Býráðsfundur
Býráðslimir: Tórbjørn Jacobsen, Tóri Højgaard, Sigrun Jónsveinsdóttir, Jógvan Andersen, Arnfinn Langgaard, Petur Hansen, John Andersen, Bogi Hansen, Pauli Poulsen, Terje Beinar Vestergaard og Jóhan Vest
49/25 Ársroknskapur fyri Runavíkar kommunu fyri 2024
Góðkenning av ársroknskapinum fyri Runavíkar kommunu fyri 2024.
-Býráðið hevur á fundi 2/6-2025 samtykt at taka undir við tilráðingini frá fíggjarnevndina at góðkenna ársroknskapin hjá Runavíkar kommunu fyri 2024.
50/25 Ársroknskapur fyri Skjálafjarðar Kommunala Sløkkilið fyri 2024
Góðkenning av ársroknskapinum fyri Skálafjarðar kommunala Sløkkilið fyri 2024.
-Býráðið hevur á fundi 2/6-2025 samtykt at taka undir við tilráðingini frá fíggjarnevndina at góðkenna ársroknskapin hjá Skálafjarðar kommunala Sløkkiliði fyri 2024.
51/25 Umsókn um byggiloyvi bilskýli matr. nr. 143 í Rituvík
Kommunan hevur fingið umsókn um byggiloyvi til at gera bilskýli (ikki bilhús) á matr. nr. 143 í Rituvík. Tekniska deild mælir til at játta byggiloyvi.
-Býráðið hevur á fundi 2/6-2025 samtykt at taka undir við tilráðingini frá Byggi- og býarskipanarnevndini um at játta byggiloyvi til bilskýli.
52/25 Umsókn um byggiloyvi til tilbygning til Berøa á matr. nr. 197 í Saltangará
Kommunan hevur fingið umsókn um byggiloyvi til at inniloka kjallaran í gamla Berøa-bygninginum. Tekniska deild mælir til at játta byggiloyvi.
-Býráðið hevur á fundi 2/6-2025 samtykt at taka undir við tilráðingini frá Byggi- og býarskipanarnevndini og Tøkni- og Umhvørvisnevndini um at játta byggiloyvi.
53/25 Umsókn um byggiloyvi til íbúðir á havnalagnum í Runavík
Runavíkar kommuna hevur fingið eina umsókn um byggiloyvi til íbúðir á útfyllingini á havnalagnum norðanfyri Fjøruvegin í Runavík. Talan er um tvær lonir við samanlagt 45 íbúðum í ymiskum støddum.
-Býráðið hevur á fundi 2/6-2025 samtykt at taka undir við tilráðingini frá Byggi- og býarskipanarnevndini um at játta byggiloyvi til íbúðarbyggingina, tá øll neyðug viðurskifti viðv. brunatrygd, býarplani og sáttmála er komin uppá pláss.