Býráðsfundur
Býráðslimir: Tórbjørn Jacobsen, Terje B. Vestergaard, Hans Jákup Johannesen,
Etly Nord Højgaard, Kári Egholm Jacobsen, Jonhard Danielsen, Jonnhild Reynholdsdóttir, Jóhan Vest, Kristian Gaardbo, Selinda í Heiðunum og Sæunn Ó. Hansen
Ikki møtt: Kristian Gaardbo
1/20: Bygging ella innrætting av úthúsi/bilhúsi til búðstað
Seinastu tíðina hava fleiri fyrispurningar verið um bygging og innrætting av úthúsum til bústað. ÍAlmennu byggisamtyktini fyri Runavíkar kommunu og BK17 eru ásetingar um út- og bilhús, men einki stendur um innrætting av úthúsum til bústað ella frítíðarbústað.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til, sum eina roynd, at nevndin við serloyvi kann loyvi bygging ella innrætting av einum (1.stk) úthúsi, sum kann brúkast til bústað treytað av, at ásetingarnar í almennu byggisamtyktini fyri Runavíkar kommunu og Bygningskunngerðini BK17 verða yvirhildin viðv. byggistig, frástøðu frá marki og sethúsum, brunakrøv, orkunýtsla v.m.
Úthúsið skal í mesta lagi hava eina hæddarvídd uppá tilsamans 50 m2 og ikki verða útgjørt sum sjálvstøðugt hús, men skal hugsast sum ein útbygging av sethúsinum ella sum ein kjallaraíbúð.
-Býráðið hevur á fundi 30/1-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
2/20: Umsókn um byggiloyvi til minni bygning á Skála
Umsókn um byggiloyvi til ein 48 m2 stóran bygning á matr. nr. 523 á Skála.
Ummæli frá Teknisku deild:
Av tí at grundstykkið er stórt og sethúsið, sum stendur á stykkinum er lítið, kann húsið halda kravdu frástøðuna frá grannamarki og tí heldur TD ikki nakað verða í vegin fyri at játta byggiloyvi.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at játta byggiloyvi.
-Býráðið hevur á fundi 30/1-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
3/20: Umsókn um loyvi til at umbyggja úthús til bústað.
Umsókn um loyvi til at innrætta úthúsið á matr. nr. 260 á Skála til bústað.
Ummæli frá Teknisku deild:
Ætlaða umbyggingin lýkur ikki treytirnar í leiðreglunum um frástøðu frá marki.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir frá at játta umsóknini.
-Býráðið hevur á fundi 30/1-2020 samtykt, ikki at ganga áheitanini um møguligt byggiloyvi á møti orsaka av frástøðu til grannamark.
4/20: Umsókn um keyp av uppískotisstykki.
Umsókn um loyvi at keypa 1,5m vestureftir at leggja afturat grundstykkinum matr. nr. 276bl Glyvra bygd.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir frá at játta umsóknini tí stykkið, sum søkt verður um, er avlagt til tekniskar leiðingar.
-Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini
-Býráðið hevur á fundi 30/1-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini og Teknisku nevnd.
5/20: Liðuggerð av Hjallavegi, norður
Norðurendin á Hjallavegi er ikki liðugtgjørdur. Arbeiðið er projekterað og klárt at seta í verk. Samlaða verkætlanin við jarðarkeypi, gøtuljós, asfaltering v.m. er mett til 576.000 kr.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at seta arbeiðið í verk og beinir málið í fíggjarnevndina.
-Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.
-Fíggjarnevndin tekur undir við at seta arbeiðið í verk.
-Býráðið hevur á fundi 30/1-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini, Teknisku nevnd og fíggjarnevndini.
6/20: Trygd av grótveggi á parkeringsøkinum
Omanlop hevur verið frá grótvegginum í grótbrotinum omanfyri Bónus og tí er neyðugt at tryggja veggin, so vandi ikki er fyri fleiri omanlopum.
Fíggjarliga avleiðingin av at tryggja bergið er mett til 350.000 kr.
-Tekniska nevnd mælir til at arbeiðið verður sett í verk og fíggja av konto RS 670.
-Fíggjarnevndin tekur undir við at seta arbeiðið í verk.
-Býráðið hevur á fundi 30/1-2020 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd og fíggjarnevndini.