Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 03. september 2020 - kl. 17:00

Býráðslimir: Tórbjørn Jacobsen, Terje B. Vestergaard, Hans Jákup Johannesen, Etly Nord Højgaard, Kári Egholm Jacobsen, Jonhard Danielsen, Jonnhild Reynholdsdóttir, Jóhan Vest, Kristian Gaardbo, Selinda í Heiðunum og Sæunn Ó. Hansen.

Ikki møtt: Jonhard Danielsen, Etly Nord Olsen og Kári Egholm Jacobsen

Varalimir: Elnar Rasmussen

 

70/20 Fíggjarkarmur fyri 2021
Fíggjarnevndin mælir til at áseta fíggjarkarmin fyri 2021 til 228 mió. kr.

Inntøkur:
Persóns-, partafelags- og DIS/FAS skattir                                    196 mió. kr.
Eftirlønarskattur                                                                                  32 mió. kr.

Útreiðslur:
Rakstur                                                                                               165,0 mió. kr.
Íløgur                                                                                                    47,8 mió. kr.
Rentur (rentuútr. 2,5 og rentustuðul 2,5)                                       5,0 mió. kr.

Avlop                                                                                                      10,2 mió. kr.

-Býráðið hevur á fundi 3/9-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

71/20  2. viðgerð av eykajáttan til el-arbeiðstøku - Bryggjan á Høgabóli
El-arbeiði við Bryggjuna á Høgabóli er farið í gongd, men vísir tað seg, at fleiri avbjóðingar eru sum hava øktan kostnað við sær.

Tekniski leiðarin mælir til at játta 1,5 mió. til meirveitingar at flyta trafostøð og gera projektið liðugt, sum upprunaliga ætlað.

-Vinnu- og havnarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisu deild og beinir málið í fíggjarnevndina.

-Fíggjarnevndin tekur undir við Vinnu- og havnarnevndini og mælir til at taka avsetingina til “Støðupláss við Runavíkar havn” uppí og sostatt nýta alla játtanina til íløgur í hjá Runavíkar havn til hetta arbeiði. Eykajáttanartørvurin verður tá 1,3 mió, sum mælt verður til at játta úr gjaldførinum.

-Býráðið hevur á fundi 25/6-2020, við 1. viðgerð,  samtykt taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og fíggjarnevndini.

-Býráðið hevur á fundi 3/9-2020, við 2. viðgerð,  samtykt taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og fíggjarnevndini.

72/20 Umsókn um yvirtøku av Grunnlendisgøtu í Oyndarfirði
Eigararnir av matr. nr. 92 søkja um loyvi at yvirtaka Grunnlendisgøtu, sum er atkoma til húsini hjá teimum.

Tekniska deild mælir til, at kommunan sjálv hevur ræðið á hesi gøtuni og mælir frá at selja lendi.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at tekur undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 3/9-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

73/20 Projektering av umbygging av Søldarfjarðar skúla
Býráðið hevur samtykt, at Søldarfjarðar skúli framyvir verður brúktur sum dagstovnur og til frítíðarvirksemi og verður umvældur og tillagaður hesum virksemi.

Fuglark hevur mett kostnaðin av umvæling og dagføring at kosta 27 mió. kr.

-Trivnaðarnevndin mælir til at gera avtalu við Fuglark um projektering og leggur málið fyri fíggjarnevndina.

-Fíggjarnevndin mælir til, at stig verða tikin til at gera neyðugar ábøtur, sum at fáa bygningin tættan og at kostnaðarmeting verður fingin til vega fyri hetta.

-Býráðið hevur á fundi 3/9-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

74/20 Uppsetan av nýggjum skrellispannum runt um í kommununi
Tekniska deild hevur innheintað 3 ymisk tilboð uppá skrellispannir at seta upp í kommununi.

-Umhvørvisnevndin mælir til at gera kostnaðarmeting og mælir til, at fíggjarnevndin kannar møguleikan fyri fígging..

-Fíggjarnevndin mælir til, at keyptar verða rusksapannir fyri 450 tkr., sum verða fíggjaðar av RS 661 og mælir til, at ein heildarætlan verður gjørd viðvíkjandi ruskspannum í allari kommununi.

-Býráðið hevur á fundi 3/9-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Umhvørvisnevndini og fíggjarnevndini.

75/20 MM-Service søkir um grundøki til vinnubygning
Søkt verður um leigu av grundøki til vinnubygning í samband við virksemi sum felagið hevur í bygninginum hjá Faroe Ship, sum nú er seldur og tí er neyðugt at útvega onnur høli. Um hetta ikki letur seg gera, verður søkt um loyvi at seta eina fyribils telthøll, til hóskandi øki er tøkt.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at játta MM-Service norðasta partin av útgrivna økinum við Trøllaklett.

-Vinnu- og havnarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini, tó treytað av, at talan ikki verður um telthøll.

-Býráðið hevur á fundi 3/9-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini og Vinnu- og havnarnevndini.

76/20 Umsókn um endurnýggjan av leigusáttmála.
P/F Borg søkir um at fáa endurnýggja leigusáttmálan fyri grundstykki matr. nr. 94 Tofta bygd.

Tekniska deild mælir til at gera nýggjan 20 ára leigusáttmála fyri grundøkið matr. nr. 94 Tofta bygd við teirri broyting, at økið sunnanfyri bygningarnar verður frábýtt og lagt saman við matr. nr. 93a.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Vinnu- og havnarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 3/9-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini og Vinnu- og havnarnevndini.

77/20 Marknaumskipan á Skála
Umhvørvisstovan hevur sent kommununi umsókn um marknaumskipan millum matr. nr. 259 og 260 á Skála til ummælis. Talan er um, at matr. nr. 259 letur 35 m2 til matr. nr. 260.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at viðmæla umsóknini.

-Býráðið hevur á fundi 3/9-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

78/20 Umsókn um byggiloyvi til bygdahús í Skálafirði
Fuglark søkir vegna Bygdafelag Skálfirðinga um byggiloyvi til felagshús á matr. nr. 8a í Skálafirði.

Talan er um 1,5 planshús, sum er 215 m2 til støddarí grundplani, umframt ein skúr uppá 24 m2. Tekniska deild mælir til at játta umsóknini.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at játta umsóknini.

-Býráðið hevur á fundi 3/9-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

79/20 Keyp av lendi til breiðkan av Leitisvegi í Saltangará
Í samband við at grundstykkið matr. nr. 252p er planerað, er ein geiri ímillum grundstykki og vegin, sum er útlagdur til breiðkan av Leitisvegi.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at kommunan keypir uml. 63 m2 burturav matr. nr. 252a til vegin, soleiðis at atkoma fæst til grundstykkið vestan fyri vegin.

-Býráðið hevur á fundi 3/9-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

80/20 Umsókn um keyp av uppískoytisstykki í Rituvík
Búnaðarstovan hevur sent umsókn um keyp av einum uml. 460 m2 stórum uppískoytisstykki til matr. nr. 248 til ummælis. Økið skal brúka til planting o.tl.

Ummæli frá Teknisku deild:
Øki, sum søkt verður um at keypa, liggur í E-øki (landbúnaðarøki) og verður tí mælt  frá at játta umsóknini.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 3/9-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

81/20 Umsókn um keyp av grundstykki í Norðuri í Bø í Oyndarfirði
Í samband við møguliga sølu at grundstykki má vegur gerast. Talan er um nýgerð av vegbreyt til 3 grundstykkir. Longd 93m og breidd 6m. Mettur kostnaður liggur millum 1 – 1,5 mió. kr.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka málið um vegagerðina upp í samband við fíggjarætlanina fyri 2021.

-Tekniska nevnd mælir tekur undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini og mælir samstundis til at gera eina útstykkingarætlan fyri Oyndarfjørð.

-Býráðið hevur á fundi 3/9-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini og Teknisku nevnd.

82/20 Net søkir um loyvi at seta eina mastur upp á Rituvíkshálsi
Net søkir um at seta mastur upp á matr. nr. 47b á Rituvíkshálsi.

Tekniska deild mælir til at játta umsóknini, men at staðsetingin verður flutt at verða ímillum verandi trafostøð og matr. nr. 47v.

-Tekniska nevnd mælir til at játt umsóknini við broyttu staðsetingini, sum Tekniska deild mælir til.

-Býráðið hevur á fundi 3/9-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá eknisku nevnd.

83/20 Húsavarðarskipan á Mentanarøkinum
Í samband við at hallarvørðurin á Skála fór frá vegna aldur seinasta summar, varð ein royndarskipan sett í verk soleiðis, at ein hallarvørður skuldi umsita báðar hallirnar.

Fyrimunir og vansar hava verið við nýggju skipanini, sum eigur at verða eftirmett.

Staðbundið ynski er um, at ein hallarvørður verður settur burtur av til høllina á Skála.

-Mentanarnevndin mælir til, at mentanardeildin ger ítøkiligt uppskot til næsta fund, herundir kostnaðarmeting, arbeiðssetning og tilvísing.

-Býráðið hevur á fundi 3/9-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.