Býráðsfundur
Býráðslimir: Tórbjørn Jacobsen, Kaja Joensen, Tóri Højgaard, Pauli Poulsen, Sonni L. Petersen, Terje B. Vestergaard, Jonnhild Reynholdsdóttir, Sæunn Ó. Hansen, Jonhard Danielsen, Petur Hansen og Elin Klein Joensen.
47/24: Broyting av býarplaninum í Skálafirði
Bønhúsnevndin í Skálafirði heitir á býráðið um at broyta býarplanin fyri Skálafjørð soleiðis, at bønhús/kirkja kann verða bygt eystan fyri Skálafjarðarvegin.
Gamli skúlin í Skálafirði verður í dag brúktur til m.a. kirkjuligt endamál, s.s. gudstænastu, møtir v.m. Bygningurin er ótíðarhóskandi og er tankin um nýtt hús gamal, heilt aftur til 1954, tá søkt var um hesa somu staðseting.
Økið, sum søkt verður um, liggur í E1-landbúnaðarøki.
Tekniska deild mælir til at býarplanurin fyri Skálafjørð verður broyttur soleiðis, at uml. 3.200 m2 eystan fyri Skálafjarðarveg verður broyttur frá E1-landbúnaðarøki innangarðs til C25-øki Almenn endamál. Og at verandi C25-øki á matr. nr. 10a við Mýrusnýpuveg, sum er uml. 1.700 m2 stórt, verður broytt til B25-bústaðarøki.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 27/6-2024 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
48/24: Broyting av býarplaninum norðan fyri bátahylin í Søldarfirði
Av tí at eftirspurningur eftir økjum til vinnuvirkir, sum hava við sjógvin at gera er stórur, hevur Tekniska deild gjørt uppskot til at víðka D13- havnarøkið uml. 20m suður móti bátahylinum í Søldarfirði við uml. 3.250 m2
Tekniska deild mælir til at broyta býarplanin fyri Søldarfjørð við at víðka D13 økið uml. 20m suður ímóti bátahylinum.
-Vinnu- og havnarnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndin mæla til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 27/6-2024 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og Byggi- og býarskipanarnevndini.
49/24: Broyting av býarplaninum frá oljutangunum í Søldarfirði og út til Lambareið
Tekniska deild hevur, saman við Landsbyggifelagnum, gjørt uppskot um at leggja nýtt øki frá oljutangunum í Søldarfirði og út til Lambareiði til vinnuøki, sum er uml. 1.500m langt. Økið er soleiðis háttað, at møguleiki er at fáa eina 15m djúpa havn frá Oljugoymsluni suður ímóti Lambareiði.
Tekniska deild mælir til at leggja eitt D10-vinnuøki uml. 1.500m langt og uml. 100m breitt, frá oljutangunum í Søldarfirði og suður til Lambareið.
-Vinnu- og havnarnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndin mæla til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 27/6-2024 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og Byggi- og býarskipanarnevndini.
50/24: Umsókn um marknaumskipan á Skála.
Søkt verður um at keypa og leggja part av vegøkinum “y” á Skála saman við matr. nr. 519x og 519y. Talan er uml. 2 x 45m2.
Tekniska deild mælir til at ganga umsóknini á møti og at umsøkjarin fram yvir hevur skyldu at viðlíkahalda økið. Tekniska deild mælir samstundis til, at umsøkjarin letur kommununi ein lítlan geira hvørju megin vegin, soleiðis at almenna gøtan kann breiðkast eitt sindur.
-Byggi- og býrskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 27/6-2024 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
51/24: Umsókn um byggiloyvi til Handils- og íbúðarbygning í Saltangará
Søkt verður um byggiloyvi til ein uml. 360 m2 stóran bygning í 3 hæddum á matr. nr. 219g í Saltangará, har niðasta hæddin skal brúkast til vinnu, miðhæddin til handil og ovasta hæddin til 4 íbúðir.
Tekniska deild mælir til at ganga umsóknini á møti og at heimila Teknisku deild at útskriva byggiloyvi, tá øll neyðug skjøl eru móttikin.
-Vinnu- og havnarnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndin mæla til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 27/6-2024 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og Byggi- og býarskipanarnevndini.
52/24: Umsókn um byggiloyvi til bilskýli
Søkt verður um byggiloyvi at víðka bilskýlið á matr. nr. 261r, undir Tinnukletti við 1,5m ímóti grannamarkinum á matr. nr. 261s soleiðis, at 1,0m verður ímillum grannamarkið og bilskýlið.
Sethús verða bygd á matr nr. 261r og ynskir umsøkjarin av víðka bilskýlið við eini 9 m2 stórari goymslu, sum kemur nærri grannamarki enn 2,5m.
Smb. byggisamtyktini kap. IV, gr. 4, stk 8 og 9, kann verða bygt nærri grannamarki enn 2,5m, tá ið ávísar treytir verða loknar.
Tekniska deild mælir frá at játta undantaksloyvi at byggja nærri enn 2,5m til grannamark, tí tað kann koma at tarna komandi grannanum, tá ikki er greitt hvussu bygt verður á grannastykkinum.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild um ikki at játta bygging nærri enn 2,5m frá grannamarki.
-Býráðið hevur á fundi 27/6-2024 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
53/24: Umsókn um byggiloyvi til goymsluskýli
Holm Bygging søkir um lendi og byggiloyvi til goymsluskýli á øki norðan fyri matr. nr. 219f í Saltangará.
Økið, sum søkt verður um, liggur oman fyri Fjøruvegin. Syðri partur av Fjøruvegnum verður nú projekteraður, við m.a. at gera eina trygga vegaføring millum Fjøruveg og Heiðaveg. Tekniska deild mælir tí frá at útleiga meira lendi í hesum økinum og mælir tí frá at ganga umsóknini á møti.
-Vinnu- og havnarnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndin mæla til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild og mæla frá at játta umsóknini.
-Býráðið hevur á fundi 27/6-2024 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og Byggi- og býarskipanarnevndini.
-Býráðið hevur á fundi 27/6-2024 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
54/24: Umsókn um uppískoytisstykki til matr. nr. 197 í Saltangará
Samkoman Berøa søkir um at keypa eitt uml. 140 m2 stórt uppískoytisstykki til samanlegging við matr. nr. 197 Glyvra bygd.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at játta Berøa eitt uml. 140 m2 stórt uppískoytisstykki burtur av matr. nr. 176d og 219a Glyvra bygd til samanlegging við matr. nr. 197 Glyvra bygd.
-Býráðið hevur á fundi 27/6-2024 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
55/24: Umsókn um loyvi til taraaling á Skálajørðinum
Ocean Rainforrest hevur søkt um loyvi at ala tara á Skálafjørðinum, undir Skriðunum.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan, Runavíkar kommuna og Ocean Rainforrest hava samskift um tillagingar og avmarkingar av taraøkinum orsaka av ætlanini um havnarútbyggingini í Søldarfirði.
-Vinnu- og havnarnevndin er samd um, at frástøðan skal verða í minsta lagi 700m frá nýggju bryggjuni, sum er í gerð í Søldarfirði og at taraalingin ikki kemur longur út enn 500m, vísandi til, at kommunan hevur ítøkiligar ætlanir í økinum og mugu allar aðrar ætlanir til eina og hvørja tíð víkja fyri hesi ætlan, við hóskandi uppsagnarfreist, vísandi til málið um broyting av býarplaninum frá oljutangunum og út á Lambareið.
-Tøkni- og umhvørvisnevndin tekur undir við Vinnu- og havnarnevndini.
-Býráðið hevur á fundi 27/6-2024 samtykt at Beina málið aftur í Vinnu- og havnarnevndina og Tøkni- og umhvørvisnevndina.
56/24: Menning av fuglalívinum í Skálafirði
Saman við bygdafólki í Skálafirði og fuglaserfrøðingi tók Tekniska deild stig til ein fund, har endamálið var at fáa vitan um fuglalívið í Skálafirði og hvussu hetta kann mennast.
Átak 1: Friða økið í bølingartíðini
Átak 2: Umleggja gøtuna
Átak 3: Sløkkja gøtuljósini í bølingartíðini
Átak 4: Útsýnispall
-Tøkni- og umhvørvisnevndin mælir til at arbeitt verður fram ímóti at gera átøk soleiðis, at fuglalívið í Skálafirði aftur kann mennast. Eisini verður mælt til at seta skelti upp um, at tað ikki er loyvt at ganga við hundi á gøtuni ávís tíðarskeið á árinum.
-Býráðið hevur á fundi 27/6-2024 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Tøkni- og umhvørvisnevndini.
57/24: Reglugerð fyri Gulu smiðju
Leiðarin fyri Gulu smiðju hevur gjørt uppskot til reglugerð fyri smiðjuna.
Gula smiðja er eitt mentanarligt virkishús, sum serliga vendir sær til ungdóm og fevnir breitt við m.a.: Myndlist, handverk, tónleik, sjónleik, bókmentir, dans, matgerð, rørslu, gøtuítrótt, spæl og annað virksemi so fjølbroytt sum gjørligt.
Gula smiðja virkar sum rúsfrítt ungdómshús
Harumframt er Gula smiðja ein av opnu mentanarpallunum og kann hýsa tiltøkum, ið røkka út um áður nevnda málbólk.
-Mentanarnendin mælir til at samtykkja uppskotið til reglugerð.
-Býráðið hevur á fundi 27/6-2024 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.
58/24: Íløgutørvur 2024 og neyðugar eykajáttanir – 2. viðgerð
-Býráðið hevur á fundi 30/5-2024 samtykt, við 1. viðgerð, at veita eykajáttan uppá 42,2 mió. kr. til hesar verkætlanir:
Nýggja ráðhúsið, Pumpuskipan v.m., Ítróttarhús, Fjøruveg, Havnarøki í Saltangará og orkustøð í Søldarfirði.
-Býráðið hevur á fundi 27/6-2024 samtykt, við 2. viðgerð, at veita 42,2 mió. kr. til verkætlanirnar:
Nýggja ráðhúsið (4 mió.), Pumpuskipan v.m. (2 mió.), Ítróttarhús (0,5 mió.), Fjøruvegurin (6,7 mió.), Havnarøki í Saltangará (6,5 mió.) og orkustøð í Søldarfirði (22,5 mió.).
59/24 Eykajáttan til lønarreguleringina hjá námsfrøðingum og hjálparfólki – 1. viðgerð
Í samband við sáttmálan um lønarhækkingi, sum varð undirskrivað millum Pedagogfelagið og Fíggjarmálaráðið, hevur Runavíkar kommuna tørv eykajáttan uppá 3 mió. kr. í hesum fíggjarárinum til at dekka hækkaðu lønarútreiðslurnar á barnaansingarøkinum.
-Fíggjarnevndin mælir til at veita eykajáttan uppá 3 mió. kr. í samb. við lønarhækkingina hjá pedagogum og hjálparfólki, sum eru í starvi hjá Runavíkar kommunu.
-Býráðið hevur á fundi 27/6-2024 samtykt, við 1. viðgerð, at taka undir við fíggjarnevndini at játta 3,0 mió. kr. í eykajáttan til lønarreguleringina hjá námsfrøðingum og hjálparfólkum.