Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 02. mai 2024 - kl. 16:00

Býráðslimir: Tórbjørn Jacobsen, Kaja Joensen, Tóri Højgaard, Pauli Poulsen, Sonni L. Petersen, Terje B. Vestergaard, Jonnhild Reynholdsdóttir, Sæunn Ó. Hansen,  Jonhard Danielsen, Petur Hansen og Elin Klein Joensen.  

 

32/24: Umsókn um uppsetan av brennievnispumpu

Søkt verður um at seta eina brennievnispumpu við Fjøruvegin í Saltangará og at leiga eitt uml. 1.200 m2 stórt øki til endamálið.

Serliga er hendan áfyllingarstøðin ætlað til tunga ferðslu. Talan er einans um áfyllingarstøð og eingin handil er knýttur at støðini.

Tekniska deild mælir til at leiga umsøkjaranum uml. 1.200 m2 burtur av matr. nr. 219a og at byggiloyvi verður útskrivað tá allar neyðugar góðkenningar fyriliggja.

-Byggi- og býarskipanarnevndin, Tøkni- og umhvørvisnevndin og Vinnu- og havnarnevndin mæla til at játta umsóknini.

-Býráðið samtykti á fundi 2/5-2024 at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini, Tøkni- og umhvørvisnevndini og Vinnu- og havnarnevndini.

 

33/24: Fyrispurningur um keyp av lendi

Kommunan hevur fingið fyrispurning, har spurt verður um kommunan hevur áhugað at keypa eitt uml. 5.000 m2 stórt jarðarstykki í Lamba.

Økið er eitt E1-øki, sum er nakað brætt. Eingin vegatkoma er í verandi løtu til stykkið.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir frá at kommunan keypir økið.

-Býráðið samtykti á fundi 2/5-2024 at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini..

 

34/24: Býarplansbroyting á Skála

Viðvíkjandi býarplansbroytingina í samband við nýggja turrdokk á Skála, sum hevur ligið alment frammi, er mótmæli innkomið í samband við býarplansbroytingina.

-Byggi- og býarskipanarnevndin og Vinnu- og havnarnevndin hava viðgjørt innkomið mótmæli og mæla til at staðfesta avgerðina um býarplansbroyting á D22-økinum.

-Býráðið samtykti á fundi 2/5-2024 at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini og Vinnu- og havnarnevndini.