Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 25. september 2025 - kl. 17:00

Býráðslimir: Tórbjørn Jacobsen, Tóri Højgaard, Sigrun Jónsveinsdóttir, Jógvan Andersen, Arnfinn Langgaard, Petur Hansen, John Andersen, Bogi Hansen, Pauli Poulsen, Terje Beinar Vestergaard og Jóhan Vest

Avboð: Arnfinn Langgaard

 

71/25 Umsókn um keyp av undirlendi undir neysti á matr. nr. 56a, Lamba

Búnaðarstovan biður um ummæli, vegna ein borgara, um keyp av undirlendi til neyst í Lamba.

Í økinum eru fleiri onnur neyst, sum øll standa á egnum matriklum við privatum eigarum.

Tekniska deild mælir til at viðmæla umsóknini.

- Byggi- & býarskipanarnevndin tekur undir tilmælinum frá teknisku deild at viðmæla umsóknini.

- Havnanevndin tekur undir tilmælinum frá teknisku deild at viðmæla umsóknini.

- Býráðið samtykti at taka undir við tilmælunum frá Byggi- & býarskipanarnevndini og Havnanevndini og viðmæla umsóknini.

 

72/25 Broyting av byggisamtykt ísv. skeltisreglugerð

Tekniska deild er í gongd við at gera eina skeltisreglugerð, sum ætlanin er skal verða galdandi fyri skeltir, ið ikki eru ferðsluskelti. Talan er um lýsingarskíggjar, ljósskelti, pylonskelti osfr. Við skeltisreglugerðini verður neyðugt at søkja um byggiloyvi, áðrenn skeltið verður sett upp. Við núverandi lóggávu hevur kommunan sum myndugleiki onga lógarheimild at hella seg til.

Ætlanin er at skilja ímillum aktiv og passiv skelti, ið eru ávikavist elektroniskir skermar og vanlig statisk skelti úr ymsum tilfari.

Fyri at gera skeltisreglugerðina bindandi, og fyri at Runavíkar kommuna skal hava møguleika fyri at handhevja innihaldið, skulu ásetingarnar um skelting verða staðfestar í almennu byggisamtyktini.

Tí er ætlanin at gera ein broyting í byggisamtyktini, við at seta hendan setningin inn í kap. 1, grein 3 fyri bygging og byggingar:

“Skelti, ljósskelti, lýsingarskelti osf. Tó undantikið ferðsluskelti.”

Sambært Løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast er broytt við løgtingslóg nr. 82 frá 2. mai 2025 hevur kommunan heimild sambært grein 8 at seta fyribils forboð at viðgerða umsóknir, meðan ein byggisamtykt er í umbúna.

Ætlanin er at hetta arbeiðið skal verða liðugt til várs.

Tekniska deild mælir til at seta broytingina av byggisamtyktini í verk og fáa heimild at seta fyribils forboð at geva byggiloyvi til lýsingarskelti.

- Byggi- & býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum frá teknisku deild.

- Tøkni- & umhvørvisnevndini tekur undir við tilmælinum frá teknisku deild.

- Býráðið samtykti at taka undir við Byggi- & býarskipanarnevndini og Tøkni- & umhvørvisnevndini.

 

73/25 Fyrispurningur frá Umhvørvisstovuni um møguliga regulering av matr. nr. 18 í Runavík

Umhvørvisstovan hevur verið á staðnum og uppmált ognina matr. nr. 18 í Runavík, og hevur sammett markini við máliblaði frá 1975.

Matrikullinjurnar á Kortal.fo eru ikki altíð rættar. Fyri at tryggja sær, at matrikullinjurnar eru rættar, er neyðugt at máta upp á staðnum.

Umhvørvisstovan spyr, um tey skulu halda seg til máliblaðið frá 1975 ella kanska garðin og bilhúsið.

Tekniska deild mælir til, at vit halda okkum til máliblaðið frá 1975.

- Byggi- & býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum frá teknisku deild.

- Býráðið samtykti at taka undir við tilmælinum frá Byggi- & býarskipanarnevndini.

 

74/25 Framhald av útstykking á vinnuøkinum á Rituvíkshálsi

Tekniska deild hevur gjørt uppskot til útstykkingarætlan fyri framhald av vinnuøkinum á Rituvíkshálsi.

Uppskotið gevur møguleika fyri 11 stykkjum í tveimum støddum, fimm smærri stykki á umleið 1100 m² og seks størri á í miðal 2600 m².

Tekniska deild mælir til at fáa gjørt útboðstilfar og bjóða út alment. Samstundis verður mælt til at samtyktin frá 31. oktober 2024 um útbjóðing av matr. Nr. 47r fellur burtur.

- Byggi- & býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum frá teknisku deild.

- Vinnunevndin tekur undir við tilmælinum frá teknisku deild.

- Tøkni- & umhvørvisnevndin tekur undir við tilmælinum frá teknisku deild.

- Býráðið samtykti at taka undir við tilmælinum frá Byggi- & býarskipanarnevndini, Vinnunevndini og Tøkni- & umhvørvisnevndini.

 

75/25 Umsókn um bygging av vinnubygningi á Skála

Runavíkar kommuna hevur móttikið umsókn frá fyritøku um at leiga eitt øki á havnalagnum norðanfyri umsitingarbygningin hjá Mest á Skála, sum ikki er uppfylt enn.

Bygningurin skal eftir ætlan byggjast í tveimum byggistigum. Býarplanurin fyri økið loyvir tílíkari bygging, men økisásetingarnar loyva bert lægri bygging.

Tískil mugu økisásetingarnar í byggisamtyktini broytast, eins og umhvørvismetingar mugu gerast, áðrenn økið kann fyllast út.

Tekniska deild letur upp til nevndina at taka avgerð um arbeiðast skal víðari við at broyta byggisamtykt og lata gerða umhvørvismeting fyri økið.

- Byggi- & býarskipanarnevndin tekur undir við at arbeitt verður víðari við broyting av byggisamtykt og umhvørvismetingum.

- Havnanevndin tekur undir við at arbeitt verður víðari við broyting av byggisamtykt og umhvørvismetingum.

- Vinnunevndin tekur undir við at arbeitt verður víðari við broyting av byggisamtykt og umhvørvismetingum.

- Býráðið hevur samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- & býarskipanarnevndini, Havnanevndini og Vinnunevndini, at arbeitt verður víðari við at broyta byggisamtykt og gera umhvørvismeting fyri økið.

 

76/25 Útboð av grundøki til íbúðarbygging á Líknargøtu, matr. nr. 150a

Kommunan eigur matr. nr. 150a, sum liggur eystanfyri Líknargøtu. Hetta øki hevur kommunan fyrr vísti á til íbúðarbygging.

Fyrispurningur er komin frá arbeiðstakara um keyp av hesum øki.

Økið er býtt sundur við eini gøtu. Norðanfyri gøtuna er økið uml. 410 m2 og sunnanfyri er økið uml.1.500 m2.

Økið er smalt, millum 12 og 17 m og okkurt um 130 m langt.

Líknargøtuvegurin má frábýtast áðrenn økið verður selt.

Økið er ikki planerað og lendið er lutfalsliga høgt fram við vegnum.

Tekniska deild mælir til at útbjóðingartilfar verður gjørt til sølu av økinum.

- Byggi- & býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum frá teknisku deild.

- Býráðið samtykti at taka undir við tilmælinum frá Byggi- & býarskipanarnevndini.

 

77/25 Umvæling av gamla vegi niðanfyri kirkjuna í Oyndarfirði

Kirkjuráðið í Oyndarfirði heitir á kommununa um at bøta um vegin og garðin niðanfyri kirkjuna, sum er illa farin í støðum. Tá uppgangur er, kemur sjógvur niðan móti kirkjuni.

Eitt skitsuuppskot er gjørt til at umvæla vegin umframt at skapa eitt lítið torg og trappu oman í fjøruna.

Tekniska deild mælir til at skipan av møguligum torgi verður tikið við í prosjekteringina og at prosjekteringin verður deild upp í arbeiðstøkur.

- Tøkni- & umhvørvisnevndin tekur undir við tilmælinum frá teknisku deild.

- Býráðið samtykti at taka undir við tilmælinum frá Tøkni- og umhvørvisnevndini.  

 

78/25 Umsókn um menningarsamstarv – rørsla, ítróttur og trivnaður

Føroya Styrkisamband søkir Runavíkar kommunu um at seta í verk eitt víðkað samstarv millum partarnar.

Eftir samskifti við Føroya Styrkisamband verður skotið upp at gera eina samstarvsavtalu millum Runavíkar kommunu og Føroya Styrkisamband fram til oktobur 2026, tá juniorkapping um norðurlandameistaraheitið verður í hildin í Bylgjuni.

Avtalan inniber eitt strategiskt menningarsamstarv millum partarnar, sum fevnir um skúlaøkið og øll ítróttarfeløgini í kommununi.

Trivnaðardeildin mælir til at gera samstarvsavtalu við Føroya Styrkisamband um royndarverkætlan fram til oktobur 2026.

- Ítróttarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðardeildini og gera samstarvsavtalu fram til oktober 2026. Ítróttarnevndin ynskir at fáa afturboðan frá verekætlanini nakrar ferðir gjøgnum sáttmálaskeiðið.

- Býráðið feldi eitt uppskot um at beina málið aftur í Ítróttarnevndina, og samtykti síðani upprunaliga uppskotið frá Ítróttarnevndini.

 

79/25 Ítróttarhús við Løkin

Á játtanini fyri 2025 er 1,4 mió. kr. avsettar til bygging av ítróttarhúsi við Løkin.

Ítróttarnevndin hevur umrøtt hvussu farast skal víðari við verkætlanini, og mælir til at hildið verður áfram at arbeiða við verkætlanini samsvarandi upphæddini, ið er sett av á fíggjarætlanini fyri 2025.

- Ítróttarnevnini samtykti, at hildið verður fram við at arbeiða við ítróttarhúsinum samsvarandi teirri peningarligu heimild, ið er givin við fíggjarætlanini fyri 2025.

- Býráðið samtykti eitt uppskot um at beina málið aftur í Ítróttarnevndina.

 

80/25 Umsókn um stuðul til útgávu hjá Joe & the Shitboys

Joe & the Shitboys søkja um fíggjarligan stuðul til plátuútgávu og konsertferð.

- Mentanarnevndin samtykti at játta 10.000 kr. í stuðli.

- Býráðið hevur samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.

 

81/25 Merittútbúgving í námsfrøði til hjálparfólk á dagstovnunum

Stórur tørvur er á fleiri námsfrøðingum til dagstovnaøkið. Í løtuni nøktar Fróðskaparsetur Føroya langt frá tann tørvin á útbúnum námsfrøðingum, ið dagstovnaøkið hevur tørv á. Hetta merkja stovnar kring alt landið, eisini í Runavíkar kommunu, sviðan av. Tá landsins útbúgvingarstovnar ikki megna at nøkta tørvin á útbúnari arbeiðsmegi til samfelagið, hava nakrar kommunur valt at taka málið í egnar hendur.

Netmerittúbúgvingin í námsfrøði ber við sær at tann lesandi er í starvi á dagstovni hjá avvarðandi kommunu undir útbúgvingini. Tann lesandi skal lúka somu krøv sum í eini vanligari útbúgving í námsfrøði. Munurin er tó tann, at henda útbúgvingin er lagað til tey, sum røkja eitt starv í gerandisdegnum.

Trivnaðardeildin mælir til at Runavíkar kommuna fær loyvi at senda upp til 5 hjálparfólk á hesa útbúgving, sum næstu ferð tekur næmingar inn í februar 2026.

- Trivnaðarnevndin mælir til at fara undir at bjóða útbúgvingina til hjálparfólk á dagstovnum í Runavíkar kommunu sambært uppskotinum.

- Býráðið samtykti at taka undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

 

82/25 Kommunal buss-app

Eftir at hava boðið út arbeiði at gera eina kommunala buss-app er komið fram, at Strandfaraskip Landsins eru á gáttini við einari líknandi app, ið kemur at veita stórt sæð somu tænastu, sum biðið verður um frá kommununi. Talan er um eina ferðaætlanarskipan, ið fevnir um alt landið og harvið eisini busskoyringina í Runavíkar kommunu.

Trivnaðardeildin mælir Mentanarnevndini til at strika útboðið, tá uppgávan verður loyst av øðrum parti og menningin av einari buss-app er omanfyri játtanina til endamálið.

- Mentanarnevndin tekur undir við at fylgja tilmælinum frá Trivnaðardeildini og strika útboðið.

- Býráðið samtykti at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini og strika útboðið.

 

83/25 Eykajáttan til keyp av stigabili til Skálafjarðar sløkkilið.

Nýggi stigabilurin er nú liðugur, og fellur seinni helmingurin av útveganarkostnaðinum til gjaldingar.  Parturin hjá Runavíkar kommunu verður 2 mió, sum søkt verður um eykajáttan til.

- Fíggjarnevndin samtykti at veita 2 mió. kr í eykajáttan til keypið av nýggjum stigabili til Skálfjarðar kommunala Sløkkilið.

- Býráðið samtykti, við fyrstu viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini.