Býráðsfundur
Býráðslimir: Tórbjørn Jacobsen, Tóri Højgaard, Sigrun Jónsveinsdóttir, Jógvan Andersen, Arnfinn Langgaard, Petur Hansen, John Andersen, Bogi Hansen, Pauli Poulsen, Terje Beinar Vestergaard og Jóhan Vest
21/25 Umsókn um keyp av matr. nr. 237d til festið í Frammistovu í Funningsfirði
Matr. nr. 237d varð býtt frá Frammistovufestinum í 2004, tá Runavíkar kommuna keypti tað til ruskpláss.
Tað verður ikki brúkt til ruskpláss longur, og søkir festarin nú um at keypa tað aftur.
Tekniska deild mælir til at játta umsóknini.
-Byggi- & býarskipanarnevndin mælir til at játta umsóknini.
-Býráðið samtykti at taka undir vil tilmælinum frá byggi- & býarskipanarnevndini og játta umsóknini.
22/25 Umsókn frá Búnaðarstovuni um keyp av grundstykki undir sethúsum í Rituvík
Búnaðarstovan hevur sent umsókn um loyvi til at keypa grundstykki undir sethúsunum á matr. nr. 192 í Rituvík.
-Byggi- og býarskipanarnevndin viðmælir umsóknini frá Búnaðarstovuni, men mælir til at rætta matrikkulin til soleiðis at markið fluktar ovara mark á verandi matriklum fram við Rituvíkarvegnum.
-Býráðið hevur einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
23/25 Umsókn til ummælis um sundurbýting av matr. nr. 264a í Saltangará
Umhvørvisstovan biður um ummæli av sundurbýti av 640 m2 burturav matr. nr. 264a í Saltangará sum sjálvstøðug ogn ella til samanlegging við matr. nr. 264d í Saltangará.
Tekniska deild viðmælir frábýti av 640 m2 av matr. nr. 264a til samanlegging við matr. nr. 264d, og frámælir frábýti til sjálvstøðuga ogn.
-Byggi- & býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum frá teknisku nevnd.
-Býráðið hevur samtykt at taka undir við tilmælinum frá og byggi- & býarskipanarnevndini.
24/25 Umsókn um marknaumskipan í Lamba
Umsókn um marknaumskipan millum matr. nr. 34c, 34d og 35h í Lamba.
Tekniska deild mælir til at viðmæla umsóknini.
-Byggi- & býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku deild
-Býráðið samtykti at taka undir við tilmælinum frá Byggi- & býarskipanarnevndini.
25/25 Sundurbýti av festi í Lamba
Búnaðarstovan hevur sent umsókn til ummælis um sundurbýti av festinum matr. nr. 55a, sum tað var fyri samanleggingina í 1987.
Tekniska deild mælir til at viðmæla umsóknini.
-Byggi- & býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku deild
-Býráðið samtykti at taka undir við tilmælinum frá Byggi- & býarskipanarnevndini.
26/25 Keyp av lendi í Æðuvík
Runavíkar kommuna ynskir at keypa lendi í Æðuvík, sum eru partar av matr. nr. 7a og 35 í Æðuvík.
Tekniska deild mælir til at Runavíkar kommuna fer í eina tilgongd at keypa lendi.
-Byggi- & býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku deild
-Býráðið samtykti at taka undir við tilmælinum frá Byggi- & býarskipanarnevndini.
27/25 Býarplansbroyting í Skálafirði
Umbøn um býarplansbroyting eystan fyri landsvegin í Skálafirði, har ætlanin er at byggja kirkju/bønhús.
Nevndin fyri nýtt bønhús/kirkju í Skálafirði søkir um at býarplanurin verður broyttur soleiðis, at bønhús/kirkja kann byggjast eystanfyri Skálafjarðarvegin.
Tekniska deild mælir til at býarplanurin fyri Skálafjørð verður broyttur soleiðis:
*at 3.200 m2 eystanfyri Skálafjarðarvegin á mat. Nr. 300a verður broytt frá E1 Landbúnaður, innangarð til C25 øki til almenn endamál
*at verandi 1.700 m2 stóra C25 øki til almenn endamál á matr. Nr. 10a við Mýrusníupveg verður broytt til B25, bústaðarøki.
-Byggi- & býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku deild
-Býráðið samtykti at taka undir við tilmælinum frá Byggi- & býarskipanarnevndini.
28/25 Umsókn um broyting av byggisamtykt fyri matr. nr. 168n í Saltangará
Søkt verður um at broyta matr. nr. 168n frá B4-øki, bústarðarbygging til A1-øki, miðstaðarbygging.
Tekniska deild mælir til at broyta býarplanin sambært hesum.
-Byggi- & býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku deild
-Býráðið samtykti at taka undir við tilmælinum frá Byggi- & býarskipanarnevndini.
29/25 Umsókn um byggiloyvi
Umsókn um byggiloyvi til um- og útbygging av bygningi á matr. nr. 94 í Runavík.
Tekniska deild mælir til at ganga umsóknini á møti, treytað av at dagført tilfar viðvíkjandi bruna og útrokningar av konstruktiónum verða við.
-Byggi- & býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku deild
-Býráðið samtykti at taka undir við tilmælinum frá Byggi- & býarskipanarnevndini.
30/25 Liðugtgerð av uttanumøki á havnalagnum
Eykajáttan til regulering og asfaltering av lendi á nýggja havnalagnum á Glyvrum, burturav matr. nr. 219a, Glyvrar.
-Fíggjarnevndin hevur samtykt, við fyrstu viðgerð, at veita eykajáttan til verkætlanina.
-Býráðið hevur samtykt, við fyrstu viðgerð, at veita eykajáttan til verkætlanina.
31/25 Umsókn um mentanarstuðul
Umsókn um mentanarstuðul til verkætlanina “Ein dag í senn”.
-Mentanarnevndini hevur samtykt at játta stuðul á 30.000 kr. til verkætlanina.
-Býraðið hevur samtykt at taka undir við mentanarnevndini.
32/25 Heimavirkni søkir stuðul til húsaleigu
Kommunan hevur í fleiri ár veitt stuðul til Heimavirkni.
Trivnaðar- og mentanardeildin mælir til at veita sama stuðul aftur í ár.
-Mentanarnevndin hevur samtykt at játta 50.000 kr í stuðul til Heimavirkni.
-Býráðið hevur samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.
33/25 Umsókn um stuðul til Spíratiltak í Løkshøll
Fyrireikararnir søkja um at útreiðslan fyri leigu av Løkshøll verður latin teimum sum stuðul, soleiðis at leigan er ókeypis.
Trivnaðar- og mentanardeildin mælir frá at játta stuðulin.
-Mentanarnevndin hevur samtykt at taka undir við tilmælinum frá trivnaðar- og mentanardeildini.
-Býráðið hevur samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini og staðfestir, at prísurin fyri at leiga Løkshøll altíð er í minsta lagi 3.000 kr.
34/25 Grundarlag fyri at áseta leigukostnað fyri ítróttarhallir
Kostnaður fyri at leiga ítróttarhøllina á Skála og Bylgjuna er ikki dagførdur í fleiri ár. Uppskot er gjørt til dagføring av leiguprísunum. Ítróttarfeløgini í kommununi rinda ikki fyri hallartiðina. Hetta heldur fram.
Trivnaðar- og mentanardeildin mælir til at dagføra leigukostnaðin sambært uppskotinum.
-Ítróttarnevndin mælir til at taka undir við uppskotinum til dagførdan leigukostna.
-Býráðið hevur samtykt at taka undir við tilmælinum frá Ítróttarnevndini, at taka undir við uppskotinum um dagførdan leigukostna.
35/25 Ruddingardagur 2025
Tekniska deild mælir til at árligi ruddingardagurin, har borgarar rudda í heimbygdini, verður settur til at vera leygardagin tann 24. mai. 2025. Heitt verður somuleiðis á skúlar og stovnar um at luttaka í ruddingini ein av døgunum upp undir ruddingardagin.
-Tøkni- & Umhvørvisnevndin tekur undir við at ruddingardagurin verður 24. Mai, og nevndin mælir til at víðka tiltakið til ruddingarviku.
-Býráðið hevur samtykt at taka undir við tilmælinum frá Tøkni- & Umhvørvisnevndini.
36/25 Kvøldskúlin – søkja eftir nýggjum leiðara
Verandi leiðari í kvøldskúlanum hevur sagt seg úr starvi, og tí er neyðugt at fara undir eina tilgongd at søkja eftir nýggjum leiðara.
-Mentanarnevndin hevur samtykt at fylgja galdandi samtykt viðv. setan av nýggjum leiðara.
-Fíggjarnevndin hevur samtykt at taka undir við uppskotinum um at søkja eftir kvøldskúlaleiðara, og mælir til, at setanin verður tíðaravmarkað til fimm ár.
-Býráðið hevur samtykt at taka undir við tilmælunum frá Mentanarnevndini og Fíggjarnevndini.
37/25 Nágreining av ásetingum í almennu byggisamtyktini fyri M1 øki
Umhvørvismálaráðið krevur, at ásetingarnar fyri øki M1 – miðbýur verða nágreinaðar viðvíkjandi útfylling út á sjógv, at heildarætlanin fyri miðstaðarøki í Runavíkar kommunu verður innførd í byggisamtyktina.
-Byggi- & býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku deild
-Býráðið samtykti at taka undir við tilmælinum frá Byggi- & býarskipanarnevndini.