Býráðsfundur
Býráðslimir: Tórbjørn Jacobsen, Tóri Højgaard, Sigrun Jónsveinsdóttir, Jógvan Andersen, Arnfinn Langgaard, Petur Hansen, John Andersen, Bogi Hansen, Pauli Poulsen, Terje Beinar Vestergaard og Jóhan Vest
87-88/25 Fíggjarkarmur og fíggjarætlan fyri 2026 hjá Runavíkar kommunu fyri 2026
- Fíggjarnevndin mælir til at taka undir við uppskotinum til fíggjarætlan fyri Runavíkar kommunu fyri 2026, sum javnvigar við 311,9 mill. kr., við einum skattaprosenti uppá 21,5% (óbroytt), barnafrádrátti uppá 10.500 kr. (óbroytt). Somuleiðis verður frítíðarkortið Spjaldur 3.000 kr. fyri børn og ung 0-18 ár (óbroytt).
- Býráðið samtykti við aðru viðgerð at taka undir við broytta fíggjarkarminum og við fyrstu viðgerð at taka undir við uppskotinum til fíggjarætlan fyri Runavíkar kommunu fyri 2026.
89/25 Býarplansbroyting ísv. keyp av lendi til Útibarnagarð í Æðuvík
Býráðið hevur samtykt at fara undir tilgongdina at keypa ískoytisstykki til útbygging og dagføring av útibarnagarinum í Æðuvík.
Kommunan ætlar at keypa tilsamans umleið 1.000 m2 av lendi, umleið 800 m2 burturav matr. nr. 7a, og umleið 200 m2 burturav matr. nr. 13a. Í hesum sambandi er verður C28 økið til almenn endamál víðkað við umleið 1.000 m2 av matr. nr. 13a, Æðuvík.
Tekniska deild mælir til at víðka C28 økið umleið 1.000 m2.
- Byggi- & býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum.
- Býráðið samtykti at taka undir við tilmælinum hjá Byggi- & býarskipanarnevndini.
90/25 Býarplansbroyting ísv. keyp av lendi til kampingøki í Æðuvík
Býráðið hevur samtykti at keypa lendi til kampingplássið í Æðuvík. Økið talan er um er tilsamans uml. 2.140 m2.
Runavíkar kommuna ynskir at keypa 1.700 m² frá 7a, Føroya Jarðargrunnur, sum er kongsjørð og 440 m² frá 35, Neshagi, sum er ognarhagi.
Í hesum sambandi er neyðugt at víðka um C29 øki til almenn endamál við uml 1.750 m2, harav uml 1.300 m2 á matr. nr. 7a og uml 450 m2 á matr. nr. 35.
Tekniska deild mælir til at C29 øki til almenn endamál við kampingplássið í Æðuvík verður víðka við uml. 1.750 m2.
- Byggi- & býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum.
- Býráðið beindi málið aftur í umsitingina at arbeiða víðari við, áðrenn tað verður lagt fyri býráðið aftur.
91/25 Keyp av geira til leiðingar av matr. nr. 139f, Glyvra bygd
Matr. nr. 146t, Hjallavegur 57, sum er tað norðasta stykki við Hjallaveg, er nú selt. Hetta grundøkið varð tikið av sølulistanum, tí at vegurin ikki var liðugur. Vegurin er nú gjørdur, og matr. nr. 146t er selt.
Ongar leiðingar liggja inn á stykkið. Vatn, el og teleleiðingar liggja í økinum og kunnu nemt leggjast inn á stykkið, men neyðugt er at leggja eina nýggja kloakkleiðing oman í Leitisveg.
Í sambandi við liðugtgerð av Hjallavegnum, vóru 2 grundstykkir, matr. nr. 275x og 275y, løgd út eystan fyri Hjallaveg, sum eisini skulu bindast í nýggju kloakkleiðingina.
Áðrenn kloakkleiðingin kann gerðast, er neyðugt at keypa ein uml. 2 m geira við norðurmarkið á matr. nr. 139d, tilsamans uml. 45 m2.
Tekniska deild mælir til, at Runavíkar kommuna keypur ein umleið 2 metur breiðan geira, tilsamans uml. 45 m2, frá matr. nr. 139d, Leitisvegur 23 í Saltangará.
- Byggi- & býarskipanarnevndin tekur undir við at umsitingin fer í samráð við eigaran um at keypa geiran.
- Býráðið samtykti at taka undir við tilmælinum hjá Byggi- & býarskipanarnevndini.
92/25 Umhvørvisstovan sendir umsókn um sundurbýti av matr. nr. 40a, Søldarfjørður
Umsókn frá Umhvørvisstovuni til ummælis, um sundurbýti av matr. nr. 40a, Søldarfjørður. Eigararnir av matr. nr. 40a, Søldarfjørður, søkja um sundurbýti av ognini, soleiðis at parturin omanfyri Søldarfjarðarveg verður frábýttur til nýtt matr. nr.
Ognin matr. nr. 40a, er tilsamans 10.411 m2 til víddar, harav 5.275 m2 liggur omanfyri Søldarfjarðarveg. Tekniska deild metir, at ognin í 2 ymiskum lutum nærum eru somu stødd, og gevur tað góða meining at lutirnir hava hvør sítt matr. nr.
Tekniska deild mælir nevndini til at viðmæla umsóknini.
- Byggi- & býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum
- Býráðið hevur samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- & býarskipanarnevndini.
93/25 Umsókn um marknaumskipan millum matr. nr. 449 og 463 á Skála
Umhvørvisstovan hevur sent umsókn um marknaumskipan millum matr. nr. 449 og 463 á Skála til ummælis.
Talan er um frábýti av 46 m2 burturav matr. nr. 463 til samanlegging við matr. nr. 454a.
Eisini verður søkt um, at 166 m2 av matr. nr. 449 verður frábýtt og lagt saman við matr. nr. 463. Matr. nr. 449 er í tveimum lutum, ein liggur oman ímóti fjøruni og er 609 m2 til støddar, hin er niðan ímóti vegnum og er 166 m2 til støddar. Tað er parturin sum liggur niðan ímóti vegnum sum skal leggjast afturat matr. nr. 449.
Sambært býarplaninum liggur alt hetta økið í E1 lanbúnaðarøki innangarðs.
Tekniska deild mælir til at viðmæla umsóknini.
- Byggi- & býarskipanarnevndini tekur undir við tilmælinum.
- Býráðið hevur samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- & býarskipanarnevndini.
94/25 SNA Arkitektar søkja um byggiloyvi til nýggja kirkju á Glyvurm
Glyvra Kirkja hevur tann 25. Sept. 2025 móttikið skriv frá Almenna- og Mentamálaráðnum um endaliga at loyva, at nýggj kirkja verður bygd á Glyvrum.
Í samband við myndugleikaviðgerð hjá Runavíkar kommunu vil umsitingin somuleiðis viðmæla at játta byggiloyvi til nýggja kirkju á Glyvrum. Kravda tilfarið fyri at viðgera endaliga byggiloyvið er nú latið kommununi.
Tekniska deild mælir til at játta umsóknini um byggiloyvi.
- Byggi- og býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum.
- Býráðið hevur samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- & býarskipanarnevndini.
95/25 Umsókn um byggiloyvi til matstovu í bygninginum á Heiðavegi 42, Saltangará
Nýggjur leigari skal byrja nýtt virksemi í bygninginum á veghædd í matr. nr. 241, Heiðavegur 42, Saltangará. Eigarin av ognini hevur leiga hølið út til pizza matstovu.
Í almennu byggisamtyktini fyri Runavíkar kommunu, er krav til bygningar, sum liggja í A1 øki, at hølir í veghædd skulu verða til útvenda nýtslu. Hetta kravið er lokið við einari pizza matstovu.
Søkt verður um byggiloyvi til umbygging av hølinum til matstovu.
- Byggi- & býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
- Býráðið hevur samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- & býarskipanarnevndini.
96/25 Umsókn um sundurbýti av matr. nr. 93a, Tofta bygd til íbúðarblokkar
Í sambandi við bygging av íbúðum á uppfyltum øki við matr. nr. 93a, við Fjøruvegin í Runavík, er neyðugt at fáa matrikulera útfylta økið og frábýta lon 1 og 2, so tær standa á egnum sundurbýttum lendi.
Íbúðirnar verða bygdar sambært gr. 2 í leigusáttmálanum millum Runavíkar kommunu og Sp/f Bryggjan og eru ætlaðar at býta sundur í eigaraíbúðir.
Tekniska deild mælir til at nevndin góðkennir frábýti av lon 1 og 2 so tær standa á egnum sundurbýttum lendi.
- Byggi- & býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
- Býráðið hevur samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- & býarskipanarnevndini.
97/25 Útbjóðing av grundstykki til íbúðarbygging í Leitinum í Saltangará á matr. nr. 275i, Glyvra bygd
Ætlanin hjá Sp/f í Leitinum, at byggja íbúðir, bleiv ikki gjøgnumførd, og alt samstarv við felagið er endað.
Tekniska deild hevur tillagað gamla útboðstilfarið, soleiðis at grundstykkið verður boðið út sum eitt grundstykki í almennum útboði við føstum prísi.
Tekniska deild mælir til at bjóða stóra grundstykkið í Leitinum, matr.nr. 275i, út sum alment útboð og at freistin verður ásett til 14 dagar.
- Byggi- & býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
- Býráðið hevur samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- & býarskipanarnevndini.
98/25 Svimjihøllin í Runavík – raktrargrundarlag
Nýggja svimjihøllin í Runavík letur eftir ætlan upp um stutta tíð. Við hesum máli verður lagt fram eitt uppskot til rakstrargrundarlag fyri svimjihøllina.
Rakstrargrundarlagið er eitt uppskot til grundarlag, har støða verður tikin til nýtslu, prísir, upplatingartíðir og hartil hoyrandi starvsfólkahóp (normering).
Við rakstrargrundarlagnum verður støðið lagt undir raksturin av svimjihøllini.
Trivnaðarleiðarin mælir til at samtykkja uppskotna rakstrargrundarlagið fyri Svimjihøllina í Runavík, har undir upplatingartíðir, prísir, starvsfólkanormering og reglugerðir.
- Ítróttarnevndin vil hava útrokningar fyri hvat tað kostar at hava longri opið fyrrapartar mánadag, mikudag, fríggjadag umframt leygardag ella sunnudag. Eisini vil Ítróttarnevndin fáa útrokningar fyri hvat ein avsláttrarskipan til borgarar í Runavíkar kommunu fer at kosta. Ítróttarnevndin tekur annars undir við starvsfólkanormeringini, sum upplatingartíðingar liggja í rakstraruppskotinum, og tekur somuleiðis einmælt undir við reglugerðunum.
- Fíggjarnevndin hevur einmælt samtykt at taka undir við uppskotinum frá trivnaðar- og mentanardeildini við teimum broytingum, sum Ítróttarnevndin mælir til.
Eisini tekur Fíggjarnevndin undir við at veita eykajáttan upp á 440 tkr til rakstur av svimjihøllin tað, sum eftir er av fíggjarárinum 2025, sambært uppgerð frá leiðaranum á Ítróttardeplinum, sum er latin inn eftir at Ítróttarnevndini hevur haft fund.
- Býráðið hevur samtykt at taka undir við tilmælinum frá Ítróttarnevndini og Fíggjarnevndini við teimum broytingum, sum Ítróttarnevndin mælir til. Eisini tekur Býráðið, við fyrstu viðgerð, undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini, at veita eina eykajáttan upp á 440 tkr til rakstur av svimjihøllin tað, sum eftir er av fíggjarárinum 2025.
99/25 Svimjihøllin í Runavík – áseta navn
Svimjihøllin verður bygd afturat verandi bygningi við Løkin, ið nevnist Bylgjan. Navnið Bylgjan fylgir arkitekturinum á bygninginum. Tilbyggingin er skapað sum tær síðstu tvær bylgjurnar á verandi bygningum.
Skotið verður tí upp at navngeva nýggju svimjihøllina «Bylgjan». Í dagligari talu verður sostatt talan um at «fara í Bylgjuna at svimja», ella at fara «í svimjihøllina í Bylgjuni».
Við at staðfesta hetta navn ber til at arbeiða við at fáa samleikan og navnið arbeitt á búnar, útgerð og lutir hjá svimjihøllini.
Við hesum uppskoti ber sostatt eisini til at arbeiða víðari við einum samleika fyri ítróttardepilin í Runavík og fyri Bylgjuna sum eitt ítróttarkompleks, ið inniheldur fimleikarhøll, ítróttarhøll og svimjihøll.
- Ítróttarnevndin mælir til at svimjihøllin fær navnið Bylgjan.
- Býráðið hevur samtykt at taka undir við Ítróttarnevndini, at svimjihøllin fær navnið Bylgjan.
100/25 Onnur viðgerð av eykajáttan til keyp av stigabili til Skálafjarðar sløkkilið
Fyri einum ári síðani samtykti Býráðið at gjalda 50% av nýggum stigabili til Sløkkiliðið í sambandi við, at kontrakt varð undirskrivað 25/6-2024.
Bilurin er nú liðugur og er komin til landið. 50% eru eftir at gjalda, og parturin hjá Runavíkar kommunu verður 2 mió, sum søkt verður um eykajáttan.
Rokningin er stílað til Runavíkar kommunu, sum í fyrsta umfari leggur 3 mió út og fær endurgjaldið upp á 1 mió aftur frá samstarvskommununum aftaná.
- Býráðið samtykti við fyrstu viðgerð á fundi 25. september 2025 at taka undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini og játta 2 mió.
- Býráðið hevur samtykt, við aðru viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini og játta 2 mió.
101/25 Onnur viðgerð. Útreiðsluneutralar eykajáttanir 2025
Mett verður, at fleiri íløguverkætlanir fara at hava avlop í ár, meðan íløgan til svimjihøll hevur ein rættiliga stóran tørv á meirjáttan. Mælt verður tí til – í fyrsta umfari - at veita hesa útreiðlsuneutralu eykajáttanina á 4.600 tkr. til svimjihøllina.
- Býráðið samtykti við fyrstu viðgerð á fundi 25. september at taka undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini og játta útreiðsluneutralu eykajáttanina.
- Býráðið hevur samtykt, við aðru viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini og játta útreiðsluneutralu eykajáttanina.
102/25 Eykajáttanir til íløgur í FÆ2025
Kommunan hevur fleiri stórar og nakrar smærri íløguverkætlanir, sum hava tørv á eykajáttan upp á tils. 43,750 mió.
- Fíggjarnevndini hevur samtykt at taka undir við eykajáttanini.
- Býráðið samtykti, við fyrstu viðgerð, eykajáttanina uppá tilsamans 43,750 mió.
103/25 Útreiðsluneutral eykajáttan til dýping framvið bryggjuni á Høgabóli til útfyllingina
Í samband við útfyllingina undir Høgabóli, var fylt grót á sjógv eftir eini tekning, av ætlaðari framtíðar útbygging av bryggjuni. Hetta hevur víst seg at geva ávísar avbjóðingar at gagnnýta verandi bryggju heilt út. Millum annað tá stóru ferðamannaskipini eru við bryggjuna, er ein ótti at um komi verður ov langt norð, kann skipið taka í botn.
Hetta ger, at skip liggja longur suðri enn gott er, og ger tað torført at fáa avgreitt fraktskipini samstundis sum ferðamannaskipini liggja inni. Tilfarið, sum er í vegin, er leyst grót og kann takast upp við eini av stóru gravimaskinunum, sum vanliga eru brúktar til bryggjuarbeiði.
Smb. FÆ 2025 eru avsettar 1.000.000 kr. til bátabrúgvar á Glyvrum. Hetta arbeiði er ikki sett í gongd enn. Ein møguleiki er tí at gera eina útreiðsluneutrala eykajáttan, og flyta peningin til at betra um atløguumstøðurnar undir Høgabóli.
- Havnanevndini mælir til at játta hesa útreiðsluneutralu eykajáttan.
- Vinnunevndin mælir til at játta hesa útreiðsluneutralu eykajáttan.
- Fíggjarnevndin vísir á, at vegna meirnýtslu eru tríggjar eykajáttanir til ábyrgdarøki hjá Havnanevndini: Fjøruvegurin (100 tkr), «Rampan» (600 tkr) og Norðaradokk á Skála (100 tkr) – tils. 850 tkr.
Fíggjarnevndin mælir tí til, at 150 tkr verða játtaðar til at taka grótið upp, sum víst á í uppskotinum, og at møguligur meirkostnaður verður fíggjaður av havnarakstrinum.
- Býráðið samtykti, við fyrstu viðgerð, at taka undir við Fíggjarnevndini at játta 150 tkr, og at møguligur meirkostnaður verður fíggjaður av havnarakstrinum.