Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 31. oktober 2024 - kl. 17:00

Býráðslimir:   Tórbjørn Jacobsen, Kaja Joensen, Tóri Højgaard, Pauli Poulsen, Sonni L. Petersen, Terje B. Vestergaard, Jonnhild Reynholdsdóttir, Sæunn Ó. Hansen,  Jonhard Danielsen, Petur Hansen og Elin Klein Joensen.  

 

Avboð: Terje B. Vestergaard og Jonhard Danielsen

Varalimir: Jastrid Weihe og Reidar F. Joensen

 

81-82/24: Fíggjarkarmur og fíggjarætlan fyri 2025 fyri Runavíkar kommunu

-Fíggjarnevndin mælir til at taka undir við uppskotinum til fíggjarætlan fyri Runavíkar kommunu fyri 2025, sum javnvigar við 300,4 mill. kr., við einum skattaprosenti uppá 21,5% (óbroytt), barnafrádrátti uppá 10.500 kr.  (hækka við 1.500 kr.). Somuleiðis verður frítíðarkortið Spjaldur 3.000 kr. fyri børn og ung 0-18 ár (hækka við 500 kr.)

-Býráðið hevur á fundi 31/10-2024 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

83/24: Fíggjarætlan fyri Roðan fyri 2025

Rakstrarætlanin 2025 fyri Roðan javnvigar við 115,8 mió. kr. harav parturin hjá Runavíkar kommunu er 63,6 mió. kr., svarandi til 62,4%.

-Fíggjarnevndin mælir til at góðkenna uppskotið til fíggjarætlan fyri 2025 fyri Eldrasamtakið Roðan

-Býráðið hevur á fundi 31/10-2024 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

84/24: Fíggjarætlanarábyrgd

Fíggjardeildin hevur gjørt uppskot til reglur og mannagongd fyri stýring av gongdini á einstøku rakstrarstøðunum.

-Fíggjarnevndi mælir til at taka undir við uppskotinum og seta í verk reglurnar viðvíkjandi fíggjarætlanarábyrgd.

-Býráðið hevur á fundi 31/10-2024 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

85/24: Eykajáttan til rakstur í 2024

Við støði í uppgerðini fyri teir fyrstu 9 mdr. av árinum vísir úrslitið, at játtanin til økini kommunal fyrisiting, Børn og ung, Undirvísing, Mentamál og Teknisk mál vænta 7 mió. kr.

-Fíggjarnevndin mælir til eina eykajáttan uppá 7 mió. kr. til rakstrarøkini 1, 3, 4, 5, og 6.

-Býráðið hevur á fundi 31/10-2024 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

86/23: Eykajáttan til íløgur í 2024

Verkætlanin Svimjihøll við Løkin hevur tørv á eykajáttan uppá 25 mió. kr.

-Fíggjarnevndin mælir til at veita 25 mió. í eykajáttan til Svimjihøllina, sum verður fíggjað úr gjaldførinum.

-Býráðið hevur á fundi 31/10-2024 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

87/23:  Útreiðsluneutralar eykajáttanir til íløguverkætlanir 2024

-Fíggjarnevndin mælir til eina útreiðsluneutrala eykajáttan til ymiskar íløgur uppá tilsamans 13,950 mió. kr. til hesar verkætlanir.

1,5 mió. flytast frá Løkshøll til umbygging av býráðshúsi, 0,450 mió. flytast frá Fjøruvegi til kirkjugarð í Rituvík, 2 mió. flytast frá Fjøruvegi til Svimjihøll, 10 mió. flytast frá útfyllingini av oljukaini til Svimjihøll.

-Býráðið hevur á fundi 31/10-2024 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

88/24: Asfaltering á Norðurhædd og Skálavegi – 2. viðgerð

Vegirnir Norðurhædd í Saltangará frá 11-29 og Skálavegur frá 156-208 eru í sera ringum standi og treingja til ábøtur.

Kostnaðurin at asfaltera vegirnir er mett til 4 mió. kr. um asfaltið skal leggjast í tveimum løgum ella 2,25 mió. kr. um asfaltið skal verða eitt lag.

-Fíggjarnevndin mælir til at arbeiðið verður fyrireikað og boðið út.

-Býráðið hevur á fundi 26/9-2024 samtykt, við 1. viðgerð, at samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

-Býráðið hevur á fundi 31/10-2024 samtykt, við 2. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini at játta 4. mió. kr. til asfaltering.

 

89/24: Umsókn um byggiloyvi til neyst á Skála

Eigarin av matr. nr. 88a á Skála hevur sent nýggja broytta umsókn um byggiloyvi til dupultneyst.

Tekningarnar lúka nú ásetingarnar og mælir Tekniska deild til at játta byggiloyvi.

-Vinnu- og havnarnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndin mæla til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 31/10-2024 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

90/24: Umsókn um loyvi at broyta ásetingina fyri bygning, sum ikki er brúktur til bústað áður.

Matr. nr. 90 í Funningi liggur í býarplaninum sum B41-elstu býarpartarnir.

Húsið hevur ikki verið brúkt til bústað og verður nú søkt um loyvi at brúka húsini til bústað.

Ásetingin fyri B40-B55 Elstu býlingarnir ásetur m.a., at úthús ikki kunna broytast til bústað.

Tekniska deild mælir frá at geva loyvi til at húsið verður nýtt til búsað, grundað á, at ásetingarnar í byggisamtyktini ikki loyva broyttari nýtslu.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 31/10-2024 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

91/24: Matrikulering av leigugrundstykki á havnarlagnum í Søldarfirði

Í samband við útfylling í Søldarfirði, sunnan fyri Navigare, er økið ikki matrikulerað.

Tekniska deild mælir til at uppmáta/matrikkulera økið sum er útfylt umframt leigugrundøkið undir bygninginum hjá EFFO

-Vinnu- og havnarnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndin mæla til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 31/10-2024 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

92/24: Matrikulering av útfyllingini av havnarlagnum í Saltangará/Glyvrar

Í samband við útfylling í Saltangará, frá oljukajini og inn á Glyvrar, er økið ikki matrikulerað.

Tekniska deild mælir til at matrikkulera útfylta økið sum er uml. 33.000 m2 til støddar og frábýta leigugrundøki til Borg.

-Vinnu- og havnarnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndin mæla til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 31/10-2024 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

93/24: Vinnuøki á Rituvíkshálsi

Fleiri fyrispurningar hava verið um vinnustykkið matr. nr. 47r á Rituvíkshálsi. Stykkið er ikki planerað og hevur ikki vegatkomu.

Tekniska deild hevur gjørt 2 uppskot til útboðsloysn.

Felags fyri bæði uppskotini er, at tey kunnu bjóðast út á sama hátt og at tann ið vinnur útboðið kann fáa stykkið.

Uppskot A: Gera arbeiðsveg, ið er uml. 33 metrar yvir til matr. 47r og gera grøv fyri kloakk.

Uppskot B: Gera lidnan veg framvið matr. nr. 47r soleiðis, at fleiri stykkir kunnu útstykkjast í framtíðini.

-Byggi- og býarskipanarnevndin, Vinnu- og havnarnevndin og Tøkni og Umhvørvisnevndin mæla til at útbjóða uppskot A.

-Býráðið hevur á fundi 31/10-2024 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini, Tøkni- og umhvørvisnendini og Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

94/24: Ferðsluforðing á landsvegnum í Søldarfirði

Umhvørvisstovan sendir umsókn til ummælis, har søkt verður um marknaumskipan soleiðis, at uml. 326 m2 verða frábýtt matr. nr. 40a í Søldarfirði í samband við at Landsverk skal gera ferðslutrygdarátak á Søldarfjarðarvegi.

Tekniska deild mælir til at viðmæla umsóknini.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 31/10-2024 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

95/24: Umsókn um uppískoytisstykki í Skálafirði

Búnaðarstovan sendir umsókn til ummælis, har søkt verður um at keypa 150m2 burtur av matr. nr. 300a skála bygd, til samanlegging við matr. 27.

Tekniska deild mælir frá at viðmæla umsóknini grundað á, at matr. nr. 300a liggur í E1-landbúnaðarøki innangarðs.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 31/10-2024 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.