Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 28. november 2024 - kl. 17:00

Býráðslimir:   Tórbjørn Jacobsen, Kaja Joensen, Tóri Højgaard, Pauli Poulsen, Sonni L. Petersen, Terje B. Vestergaard, Jonnhild Reynholdsdóttir, Sæunn Ó. Hansen,  Jonhard Danielsen, Petur Hansen og Elin Klein Joensen.  

Forfall: Sæunn Ó. Hansen


96-97/24: Fíggjarkarmur og fíggjarætlan fyri 2025 fyri Runavíkar kommunu – 2. viðgerð

-Fíggjarnevndin mælir til at taka undir við uppskotinum til fíggjarætlan fyri Runavíkar kommunu fyri 2025, sum javnvigar við 300,4 mill. kr., við einum skattaprosenti uppá 21,5% (óbroytt), barnafrádrátti uppá 10.500 kr.  (hækka við 1.500 kr.). Somuleiðis verður frítíðarkortið Spjaldur 3.000 kr. fyri børn og ung 0-18 ár (hækka við 500 kr.)

-Býráðið hevur á fundi 31/10-2024 við 1. viðgerð samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

-Býráðið hevur á fundi 28/11-2024 við 2. viðgerð samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

98/24: Eykajáttan til rakstur í 2024 – 2. viðgerð

Við støði í uppgerðini fyri teir fyrstu 9 mdr. av árinum vísir úrslitið, at játtanin til økini kommunal fyrisiting, Børn og ung, Undirvísing, Mentamál og Teknisk mál vænta 7 mió. kr.

-Fíggjarnevndin mælir til eina eykajáttan uppá 7 mió. kr. til rakstrarøkini 1, 3, 4, 5, og 6.

-Býráðið hevur á fundi 31/10-2024 við 1. viðgerð samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

-Býráðið hevur á fundi 28/11-2024 við 2. viðgerð samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

99/23: Eykajáttan til íløgur í 2024 – 2. viðgerð

Verkætlanin Svimjihøll við Løkin hevur tørv á eykajáttan uppá 25 mió. kr.

-Fíggjarnevndin mælir til at veita 25 mió. í eykajáttan til Svimjihøllina, sum verður fíggjað úr gjaldførinum.

-Býráðið hevur á fundi 31/10-2024 við 1. viðgerð samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

-Býráðið hevur á fundi 28/11-2024 við 2. viðgerð samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

100/23:  Útreiðsluneutralar eykajáttanir til íløguverkætlanir 2024 – 2. viðgerð

-Fíggjarnevndin mælir til eina útreiðsluneutrala eykajáttan til ymiskar íløgur uppá tilsamans 13,950 mió. kr. til hesar verkætlanir.

1,5 mió. flytast frá Løkshøll til umbygging av býráðshúsi, 0,450 mió. flytast frá Fjøruvegi til kirkjugarð í Rituvík, 2 mió. flytast frá Fjøruvegi til Svimjihøll, 10 mió. flytast frá útfyllingini av oljukaini til Svimjihøll.

-Býráðið hevur á fundi 31/10-2024 við 1. viðgerð samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

-Býráðið hevur á fundi 28/11-2024 við 2. viðgerð samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

101/24: Sundurbýti av matr. nr. 12 í Funningi

Umhvørvisstovan hevur sent kommununi til ummælis umsókn um sundurbýti av matr. nr. 12 í Funningi. Matr. nr. 12 fevnir bæði um innan- og uttangarðsjørð. Søkt verður um at býta matrikulin í tveir partar ávikavist 2.780 m2 og 7.149 m2.

-Byggi og býarskipanarnevndin mælir til at viðmæla umsóknini.

-Býráðið hevur á fundi 28/11-2024 samtykt at taka undir við tilmælinum frá  Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

102/24: Sundurbýti av matr. nr. 106 á Skála

Umhvørvisstovan hevur sent kommununi til ummælis umsókn um frábýti av matr. nr. 106 á Skála.

Talan er um at frábýta uml. 631 m2 burtur av matr. nr. 106 at brúka til vinnuendamál.

Umsøkta øki liggur í D23 øki, sum er ætlað til vinnuvirksemi.

-Byggi og býarskipanarnevndin mælir til at viðmæla umsóknini.

-Býráðið hevur á fundi 28/11-2024 samtykt at taka undir við tilmælinum frá  Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

103/24: Umsókn um byggiloyvi til nýggja kirkju á Glyvrum

SNA Arkitektar hava, vegna kirkjuráðið fyri Glyvra kirkju sent umsókn um byggiloyvi til nýggja kirkju á Glyvrum á matr. nr. 60 Glyvra bygd.

Tekniska deild hevur gjøgnumgingið innsenda tilfarið og mælir til, at játta byggiloyvi við ávísum treytum og geva Teknisku deild heimild at útskriva byggiloyvi tá fráboðaðu treytirnar eru uppfyltar.

-Byggi og býarskipanarnevndin mælir til at viðmæla umsóknini.

-Býráðið hevur á fundi 28/11-2024 samtykt at taka undir við tilmælinum frá  Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

104/24: Umsókn um grundstykki burtur av matr. 519a á Skála

Faroe Offshore søkir av nýggjum um loyvi at keypa part av matr. nr. 519a á Skála til bygging av einum eitt-plans húsi.

Tekniska deild mælir frá at ganga umsóknini á møti vísandi til, at avgerðin hevði verið í stríð við kunngerð um alment útboð av kommunalari fastogn.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir frá at selja stykkið vísandi til, at tá útstykkingin við Møttisgil í síni tíð varð gjørd, er nevnda stykki ikki ætlað sum grundstykki. Býráðið hevur ikki viðgjørt spurningin um økið skal kunna frábýtast til grundstykki til bygging.

-Býráðið hevur á fundi 28/11-2024 samtykt at taka undir við tilmælinum frá  Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

105/24: Matrikulering av útfyltum sjóøki í Runavík

Í samband við útfyllingina norðan fyri matr. nr. 94 og 95 í Runavík, er økið ikki matrikulerað. Økið er í býarplaninu útlagt sum M1-Miðbýarøki og ætlað handils- og íbúðarverkætlan.

Tekniska deild mælir til at matrikulera útfylta økið, sum er uml. 3.800 m2 til støddar.

-Vinnu- og havnarnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndin mæla til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 28/11-2024 samtykt at taka undir við tilmælinum frá  Vinnu- og havnarnevndini og Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

106/24: Fundardagar hjá býráðnum fyri 2025

Mælt verður til at áseta hesar føstu fundardagar fyri býráðið fyri 2025:

30/1, 27/2, 27/3, 1/5, 2/6, 27/6, 28/8, 25/9, 30/10 og 27/11.

-Býráðið hevur á fundi 28/11-2024 samtykt at áseta nevndu fundardagar fyri býráðið fyri 2025.

 

107/24: Kæra um møguligt valsvik

Tann 18/11-2024 fekk Runavíkar kommuna kæru frá Jonhard Danielsen, valevni á lista C til býráðsvalið 12. november 2024 um møguligt valsvik í samband við býráðsvalið.

Sambært løgtingslóg um val til allar føroyskar kommunur grein 23 stk. 1 skal møgulig kæra skrivliga setast fram fyri býráðnum og er freistin at kæra 8 dagar. Býráðsvalið var týsdagin 12. november og fínteljingin 13. november. Kæran er móttikin 18. november.

Sambært somu lógargrein stk. 2 er ummæli fingið til vega frá valnevndini.

-Býráðið hevur á fundi 28/11-2024 samtykt at fylgja niðurstøðuni frá valnevndini og gongur sostatt ikki kæruni á møti.