Býráðsfundur
Býráðslimir: Tórbjørn Jacobsen, Tóri Højgaard, Sigrun Jónsveinsdóttir, Jógvan Andersen, Arnfinn Langgaard, Petur Hansen, John Andersen, Bogi Hansen, Pauli Poulsen, Terje Beinar Vestergaard
Avboð: Jóhan Vest
39/25 Broyting av byggisamtykt fyri D-økir í Runavík, Saltangará, Glyvrar, Søldarfjørður, Skipanes og Skála
Tekniska deild mælir til at broyta ásetingarnar fyri vinnuøki kap VII, 5. Gr. Í almennu byggiamtyktini fyri Runavíkar kommunu soleiðis, at býráðið hevur heimild at gera, ella geva loyvi til útfyllingar út á sjógv innanfyri tey økir, sum eru løgd út til havna/vinnuøkir í plankortinum.
-Byggi og býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur samtykt at taka undir við timælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
40/25 Búnaðarstovan biður um ummæli frá kommununi viðvíkjandi keypi av ískoytisstykki av leigutrøð matr. nr. 190a í Rituvík
Umtalaða ískoytisstykki er ein geiri, kommunan vanliga ger millum sethúsastykkir við einum hóskandi strekki ímillum. Stykki er avlagt til tekniskar leiðingar.
Tí mælir Tekniska deild frá at viðmæla umsóknini.
-Byggi- og býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
41/25 Búnaðarstovan biður um ummæli frá kommununi viðvíkjandi keypi av ískoytisstykki av leigutrøð matr. nr. 22a í Æðuvík
Tekniska deild mælir frá at viðmæla umóknini vísandi til, at økið, sum søkt verður um, er E1-landbúnaður innangarðs og er størri enn 300 m2.
-Byggi- og býarsipanarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarkipanarnevndini.
42/25 Hoyringsskriv viðvíkjandi umsókn um endurnýggjan av aliloyvi til smoltstøð, aliloyvi S-16, alifjørður C-11
Tekniska deild mælir til at boða HFS frá, at kommunan ongar viðmerkingar hevur til aliloyvið.
-Byggi- og býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Vinnunevndini tekur undir við tilmælinum frá Teknisku deild
-Tøkni- og umhvørvisnendin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku deild
-Býráðið hevur samtykt at taka undir við tilmælinum frá nevndunum.
43/25 Hjallavegur suður – vegagerð og planering av grunstykki
Grundøki er boðið út í fríðari sølu til íbúðarbygging. TN bygging vann útboðið og søkir um útgrevstrarloyvi til íbúðir og vegagerðina.
Tekniska deild mælir til at loyva útgrevstri og planering av matr. nr. 275b.
-Byggi- og býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur samtykt at taka undirvið tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
44/25 Keyp av lendi til vinnuøki í Søldarfirði
Kommunan manglar vinnustykki til ríka vinnulívið í kommununi, og mælir Tekniska deild kommununi at fara undir tilgongd at ogna sær lendi í Søldarfirði til endamálið.
-Byggi- og býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Vinnunevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku deild
-Fíggjarnevndin tekur undir við at farið verður í samráðing við eigararnar um keyp av jørðini. Spurningurin um fígging verður tikin upp, um keypið gerst veruleiki.
-Býráðið hevur samtykt at taka undir við tilmælinum frá nevndunum.
45/25 Ítróttartuðul 2025
Trivnaðardeildin hevur gjørt uppskot til leist og mælir til at býta ítróttarstuðul eftir leistinum.
-Ítróttarnevndin hevur samtykt at býta ítróttarstuðulin eftir uppskotna leistinum.
- Býráðið hevur samtykt at taka undir við tilmælinum frá Ítróttarnevndini.
46/25 Prístalsjavning av avtalu við ítróttarfelag
Trivnardeildin mælir Ítróttarnevndini at prísjavna avtaluna við gildiskomu frá 1. Januar 2026.
-Ítróttarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðardeildini, og mælir til at ein ein týðilig reglugerð fyri nýtslu av høllini á Skála verður gjørd.
-Býráðið hevur samtykt at taka undir við tilmælinum frá Ítróttarnevndini.
47/25 Liðugtgerð av uttanumøki á havnalagnum
Eykajáttan til regulering og asfaltering av lendi á nýggja havnalagnum á Glyvrum, burturav matr. nr. 219a, Glyvrar.
-Fíggjarnevndin hevur samtykt, við aðru viðgerð, at veita eykajáttan til verkætlanina.
-Býráðið hevur samtykt, við aðru viðgerð, at veita eykajáttan til verkætlanina.
48/25 Roðin – Ársroknskapur og grannkoðaraprotokoll fyri 2024
Fíggjardeildin mælir til at góðkenna ársroknskapin fyri Roðan fyri 2024.
-Fíggjarnevndin mælir býráðnum til at góðkenna roknskapin fyri Roðan fyri 2024.
-Býráðið hevur góðkent ársroknskapin hjá Roðanum fyri 2024.