Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 29. februar 2024 - kl. 17:00

Býráðslimir:   Tórbjørn Jacobsen, Kaja Joensen, Tóri Højgaard, Pauli Poulsen, Sonni L. Petersen, Terje B. Vestergaard, Jonnhild Reynholdsdóttir, Sæunn Ó. Hansen,  Jonhard Danielsen, Petur Hansen og Elin Klein Joensen.  

Varalimir: Katrin Absalonsen og Reidar F. Joensen

Avboð: Petur Hansen og Jonhard Danielsen

 

6/24: Broyting av upplatingartíðini á dagstovnunum

Dagstovnaleiðararnir hava sett ynski fram um, at upplatingartíðina á dagstovnunum fríggjadag verða styttar.

-Trivnaðarnevndin mælir til, at upplatingartíðin á dagstovnunum, sum eina roynd, verður broytt soleiðis, at dagstovnarnir lata aftur kl. 16.30 fríggjadag.

-Býráðið hevur á fundi 29/2-2024 samtykt at beina málið aftur í Trivnaðarnevndina.

 

7/24: Umsókn um byggiloyvi til sethús í Lamba

Søkt verður um byggiloyvi til sethús á matr. nr. 34d í Lamba, sum skulu býtast sundur í tvær íbúðir.

Húsið er 126 m2 til støddar og verður býtt sundur við einari íbúð á hvørjari hædd. Tekniska deild mælir til at ganga umsóknini ámøti.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 29/2-2024 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

8/24: Íbúðarbygging í Leitinum

Umsøkjararnir til íbúðarverkætlanina í Leitinum hava broytt byggiætlanina og slept ætlanini um parkeringstunnil, men ístaðin at gera parkeringsmøguleikar aftanfyri og framvið íbúðarbyggingini.

Við broyttu verkætlanini kann roknast við, at uml. 8.000 m2 av lendi skal útvegast afturat. Har umframt verður neyðugt, at nýggj býarplansbroyting má gerast av tí, at uml. 500 m2 av lendinum kemur út um verandi B1-øki.

Keyp av lendi verður lagt fyri nevnd aftur, tá endaligar tekningar í samband við myndugleikaviðgerð eru komnar uppá pláss.

Tekniska deild mælir til at góðkenna broyttu ætlanina um, at parkering verður skipað aftanfyri og framvið íbúðarbyggingini, sambært nýggjum tekningum – tillagað prosjekt.

-Byggi- og býarskipanarnevndin, Vinnu- og havnarnevndin og Tøkni- og umhvørvisnevndin mæla til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 29/2-2024 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini, Byggi- og býarskipanarnevndini og Tøkni- og umhvørvisnevndini.

 

9/24: Broyting av býarplaninum í Rituvík

Sethúsini á matr. nr. 196 í Rituvík standa í landbúnaðarøki og tí ber ikki til at regulera grundstykkið, uttan at býarplanurin verður broyttur til sethúsaøki.

Tekniska deild mælir til, at býarplanurin verðu broyttur fyri grundstykkini niðan fyri Rituvíkarveg soleiðis, at økið niðanfyri Rituvíkarveg, frá Múlavegi til Fjøruveg, verða broytt frá E1-landbúnaðarøki til B27-bústaðarøki.

Broytingin fevnir um matr. nr. 191, 196, 201a, 201b 204 og partar av 194a og 195a.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 29/2-2024 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

10/24: Broyting í ásetingunum fyri E2-øki í Almennu byggisamtyktini.

Fleiri fyrispurningar hava verið um at seta vindmyllur og annan útbúna til varandi orku upp á Glyvrafjalli, Hjallahaga, Dalhaga og Helvtnini.

Umsóknirnar fevna um allar hagarnar frá Rituvík til Lamba.

Felags fyri umsóknir og fyrispurningar er, at ætlanirnar ikki eru konkretiseraðar, men tykjast at verða royndir at tryggja sær lendi til eina møøguliga verkætlan.

Um allur hagin millum Rituvík og Lamba skal broytast til orkuøki, skulu stórar kanningar og skrásetingar gerast í økinum.

Heldur enn at leggja allan hagan út sum orkuøki, mælir Tekniska deild til at broyta ásetingarnar í Almennu byggisamtyktini fyri Runavíkar kommunu soleiðis, at E2-uttangarðs verður víðkað við hesum ásetingum:

Loyvt verður at gera byggingar, sum neyðugar eru fyri alment gagnligar veitingar sambært serstakari byggisamtykt
Onnur bygging og virksemi, sum ikki hóskar seg at liggja í bygdum øki, kann staðsetast í E2-øki sambært serstakari byggisamtykt
Í samband við bygging í E2-øki, treytar kommunan sær rætt til at seta krøv til skap og staðseting.
-Vinnu- og havnarnevndin, Byggi- og býarskipanarnevndin og Tøkni- og Umhvørvisnevndin mæla til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 29/2-2024 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini, Byggi- og býarskipanarnevndini og Tøkni- og umhvørvisnevndini.

 

11/24: Umsókn um byggiloyvi til vinnubygning í Søldarfirði

Søkt verður um byggiloyvi til ein uml. 390 m2 stóran virkisbygning á matr. nr. 82a í Søldarfirði, sum er 6,6m høgur, og leiguøki tilsamans uml. 800 m2

Søkt verður um frávik til at byggja 0,1m hægri enn ásetingarnar í almennu byggisamtyktini loyva.

Tekniska deild mælir til at ganga umsóknina um byggiloyvi á møti og loyva fráviki til, at hæddin verður 0,1m hægri enn ásett í almennu byggisamtyktini.

-Vinnu- og havnarnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndin mæla til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 29/2-2024 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og Byggi- og býarskipanarnevndini.