Býráðsfundur

Vís fleiri
Býráðsfundur - 28. mai 2020 - kl. 17:00

Býráðslimir: Tórbjørn Jacobsen, Terje B. Vestergaard, Hans Jákup Johannesen, Etly Nord Højgaard, Kári Egholm Jacobsen, Jonhard Danielsen, Jonnhild Reynholdsdóttir, Jóhan Vest, Kristian Gaardbo, Selinda í Heiðunum og Sæunn Ó. Hansen.

Varalimir: Elnar Rasmussen

Ikki møtt: Jonhard Danielsen

48/20 Umsókn um uppískoytisstykki í Rituvík

Búnaðarstovan hevur sent kommununi umsókn til ummælis, har søkt verður um  keyp av einum 135 m2 stórum uppískoytisstykki burturav matr. nr. 216a til samanlegging við matr. nr. 158 í Rituvík, til betran av atkomuviðurskiftunum.

Tekniska deild mælir til at viðmæla umsóknini, men mælir til, at kommunan ognar sær teir uml. 10 m2 burtur av matr. 216a móti vegnum til breiðkan av vegbreytini.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Býráðið hevur á fundi 28/5-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

49/20 Marknaumskipan millum tveir hagapartar á Skála

Umhvørvisstovan hevur sent kommununi umsókn um marknaumskipan millum matr. nr. 125a og matr. nr. 73 á Skála til ummælis.

Talan er um umskipan av 2 gyllin av Miðhaga til matr. nr. 73 Skála bygd.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at viðmæla umsóknini.

-Býráðið hevur á fundi 28/5-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

50/20 Umsókn um keyp av grundstykki í Skálafirði

Søkt verður um at keypa eitt uml. 750 m2 stórt grundstykki burtur av matr. 18 norðan fyri Mariusargøtu.

Smb. býarplaninum er økið útlagt sum B-øki (bústaðarøki). Eingin vegatkoma er til stykkið, men í býarplaninum er ein vegstubbi merktur norður frá Mariusargøtu.

-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at viðmæla umsóknini og at umsøkjarin keypir stykkið eftir galdandi reglum og at hann sjálvur tekur sær av at gera innkoyring og at leggj tekniskar leiðingar til økið.

-Býráðið hevur á fundi 28/5-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

51/20 Umsókn um taraaling á Skálafjørðinum

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur sent kommununi hoyringsskriv í samband við umsókn um taraaling á Skálafjørðinum, undir Lambareiði, til ummælis.

Tekniska deild hevur kannað málið og er einki í byggilóggávu, kloakkviðurskiftum, staðseting ella øðrum virksemið á staðnum, sum talar ímóti, at loyvi kann verða givið.

-Umhvørvisnevndin og Vinnu- og havnarnevndin hava ongar viðmerkingar til hoyringsskrivið.

-Býráðið hevur á fundi 28/5-2020 viðgjørt hoyringsskrivið og hevur ongar viðmerkingar og heitir á Heilsufrøðiligu Starvsstovuna um eisini at senda hoyringsskrivið til Kongshavnar Havnarstýri.

52/20 Nýtt øki til umhvørvispláss í Runavík

Nýtt øki skal útvegast til endurnýtslupláss, ístaðin fyri tað í Runavík, sum liggur við Fjøruvegin.

Nú innkomuvegurin til Runavíkar liggur tætt við ruskplássið, er neyðugt at skunda undir ætlanina at útvega nýtt øki ístaðin fyri tað sum er í Runavík.

Tekniska deild mælir til, at matr. nr. 26c á Lambareiði verður lagt av til nýtt umhvørvispláss.

-Byggi- og býarskipanarnevndin og Umhvørvisnevndin taka undir við tilmælinum um nýtt endurnýtslupláss á Lambareiði.

-Meirilutin í Teknisku nevnd mælir frá at nýggja endurnýtsluplássið verður staðsett á Lambareiði og mælir til at finna annað hóskandi øki.

-Minnilutin í Teknisku nevnd tekur undir við tilmælinum frá Teknisku deild.

-Vinnu- og havnarnevndin mælir til at umsitingin finnur onnur egnað øki í kommununi og grundgevur fyri fyrimunum og vansum

-Býráðið hevur á fundi 28/5-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini um at beina málið aftur í nevndirnar til viðgerðar. Samtykt varð somuleiðis, at arbeitt verður við at leggja eina skrá fyri, hvussu umhvørvisplássini í allari kommununi skulu skipast í framtiíðini.

53/20 Umsókn um leigu av havnarøki í Søldarfirði

Umsókn um leigu av grundøki undir bygninginum á matr. nr. 116d í Søldarfirði og somuleiðis langtíðarleigu av einum uml. 2.600 m2 stórum øki burturav matr. nr. 82 og uml. 1.700 m2 av øki við atløgusíðuna. Har umframt tilsøgn um eitt uml. 2.000 m2 stóri øki av 116b (hetta er bert partvís uppfylt)

-Vinnu- og havnarnevndin tekur undir við at leiga økið matr. nr. 116d har bygningurin er staðsettur. Nevndin mælir frá at leiga økið burturav matr. nr. 82 til bingjur, vísandi til býráðssamtyktina um bingjur. Viðvíkjandi tilsøgn um leigu av matr. nr. 116b, verður mælt frá at geva fyribils tilsøgnir.

-Býráðið hevur á fundi 28/5-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Vinnu- og havnarnevndini.

54/20 Eykajáttanir til liðuggerð av verkætlanum

Fleiri verkætlanir í 2019 vórðu ikki lidnar í árinum og játtanin til arbeiðini tí ikki brúkt og tí fall játtanin burtur á nýggjárinum.

Talan er um Parkeringspláss við Glyvra skúla, Gøtan Lamba/Glyvrar, Havnaútfylling í Søldarfirði, Brúgv í Lamba, Liðugtgerð av Hjallavegi, Asfaltering í Søldarfirði. Staðfest er, at smáar 5 mió. sum vóru játtaðar til hesar verkætlanir í 2019, ikki vórðu brúktar og fullu sostatt burtur á nýggjárinum.

Har umframt er alneyðugt at fáa skift vatnleiðingina av Høgabóli inn á Líknargøtu.

Kostnaðarmeting fyri at fáa hesar verkætlanir gjørdar lidnar, er mettur til 7,92 mió.

-Fíggjarnevndin mælir til at veita eykajáttan áljóðandi 7,92 mió. kr. til omanfyri standandi verkætlanir.

-Býráðið hevur á fundi 28/5-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

55/20 Ársroknskapurin 2019 fyri Økistænastuna Roðin

Økistænastan Roðin er eitt samstarv millum Runavíkar-, Nes- og Sjóvar kommunu um eldraøkið og umfatar:

Eysturoyar Røktar- og ellisheim við 65 búplássum og 5 umlættingar- og rehabiliteringsplássum. Sambýlið Vesturskin við 15 og 1 umlættingarpláss og Sambýlið Sjóvarlon við 9 búplássum og 1 umlættingarpláss, umframt tilboð um dagumlætting á Eysturoyar røktar- og ellisheimi og á Skála fyri 37 fólkum.

Harumframt venjing til eldri, sum búgva heima og á røktarheiminum. Og venjing í Bylgjuni í Runavík og ítróttrhøllini á Skála, fyri tilsamans 170 fólkum.

Heimatænastan veitir hjálp, fyribyrging og sjúkrarøkt til heimabúgvandi borgarar. Samanlagt uml. 260 borgarar.

-Fíggjarnevndin mælir til at góðkenna ársroknskapin fyri Roðan fyri 2019, sum javnvigar við 69.475.804 kr.

-Býráðið hevur á fundi 28/5-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

56/20 Framtíðar nýtsla av Søldarfjarðar skúla

Søldarfjarðar skúli varð bygdur sum skúli ætlaður innskúlingini, men varð niðurlagdur sum skúli, tá Skúlin við Løkin varð bygdur, og innskúlingin savnað í Glyvra skúla. Síðan hava ymiskir brúkarar verið í bygninginum. Í dag húsast vøggustova í niðaru hæddini.

Býráðið hevur sett sær fyri at umvæla Søldarfjarðar skúla, sum er í ringum standi. Í hesum sambandi er uppskot gjørt til høvuðsumvæling av bygninginum.

Ein liður í fyrireikingini av umvælingunum er at avklára, hvat bygningurin skal nýtast til í framtíðini. T.d. eru ymisk krøv galdandi um bygningurin verður nýttur sum skúli ella sum vøggustova.

Mentanardeildin heldur tað vera lítið sannlíkt, at skúli aftur verður í Søldarfjarðar skúla og mælir nevndini til at staðfesta, at ætlanin er ikki at nýta Søldarfjarðar skúla til skúla í framtíðini.

-Mentanarnevndin staðfestir, at ætlanin ikki er at brúka Søldarfjarðar skúla sum skúla aftur, og mælir samstundis til, at frítíðarvirksemið í ovaru hæddini fær egna inngongd.

-Trivnaðarnevndin er kunnað um málið.

-Býráðið hevur á fundi 28/5-2020 samtykt, at taka undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.