Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 26. september 2024 - kl. 17:00

Býráðslimir:  Tórbjørn Jacobsen, Kaja Joensen, Tóri Højgaard, Pauli Poulsen, Sonni L. Petersen, Terje B. Vestergaard, Jonnhild Reynholdsdóttir, Sæunn Ó. Hansen,  Jonhard Danielsen, Petur Hansen og Elin Klein Joensen.  

Ikki møtt: Tóri Højgaard


69/24: 2. viðgerð av eykajáttan til keyp av nýggjum stigabili til Skálafjarðar kommunala Sløkkilið

Tørvur er á nýggjum stigabili til sløkkiliðið og er kostnaðurin tilsamans 6.474 mió. kr. Parturin hjá Runavíkar kommunu er 3.980 mió. kr.

Helmingurin av gjaldinum fellur í ár og restin tá bilurin er í Føroyum í 2025 ella 2026.

-Fíggjarnevndin mælir til at játta 50% av keypinum í ár og veita eykajáttan uppá 2 mió. kr. í 2024, sum verður fíggjað úr gjaldførinum.

-Býráðið hevur á fundi 26/8-2024 samtykt, við 1. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

-Býráðið hevur á fundi 26/9-2024 samtykt, við 2. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

 

70/24: Umsókn um loyvi til taraaling á Skálajørðinum

Ocean Rainforrest hevur søkt um loyvi at ala tara á Skálafjørðinum, undir Skriðunum.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan, Runavíkar kommuna og Ocean Rainforrest hava samskift um tillagingar og avmarkingar av taraøkinum orsaka av ætlanini um havnarútbyggingini í Søldarfirði.

-Vinnu- og havnarnevndin er samd um, at frástøðan skal verða í minsta lagi 700m frá nýggju bryggjuni, sum er í gerð í Søldarfirði og at taraalingin ikki kemur longur út enn 500m, vísandi til, at kommunan hevur ítøkiligar ætlanir í økinum og mugu allar aðrar ætlanir til eina og hvørja tíð víkja fyri hesi ætlan, við hóskandi uppsagnarfreist, vísandi til málið um broyting av býarplaninum frá oljutangunum og út á Lambareið.

-Tøkni- og umhvørvisnevndin tekur undir við Vinnu- og havnarnevndini.

-Býráðið á fundi 27/6-2024: Málið varð beint aftur í nevndirnar til viðgerðar.

-Vinnu og havnarnevndin 18/9-2024: Ein meiriluti í nevndini mælir til at frástøðan skal verða í minsta lagi 700m frá nýggju bryggjuni, sum er í gerð í Søldarfirði og at taraalingin ikki kemur longur út enn 400m.

Mannagongdir viðvíkjandi fortøjningum og ljósi skulu verða avgreidd áðrenn endaligt loyvi verður givið.

Víst verður á, at ítøkiligar ætlanir eru í økinum og mugu allar aðrar ætlanir til eina og hvørja tíð víkja frá hesum.

Ein minniluti í nevndini tekur ikki undir við tilmælinum.

-Tøkni- og umhvørvisnevndin 18/9-2024: Ein meiriluti í nevndini tekur undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini.Ein minniluti í nevndini tekur ikki undir við tilmælinum.

-Ein meiriluti í býráðnum hevur á fundi 26/9-2024 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og Tøkni- og umhvørvisnevndini. Ein minniluti í býraðnum tekur ikki undir við tilmælinum. 

 

71/24: Umsókn um útbygging á Kelduni í Skálafirði

Søkt verður um loyvi til útbygging av samkomuhúsinum Kelduni við einum uml. 100 m2 stórum afturatbygningi í 3 hæddum.

Tekniska deild mælir til at ganga umsóknini á møti.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 26/9-2024  samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

72/24: Umsókn um at broyta aliøkið á Oyndarfirði

MOWI ynskir at tillaga aliøkið í Oyndarfirði við at flyta alingina longur út á fjørðin, hetta orsaka av, at tað vísir seg, serliga á ávísum parti á økinum, at ávirka botnin. Ávirkanin er serliga um summarið og tá veðrið er gott í longri tíðarskeið.

Tekniska deild vísir á, at ongin byggisamtykt ella býarplanur ávirkar ætlanina.

-Vinnu- og havnarnevndin hevur ongar viðmerkingar til tillaging av økinum, men tryggjast má, at ruddað verður upp á A-26 økinum.

-Tøkni- og umhvørvisnevndin tekur undir við tilmælinum tilmælinum hjá Vinnu- og havnarnevndini

-Býráðið hevur á fundi 26/9-2024  samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og Tøkni- og umhvørvisnevndini.

 

73/24: Umsókn um keyp av parti av vegøki á Skála.

Søkt verður um at keypa økið millum matr. nr. 512 á Skála og Skákið, uml. 120 m2 at leggja afturat matr. nr. 512.

Tekniska deild mælir frá at ganga umsóknini á møti.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 26/9-2024 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- & býarskipanarnevndini.

 

74/24: Keyp av jørð til útstykking í Oyndarfirði

Ætlan hevur í longri tíð verið at stykkja út í Oyndarfirði, tí eing tøk grundstykki eru í bygdini.

Tekniska deild hevur gjørt uppskot/kort yvir lendi sum er neyðugt at keypa til útstykkingina – talan er í fyrstu syftu um lendi til 5 grundstykkir Uppi í Leiti. Mælt verður til at fara undir eina tilgongd um at keypa neyðuga lendi til útstykkingina.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við uppskotinum um keyp av lendi til útstykking í Oyndarfirði.

-Býráðið hevur á fundi 26/9-2024 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- & býarskipanarnevndini.

 

75/24: Keyp av jørð til útstykking í Skálafirði

Tørvur er á at útvega fleiri grundstykkir í Skálafirði, tí eingi tøk grundstykki eru eftir í bygdini.

Tekniska deild hevur gjørt uppskot/kort yvir lendi sum er neyðugt at keypa til útstykkingina – talan er lendi suður eftir frá Mýrisnýpuvegi og Gerðavegi til uml. 18 grundstykkir. Mælt verður til at fara undir eina tilgongd um at keypa neyðuga lendi til útstykkingina.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við uppskotinum um keyp av lendi til útstykking í Skálafirði.

-Býráðið hevur á fundi 26/9-2024 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- & býarskipanarnevndini.

 

76/24: Keyp av jørð til útstykking í Rituvík

Tørvur er á at útvega fleiri grundstykkir í Rituvík, tí eingi tøk grundstykki eru eftir í bygdini.

Tekniska deild hevur gjørt uppskot/kort yvir lendi sum er neyðugt at keypa til útstykkingina – talan er at leingja Geilargøtu og gera grundstykkir oman fyri vegin í Kass til uml. 15 grundstykkir. Mælt verður til at fara undir eina tilgongd um at keypa neyðuga lendi til útstykkingina.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við uppskotinum um keyp av lendi til útstykking í Rituvík.

-Býráðið hevur á fundi 26/9-2024 einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- & býarskipanarnevndini.

 

77/24: WC í Oyndarfirði – sundurbýti av matrikkul 100

Wc-bygningurinm við kirkjuna í Oyndarfirði er partur av grundstykinum hjá kirkjuni og er ynski um, at kommunan yvirtekur bygningin og brúkar hann sum alment wc, sum kirkjan eisini brúkar framyvir.

Tekniska deild mælir til at frábýta wc-bygningin burtur av matr. nr. 100 til sjálvstøðugan matrikkul til Runavíkar kommunu.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 26/9-2024 einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- & býarskipanarnevndini.

 

78/24: Kommunal grundstykkir, sum ikki eru ábygd

Í løtuni eru uml. 30 kommunal grundstykkir har byggingin ikki er byrjað áðrenn tíðarfreistin í ognarbrævinum er úti.

Tað er sera kostnaðarmikið at gera útstykkingar og tí ber ikki til, at stykkini bara liggja, samstundis sum kommunan manglar grundstykkir at selja teimum ið ætla sær grundstykki at byggja sethús á.

Um eigarin kann vísa váttan um fígging og avtalu við veitara innan 4 vikur, kann freistin verða longd eitt hóskandi tíðarskeið.

Tekniska deild mælir til, at umsitingin fær heimild til at fara undir at taka óbygdu grundstykkini inn aftur.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 26/9-2024 einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- & býarskipanarnevndini.

 

79/24: Asfaltering á Norðurhædd og Skálavegi

Vegirnir Norðurhædd í Saltangará frá 11-29 og Skálavegur frá 156-208 eru í sera ringum standi og treingja til ábøtur.

Kostnaðurin at asfaltera vegirnir er mett til 4 mió. kr. um asfaltið skal leggjast í tveimum løgum ella 2.25 mió. kr. um asfaltið skal verða eitt lag.

-Fíggjarnevndin mælir til at arbeiðið verður fyrireikað og boðið út.

-Ein meiriluti í býráðnum samtykti á fundi 26/9-2024 at taka undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini um at arbeiðið verður fyrireikað og boðið út, og at fíggjarnevndin fær heimild at taka støðu til innkomnu tilboðini. Ein minniluti í býráðnum tekur ikki undir við tilmælinum.