Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 30. januar 2025 - kl. 17:00

Býráðslimir: Tórbjørn Jacobsen, Tóri Højgaard, Sigrun Jónsveinsdóttir, Jógvan Andersen, Arnfinn Langgaard, Petur Hansen, John Andersen, Bogi Hansen, Pauli Poulsen, Terje Beinar Vestergaard og Jóhan Vest

2/25: Broytingar í ásetingum fyri E2-øki í almennu byggisamtyktini

Fleiri fyrispurningar hava verið um at seta vindmyllur og annan útbúna til varandi orku upp á Glyvrafjalli, Hjallahaga, Dalhaga og Helvtnini.

Umsóknirnar fevna um allar hagarnar frá Rituvík til Lamba.

Felags fyri umsóknir og fyrispurningar er, at ætlanirnar ikki eru konkretiseraðar, men tykjast at verða royndir at tryggja sær lendi til eina møguliga verkætlan.

Um allur hagin millum Rituvík og Lamba skal broytast til orkuøki, skulu stórar kanningar og skrásetingar gerast í økinum.

Heldur enn at leggja allan hagan út sum orkuøki, mælir Tekniska deild til at broyta ásetingarnar í Almennu byggisamtyktini fyri Runavíkar kommunu soleiðis, at E2-uttangarðs verður víðkað við hesum ásetingum:

Loyvt verður at gera byggingar, sum neyðugar eru fyri alment gagnligar veitingar sambært serstakari byggisamtykt

Onnur bygging og virksemi, sum ikki hóskar seg at liggja í bygdum øki, kann staðsetast í E2-øki sambært serstakari byggisamtykt
Í samband við bygging í E2-øki, treytar kommunan sær rætt til at seta krøv til skap og staðseting.

- Byggi og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá teknisku deild

- Vinnunevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá teknisku deild

- Býráðið hevur einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini og Vinnunevndini.

 

3/25: Búnaðarstovan sendir til ummælis umsókn um uppískoytisstykki til matr. nr. 25a á Skipanesi

Búnaðarstovan hevur sent kommununi til ummælis umsókn um sølu av 130 m2 burturav matr.nr. 25 at leggja saman við matr.nr. 27 á Skipanesi.

Umsøkjari ynskir at makaskifta 130 m2 av ovara parti av matr.nr. 27 og fáa 130 m2 burtur av matr.nr. 25 í sunnara parti av matr.nr. 27.

Tekniska deild mælir til at viðmæla umsóknini.

- Byggi- og býarskipanarnevnin tekur undir við tilmælinum hjá Teknisku deild.

- Býráðið hevur einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

4/25: Umsókn um marknaumskipan av matr. nr. 9a á Glyvrum

Umhvørvisstovan sendur umsókn um marknaumskipan av matr. nr. 9a, 9b og 9c á Glyvrum til ummælis.

Søkt verður um at víðka matr. nr. 9c við 40 m2 og 9b við 30 m2 burturav matr. nr. 9a, við Langanes á Glyvrum.

Umhvørvisstovan umsitur matrikulering og sendir kommununi mál til ummælis. Kommunan viðmælir vanliga umsóknum um matrikulerar broytingar um tær eru í tráð við býarplan og byggisamtykt fyri Runavíkar kommunu. Tekniska deild mælir til at viðmæla umsóknini

- Byggi og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá teknisku deild

- Havnanevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá teknisku deild

- Býráðið hevur einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini og Havnanevndini.

 

5/25:  Kongshavnar havnastýri sendir rakstrarætlanina fyri 2025 til góðkenningar

Kongshavnar havnastýri hevur sent rakstrarætlanina fyri 2025 til góðkenningar

-Fíggjarnevndini hevur tikið undir við rakstrarætlanini fyri Kongshavnar havnastýri.

- Býráðið hevur einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini, at taka undir við rakstrarætlanini fyri Kongshavnar havnastýri fyri 2025.

 

6/25: Búnaðarstovan sendir til ummælis umsókn um uppískoytisstykki til neystagrund matr. nr. 85 í Lamba

Umsókn frá Búnaðarstovuni til ummælis um uppískoytisstykki at leggja afturat neystagrund, matr. nr. 85 í Lamba.

Uppískotisstykkið talan er um, er uml. 4 m2 av matr. nr. 56a, millum neystagrundirnar matr. nr. 85 og 86, Lamba. Matr. nr. 56a er partur av festi.

Tekniska deild mælir til at viðmæla umsóknini.

-Byggi og býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum hjá Teknisku deild

- Býráðið hevur einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

7/25: Umsókn um fíggjarligan stuðul til FMA og Spæl Føroyskt 2025

Fyrispurningur er komin frá Tónleikasamband Føroya, um Runavíkar kommuna vil stuðla Faroese Music Awards (FMA) og Spæl Føroyskt 2025.

FMA er tiltak, har føroyskur tónleikur og tónlistafólk verða fagnaði. Spæl Føroyskt er eitt landsfevnandi tónleikaátak, sum varir eina viku. Skipað verður fyri konsertum kring alt landið. Harumframt spælir Kringvarp Føroya burturav føroyskan tónleik hesa vikuna. Spæl Føroyskt verður í viku 9 og FMA verður í Varpinum í Klaksvík 22. mars 2025. Kommunan stuðlaði í 2024

-Mentanarnevndin samtykti at at stuðla tiltakinum við 30.000 kr, og at bjóða seg fram at hýsa tiltakimum í 2026

- Býráðið hevur einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini at stuðla tiltakinum við 30.000 kr, og at bjóða seg fram at stuðla tiltakinum í 2026.

 

8/25: Umsókn um byggiloyvi (við broyttari tekning) til bilhús matr. Nr. 63 34 g, Skálafjørður

Nýggj umsókn er send um byggiloyvi til bilhús á matr.nr. 34g, Skálafjørður. við undantaki um mest loyvdu ábygging á grundstykki, meðan frástøðan frá marki er 2,5 m.

Byggisamtyktin loyvur 30% ábygging pluss úthús/bilhús á 35 m2. Eftir umsóknini verður nýtingarstigið 32% umframt 35 m2 til bilhús.

Tað sum talar ímóti at geva undantak er, at tað verður ov tøtt bygging.Tað sum talar fyri at geva undantak er, at grundstykki er stórt og 467 m2 av 743 m2 stóra  stykkinum ikki verða ábygd. Talan er eisini um lága bygging.

Tekniska deild mælir nevndini til at taka støðu til umsóknina.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at ganga umsóknini á møti.

- Býráðið hevur einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini, at ganga umsóknini á møti.

 

9/25: Umsókn um byggiloyvi á matr.nr. 252p, Saltangará

Umsókn er komin um bygging av íbúðarbygningi við 6 íbúðum á matr.nr. 252p, Saltangará. Talan er um B3 øki, har tað er loyvi at byggja íbúðir. Umsóknin heldur ásetingarnar í Byggisamtyktini.

Tekniska deild mælir til at góðkenna byggiætlanina og at heimiðla umsitingini at útskriva byggiloyvi

-Byggi- og býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum hjá Teknisku deild.

- Býráðið hevur einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini, at taka undir við tilmælinum hjá Teknisku deild.

 

10/25: Umsókn um fíggjarligan stuðul til Hitt á Glyvrum

Runavíkar kommuna hevur móttikið umsókn um fíggjarligan stuðul til tiltakið Hitt á Glyvrum 2025.

Tiltakið var fyrstu ferð hildið í 2024 sum partur av Mentanarvikuni. Talan er tó ikki um nýtt konsept, tá talan er um stovukonsertur, við inspiratión úr Gøtu, har HOYMA-konsertir verða fyriskipaðar hvørt heyst.

Fyrireikingarnar til «Hitt á Glyvrum 2025» eru farnar í gongd. Avtalur eru gjørdar um vertskap og søla av atgongumerkjum er byrjað.

Trivnaðardeildin mælir mentanarnevndini til at halda tiltakið uttanfyri Mentanarvikuna, at lata fyriskipararnar skipa fyri tiltakinum móti stuðli og at áseta hóskandi stuðulsupphædd.

-Mentanarnevndin hevur samtykt at játta 40.000 kr í stuðli.

- Býráðið hevur einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini, at játta 40.000 kr í stuðli.

 

11/25: Kommunal buss-app

Uppskot er komið frá formanninum í Mentanarnevndini um at menna eina samskipandi app til bussleiðirnar í kommununi.

Talan er um menning av einari ser-app, tá talan ikki er um eina hyllavøru. Neyðugt er tí at finna veitara, ið megnar uppgávuna og kann menna appina.

Fyrsta stig er at greina og kravfesta skipanina. Næsta stig er kanna marknaðin og at finna ein veitara til skipanina. Triðja stig er at kanna prís og levering av skipanini.

Trivnaðardeildin mælir nevndini til at taka støðu til, um farast skal undir tilgongdina at menna eina kommunala buss-app í teimum trimum lýstu stigunum.

-Mentanardeildin hevur samtykt at fara undir tilgongdina at menna eina kommunala buss-app.

- Býráðið hevur einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini, at fara undir tilgongdina at menna eina kommunala buss-app.

 

12/25: Val av barnanevndarlimum fyri býráðsskeiðið 2025-2028

Býráðið skal sambært Løgtingslóg um barnavernd §4, stk. 1-3, velja limir í barnaverndarnevndina fyri hvørja býráðssetu. Runavíkar kommuna velur tveir limir og tveir varalimir. Nes kommuna og Sjóvar kommuna velja somuleiðis tveir limir og tveir varalimir hvør.

Umsitingin hevur tosað við fólkini í uppskoti og eru tey sinnaði at verða limir og varalimir.

Limir:

Hendrik Olsen, KT-verkætlanarleiðari

Lis Sørensen, neuronámsfrøðingur

Varalimir:

Helgi Arnoldson, námsfrøðingur

Rósalind Olsen, námsfrøðingur

Trivnaðardeildin mælir til at at valja limirnar og varalimirnar í uppskoti.

-Trivnaðarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá trivnaðardeildini.

- Fíggjarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá trivnaðardeildini.

 
- Býráðið hevur einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini og Fíggjarnevndini.

 

13/25: Val av limum í kommunalar nevndir og stýri fyri býráðsskeiðið 2025-2028

Høvuðsnevndirnar – 8 í tali - hjá Runavíkar býráð vóru valdar á skipanarfundinum hin 16. november 2024.

Frammanundan hesum samdust øll tey valdu um sessirnar, sum skulu mannast og liggja í ymsum samstørvum.

Uppskotið:

Oyndarfjarðarnevndin:

Tórbjørn Jacobsen, formaður

Jóhan Vest

 

Hesi eru vald á kommunuvalinum:

Hanna Olsen

Ingeborg Klein

Bárður Árnason

Eykalimur: Mariann L. Joensen

 

Skálanevndin:

Tórbjørn Jacbsen, formaður

Jógvan Andersen

 

Hesi eru vald á kommunuvalinum:

Mekhala O. Kollslíð

Poul Eli Johannesen

Knút Bjarnaskor Johannesen

Eykalimur: Joan S. Bláberg

 

Elduvíkarnevndin:

Tórbjørn Jacobsen, formaður

Jóhan Vest

 

Hesir eru valdir á kommunuvalinum:

Eyðfinn Pattinson

Tórheðin í Dali

Dánjal Martin Hansen

 

Funningsnevndin:

Tórbjørn Jacobsen, formaður

Jóhan Vest

 

Hesar eru valdar á kommunuvalinum:

Marjun Johannesen

Randi Dam

Óluva F. Johannesen

 

Skálafjarðar Sløkkilið:

Tórbjørn Jacobsen

Pauli Poulsen

Terje Beinar Vestergaard

 

Kongshavnar havnastýri:

Tórbjørn Jacobsen

Bogi Hansen

 

Nes Sóknar Musikkskúli:

Petur Hansen

Jógvan Andersen

Jóhan Vest

 

Roðin:

Tórbjørn Jacobsen

Sigrun Jónsveinsdóttir

Jógvan Andersen

Arnfinn Langgaard

Johan Vest

 

Skúlastýrið í Oyndarfirði:

Jóhan Vest

 

Skúlastýrið í Skála:

Jógvan Andersen

Petur Hansen

 

Skúlastýrið í Runavík/á Glyvrum:

Sigrun Jónsveinsdóttir

Petur Hansen

-Fíggjarnevndin hevur tikið undir við tilmælinum um val av limum í nevndir og ráð

- Býráðið hevur einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini, at taka undir við tilmælinum um val av limum í kommunalar nevndir og stýri.

 

14/25 Heimild at undirskriva skjøl vagna Runavíkar kommunu

Kommunustýrislógin §44, stk 2 Skjøl viðvíkjandi keypi og sølu av fastari ogn o.t. skulu verða undirksrivað av borgarstjóranum og einum persóni, sum kommunustýrið hevur heimilað til tess.

Borgarstjórin mælir til, umframt borgarstjóran, at velja kommunustjóran, Sæunn L. Nolsøe og Dinnu Jensen.

- Býráðið hevur einmælt tikið undir við tilmælinum frá borgarstjóranum.