Býráðsfundur
Býráðslimir: Tórbjørn Jacobsen, Tóri Højgaard, Sigrun Jónsveinsdóttir, Jógvan Andersen, Arnfinn Langgaard, Petur Hansen, John Andersen, Bogi Hansen, Pauli Poulsen og Jóhan Vest
Avboð: Terje Beinar Vestergaard
67/25 Umsókn um byggiloyvi til garagu/úthús á matr. nr. 544k, Skála
Kommunan hevur fingið umsókn um byggiloyvi til bilhús/úthús á matr. nr. 544k á Skála. Søkt verður um byggiloyvi við undantaki frá ásetingum um hædd og longd móti marki.
Tað sermerkta við hesum stykkinum er, at tað ikki hevur felagsmark við nakað grundøki, og at tað er tað minsta grundstykki í útstykkingini, talan er um. Tí metur tekniska deild ikki, at hetta kemur at ávirka grannar nevnisvert.
Tekniska deild mælir til at ganga umsóknini á møti.
-Byggi- og býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum frá teknisku deild at ganga umsóknini á møti
-Býráðið samtykti at taka undir við tilmælinum frá byggi- og býarskipanarnevndini, og ganga umsóknini á møti.
68/25 Matrikulering av grundstykki burturav matr. nr. 219a við Fjørðuvegin í Saltangará
Sum framhald av avtalu og leigusáttmála við EFFO, í sambandi við áfyllingarstøð við Fjøruvegin í Saltangará, er neyðugt at leigaða økið fær sjálvstøðugt matrikkulnummar.
Økið talan er um er áleið 1200 m2 av matr.nr. 219a Glyvrar, og mælir tekniska deild til at játta at frábýta hetta øki til sjálvstøðugan matrikkul hjá Runavíkar kommunu.
Tekniska deild mælir til at játta hesum frábýti til sjálvstøðugan matrikkul.
-Byggi- og býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum frá teknisku deild.
-Býráðið samtykti at taka undir við tilmælinum frá byggi- og býarskipanarnevndini.
69/25 Umhvørvisstovan sendir umsókn um marknaumskipan millum matr. nr. 56a, 63 og liltra b, Lamba
Búnaðarstovan søkir um marknaumskipan millum matr. nr. 56a, sum er innangarðslendi til hagaparin Helvtin, litra b, Lambavegur, og matr. nr. 63, sum Føroya Landsstýri er eigari av.
Talan er um makaskifti millum og Føroya Landsstýri og Búnaðarstovuna.
Festið, matr. nr. 56a, letur lendi sum náttúrliga liggja sum partur av vegøkinum litra b, tilsamans uml. 78 m2, og parturin matr. nr. 63, sum er uml. 97 m2, letur 81 m2 til matr. nr. 56a.
Restin av matr. nr. 63, uml. 16 m2 verður lagt saman við litra b.
Tekniska deild mælir til at viðmæla umsóknini.
-Byggi- og býarskipanarnevndini tekur undir við tilmælinum frá teknisku deild at viðmæla umsóknini.
-Býráðið samtykti at taka undir við tilmælinu frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
70/25 Fíggjarkarmur hjá Runavíkar kommunu fyri 2026
Meting/áseting av bólkaðum inntøkum og útreiðslum í fíggjarætlanini fyri Runavíkar kommunu fyri 2026 til støðutakan.
-Fíggjarnevndin leggur málið til Býráðið til støðutakan
-Býráðið hevur við fyrstu viðger samtykt at taka undir við fíggjarkarminum sambært uppskotinum.