Býráðsfundur
Býráðslimir: Tórbjørn Jacobsen, Terje B. Vestergaard, Hans Jákup Johannesen, Etly Nord Højgaard, Kári Egholm Jacobsen, Jonhard Danielsen, Jonnhild Reynholdsdóttir, Jóhan Vest, Kristian Gaardbo, Selinda í Heiðunum og Sæunn Ó. Hansen.
Varalimir: Annfinnur Garðalíð
Ikki møtt: Hans Jákup Johannesen
59/20 Broyting av byggisamtyktini fyri Lamba
Í samband við umsókn um keyp av grundstykki burtur av matr. nr. 35a í Lamba, varð samtykt at broyta ásetingina ein part av E-øki til B-øki.
Talan er at broyta uml. 950 m2 av E1-landbúnaðarøki innangarðs til B10-bústaðarøki.
Ummæli frá Teknisku deild:
Tá kærufreistin var úti, var ein kæra innkomin, har mælt verður frá at broyta byggisamtyktina.
Tekniska deild mælir til at halda fast við ætlaðu broytingina. Broytingin skal sendast send Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum til endaliga góðkenning.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 25/6-2020 samtykt taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
60/20 Umsókn um víðkan av bryggjubýlunum á Skála.
MEST søkir um loyvi at víðka um bryggjubýlini við at seta eina hædd omaná verandi bygningar, sum standa sunnan fyri Skipasmiðjuna á Skála.
Ummæli frá Teknisku deild:
Býráðið samtykti hin 28/6-2018 at loyva MEST at seta 42 bústaðarbingjur upp á planeraða økinum sunnan fyri vegin Bryggjan og gera ein 9 ára leigusáttmála fyri lendi undir bygningunum.
Nú verður søkt um at seta eina hædd omaná, so talið av búplássum tvífaldast.
-Vinnu- og havnarnevndi mælir til at játta umsóknini um at seta eina hædd omaná verandi bústaðarbingjur.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at játta umsóknini, treytað av at bygningshæddin ikki fer upp um mest loyvdu hædd smb. byggisamtyktini fyri økið.
Býráðið hevur á fundi 25/6-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini
-Býráðið hevur á fundi 25/6-2020 samtykt taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og Byggi- og býarskipanarnevndini og heitir samstundis á Vinnu- og havnarnevndina um at taka upp samráðingar við Mest um møguleikan fyri aðrari staðseting í økinum, enn at byggja oman á verandi bústaðarbingjur
61/20 El-arbeiðstøka - Bryggjan á Høgabóli
El-arbeiði við Bryggjuna á Høgabóli er farið í gongd, men vísir tað seg, at fleiri avbjóðingar eru sum hava øktan kostnað við sær.
Tekniski leiðarin mælir til at játta 1,5 mió. til meirveitingar at flyta trafostøð og gera projektið liðugt, sum upprunaliga ætlað.
-Vinnu- og havnarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisu deild og beinir málið í fíggjarnevndina.
-Fíggjarnevndin tekur undir við Vinnu- og havnarnevndini og mælir til at taka avsetingina til “Støðupláss við Runavíkar havn” uppí og sostatt nýta alla játtanina til íløgur í hjá Runavíkar havn til hetta arbeiði. Eykajáttanartørvurin verður tá 1,3 mió, sum mælt verður til at játta úr gjaldførinum.
-Býráðið hevur á fundi 25/6-2020 samtykt taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini og fíggjarnevndini.
62/20 Umsókn um umbýti/marknaumskipan av matr. nr. 300a til 300n á Skála.
Umhvørvisstovan hevur sent kommununi til ummælis umsókn um umbýti, soleiðis at innangarðsjørðin 1mk og 12gl í Miðhaga ytripartur, verður fluttur frá matr. nr. 300a í Skálafirði til 300n á Skála.
Tekniska deild mælir til at ganga umsóknini á møti treytað av, at parturin matr. nr. 300n, sum kommunan hevur keypt, verður frábýttur fyrst.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 25/6-2020 samtykt taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
63/20 Faroe Origin søkir um at endurnýggja leigusáttmálarnar á havnarlagnum.
Søkt verður um at endurnýggja leigusáttmálarnar fyri matr. nr. 228a, 228b, 229 Glyvra bygd, umframt fyri parkeringsøkið eystanfyri virkið.
-Vinnu- og havnarnevndin mælir til at endurnýggja leigusáttmálarnar við Faroe Origin í eitt 20 ára tíðarskeið.
-Býráðið hevur á fundi 25/6-2020 samtykt taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini
64/20 2.viðgerð av eykajáttan til liðuggerð av verkætlanum.
Fleiri verkætlanir í 2019 vórðu ikki lidnar í árinum og játtanin til arbeiðini tí ikki brúkt og tí fall játtanin burtur á nýggjárinum.
Talan er um Parkeringspláss við Glyvra skúla, Gøtan Lamba/Glyvrar, Havnaútfylling í Søldarfirði, Brúgv í Lamba, Liðugtgerð av Hjallavegi, Asfaltering í Søldarfirði. Staðfest er, at smáar 5 mió. sum vóru játtaðar til hesar verkætlanir í 2019, ikki vórðu brúktar og fullu sostatt burtur á nýggjárinum.
Har umframt er alneyðugt at fáa skift vatnleiðingina av Høgabóli inn á Líknargøtu.
Kostnaðarmeting fyri at fáa hesar verkætlanir gjørdar lidnar, er mettur til 7,92 mió.
-Fíggjarnevndin mælir til at veita eykajáttan áljóðandi 7,92 mió. kr. til omanfyri standandi verkætlanir.
-Býráðið hevur á fundi 28/5-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.
-Býráðið hevur á fundi 25/6-2020, við 2. viðgerð, samtykt taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.
65/20 Framtíðar nýtsla av Søldarfjarðar skúla
Søldarfjarðar skúli varð bygdur sum skúli ætlaður innskúlingini, men varð niðurlagdur sum skúli, tá Skúlin við Løkin varð bygdur, og innskúlingin savnað í Glyvra skúla. Síðan hava ymiskir brúkarar verið í bygninginum. Í dag húsast vøggustova í niðaru hæddini.
Býráðið hevur sett sær fyri at umvæla Søldarfjarðar skúla, sum er í ringum standi. Í hesum sambandi er uppskot gjørt til høvuðsumvæling av bygninginum.
Ein liður í fyrireikingini av umvælingunum er at avklára, hvat bygningurin skal nýtast til í framtíðini. T.d. eru ymisk krøv galdandi um bygningurin verður nýttur sum skúli ella sum vøggustova.
Mentanardeildin heldur tað vera lítið sannlíkt, at skúli aftur verður í Søldarfjarðar skúla og mælir nevndini til at staðfesta, at ætlanin er ikki at nýta Søldarfjarðar skúla til skúla í framtíðini.
-Mentanarnevndin staðfestir, at ætlanin ikki er at brúka Søldarfjarðar skúla sum skúla aftur, og mælir samstundis til, at frítíðarvirksemið í ovaru hæddini fær egna inngongd.
-Býráðið hevur á fundi 28/5-2020 samtykt, at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.
Trivnaðardeildin vísir á, at neyðugt verður at økja um talið av vøggustovuplássum og mælir til, at partur av Søldarfjarðar skúla verður umvældur og umbygdur til dagstovn.
-Trivnaðarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðardeildini.
-Býráðið hevur á fundi 25/6-2020 samtykt taka undir við tilmælinum frá Trivnarnevndini. Tann parturin sum hýsir frítíðarvirkseminum heldur fram og nýggj inngongd verður gjørd til tann partin av bygninginum.