Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 24. september 2020 - kl. 17:00

Býráðslimir:  Tórbjørn Jacobsen, Terje B. Vestergaard, Hans Jákup Johannesen, Etly Nord Højgaard, Kári Egholm Jacobsen, Jonhard Danielsen, Jonnhild Reynholdsdóttir, Jóhan Vest, Kristian Gaardbo, Selinda í Heiðunum og Sæunn Ó. Hansen.

Ikki møtt: Kristan Gaardbo

89/20: Vitjanartænasta í samstarv við Reyða Kross

Trivnaðarnevndin hevur havt fund við Reyða Kross, sum hevur greitt frá hvussu skipanin virkar í øðrum kommunum.

-Trivnaðarnevndin mælir til at gera avtalu við Reyða Kross um Vitjanartænastu og fáa tveir samskiparar at standa fyri.

-Býráðið hevur á fundi 24/9-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

 

90/20: Ríðingarfelagið Sleipnir søkir um loyvi at gera ríðibreyt í Lambareiði.

Søkt verður um at gera ríðibreyt á matr. nr. 90c, Lamba bygd.

Matr. nr. 90c, sum kommunan eigur, er 9.475 m2 til støddar, og liggur við vegin niðan á Hústoft. Felagið søkir um loyvi at gera ríðibreyt (ovalbreyt) í lendinum, og er sinnað at  at bera allan kostnaðin, sum er mettur til 220 tkr.

Ríðibreytin, sum hevur skerv sum ovasta lag, er 100 lang og 20m breið. Sjálv breytin er 4 metrar breið.

-Mentanarnevndin mælir til at viðmæla umsóknini og beinir málið í Byggi- og býarskipanarnevndina.

-Byggi- og býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini, og mælir til at samráðingar verða tiknar upp við Sleipnir um treytirnar fyri leigusáttmála av økinum.

-Býráðið hevur á fundi 24/9-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini og Byggi- og býarskipanarnevndini og at uppskot til sáttmála millum partarnar verður lagdur fyri býráðið á næsta fundi til góðkenningar.

 

91/20: Áheitan um friðing av parti av fjøruni á Skála

Borgarar á Skála hava sent umbøn um at friða ein part av fjøruni á Skála, sum er millum matr. nr. 364 og 366, og vísa á, at hetta er einasta øki av fjøru eftir í bygdini, sum ikki er bygt við neystum ella kajum.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við áheitanini um at friða økið millum matr. nr. 364 og 366, og somuleiðis at friða økið við Akkersvík og framvið Prestá á Skála. Samtykt varð at leggja málið fyri Skálanevndina til ummælis.

-Vinnu- og havnarnevndin tekur undir við at málið verður lagt fyri Skálanevndina til ummælis og síðan lagt fyri býráðið aftur.

-Býráðið hevur á fundi 24/9-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini og Vinnu- og havnarnevndini.

 

92/20: Umsókn um lendi til innkoyring í Søldarfirði

Í samband við bygging av bilhúsi á matr. nr. 57 verður søkt um loyvi at gera innkoyring, uml. 30 m2 tvørtur yvir litra “d” og uml. 15 m2 yvir matr. nr. 71a.

Á litra “d” liggur ein gøta frá Gerðisvegi oman til busskýlið á Søldarfjarðarvegi, sum byrjar frá parkeringsplássinum hjá Peturi. Loysnin, sum umsøkjarin ynskir, ger atgongdina til gøtuna betur enn hon er í dag.

Tekniska deild mælir til at játta umsóknini treytað av, at atkoman frá gøtuni verður gjørd av nýggjum.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at ganga umsóknini á møti, treytað av at gøtan verður tinglýst á matrikkulin og atkoman til gøtuna verður varðveitt.

-Býráðið hevur á fundi 24/9-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

 

93/20:   2. viðgerð av eykajáttan til keyp av gróti frá Hvítanesi (Eysturoyartunnlinum)

Vinnu- og havnarnevndin og fíggjarnevndin mæla til at játta 2,45 mió. kr. til keyp av gróti og útreiðslur í hesum sambandi.

--Býráðið samtykti við 1. viðgerð at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og fíggjarnevndini.

-Býráðið hevur á fundi 24/9-2020 samtykt, við 2. viðgerð, at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og fíggjarnevndini.

 

94/20: Umraðfesting av asfaltarbeiði á havnalagnum

300t krónur er avsettar á fíggjarætlanini fyri 2020 til asfaltering á havnarøkinum í Oyndarfirði. Arbeiðið er ikki byrjað. Á fundi millum borgarstjóran og MOWI varð hildið, at betri er at bíða við asfalteringini. Orsøkin er, at MOWI skal leggja kloakkleiðing frá smoltstøðini út í Djúpini og arbeiðsplássið verður á havnalagnum í Oyndarfirði, og tí mæla teir til at bíða við asfalteringini til kloakkarbeiðið er liðug.

Eitt annað mál, sum hevur verið frammi í politisku skipanini, er møguleikin fyri at asfaltera lendið vestanfyri við bátahylin á Skála, men peningur er ikki settur av til hetta.

Borgarstjórin mælir tí til at umraðfesta hesi bæði arbeiðini soleiðis, at asfalteringin á Skála verður sett í verk nú, og at peningur verður avsettur til asfalteringina í Oyndarfirði á fíggjarætlanini fyri 2021.

-Vinnu- og havnarnevndin mælir til at taka undir við, at 300.000 kr verða fluttar frá játtanini til asfaltering á havnalagnum í Oyndarfirði til asfaltering við bátahylin á Skála.

-Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini um flyting av játtan frá asfaltering á havnalagnum í Oyndarfirði til asfaltering við bátahylin á Skála.

-Býráðið hevur á fundi 24/9-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og fíggjarnevndini.

 

95/20: Byggiloyvi til høll á Rituvíkshálsi

Sp/f Conron søkir um byggiloyvi til eina 893 m2 stóra høll á matr. nr. 47x á Rituvíkshálsi.

Sambært býarplaninum liggur grundstykkið í D42-øki og bygningurin lýkur krøvini í byggisamtyktin. Tekniska deild mælir til at játta byggiloyvi.

-Byggi- og býarskipanarnevndin og Vinnu- og havnarnevndin mæla til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 24/9-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini og Vinnu- og havnarnevndini.

 

96/20: Avtala um Talgildu Føroyar

Runavíkar kommuna hevur í eina tíð verið í samráðingum við Fíggjarmálaráðið um verkætlanina “Talgildu Føroyar”

-Fíggjarnevndin mælir til, at Runavíkar kommuna gerst partur av Talgildu Føroyum og at fíggingin 2,030 mió. kr. verður veitt sum eykajáttan í 2020.

-Býráðið hevur á fundi 24/9-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.