga umsóknini um broyting av býarplaninum frá F1 øki til B-bústaðarøki.

-Byggi- & býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum frá teknisku deild.

-Býráðið samtykti at taka undir við tilmælinum frá Byggi- & býarskipanarnevndini.

 

112/25 Umsókn um frábýti/samanlegging í sambandi við makaskifti matr. nr. 4a og 237d Elduvík

Umhvørvisstovuni sendir umsókn til ummælis um frábýti og samanlegging í sambandi við makaskifti millum Runavíkar kommunu og hagapartin Frammistovupartur.

Matr. nr. 237d, sum er 515 m2 til støddar, og liggur oman ímóti Fjaravegnum, uml. 500 m norðan fyri havnalagi í Funnsingsfirði, varð býtt frá hagapartinum Frammistovupartur í 2004, tá ið Runavíkar kommuna keypti tað til ruskpláss.

Funningfjørður hevur fingið eitt annað ruskpláss og festarin av Frammistovuparti ynskir keypa matr. nr. 237d aftur at leggja afturat festinum.

Síðani hevur kommunan gjørt eina avtalu við festaran, um at gera makaskifti soleiðis at kommunan fær matr. nr. 4a, sum liggur niðanfyri Kirkjuna í Elduvík og er 386 m2 til støddar, ímeðan hagaparturin Frammistovupartur fær matr. nr. 237d.

Tekniska deild mælir til at viðmæla umsóknini.

-Byggi- & býarkipanarnevndin tekur undir við tilmælinum.

-Býráðið samtykti at taka undir við tilmælinum frá Byggi- & býarskipanarnevndini.

 

113/25 Umsókn um samanlegging millum matr. nr. 21e, 27 og 44u á Glyvrum

Umhvørvisstovan hevur sent umsókn um sundurbýti og samanlegging á Glyvrum til ummælis.

Søkt verður um at samanleggja matr. nr. 44u, matr. nr. 27 og uml. 85 m2 av matr. nr. 21e. Áðrenn 85 m2 av matr. nr. 21e kann leggjast saman við matr. nr 27 og 44u, má tað frábýtast burturav matr. nr 21e.

Matr. nr. 21e er í tveimum lutum. Tann eini luturin á 1.386 m2, er rundanum sethúsið Glyvravegur 70. Hin luturin á uml. 85 m2, er oman ímóti Glyvravegi við síðuna av Gamla handlinum á Langanesi. Eitt felag hevur gjørt avtalu við eigaran av matr. nr. 21e um at keypa lutin, sum er uml. 85 m2 at leggja saman við matr. nr. 44u og matr. nr. 27.

Tekniska deild mælir til at viðmæla umsóknini.

-Byggi- & býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum.

-Býráðið samtykti at taka undir við tilmælinum frá Byggi- & býarskipanarnevndini.

 

114/25 Umsókn um sundurbýti av ogn á Norðurhædd 1, matr. nr. 276aa

Eigarin av ognini, matr. nr. 276aa, Norðurhædd 1, søkir um at sundurbýta ástandandi húsið í tvær íbúðir. Tann eina íbúðin er á kjallarahædd og hin er á veg- og loftshædd.

Umsóknin er samstundis send Umhvørvisstovuni, sum umsitur matrikulering. Kommunan er bert ummælandi partur av umsóknini.

Tað eru fleiri dømi um sethús, sum eru sundurbýtt til eigaraíbúðir. Tá eitt sethús skal sundurbýtast í eigaraíbúðir, skal tað tryggjast, at húsið brunatekniskt kann deilast í tvær íbúðir, og at nóg mikið av parkeringsplássum er við húsið. Parkeringsviðurskiftini eru nøktandi, og kann tað góðkennast. Sambært tekningum er húsið brunatekniskt í lagi, men skal tað kannast av kommununi, tá Umhvørvisstovan hevur góðkent sundubýti.

Tekniska deild mælir nevndini til at viðmæla sundurbýti av ognin matr. nr. 276aa til eigaraíbúðir.

-Byggi- & býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum.

-Býráðið samtykti at taka undir við tilmælinum frá Byggi- & býarskipanarnevndini.

 

115/25 Umsókn um byggiloyvi til bilskýli á matr. nr. 1Y, Runavík

Kommunan hevur fingið umsókn frá eigara um bygging av bilskýli á matr. nr. 1y, Rúnarvegur 28 í Runavík. Søkt verður um at byggja á mark hjá granna norðanfyri, matr. nr. 1w, Rúnarvegur 30.

Bygt verður eftir ásetingunum í kap IV,2. gr, stk. 9a og 9b, viðv. hædd og longd av bygging. Grannin  norðanfyri hevur fingið hoyringskriv og hevur váttað, at hann ikki hevur nakra viðmerking til byggiætlanina.

Tekniska deild mælir til at umsóknin verður gingin á møti.

-Byggi- & býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum.

-Býráðið samtykti at taka undir við tilmælinum frá Byggi- & býarskipanarnevndini.

 

116/25 Ferðsluviðurskifti á Leitisbrekku í  Saltangará

Leitisbrekka er atkomuvegur til størri býlingsøki. Hámarksferðin er 50 km/t, og leiðir brekkan til øki, sum eru merkt til 30 km/t. Gongubreytin er ikki samanhangandi í allari brekkuni.

Tekniska deild metir, at tað er hóskandi at gera gongubreytina í Leitisbrekku samanhangandi.

Umrøðast kann, hvørt Leitisbrekka við tilhoyrandi síðuvegum; Túnagøta og Grannatún, skal gerast til 30 km/t sona. Umrøðast kann eisini, hvørji átøk kunnu gerast, fyri at tað er tryggari at fara tvørturum vegin.

Ferðslunevndin mælir frá at gera gonguteig á nevnda strekki, men vísir á, at kommunan eigur at umhugsa at binda gongubreytina saman á umrødda øki og somuleiðis at gera ferðamátingar á strekkinum.

-Tøkni- & umhvørvisnevndin tekur undir við tilmælinum frá teknisku deild.

-Býráðið samtykti at taka undir við tilmælinum Tøkni- & umhvørvisnevndini.

 

117/25 Broyting av matrikulering við Bryggjuna/Miðlon matr. nr. 94

Í sambandi við leigusáttmálan við Bryggjuna/Miðlon um grundøkið, sum bygningurin stendur á, skal matrikulin broytast soleiðis, at partur av parkeringsøkinum verður tikin úr matrikklinum.

Leigusáttmálin fyri parkeringsøkið verður gjørdur við øðrum treytum.

Matr. nr. 94 skal broytast soleiðis, at uml. 1.066 m2 vestanfyri bygningin skulu býtast frá matr. nr. 94 og leggjast afturat matr. nr. 93a, og uml. 120 m2 sunnanfyri bygningin skulu býtast frá 93a og leggjast afturat matr. nr. 94.

Tekniska deild mælir til at gera hesa broyting.

-Byggi- og býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum.

-Býráðið samtykti at taka undir við tilmælinum frá Byggi- & býarskipanarnevndini.

 

118/25 Fundardagar hjá býráðnum fyri 2026

Mælt verður til at áseta hesar føstu fundardagar fyri býráðið fyri 2026:

29/1, 26/2, 26/3, 30/4, 28/5, 25/6, 27/8, 24/9, 5/11 og 26/11.

-Fíggjarnevndini tekur undir við tilmælinum um fastar fundardagar fyri  býráðið fyri 2026.

-Býráðið samtykti at taka undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini.